Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 14. september 2006 9 tíðindi nýtiligt havnalag í bræði liðugt projekterað og klár til útbjóðan longu í desember 2005, sigur borgarstjórin í skrivinum. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at Skúvoyar komm­ una vendir sær til myndug­ leikarnar við umbøn um, at pro­jekteraða havna­ útbyggingin verður framd. Í juni mánaða í fjør sendi kommunan eisini eitt skriv til Vinnumálaráðið við avriti til løgtingsumboðini í Sandoyar valdømi. Í skrivinum fegnast bygdar­ráðið um uppskotið hjá Landsverki, tí ætlanin eitt nú fer at gera tað møgu­ligt hjá skipum sum Teistanum at leggja at í oynni. - Vit fegnast um, at allir flokkar á løgtingi siga seg ynskja at varðveita smáu bygdirnar á útoyggj, sum partur av samfelagnum. Í skrivinum verður víst á, at fíggjarorkan hjá kommununi er lítil, og tí er neyðugt, at landskassin ber allan kostnaðin av verk­ ætlanini. Tað eydnaðist ikki skúvoy­ ingum at fáa myndug­ leikarnar at seta pening av á fíggjarlógini fyri 2006 – og nú fíggjarætlanin fyri 2007 verður fyrireikað, bendir nógv á, at skúvoyingar heldur ikki fáa síni ynski eftirlíkað hesaferð. Men livst, so spyrst. Sum borgarstjóri brenn­ ur Jóhan Hentze fyri ætl­ anunum við um-og nýbygg­ ing av havnalagnum í Skúv­oy, sum hann sigur er ein neyðugt og avgerandi fyritreyt fyri trivnaði – og menning í oynni. - Hetta er ein kostnaðar­ mikil verkætlan, men vit í bygdarráðnum ivast onga løtu í, at hon er pengarnar verd, sigur hann. Verkætlanin, sum er so avgerandi fyri skúvoyingar, liggur sum sagt púra klár at fremja. - Hetta hava vit fleiri ferðir fingið váttað frá Lands­verki. Tí vóna vit nú, at politisku mynd­ug­ leik­arnir seta havna­bygg­ ingina í Skúvoy á kom­andi fíggjarlóg, sigur borgar­ stjórin í Skúvoy, Jóhan Hentze. Jóhan Hentze, borgarstjóri í Skúvoy, ”bankar” á dyrnar í Vinnumálaráðnum, sum hann heldur hevur ligið heldur leingi oman á málinum um útbygging av havnalagnum í oynni Mynd: Vilmund Jacobsen streingja nú á aftur Verandi bátahylur í Skúvoy er ónýtiligur og er ein ”bremsa” fyri neyðugum flutningi millum Sand og Skúvoy. Líkt er tó ikki til, at ætlaða um-og útbyggingin kemur á fíggjarlógina fyri komandi ár Mynd: Vilmund Jacobsen