Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 177 - 14. september 2006 tíðindi Náttarravnarnir í Havn eru í vanda fyri detta niðurfyri, tí ov fá nýggj foreldur koma til Børn og ung Ella Larsen ella@sosialurin.fo – Um tað ikki koma nýggj foreldur, eri eg bangin fyri, at Náttarravnarnir fara at detta niðurfyri. Tí tað eru fleiri, sum velja at gevast nú, børnini eru vorðin vaks­ in, sigur Ella Müller úr Havn, sum hevur verið við í Nátt­ar­ravnunum, síðan teir byrjaðu. – Um tað heldur fram á henda hátt, vera eingir Náttarravnar í býnum, og so fer balladan at vinda uppá seg aftur, sigur Ella Müller. Gjørt stóran mun Tað var rættiliga ófriðarligt í býnum, tá Náttarravnarnir byrjaðu fyri fimm árum síðani, men tey hava merkt ein sera stóran mun. – Tá vit byrjaðu, vóru vit úti frá kl. 00.30 til kl. 04.30. Nú kunnu vit fara heim kl. 03.00, tí tá er býurin friðarligur. Áðrenn Náttarravnarnir komu til, vóru nógvir bar­ dagar í býnum og knívur var ofta á lofti. – Tað er ongantíð bardagi, tá vit eru hjá. Um tað er ein bardagi, og vit koma fram­ við, so steðgar hann og fer ikki í gongd aftur, greiðir Ella Müller frá. – Eg haldi, at tað er tí, tað er ein tryggleiki í, at vit eru har hjá teimum ungu. Vit gera og siga einki, vit ganga bara framvið. Um nakað er, kunnu tey bara koma og tosa við okkum. Náttarravnarnir uppsøkja ikki tey ungu, tey ganga bara í býnum í teirra eyðkendu gulu jakkum, so tey ungu kunnu venda sær til teirra, um tey hava brúk fyri teim­ um. Tað sum Náttarravnarnir oftast uppliva, er at tá onkur ungur hevur drukkið ov nógv og er illa fyri, so koma tey at læna fartelefon, fyri at biðja onkran koma eftir sær. Onkuntíð hjálpa tey onkrum yvir um vegin, og tey steðga eisini happing, tá tað kemur fyri. Áðrenn Náttarravnarnir fara heim, tryggja tey sær, at eingin tannáringur liggur og svevur í einum myrkum horni. Foreldur gevast Upprunaliga við vóru 90 foreldur við í Náttar­ravn­ unum, men í dag eru einans 40 eftir, 10 av hesum eru for­ eldur at tannáringum. Børnini hjá hinum eru vaksin, og fleiri foreldur velja at gevast í Náttarravnunum, tá teirra børn ikki eru tannáringar longur. – Tað er ikki so lætt hjá okkum at fylgja við, tá vit ikki eiga tannáringar longur, sigur Ella Müller. – Vit vita ikki hvar tey ungu ganga í býin. Allar teir upplýsingar vit fáa, koma frá hesum 10 foreldrunum, sum kunnu spyrja síni børn, hvar tey vóru í vikuskiftinum. Tey foreldur, ið eru við í Náttarravnunum, royna at fáa fleiri við. – Tað gongur ígjøgnum onnur foreldur, sum vit kenna. Vit biðja tey koma út við okkum at ganga eitt kvøld, so tey kunnu tekna seg til eina aðru ferð. Men tað er ringt hjá Nátt­ ar­ravnunum at fáa nýggj foreldur við. – Kanska er tað tí, at for­ eldrini ikki vita, hví vit eru í býnum. Summi fólk síggja tað sum nakað negativt og halda, at vit ganga í býnum av forvitni og at vit slatra. Men tað er ikki so. Vit eru har, fyri at tey ungu skulu hava tað trygt, tá tey eru í býnum, sigur Ella Müller. Vanta Náttarravnar – Um tað ikki koma nýggj foreldur, eri eg bangin fyri, at Náttarravnarnir fara at detta niðurfyri, sigur Ella Müller úr Havn, sum hevur verið við í Náttarravnunum, síðan teir byrjaðu fyri fimm árum síðan Mynd: Álvur Haraldsen Ov vánaligt føðigrundarlag ger, at lomvigastovnurin í Føroyum minkar Umhvørvi Ella Larsen ella@sosialurin.fo Lomvigin er taldur tríggjar ferðir í Føroyum, og hesar teljingar vísa, at stovnurin er minkaður nógv, síðan hann fyrstu ferð var taldur í 1972. Tá var samlaða tal­ið av lomviga, sum sat í bjørg­ unum 587.000. Í 1987 vóru 312.000 lom­ vigar. Seinast hann var taldur frá 1997 til 1999, var talið komið niður á 252.000. Komandi ár verður ein nýggj teljing gjørd av øllum lomvigunum í Føroyum. Tá verður møguligt at síggja, um tað framvegis gong­ ur niðureftir við lom­viga­ stovninum. Í Skúvoy verður lomvigin taldur á hvørjum ári, so hetta kann geva eina ábending um, hvussu nógvur fuglur er í landinum, og har er bæði gingið upp og niður aftur, síðan talt var um alt landið seinast. Fram til 2000 gekk uppeftir, tá vóru 6133 lomvigar í Høvdanum í Skúvoy. Síðan tá er talið aftur minkað til í ár, tá talið var 3895. Flest lomvigar vóru í Høvdanum í Skúvoy í 1973, tá 9674 fuglar sótu í bjørgunum. Størsta grundin til, at lom­vigastovnurin minkar er, at føðigrundarlagið er ov vánaligt og ov óstøðugt. Lomvigi livir av nebbasild og hvítingsbróðri, og nøgdin av hesum fiskasløgum er sera skiftandi, men ongar ítøki­ liga mátingar eru gjørdar av, hvussu stórur føroyski stovnurin av nebbasild er. Aðrar umstøður kunnu eisini ávirka hvussu lom­viga­ stovnurin hevur tað, bæði veðr­ið og hvussu fuglurin hevur haft tað um veturin, tá hann heldur til fram við norsku strondini. – Tá tað gongur illa við lomvigastovninum í Før­oy­ um, sæst tað aftur við, at ong­ir pisur koma undan, tí tað ikki er nóg mikið av føði, sigur Bergur Olsen, á Fiskirannsóknarstovuni. – Tað stóð ringast til hjá lomviganum beint und­an kreppuni í 1990, sam­stund­is sum ringast stóð til hjá toska­ stovninum. Hetta hongur saman við, at bæði toskur og lomvigi liva av nebbsild, greiðir Bergur Olsen frá. Lomvigastovnurin minkar Lomvigar verða taldir í Høvdanum í Skúvoy á hvørjum ári Náttar­ ravnarnir í Tórshavnar kommunu Fyri fimm árum síðani var nógvur harðskapur, tá tannáringar vóru í býnum í vikuskiftunum. Nøkur foreldur, sum vóru stúrin, tóku seg saman, og ringdu til Erik Torsted formannin fyri Náttarravnunum í Danmark. Hann kom til Føroya, at leggja teimum lag á, og hjálpti teimum at stovna Náttarravnar í Tórshavn. Tá vóru tey úti fríggja­ kvøld og leygarkvøld, og tey vóru seks vaksin hvørt kvøldið, og gingu í bólkum við trimum í hvørjum. Nú eru tríggir Nátt­ar­ ravnar úti hvørt leygar­ kvøld. 0 2000 4000 6000 8000 10000 12000 1972 1976 1980 1984 1988 1992 1996 2000 2004 Ár Tali_ á lomviga Talið á lomviga