hósdagur 14. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 14. september 2006
11
Vit hava hesi seinnu árini
hoyrt nógv um tørvin á
rávøru til tey virkir, sum
framleiða burtur úr livur
og rognum. Rávøran verður
hildin at vera til, men kemur
ikki upp á land saman við
fiskinum. Nógv uppskot
hava verið frammi um at
eggja ella beinleiðis noyða
skipini til at taka livur og
rogn við til lands.
Hetta átti ikki at verið
neyðugt. Lógin um vinnu
ligan fiskiskap áleggur
okkum øllum at gagnnýta
livandi tilfeingið á før
oysku
landleiðunum
(§ 1) og heimilar lands
stýris-manninum í fiski
vinnumálum í kunngerð “at
seta bann fyri at blaka veiðu
útaftur” (§9, stk. 7). § 10,
stk. 4 sigur beinleiðis, “ at
tað er ikki leivt at blaka
veiðu fyri borð”.
“Tilfeingi” merkir eftir
míni orðabók “nøgd av
tilfari ella ríkidømi íð
er til taks” – serstakliga
í náttúruni. Tað er í míni
sál eingin ivi um, at bæði
livur og rogn og fyri tann
skuld allir innvølir koma
undir heiti “tilfeingi” og
soleiðis eru fevnd av lógini
um vinnuligan fiskiskap.
Tað hevur uttan iva eisini
verið hugsanin hjá teimum,
sum í síni tíð gjørdu lógina
og tí er tað eftir hesi lóg
ólógligt at lata nakran part
av fiskinum fara í havi aft
ur.
Fiskiveiðueftirlitið, sum
skal ansa eftir, at lógin
verður hildin, hevur eina
ómøguliga uppgávu. Teir
kunnu bert síggja, hvat íð
hendir, um teir hava eyg
leiðara á hvørjum skipi. At
trýsta livur og rogn til lands
við eini eygleiðaraskipan
er ein dýr og problematisk
loysn.
Eg havi útvegað mær inn
lit í livraprísir á donsku fiska
uppboðssølunum seinasta
vár. Har var príslegan fyri
toskalivur kr. 12 – 15 / kg
og fyri seiða- ella upsalivur
kr. 5 – 8 / kg. Fyri at taka
rognaprísin við, so var hann
fyri bæði sløgini kr. 25 – 30
/ kg.
Livur til henda prís skal
hava ein ávísan feskleika,
sum tað er trupult at hava fyri
føroyska livur á útlendskum
marknaðum. Men útlendsk
konservesvirkir hava eisini
tørv á livur og rognum sum
rávøru og ein møgueliki
kundi tí verið at fingið tílík
virkir hendavegin ella sjálvir
at seta slík virkir á stovn
sum
undirleverandørar
til útlendsk virkir íð hava
framleiðsluserkunnleikan
og inngongd til marknað
irnar. Vit hava okkurt virki,
men helst ov fá til at fáa
kapping um vøruna.
Tað er fyri mær nakað
undarligt í, at man kryvur
ein upsa, førir tann sløgda
upsan til lands og selur
hann fyri 3 – 4 kr. / kg ,
men livrina til 5 – 8 kr.
/ kg og rognini til 25
– 30 kr. / kg blakar man
í havi aftur. Her er okkurt
spinnandi gali.
Eg trúgvi lítið upp á, at
meira lóggáva hjálpir her.
Hugburðsbroytingar, upp
lýsing um lóggávu og virðir
og krøv frá reiðara kunnu
leiða fram á mál.
Um vit seta livrina til at
vera 9 % av einum seiði ella
upsa, so eigur eitt par, sum
í sesongini kemur við 100
tonsum av seiði ella upsa
hvør at hava 18 tons av
livur tilsamans, sum við kr.
6 / kg hevur eitt virði upp á
kr. 108.000. Reiðaríið eigur
smb. allar sáttmálar meira
enn helvtina av hesum eis
ini. Tað mátti verið góður
betalningur fyri at møtt upp
á støðni, tá íð skipini koma
ella bert at hugt eftir tá
íð avrokningin kemur frá
uppboðssøluni, um livur er
við. Reiðarin hevur – eins
og samfelagið - møguleika
fyri revsing av monnum,
sum blaka tilfeingi fyri
borð aftur. Ella er nakað
gali við sáttmálanum mill
um reiðaríini og manning
arfeløgini? Hava tey ikki
somu áhugamál ella eru
skipini undirmannaði til at
taka hetta tilfeingi?
Sambart upplýsingar frá
Fiskirannsóknarstovuni eru
kanningar gjørdar, sum
vísa, at í meðal er vektin
av livur av øllum tí landaða
toskinum 6 % og av øllum
tí landaða upsanum 9 %.
Seinastu 5 árini hevur
livur sostatt í fyrsta liði
givið møguleika fyri at
býta millum 40 og 60 mió.
kr. netto millum reiðarí
og manning. Eitt sindur,
men ikki nógv av livur
kundi komið frá øðrum
fiskasløgum sosum hýsu,
brosmu, longu og blálongu.
Tað er hugvekjandi, at
okkurt ári kundi virði av
livur og rognum nærkast
helvtini av virðinum á veidd
um upsa. Tosaði onkur um
stovnsrøkt?
Havi ikki enn havt møgu
leika fyri at gera rognini
upp, men væntuliga vísa
tey tølini seg í minsta lagi
á støði við livrina og helst
meira.
Niðurstøða:
1. Tað er ólógligt at blaka
tilfeingi útaftur – eisini
livur og rogn
2. Lógarverkið er nøktandi
og skal bert handhevjast.
Fiskimálaráðið skal upp
lýsa um hetta og gera Fiski
veiðueftirlitið ført fyri at
fylgja við í hvønn mun til
feingið verður blaka útaftur
– eisini annað enn livur og
rogn.
3. Bæði Føroya Reiðarafelag
og
manningarfeløgini
eiga at fremja upplýsing
um virðini av tí, sum ikki
kemur upp á land og harvið
vera við til at fremja eina
hugburðsbroyting
4. Sáttmálarnir eiga at verða
eftirhugdir
5. Man hevur við kryvji
maskinum burturrationali
serað eitt inntøkupotentiali
Hevði hetta ikki verið vert
at hugsa eitt sindur nærri
um nú sesongin skjótt er
í hondum? Kanska kundi
okkurt munagott verið gjørt
áðrenn.
Livur og rogn eru eisini tilfeingi og tí fevnd
av lógini um vinnuligan fiskiskap
Atli
Hansen
Fríhandilssáttmálin
við
Ísland eigur ikki at verða
settur í gildi í Føroyum,
tí vit vita ikki, hvørjar
avleiðingar hann fær fyri
ávísar partar av vinnulívin
um í Føroyum.
Tað ljóðaði gott, at Ísland
bleiv føroyskur heimamark
naður, og umvent. Men,
sum ikki eina ferð eru vit
fangað á tí skeiva beininum
og sleppa ikki inn á
íslendska heimamarknaðin,
tí teir hava garderað seg við
tekniskum forðingum – og
tað í ríkiligt mát. Her sæst
avrit av kunngerð teirra:
“Eggjum og eggjaafurð
um fylgi sérstakt opinbert
vottorð sem staðfestir að
varan hafi verið hituð í
65°C í fimm mínútur, sé
það ekki staðfest í uppruna-
og
heilbrigðisvottorði,
sbr. a- lið, eða hafi hlotið
sambærilega meðferð að
mati yfirdýralæknis.”
Soleiðis sum eg havi
fingið tað upplýst frá lands
djóralæknanum í Føroyum,
eru hesar reglur í dag
galdandi fyri innflutning
av útlendskum eggum til
Føroya:
“I den forbindelse kan
det desuden oplyses, at
der i henhold til artikel
2 og 3 i veterinæraftalen
med EU kun kan indføres
konsumæg til Færøerne fra
EU lande og tredjelande,
som er opført på EU’s
tredjelandsliste. Da Island
ikke i øjeblikket er optaget
på EU’s tredjeliste kan der
ikke indføres konsumæg
fra Island til Færøerne.
Hvis Islands EØS aftale
udvides til i lighed med
Norges at omfatte hele
“landbrugspakke” vil der
kunne indføres konsumæg
fra Island til Færøerne på
samme betingelser som fra
EU lande.”
Tíverri eru vit føroyingar
ikki
ílatnir
at
fylgja
íslendingum, so vit kunnu
koma inn á tann íslendska
marknaðin,
sokallaða
heimamarknaðin, við okk
ara
landbúnaðarvørum.
Íslendingar hava gjørt sítt
heimaarbeiði til punkt og
prikkar, og teir eru nú í
samráðingum við ES um
at víðka avtaluna, so hon
eisini skal fevna um allan
landbúnaðarpakkan.
Hetta førir við sær, at
virkini í Íslandi verða sett á
“triðjalandslistan” hjá ES,
og tá kunnu íslendingar
útflyta egg úr Íslandi til
Føroya eftir somu treytum
sum ES-lond. Men vit
kunnu framvegis ikki koma
á íslendska marknaðin.
Sum eg hava fingið upp
spurt úr Tinganesi, eru
ongar ítøkiligar ætlanir
í Føroyum um at víðka
viðkomandi avtalu við ES,
so hon eisini fevnir um
landbúnaðarvørur, og tí er
alt annað enn talan um líka
treytir fyri føroyskan og
íslendskan landbúnað!
Samanumtikið
kunna
íslendingar um stutta tíð
koma við øllum landbún
aðaravørum frítt inn á
føroyska marknaðin, við
Hoyvíkarsáttmálanum
í
aðrari hondini og ES-góð
kenning í hinari hondini,
meðan vit hava bundið
báðar hendur aftur um
bak og standa sum trælir í
egnum húsi.
Várljóð
Vaknandi gras undir smábarna fótum,
morgunin hálvvakin rassast í ró,
sólin durvandi randar á gjótum,
leggur á sandin og aldurnar glóð.
Blánandi loftið í erva,
tindarnir hevjast úr flóð.
Sóljuklødd gilini glitra í døggi,
áirnar ljóðleysar renna út vág,
blómurnar reisast úr vetursins høggi,
grasið frítt leiftrar, har kavin fyrr lá.
Syngjandi fuglur á flogi,
letur ein spógvi - svarar ein lá.
Vaksandi várljóð frá fjøru og sandi,
stunandi æður við blikstillan fjørð,
heilsast við ósan fíggjindi – frændi,
finna skjótt saman í elskandi pør.
Sjóðandi, fløðandi alda,
friðfulla livandi jørð.
Valdemar á Løgmansbø
Mars 2006
Útsetið avtaluna við Ísland, áðrenn vit
verða trælir í egnum húsi
Annfinn
Brekkstein
viðmerkingar