Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 176 - 13. september 2006 ] Claus legði upp til mál hjá Blackpool Týskvøldið spældi Blackpool dyst í League 1, sum triðbesta enska fótbóltsdeildin eitur. Blackpool spældi á heimavøllinum Bloomfield Road ímóti Chesterfield, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Blackpool kom á odda eftir ein góðan hálvan tíma, tá fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen sendi bóltin inn í høvdið Simon Gillet, sum stútaði í málið. Í seinna hálvleiki javnaði Chesterfield. Claus var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Blackpool liggur á 22. plássi í deildini, har 24 lið spæla við. 8 daga leikbann til Thatcher Enska fótbóltssambandið hevur nú gjørt av, Ben Thatcher, sum spælir fyri Manchester City,s kal hava leikbann í átta dystir fyri at hava gjørt seg inn á ein spælara hjá Portsmouth. Í dystinum tann 23. august smekkaði Thatcher albogan í andlitið á Pedro Mendes, sum misti vitið og varð fluttur á sjúkrahúsið. Umframt teir 8 dystirnar, kann Thatcher fáa 15 dystir leikbann afturat, um hann fremur líknandi ágang næstu tvey árini. Thatcher biður um umbering fyri tilburðin og tekur ímóti revsingini. NSÍ liggur best fyri Leygardagin spæla dreingjaliðini hjá NSÍ og VB/TB avgerandi dyst um FM-heitið í Runavík. NSÍ liggur sum er best fyri í deildini, tí liðið er tvey stig frammanfyri suðuroyarliðið, nú tað mangla tríggir dystir av kappingini. Kravið til VB/TB er tí, at liðið vinnur dystin í Runavík. NSÍ kann hin­vegin loyva sær at spæla javnleik, og um liðið vinnur dystin, so er gullið so nær, sum tað kann verða undan tveim­ um teimum seinastu dyst­unum. Dreingir, Meistarabólkur 1. NSÍa 7 37-9 21 2. VB/TBa 7 30-10 19 3. B36a 7 24-13 11 4. KÍa 7 23-15 8 5. Skála 7 5-18 6 6. EB/Str. 7 8-62 4 KÍ kann taka stórt fet Farna vikuskiftið spældu HB og KÍ toppdyst í meist­arabólkinum hjá smá­dreingjum. Dyst­urin, sum varð spæld­ur í Havn, endaði við 2-0 sigri til KÍ, sum nú liggur fremst í smá­dreingjadeildini. Longu legyardagin kann KÍ taka eitt stórt fet afturat fram ímóti meist­ araheitinum, tí tá vitjar triðfremsta liðið, TB, í Klaksvík. Trý umfør eru eft­ir at spæla í smá­dreingja­ deildini, og tað eru KÍ, HB og TB, sum stríðast um medaljuplássini. KÍ hevur munin í løtuni, men tey fremstu liðini hava avgerandi dystir eftir ímóti hvørjum øðr­ um, og tí er framvegis op­ið, hvør kann kann ger­ast føroyameistari. Smádreingir, Meistarabólkur 1. KÍa 7 27-7 20 2. HBa 7 35-8 18 3. TB 7 30-8 17 4. SÍF 7 9-40 5 5. EB/Str. 5 9-26 4 6. B36 6 8-27 2 Champions League meistararnir vunnu stórsigur í fyrsta umfarinum av Champions League, meðan stjørusetta Inter-liðið tapti og fekk miðvallargeneralin útvístan Champions League Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Týskvøldið vóru fyrstu dyst­irnir í heimsins bestu fót­bóltskapping fyri feløg spældir. Fremstu feløgini í Europa spílaðu seg út í Champi­ons League, og fyri flestu av favorittunum gekk tað væl. FC Barcelona vann kapp­ ing­ina seinast, og teir løgdu fyri sum eitt ódnarveður í regninum á Nou Camp. Lev­ski Sofia var á vitjan, og bulgarska liðið fekk ikki eitt bein til jørðina. Barcelona legði seg fram um í sjeynda minutti, og teir øktu einaferð áðrenn hálv­ leikssteðgin. Í seinna hálv­ leiki gjørdist munurin mill­um liðini meira eyðsýndur, og tríggjar ferðir afturat skor­aði Barcelona, sum ann­ars spældi gestirnar niður og norður við skjótum smá­spæli. Hini dysturin í bólki A varð spældur í London, og har vann Chelsea 2-0 á Werder Bremen. Annað málið gjørdi týski stórspælarni Michael Ballack. Eftir dystin var venjarin hjá Chelsea, Jose Mourinho, illur um, at Chelsea fær so nógv gul kort í Champions League. Hann heldur, at spæl­arar sum John Terry og Frank Lampard, sum fáa fá gul kort í ensku kappingini, verða ov hart revsaðir í europe­iskum dystum. Viera reytt kort Í bólki B syrgdi Inter fyri mest óvæntaða úrslitinum, tá ið italska stórfelagið, sum hevur fingið fleiri nýggjar spælarar á liðið í summar, tapti 1-0 fyri Sporting Lissa­bon. Inter gjørdi sjálvt støð­ una hjá sær trupla, og tá ið fraklendingurin Patrick Viera fekk seinna gula kortið fyri eina ógvusliga takkling í seinna hálvleiki, reyk hann út og er nú leikbannaður. Hin dysturin í bólkinum end­aði við tryggum 4-0 sigri til Bayern Munchen ímóti Spartak Moskva. Fyri steðgin gekk ikki eftir vild hjá týska liðnum, men í seinna hálvleiki settur teir russiska liðið upp á pláss. Morientes glógvaði Bólkur C endaði málleysur týskvøldið. Liverpool vitjaði í Endhoven, og har vóru fleiri av størstu stjrønunum hjá Liverpool settar á beink­ in til dystin. Eingin Crouch og eingin Gerrard vóru á vøllinum frá byrjan. Liverpool kláraði eftir 3-0 tapið fyri Everton at halda málið reint hesaferð, og teir vóru um reppið at vinna, tá ið Gerrard smekkaði eitt skot á stongina í seinna hálv­leiki. Hin dysturin í bólkinum var millum Galatasaray og Bordeaux, og har kom heldur einki mál. Í bólki D gjørdi fyrrverandi Liverpool-álopsspælarin Fern­ando Morientes av álv­ ara um seg, og hann skoraði trý mál, tá ið Valencia vann 4-2 á Olympiakos, og harafturat kláraði hann eisini at misnýta brotsspark. Roma vísti stórspæl í seinna hálvleiki av dystinum ímóti Shakhtar Donetsk og skoraði fýra mál. Eitt av málunum gjørdi Francesco Totti, sum italiumenn vilja hava aftur á landsliðið. Málini regn­aðu inn í Barcelona Buldribassin hjá Barcelona, Carlos Puyol, tók sær av tí sindrinum, sum Levski Sofia kláraði at hótta við í Nou Camp týskvøldið. Barcelona vann dystin 5-0 Mynd: Scanpix Champions League Olympiakos-Valencia 2-4 (1-2) 1-0: Michalis Konstantinou, 28. 1-1: Fernando Morientes, 34. 1-2: Fernando Morientes, 39. 2-2: Nery Alberto Ouaddou, 66. 2-3: Raul Albiol, 85. 2-4: Fernando Morientes, 90. Roma-Shakhtar Donetsk 4-0 (0-0) 1-0: Rodrigo Ferrante Taddei, 67. 2-0: Francesco Totti, 76. 3-0: Daniele De Rossi, 79. 4-0: David Pizarro, 89. Chelsea-Werder Bremen 2-0 (1-0) 1-0: Mickael Essien, 24. 2-0. Michael Ballack, br., 68. Barcelona-Levski Sofia 5-0 (2-0) 1-0: Andrés Iniesta, 7. 2-0: Ludovic Giuly, 39. 3-0. Carlos Puyol, 49. 4-0: Samuel Eto’o, 58. 5-0: Ronaldinho, 90. Sporting Lissabon-Inter 1-0 (0-0) 1-0: Marco Antonio Caneira Bayern Munchen-Spartak Moskva 4-0 (0- 0) 1-0: Claudio Pizarro, 48. 2-0: Roque Santa Cruz, 52. 3-0: Bastian Schweinsteiger, 71. 4-0: Hasan Salihamidzic, 84. Galatasaray-Bordeaux 0-0 PSV-Liverpool 0-0 Olympiakos-Valencia 2-4 (1-2) 1-0: Michalis Konstantinou, 28. 1-1: Fernando Morientes, 34. 1-2: Fernando Morientes, 39. 2-2: Nery Alberto Ouaddou, 66. 2-3: Raul Albiol, 85. 2-4: Fernando Morientes, 90. Roma-Shakhtar Donetsk 4-0 (0-0) 1-0: Rodrigo Ferrante Taddei, 67. 2-0: Francesco Totti, 76. 3-0: Daniele De Rossi, 79. 4-0: David Pizarro, 89.