Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 14. september 2006 7 tíðindi Ferðavinnan í Grøn­ landi hevur verið í støðugari menning tey seinnu árini. – Hetta arbeiðið skal halda fram, eisini komandi ár, sigur ferðavinnustjórin í Grønlandi, Stig Rømer Winther Ferðavinna Snorri Brend Reykjavík: Hóast Grønland fyri mong liggur langt burt­ ur frá europeiska megin­ landinum, heldur tað kortini ikki ferðafólkunum frá at leita hagar. Hóast eingi tøl fyriliggja fyri hetta árið, so verður mett at vøksturin man liggja um eini 7,5 % í mun til farna árið. Loftvegis flutningur av ferða­fólki er í vøkstri, men serliga sjóvegis flutningur av teim ferðandi hevur ver­ið í stórum vøkstri. Og eftirspurningurin er stórur. – Vit hava marknaðarført landið sum eitt gott stað hjá ferðamannaskipum at koma til. Úrslitið av tí hava vit longu sæð, – kanska ser­ liga í ár, sigur Stig Rømer Winther, stjóri í grønlendsku ferðavinnuni. Ætlanin er framvegis at menna ferðavinnuna enn meiri, soleiðis at hon gerst meiri fjølbroytt, samstundis sum góðskan verður enn betri. Annar marknaður Gongdin innan grønlendsku ferðavinnuna hevur eisini ført við sær, at bæði flogfeløg og cruise-feløgini arbeiða saman um eina menning. Í fyrsta lagi verður í hes­ um døgum fyrireikaður ein ferðavinnu-portalur, har við­ skiftafólkini kunnu fáa alt at vita um ferðamál í Grønlandi, og kunnu bíleggja sær ferðir tann vegin. Nógvar av ferðunum til Grønlands verða gjørdar um­vegis Danmark. Men fyri grønlendingar er hetta ikki nóg mikið. Teir ynskja at koma longur út. – Vit vilja hava fatur á londum uttanfyri Danmark. Har er ein stórur marknaður, og tí má eitt arbeiði gerast fyri at fáa fatur á honum, sigur Stig Rømer Winther. Hinvegin so vísir gongdin, at serliga nógv ferðafólk úr Amerika vitja í Grønlandi. Ynskið er tí komið fram um at ein økir um títtleikan á flogferðum hagar. Fyri vestan Næsta stigið er tí ein bein­ leiðis flogruta millum ein grønlendskan flogvøll og tann í amerikanska býnum Baltimore. Hetta er eitt stórt stig, og krevur góða og neyva fyrireiking. Ætlanin er kortini at hava sum mál at kunna bjóða út 6000 setur um árið, tá flogrutan byrjar í mai mán­ aði komandi ár. – Henda flogrutan verður bert eitt skifti, men vit miða eftir at rutan skal kunna hald­ast í gongd alt árið, sig­ur stjórin í grønlendsku ferðavinnuni. Um somu tíð kunnu tey bert staðfesta, at stórur áhugi er eisini at gera cruise- ferðir kring landið, eins og Hurtigruten úr Noregi hevur ynski um at gera regluligar ferðir til Grønlands. Heilárs ferðavinna Grønlendska ferðavinnan hevur helst við áhuga fylgt við gongdini hjá grannunum fyri sunnan. Íslendingar hava tey seinnu árini nevniliga kunn­að staðfest at fleiri ferða­fólk vitja her uttanfyri háárstíðina. Her liggur tann føroyski parturin ikki eftir í sam­ starv­inum um at menna ferða­vinnuna í útnorðuri. Air Iceland hevur nevniliga leigað eitt flogfar frá Atlants­ flogi, sum tvær ferðir um vikuna flýgur millum Grøn­ land og Ísland. Henda flúgv­ ingin verður allan henda mán­aðin aftrat. Ætlanin hjá grøn­lend­ ingum er at menna lág­se­ song­ina enn meiri. Her verð­ur serliga hugsað um mán­aðirnar februar og mars, og mánaðirnar frá oktober til desember. Stig Rømer Winther er bjart­skygdur um at gera grøn­lendsku ferðavinnuna til eina heilársvinnu. – Jú, her eru avgjørt møgu­ leikar til staðar fyri tí, sigur altso stjórin í grønlendsku ferðavinnuni. Grønland hyggur frameftir og vestureftir – Ynskið okkara er at gera grønlendsku ferðavinnuna til eina heilársvinnu, sigur stjórin í grønlendsku ferðavinnuni, Stig Rømer Winther Ferðafólka­talið veksur og veksur Ísland: Fyrstu seks mánaðirnar í ár ferðaðust sløk 375.000 ferð­ andi um altjóða flogvøllin í Kefla­vík. Hetta er ein munandi øking í mun til somu tíð í fjør, tá 322.000 ferðaðust hagar. Vøksturin í ár er uppá 16 %. Seinastu 12 mánaðirnar er saml­ aða talið av ferðafólkum gjørt upp til at vera 808.000, sum er ein øking uppá 12,8 % í mun til sama tíðarskeiðið árið fyri. sb. Undir egnari ábyrgd Føroyar: Tað er eisini komið ferðavinnublaðnum “Stand By” fyri oyra um koyringina gjøgn­ um tunnilin til Gásadals. Blaðið skrivar um nógv um­rødda skeltið, har sagt verður, at koyringin gjøgnum tunnilin er undir egnari ábyrgd. Heitt verður á lesararnar – og tey vitjandi – at vera varin, tá ein vitjar hesa bygdina, sum liggur vestast á Vágoynnni. sb. Laksaveiðan kundi roynst betur Ísland: Laksafiskarar hava ikki fingið so nógv burtur úr í ár sum í fjør. Árið 2005 var eitt sera gott ár í so máta. Hóast hesi hagtølini so hava laskafiskararnir sjálvir verið væl nøgdir við fiskiskapin. Í laksánni í Reykjavík, sum kallast Elliðaár, fekk sjálvur borgarstjórin fyrsta laksin í ár, og síðani hevur fiskiskapurin verið nøktandi. Íslendska ferðavinnan sigur kortini, at nógvir at fremmandu laksamonnunum ikki kunnu ella vilja skilja, at ein skal hava loyvi at fiska laks í Íslandi. sb. Met í ferðamanna­ skipum Grønland: Grønlendski høv­ uðs­staðurin, Nuuk hevur í summ­ar sett met í talinum av ferðamannaskipum. Íalt 21 skip vitjaðu, og er hetta størsta talið nakrantíð. Sam­stundis kann ein við gleði staðfesta, at talið av ferð­andi eisini er økt. Størsta ferðamannaskipið í summar hevði ikki færri enn 1300 ferða­ fólk, meðan talið vanliga liggur um tey 600. Í fjør vitjaðu nærum 10.000 fólk í Nuuk. Alt hetta hendir hóast ferða­ fólkaavgjaldið í vár hækkaði til 450 kr. fyri hvønn ferðandi. Hetta heldur kortini ikki ferða­ fólkunum aftur. sb. Hetta er tað sum fremmandu ferðafólkini ynskja at síggja í Grønlandi. Nú skal ferðavinnan gerast til eina vinnu alt árið