Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 176 - 13. september 2006 ] Eingin dystur í Fuglafirði í kvøld Formuladysturin millum ÍF og GÍ, sum skuldi spælast í kvøld, er avlýstur orsaka av ferðsluvanlukkuni í gjár. Hetta var dysturin, sum skuldi spælast av nýggjum, tí ÍF hevði spælt við 12 spælarum eina løtu ímóti GÍ. FSF hevði ásett dystin at verða spældan í kvøld, men feløgini hava nú í samráð við FSF avlýst dystin orsaka av syndarligu ferðsluvanlukkuni í Fuglafirði í gjár. Dysturin verður spældur um eina viku. Skála stílar framvegis høgt Í gjár varð tað váttað, at Johan Nielsen ikki heldur fram sum venjari hjá Skála, men skal taka við leiðsluni í NSÍ næsta kappingarár. Samstundis hevur NSÍ verið í sambandi við onkrar stuðulsspælarar hjá Skála fyri at fáa teir at skifta eisini. Men hóast alt hetta, ætlar Skála ikki at sleppa sínum høgu málum. – Næsta ár byrjar eitt nýtt tíðarskeið við nýggjum venjarum, men málsetningurin er framvegis tann sami. Skála skal framvegis vera við í toppinum av føroyskum fótbólti, og liðið skal framvegis leika tann áhugaverda fótbóltin, sum liðið hevur gjørt hesi seinastu árini, skrivar heimasíðan hjá Skála FSF-forsetin kennir seg útihýstan Óli Holm heldur, at Kringvarpið hevur útihýst FSF frá sendingum um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen, samstundis sum formaðurin í Havnar Fótbólti ser sloppin at føra fram grovar skuld­ setingar ímóti um­sitingini hjá FSF Fótbóltur Eyðun Klakstein Kringvarpið hevur í tveim­ um sendingum - Puls­ inum og 3-2 - gjørt nógv burtur úr spæliloyvinum hjá Páll Mohr Joensen og enda­ligu avgerðini hjá Ítrótt­ardómstólinum, og Fótbóltssambandið kenn­ir seg illa viðfarið av Kringvarpinum í hes­ um send­ingum. Tað hev­ ur fing­ið FSF-for­setan at senda eitt skriv út, har hann millum ann­að sigur: – Vit vilja her gera vart við, at Fótbóltssamband Føroya ikki varð boð­ið við til hesar send­ing­ar, og undrast vit stór­liga á, soleiðis sum nú við­ gerðin av mál­in­um fór fram, hví Kring­varpið hevur valt at útihýsa okk­um frá hesum send­ ingum, sigur Óli Holm i skrivinum. FSF-forsetin heldur eis­ini, at stjórin í Havnar Fótbólti er sloppin at siga nógv, uttan at FSF hevur kunnað svara fyri seg. – Somuleiðis førir sami stjóri fram bein­ leiðis skuldsetingar mót­ vegis fyrisiting og nevnd FSF’s fyri vána­liga av­greiðslu av mál­inum. Hetta meta vit sum sera grovar skuld­setingar, sum einki hald er í. Málið er avgreitt sambært øllum viðkomandi reglum og fyriskipanum FSF´s,  og hava allir partar fingið fult innlit í øll skjøl, sigur Óli Holm. Bæði EB/Streymur og HB hava allar mans tøkar til nógv umrødda fjórðingsfinaludystin, sum verður á Mølini á Eiði kl. 17.30 í kvøld FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Oddaliðið EB/Streymur og liðið á triðja plássinum hittast í kvøld kl. 17.30 til fjórðingsfinaludyst í steypa­ kapp­ingini. Dysturin er sett­ur so tíðliga, tí hóast dysturin er útsettur so nógv og so ofta, so er ikki víst, at alt avgjørt, tá 90 minuttir eru spældir. Stendur á jøvnum skal longd leiktíð spælast, og tí er avgerð tikin um at leggja dystin kl. 17.30, soleiðis at dysturin verður liðugur áðrenn tað er vorðið alt ov seint. EB/Streymur er fremst í landskappingini, teir hava heimavøll og allar mans tøkar til dystin. Hetta hevur við sær, at teir undir vanligum umstøðum høvdu verið favorittur at vinna dystin. Men í kvøld er umstøðurnar eitt sindur øðrvísi enn vanligt er. Talan er um steypadyst, ein steypadyst, sum HB fyri alt í verðini vil vinna. Teirra møguleiki at vinna FM er so at siga rokin, so um HB ætlar at fáa gullkrónur hongdar um hálsin í ár, so er einasti møguleikin helst í steypakappingini. Eisini er tað víst, at leik­ ararnir heldur enn fegnir vilja vísa, at teirra lið er tað rætta, sum er í fjórðingsfinaluni saman við EB/Streymi. Nú skal HB vísa seg Og HB hevur eisini góð kort á hondini. Allir mans eru tøkir og við sær í skjáttuni hava teir ein tryggan sigur á útivølli móti GÍ. Aftrat tí eru leikararnir helst eyka uppsettir til dystin, og tí eru tað 11 mans við áræði og sjálvsálitinum í ordan, sum fara á vøllin á Mølini í kvøld. EB/Streymur liggur nummar eitt í deildini. Hetta er ein fullkomiliga óvand støða hjá teimum, og tí vilja teir gera alt fyri at varðveita hetta plássið. Spurningurin er so, hvussu nógv EB/ Streymur velur at satsa upp á steypakappingina. Úr EB/Streymi er svarið, at teir fara inn fyri at vinna dystin. Hinvegin er tað neyvan nøkur vanlukka hjá teimum, um teir tapa. Hjá HB hevði eitt tap komið sera illa við, tí steypakappingin so at siga einasti møguleiki teirra at vinna gull í ár. Alt fólkið er klárt til brakið á Mølini Kvinnuliðið hjá KÍ kann í kvøld tryggja sær sjeynda føroyameistaraheitið á rað, tá ið liðið spælir ímóti GÍ á heimavølli Fótbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sigursvandu KÍ-kvinnurnar eru nú 90 minuttir frá at vinna enn eitt FM-heiti. Í kvøld kl. 18.30 spælir KÍ ímóti næstfremsta liðnumí FM-bólkinum hjá kvinnum, og um KÍ vinnur dystin ímóti GÍ, er avgerðin um gullið í landskappingini fallin, hóast tað mangla tvey umfør. KÍ hevur aftur í ár verið nógv tað sterkasta liðið í kvinnudeildini. Í summar vann KÍ steypakappingina, og í landskappingini hevur liðið verið á odda allatíðina. Í grundspælinum var munurin millum KÍ og næstfremsta liðið sera stórur, men hesin munur minkaði niður í átta stig, tá ið stigini vórðu hálverað til endaspælið. GÍ hevur fingið stig frá KÍ Í fyrsta dystinum í enda­spæl­ inum, eydnaðist tað GÍ at fáa stig frá KÍ. Hetta vóru fyrstu og higartil einastu stigini, sum KÍ hevur mist í hesum kappingarárinum, og í kvøld fæst so at síggja, um liðið úr Gøtu kann gera nakað við meistaraliðið, tá ið tað spælir á heimavølli. Í annaðkvøld spæla hini bæði liðini í FM-bólkinum dyst ímóti hvørjum øðrum. Dysturin millum EB/Streym og AB verður spældur á Eiði. Kappingin hjá kvinnum endar leygardagin 23. sep­ tember. KÍ-kvinnur kunnu vinna FM í kvøld Ítróttar-Sosialurin mannar Formulaliðið við spælarum, sum stóðu seg væl í 22. umfari av Formuladeildini um vikuskiftið Formulaliðið HB fær í kvøld umsíðir kjansin at spæla seg víðari í steypakappinginim, men uppgáva á útivølli ímóti oddaliðnum er ikki løtt