Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 14. september 2006 5 tíðindi Hetta er onki minni enn ein skan­dala, sigur Hans Pauli Strøm, lands­stýrismaður, um málið um Ser­dagsstovnin á Argj­um, har seks starvsfólk vórðu sett í starv og hava fingið løn seinastu mongu mánaðirnar, hóast stovnurin ikki er til enn Samfelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo – Slíkt eigur ikki at koma fyri og eg fari at seta meg í samband við Al­mannastovuna beinan­ vegin, so vit kunnu fáa greiði á, hvussu tað kundi henda, at fólk verða sett í starv, áðrenn húsini til stovnin eru klár, sigur landsstýrismaðurin við Sosialin. Hann sipar til málið, sum varð umrøtt í blaðnum í gjár, har vit skrivaðu, at 839.652 almennar krónur higartil eru farnar til lønir og húsaleigu til Serdagstovnin á Argjum, hóast stovnurin als ikki er farin at virka enn. Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, segði, at talan hevur verið um eina samanrenning av óhepnum hendingum, sum seinkaðu stovninum, ið upprunaliga skuldi latið upp 1. mai, men nú hevur verið áleiðis í fimm mánaðir longri. Ov hart press Hans Pauli Strøm sigur, at tað als ikki kann góðtakast, at 840.000,- krónur fara fyri skeyti á hendan hátt. – Peningur, sum kundi ver­ ið nýttar so nógv skilabetri innan almannaøkið, har tað frammanundan er ilt at fáa játtanina at røkka, staðfestir landsstýrismaðurin. Og sig­ur seg undrast á manna­ gongdirnar hjá Almanna­ stovuna í hesum málinum, tí tað hevur altíð hevur verið vanligt, at húsini til stovnar eru fingin til vega, áðrenn hann verður mannaður. – Tað hava uttan iva verið umstøður í hesum førinum, har mett hevur verið, at tað var neyðugt at manna stovnin skjótari enn vanligt. Og har skal eg als ikki taka meg sjálvan frían, tí eg havi kanska pressað í so hart á at fáa stovnin upp at koyra, sigur Hans Pauli Strøm. Pistól fyri tinningin Landsstýrismaðurin greiðir frá, at hann ímyndar sær, at Almannastovan hev­ur ikki havt vanligar ar­beiðs­ umstøður, júst í málinum um serdag­stovnin til børn við atferðatrupulleikum. Og hann vísir á, at í fyrsta lagi hevur hann givið til kennar, at málið hevur skund, og harumframt er tað eingin loyna, at tað nærum var ein fólkakrav at fáa eitt tilboð til hesi børnini skjótast gjørligt. Tí ímyndar hann sær, at trýstið hevur verið so stórt, at Almannastovan hevur gjørt av at seta fólkini í starv sum skjótast, so tann parturin av tilgongdini ikki varð darvandi. – Tá avgerðir verða tikn­ar við einum pistóli fyri tinningin og í skundi, er skjótt at taka skeivar av­gerðir, sigur Hans Pauli Strøm, sum samstundis sig­ ur, at tað var skeivt at seta fólk í starv longu 1. mai, hóast leigusáttmálin ikki var undirskrivaður fyrr enn 12. juni. Eykajáttan mátti til – Tað er ikki minst ør­kymlandi, tá hugsað verð­ ur um alt rokið, ið var um stovnin fyri nøkrum mán­ aðum síðani. Málið hevði so stóran skund tá, at eykajáttan mátti til, og tað er uppaftur meira syndarligt, tá hugsað verður um, at hetta er eitt øki, sum frammanundan verður politiskt undirmett og sum tað er ómetaliga torført at fáa pening til. Ongar avleiðingar Men hvørjar verða avleið­ing­ arnar av hesum? spyrja vit Hans Paula Strøm. – Eg átaki mær ein part av ábyrgdini fyri, at tað kom so vítt, og eg fari ikki at hanga nakran. So málið fær ongar beinleiðis avleiðingar, hóast tað sjálvsagt ger, at tað framyvir hevur við sær, at tað verður torførari hjá mær og ráðnum at argumentera fyri at fáa pening til nýggj tiltøk, tá vit í hesum førinum hava prógvað, at vit ikki hava gjørt okkara heimaarbeiði nóg gott, sigur ein harmur landsstýrismaður at enda. Ein gøla at fólk fingu løn fyri at ganga heima Tvær ferðir innan fyri fýra dagar, hevði Atlantic Airways trupulleikar við bremsuskipanini á einum av flogførum teirra. Hetta flog­far­ið er nú aftur í flúgving eftir at hava verið til kanningar í Bergen FLÚGVING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Flogfarið hjá Atlantic Air­ways, sum tvær ferðir innan fyri fýra dagar hevði trupulleikar við bremsu­ skipanini, teimum sonevndu flapsunum, er nú aftur í flúgving. Eftir seinna tilburðin, har flapsarnir ikki komu út, tá flogfarið skuldi lenda, varð flogfarið aftur tikið úr flúgving og sent til Bergen, har tað varð gjøgnumgingið og kannað. Sunnudagin varð flog­farið so royndarflogið, og tá alt gekk sum tað skuldi, var tað góðkent. Sunnu­kvøldið var flogfarið aftur í Føroyum og kundi fara undir vanliga rutuflúgving aftur. Flapsflogfarið flýgur aftur Nógvur tónleikur í Manhattan Rókur og Rúni, Uni Deb­ ess Band, Líggjas og Flóv­in, og Jens Marni er røðin av stjørnunøvnum, ið hetta vikuskiftið spælir í Manhattan. Rókur Jakobsen og Rúni Eysturlíð leggja fyri hóskvøldið, fríggja­kvøld­ ið spælir Uni Debess við bólki og leygarkvøldið verður høvið at hoyra Deja Vu sangararnir Líggj­as Olsen og Flóv­in E. Viderø. Eisini sunnu­ kvøldið er tónleikur á skránni í Manhattan tá fer Showmaðurin og fyrr­ verandi All That Rain sang­arin Jens Marni Han­ sen at undirhalda. nud Kazuu á pallin í Havn Maðurin handan løgini hjá Aria, Magni Husgaard er saman við popp hetjuni úr Hjarnum Karl Martini Samuelsen, Kazuu. Leygarkvøldið spæla teir í Glitnir. Hetta eru tvey ym­isk ættarlið av klaks­víks­ tón­leikarum, ið hava funn­ið saman. Teir hava áður framført í Glitnir við sínum dansitónleiki. Sein­astu tíðina hava teir eisini saman við øðrum klaksvíkstónleikarum mynda bólkin Pentagon. Men hetta vikuskiftið er tað aftur Kazuu, ið fer á pallin. Tað man vera lítil ivi um, at okkurt Hjarnar lag verður millum løgini, ið teir spæla. Fríggjakvøldið er Glitnir sum vant karaokebarr, úr Glitnir verður sagt, at tey júst hava fingið 400 nýggjar karaoke sangir, so nú eru 800 sangir at velja ímillum. nud