Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 177 - 14. september 2006 tíðindi - Útbyggingin av havnalagnum í Skúvoy er við í langtíðarætlanini, men líkt er ikki til, at peningur verður settur av á fíggjarlógini fyri 2007. Hinvegin er tað ein politiskur spurningur, nær verkætlanin í Skúvoy skal fremjast, sigur Niels Winther, deildarstjóri í Vinnumálaráðnum Skúvoy Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er í fyrsta lagi ein polit­iskur spurningur, nær farið verður undir at um- og útbyggja havnalagið í Skúvoy. Tað sigur deildarstjórin í Vinnumálaráðnum, Niels Winther, sum Sosialurin hevur tosað við. Hann ásannar tó, at lítið røkist fyri, at havnalagið í Skúvoy verður við á komandi fíggjarlóg. Gravgangur – Eg vil siga, at tað sær svart út í ár, men allar súður eru ikki syftar, fyrr enn fíggjarlógin er komin undir land. Deildarstjórin vísir á, at landsstýrið hevur ein samlaðan íløgukarm, sum seinastu árini hevur ligið rundan um 200 mió krónur um árið, og hann ásannar, at tað er gravgangur eftir at fáa lut í hesum. Niels Winther vil ikki taka dagar ímillum um íløg­ an, sum ætlanin er at leggja niður í Skúvoy, er stór ella ikki. – Tað veldst um eyga sum sær, og hvat fæst fyri peningin. Ein íløga kann vera mennandi fyri økið, soleiðis at bygdin veksur, men hon kann eisini skapa størri trivna fyri tey, sum búgva í økinum – tó uttan at fleiri velja at seta búgv í økinum. Hann ásannar tó, at verk­ ætlanin í Skúvoy ikki er ein íløga, sum bara verður játtað við ”vinstru” hond, sum hann tekur til. – So lítil er hon nú heldur ikki, leggur hann aftrat. Ymiskan týdning Niels Winther vísir á, at dømir eru um bæði – framburð ella framhaldandi afturgongd, tá ið slíkar íløg­ur eru lagdar niður á útoyggj og í bygdum á fast­ landinum annars. – Vit hava sæð, at økir hava havt framburð, eftir at íløgur eru gjørdar, men vit hava eisini sæð, at afturgongdin í fólkatalinum heldur fram. Deildarstjórin sigur, at Vinnumálaráðið fyriheldur seg positivt um út-og um­byggingarætlaninar í Skúv­oy. – Verkætlanin er klár at fremja, men bíðar eftir játtan á fíggjarlógini. Niels Winther sigur, at í staðin fyri at draga íløgur ov langt út, sum mangan hevur verið gjørt, verður nú í størri mun roynt at fremja verkætlaninar yvir eitt stytri áramál. – Tað kostar meira, tá ið arbeiðir verða sett í gongd og bara koyra í styttri tíðarskeiðum í senn Tá verður aftur og aftur riggað til og riggað av, sum sjálvandi kostar tíð og pening. Á fíggjarlógina Deildarstjórin sigur, at í nøkur ár hevur ein játtan verið á fíggjarlógini til infrakervið á útoyggj, men ásetingin fyri hesa játtan er broytt, soleiðis at peningur eisini kann veitast av hesi játtan til annað enn sjálvt infrakervið. – Men hetta er ein lut­ falsliga lítil játtan, einar 3 mió krónur um árið, so tað verður ikki av hesi játtan, at skúvoyingar fáa nýtt havnalag. Niels Winther sigur at enda, at játtanin til út-og umbygging av bátahylinum í Skúvoy noyðist á fíggjar­ lógina. – Alt er ein prioritering, og tað verður í seinasta enda ein politiskur spurningur, nær peningur verður settur av til hesa verkætlan, sigur deildarstjórin. Lítið røkist fyri, at Skúvoy fær Tekning av ætlaðu út-og umbyggingini av havnalagnum í Skúvoy. Sambært Landsverki og Landesbyggifelagnum verður kostnaðurin einar 30 mió krónur, tá ið møguligur meirkostnaður er tikin við - Tað verður í seinasta enda ein politiskur spurningur, nær peningur verður settur av til um- og útbygging av havnalagnum í Skúvoy, sigur Niels Winther, sum situr í miðjuni á myndini. Fremstur á myndini er Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki og aftur Kristian Davidsen, sum seinastu árini hevur verið stjóri á Standfaraskipum Landsins Mynd: Vilmund Jacobsen - Vit vilja hava løgtingið at seta pening av til havnagerð í Skúvoy á fíggjarlógini fyri komandi ár, sigur Jóhan Hentze, borgarstjóri í Skúvoy, sum aftur hevur vent sær til politisku myndugleikarnar við áheitan Skúvoy Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jóhan Hentze, borgarstjóri í Skúvoy, hevur vegna bygdarráðið aftur vent sær til myndugleikarnar við skrivi, har heitt verður á politisku flokkarnar um at seta pening av til um-og útbygging av havnalagnum í Skúvoy. Í brævi til flokkarnar á tingi, fíggjarnevnd løgting­ sins og til løgtingslimirnar í Sandoyar valdømi heitir bygdarráðið á partarnar um at virka fyri, at verkætlanin í Skúvoy kann setast í verk í komandi fíggjarári. - Íløgan, sum um-og útbyggingin kostar, hevði loyst allar trupulleikarnar við havnaviðurskiftunum í Skúvoy, sigur borgarstjórin í brævinum og áheitanini. Víst verður á, at sam­ bært Landsverki og Lands­ byggifelagnum verður kostn­að­urin av um- og ný­­ bygd­­um havnalagi í Skúv­ oy 30 mió krónur, og tá er møguligur meirkostnaður íroknaður. - Kanningar eru gjørdar hjá Dansk Hydraulisk Insti­ tut, og verkætlanin varð Skúvoyingar