hósdagur 14. september 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 177 - 14. september 2006
Jákup Petur Juul, Fuglafjørður, andaðist týs
kvøldið, 26 ára gamal. Tey, ið vilja minnast Jákup
Petur, kunnu lata eina gávu á konto hjá børnunum í
Føroya Banka. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Judith Henriksen úr Sandavági, ættað úr
gomlustovu í Sumba, andaðist á Ellisheiminum
í Vágum týsdagin 12. septmeber, 87 ára gomul.
Jarðarferðin verður av Ellisheiminum leygardagin
kl. 13 í Sandavágs kikjugarð.
Jarðarferðin hjá lítla Petur Paula Johansen,
Strendur, verður úr Sjóvar kirkju fríggjadagin
kl. 14. Tey, ið vilja minnast lítla Petur Paula,
kunnu lata eina peningagávu til barnadeildina á
Landssjúkrahúsinum. Konto í Sparikassanum.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Góða mamma, ikki vardi tað meg, at
tað var síðstu ferð, eg skuldi hoyra
tína mjúku rødd, tá eg segði farvæl
við teg leygarkvøldið. Tá ið pappa
ringdi kl. 02.00 sunnunátt, góðar
2½ tíma eftir, at eg hevði sagt tær
góða nátt, helt eg at tað var ein óndur
dreymur, men so var ikki. Eftir stutta
sjúkralegu vóru boð eftir tær at koma
heim til Harran.
Góða mamma, lívið hevur ikki verið
blítt við teg. Tú vaks upp heima á Sandi,
har tú vart yngst av 5 systkum. Tú giftist
við pabba í 1970, og fingu tit 4 børn.
Sum heilt ung genta rakti sorgin teg
á fyrsta sinni, tá 19 ára gamli bróðir
tín gekk burtur við “Stella Argus”.
Bert 28 ára gomul misti tú mammu
tína, og 5 ár seinni í 1982, rakti sorgin
aftur teg og pabba, tá sonur tykkara,
Kitti, doyði av vanlukku bert 6 ára
gamal. Tað var ein sorg, sum tú ong
antíð komst yvir, men tú lærdi teg
sjálvan og ikki minst okkum onnur
at liva við sorgini.
Í 1986 og 1992 rakti sorgin aftur,
tá tú misti tveir brøðir. Men sjálvt
um lagnan var hørð við teg, so vart
tú altíð tann fyrsta, sum gleddist við
okkum, tá tað gekk gott. Altíð vart
tú har fyri okkum, og ommubørnini
vóru altíð fyrst í tonkunum hjá tær.
Ommubørnini elskaðu at fara í
“Ommugarð”.
Men tín styrki kom veruliga til
sjóndar, tá yngsti ommusonurin fekk
staðfest blóðkrabba. Meðan foreldrini
vóru í Danmark við honum, tóku tú
og pabba tykkum av hinum soninum,
eisini gjørdu tit heimið klárt, tá tey
eitt ár seinni komu heimaftur.
Tá tú fekst boðini um, at tú hevði
fingið hesa hervuligu sjúku, helt eg at
verðin fór at detta saman, men eisini
her vísti tað seg, at tú og pabba høvdu
meira styrkju enn nógv av okkum. Tað
vórðu tit, sum góvu okkum trúnna
upp á, at hetta nokk skuldi ganga.
Hetta síðsta árið hevur verið hart,
men vit høvdu nógvar góðar løtur
saman. Vit hildu øll jól saman, og tá
hevði tú tað so gott. Og í februar, tá
tú hevði føðingardag, vart tú so væl
fyri. Tú hevði trúnna uppá, at tú fór
at vinna á sjúkuni. Tú segði so ofta “
Tá eg verði frísk”.
Men størsta gleðin hjá tær var í
januar, tá tað bleiv staðfest, at ommu
sonurin var frískur, og tað eri eg sera
glað fyri, at tú kundi uppliva.
Góða mamma, ja nú ert tú heima
hjá øllum teimum, sum tú saknaði.
Vit vita, at tú hevur tað gott har, men
saknurin eftir teg er so ómetaliga stór
ur. Men vit vita, at ein dag so síggjast
vit aftur.
Hvíl í friði góða mamma og takk
fyri alt.
Kristin
Minningarorð um elskaðu mammu mína
Randi Kristensen
f. 11.02.49 d. 12.03.06
Dagurin í morgin
30. november. Andrasarmessa. Um lærusveinin Andrias
sigur apokrýfisk søgn, at hann, tá ið ápostlarnir skiltust, fór
sum trúboðari til Grikkalands og um svartahavsleiðirnar.
Hann noktaði fyri at tæna skurðgudunum og varð
krossfestur. Krossurin hann var hongdur á, var settur
saman á skák, og ein tílíkur krossur hevur síðani verið
róptur andrasarkrossur.
Á kirkjubøstólunum við træskurðinum av Andrasi er
hann avmyndaður við hesum krossi. Andras hevur verið
høgt mettur sum halgimenni t.d. í Russlandi og Skotlandi,
og vit vita, at minningardagur hansara, 30. november,
eisini hevur verið hildin í Føroyum. Navnið er grikst og
merkir maður.
Fríggjakvøldið frá kl. 19-
22 verður Føroya feitasta
kappingarkvøld í Margarin
fabrikkini í Havn.
Nógvar kappingar verða á
skránni, m.a Raven Shields
teldu-kapping, borðtennis-
kapping,
borðfótbólts-
kapping, pool- kapping,og
airhockey-kapping. Eisini
verður super- góður tónleikur
at hoyra alt kvøldið. Í kiosk
ini verður møguleiki at
keypa neon-lutir og ymiskt
góðgæti.
Kappingarkvøldini
í
Margarinfabrikkin er eitt
sera vælumtókt tiltak, har
kappingarnar broyta inni
hald frá ferð til ferð, so
at møguleikar eru fyri at
hava so nógvar og ymiskar
kappingar sum gjørligt.
Aldursmarkið
til
kappingarkvøldini er 9-13 ár.
Atgongumerki á 30 kr (fyri
ikki-limir) og 20 kr fyri limir
verður keypt við dyrnar.
Nærri fæst at vita um
kappingarkvøldið við at
ringja í Margarinfabrikkina
tlf 302119.
Kappingarkvøld í Margarinfabrikkini
Hósdagin 14. september
verður Emil Jacobsen í Leir
vík 70 ár.
Emil er ættaður úr Leirvík,
foreldrini vóru Thomasia, úr
Geilini í Leirvík, og Jákup
Absalon, ættaður av Viðareiði,
men vaks upp í Leirvík.
Tey fingu 7 børn: Petur
Adrian, sum býr í Leirvík,
Dalborg, sum býr í Klaksvík,
Elsa, sum býr á Glyvrum,
Olbana, sum býr í Leirvík,
Tummas, sáli, sum búði í Leir
vík, Martin, sum býr á Sandi,
og Emil sum býr í Leirvík.
Emil fór til skips í 1953.
Hann sigldi nógv við norsk
um línubátum, men størsta
partin av tíðini hevur hann
verið útróðrarmaður, og tað er
hann framvegis. Tað ið hevur
sermerkt Emil er trúfesti.
Hann er ein álitismaður, ein
av teimum ið hevur myndað
bygdina. Tað kann av røttum
sigast, at Emil er ein kempa.
Emil giftist Eilu, ið var
ættað av Mýrini á Toftanesi
í Leirvík. Tey bygdu sær
hús á Gadd og fluttu inn í
1960. Børnini hjá teimum
eru: Jóan Petur, sum býr í
Leirvík, Dánial, sum býr í
Oyndarfirði, Turid, sum býr
á Toftum, og Jákup Andreas,
sum býr í Leirvík.
Fyri góðum ári síðani
gjørdist Eila illa sjúk og doyði
í mai mánað í ár, 68 ára gomul.
Hetta tók fast hjá Emil, sum
var heima hjá konuni alla
tíðina, meðan hon lá sjúk.
Nú er tómligt í heiminum
á Gadd, men børnini og ikki
minst tey 10 abbabørnini
vitja dúgliga.
Vit eru mong sum ynskja
Emil hjartaliga tillukku við
føðingardegnum, sum hann
heldur saman við børnunum.
Ó.
Emil Jacobsen 70 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá góði pápi, verpápi
og abbi okkara
Robert Poulsen
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Sonju Klein fyri troystarrík og vøkur orð.
Takk fyri vitjan og til tykkum, sum ringdu.
Takk til heimasjúkrasystrarnar, starvsfólkini á B6
og á Hotel Tórshavn.
Takk til Dubultkvartettina fyri tann vakra sangin
í kirkjuni.
Takk til kirkjutænara, berarar og gravarar og takk øll tit,
sum hjálptu til við ervinum.
Takk fyri kransar, blómur og gávur til
Føroya Felag Móti Krabbameini.
Og takk til øll tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Annika, Beinta og Andras