Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 177 - 14. september 2006 Hesa vikuna hevur sera áhugaverd olju­ráðstevna verið hildin í Norðurlandahúsin­um við luttøku av ikki færri enn 150 fólkum, teirra millum meira enn 100 granskarum, olju­fólki og fólki í veitaravinnuni innan olju­vinnuna. Evnið hevur verið oljuleiting við Føroyar og í hesum sambandi hava verið nógvir fyrilestrar um jarðfrøðiligu umstøðurnar her á okkara klettum, eitt nú um basaltið, sum fjalir stóran part av undirgrundini. Tað er flott, at tað hevur eydnast okkara olju­ myndugleikum at fáa so mong fólk á økinum til Føroya og ikki minst samstundis sum ein so týðandi boring fer fram á landgrunninum. Tað vóru eisini nøkur sera væl nøgd fólk, sum mikudagin takkaðu fyri seg. Stóri spurningurin í øllum hesum er, um tað eru góðar umstøður í undirgrundini at finna kolvetni. Her koma royndirnar og vitanin frá økinum vestan fyri Hetland okkum til hjálpar, men eisini mongu serfrøðingakanningarnar úti í heimi. Niðurstøðan er tann, at hóast vónbrot í sam­bandi við fyrrverandi brunnar, so eiga vit ikki at missa mótið, men heldur ikki vera yviroptimistisk. Royndir aðrastaðni frá siga okkum, at tað krevur drúgvt og gott arbeiði at raka við fyrstu oljuførandi løgini í einum nýggjum øki. Hetta var lærdómurin frá norska partinum av Norðsjónum, og hetta er lærdómurin frá økinum vestan fyri Hetland. Sum so er leitingin við Føroyar ung. Men hon er lovandi hóast alt, og hyggja vit at seinastu fundunum beint við markið, Rosebank og Cambo, so eru orsøkir til varisligt bjartskygni. Nú Brugdan, næsta ár William og í 2008 Anne- Marie brunnarnir. Vit hava ikki orsøk til at hanga við høvdinum. Tvørturímóti eiga vit at geva okkara egnu fólkum og oljufeløgunum pláss til at halda fram við sínum arbeiði. Um tvær vikur ella kanska ein mánað vita vit meira um Brugduna, men tekin eru um, at hetta sær ikki so galið út. Sosialurin Áhugarverd ráðstevna Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Takk fyri greinina Svend Åge. Tað er ikki neyðugt at koma við nakrari áheitan á meg. Eg arbeiði fyri at prísurin skal lækka – og eg sleppi ikki endanum. Halt fram við arbeiðinum at fáa Óla Breckmann at halda fast. Í grein hjá Svend Åge Ellefsen, tykist  hann bangin fyri at Óli Breckmann fer at sleppa endanum við­ víkj­andi lækking av sam­ ferðsluprísum. Men eg haldi, at Svend Åge skal sova trygt í Sandavági ella Hotel Streym. Òli fer at halda fast – eins og fleiri aðrir løgtingsmenn eisini gera. Prísurin at ferðast um firð­ir og undir má nevni­ liga lækk­ast – sum skjót­ ast. Tað er nevni­liga so al­neyð­­ugt fyri land okk­ ara, at prís­ir­nir lækka. Ein av høvuðs­orsøk­unum til at útjaðari og  útoyggjar bløða út, er fyrst og fremst vánalig og kostnaðarmikil samferðsla. Tað er mín meting, at um vit vilja at Føroyar skulu vera eitt land, har øll kunnu búgva undir nøkulunda eins treyt­ um, so er neyðugt at sam­ ferðslukostnaðurin lækkar. Tað arbeiði eg fyri – og eg sleppi ikki endanum. Eg, og fleiri við mær, arbeiða nógv fyri, at lækka prísin á samferðslu í Føroyum. 1: Eg haldi, at raksturin á undirsjóvartunlinum skal yvirtakast av land­in­ um. Tað vil føra við sær, at prísurin kann lækkast munandi á báðum undir­ sjóvartunlum okkara. 2: Eg meti, at landið má skipa fyri, at prísirnir lækka munandi til Suður­ oyar og Sandoyar. At prís­bygnaðurin verður broyttur, so familjur fáa møguleika fyri at tekna t.d árshald við SL, eins og vit hava tað við t.d Vágatunlinum, til ein rímiligan prís. 3: Tað eigur at verða frítt at sigla til og frá út­oyggj – ið hvussu so er fyri tey fast­búgv­andi – helst fyri øll. 4: Eg haldi at arbeiðspláss í hava við innkrevjing í smb við Vágatunnilin skulu flytast til Sanda­ vágs. Her skjýtur Svend Åge Ellefsen, at hetta arbeiði verður lagt á ein almennan stovn í Tórshavn. Hetta arbeiði eigur at verða gjørt í Vágum, tí tað er her í tunnilin er. Prísurin má lækkast til 1 januar 2007. Og eg sleppi ikki endanum. Kæru landsmenn - Føroya fólk hevur altíð verið eitt Gudsóttandi fólk. Og vit kunnu sannað, at Gud ríki­ liga hevur signað tjóðina, øll hesi mongu ár. Serliga, tá vit líta út um landoddarnar og hava í huga hvussu nógvur ófriður, kríggj, sjúkur og hungur hevur valdað runt heimin? Sanniliga, vit hava nógv at takka fyri. Eru vit ikki spard fyri nógv? Eg má spyrja, skulu nú nakrar fáir skamleysir siðloys­ ingar við sínum freku krøvum niðurkalla Guds vreiði yvir tjóðina? Vit eru framvegis mong trúgv­andi, sum vilja verja okkara land fyri siðspillu. Og - sum vilja biðja Gud spara fólki og halda Gudloysi úti frá hesum oyggjum. Tað eru ógvuliga mong, sum kenna Bíbliuna og sum vita, hvussu gekst Ísrael, Guds útvalda fólki. Tá tey hildu seg til Harran og hansara boð og fyriskipanir, gekst teimum væl. MEN - tá ið tey viku av leið, kom banningin. Og - tað er ikki einans Ísrael, sum hevur merkt Guds vreiði vyir Gudloysi - nei hetta hevur rámt mangar tjóðir gjøgnum øldirnar. Ætla tit nú at niðurkalla dóm yvir børn tykkara og tykkum sjálvi? Bara fyri at eftirlíka nøkrum fáum kynsvillingum? Sum Gud sigur, at teir fáast við nakað, sum Hann kallar andstygd. Er tað nakar trúgvandi, sum vil lata seg hótta við ES, frá einum avsporaðum lækna? Man Gud ikki vera størri enn bæði ES og einhvør doktari ella yvirlækni? Minnist til at enn er náðitíð. Enn ber til at venda við og lata seg frelsa. Tí, enn letur Gud sólina skína og regni regna yvir ond og góð. MEN - ein dag kemur Jesus aftur til at døma jørðina. Tá skal hann, sum seyðamaðurin skilir gonguna, skilja menniskj­ uni. Hann skal seta nøkur til høgru og nøkur til vinstru fyri Dómarasæti sítt. Tá skal Harrin siga við tey til vinstru: »Farið burt frá mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar av Djevlinum og einglum hansara«. Sí Matt. kap. 45 v. 41. Sjálvandi sleppa vit ikki endanum – Svend Åge Hví vilja tit doyggja? løgtingsmaður Marjus Dam Jákup Vang