Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 14. september 2006 13 Formaðurin í Starvs­ mannafelagnum ávar­ar politikarar ímóti at lata parta- og lokalpolitikk órógva samráðingarnar, sum nú eru við Fíggj­ar­ málaráðið Arbeiðssteðgir og strandferðsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Politikarar skulu sláa kalt vatn í blóðið. Gunnleivur Dals­garð formaður í Starvs­manna­ felagnum, ávarar politikarar ímóti at lata partapolitikk og lokalpolitikk órógva sam­ ráðingarnar, sum nú eru við fíggjarmálaráðið Hann heldur, at tað er ein spurningur, sum er nógv størri og nógv álvarsligari enn at politikarar eiga at lata seg freista til at órógva tað fyri at skora ein lokalpolitiska ella partapolitiskan vinning. Tað, sum Gunnleivur Dals­ garð sipar til, er samrøðan, sum Sosialurin hevði við nakr­ar politikarar fyrr í vikuni. Har søgdu nakrir teirra, at enda samráðingarnar, sum nú eru ímillum Starvs­ mannafelagið og Fíggjar­ málaráðið við arbeiðssteðgi, so at skipini hjá Strand­ferðsl­ uni verða løgd, fara teir at fáa Løgtingið at leggja uppí og forða fyri, at skipini verða løgd. Gunnleivur Dalsgarð hev­ ur ikki so øgiliga nógvar viðmerkingar til hetta. – Eg havi merkt mær, at landsstýrismaðurin í Fíggj­ ar­málum í Sosialinum í gjár metti, at tað var skeivt at blanda hendan spurn­ ingin um siglingina hjá Strandferðsluni upp í samráð­ ingarnar, sum eru nú, tí tað kann órógva. Og tað eri eg samdur í, tí tað er skilabesti mátin, sigur Gunnleivur Dals­garð. Men hann sigur, at Starvs­ manna­felagið hevur rætt hondina út fyri at skapa støðu viðurskifti í samfelagnum. – Vanliga vara sáttmálar eitt, ella tvey ár. Men hesu­ ferð hava vit bjóðað okk­ um til at gera ein fýra ára sáttmála fyri sostatt at skapa frið í samfelagnum tey næstu fýra árini. – Hesar samráðingarnar vóna vit at kunna halda fram við í einum góðum anda og tí haldi eg, at tað er skeivt at draga Strandferðsluna upp í samráðingarnar nú, tí tað kann órógva samráðingarnar, sigur Gunnleivur Dalsgarð – Tað haldi eg ikki tæn­ir nøkrum endamáli. Tvørt­ur­ ímóti haldi eg, at vit eiga at geva samráðingunum, sum nú eru, bestu fortreytir fyri at føra á mál, leggur hann afturat. Fiskavirking setir nú fulla ferð á flakavirkið í Vági og har verða væntandi eini 100 arbeiðspláss. Hinvegin skal virkið á Tvøroyri framyvir virka gulllaks og avbjóðingin verður at útvega fólkinum har arbeiði um veturin, sigur John Nielsen, virkisleiðari Arbeiðspláss Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fiskavirking fer nú at seta fulla ferð á stóra flakavirkið í Vági. John Nielsen, virkisleiðari hjá Fiskavirking í Suðuroy, sigur, at vónandi verður tað innanfyri tær næstu vik­ urnar, at tey av álvara kunnu fara undir virksemi á flaka­ virkinum í Vági. Fólk í Suðuroy hava varn­ ast, at okkurt er í umbúna hjá Fiskavirking, tí maskinur eru tiknar út av virkinum á Tvøroyri og eru fluttar til Vágs. Og virkisleiðarin váttar at tað er tí, at virksemið hjá Fiskavirking í Suðuroy skal leggjast um. – Men talan er ikki um, at vit lata virkið á Tvøroyri aftur. Talan er hinvegin um, at vit lata virkið í Vági upp afturat, sigur John Nielsen. Broytingar á Tvøroyri Virkisleiðarin hjá Fiska­ virking í Suðuroy, sigur, at umleggingin hjá Fiskavirking í Suðuroy, ber í sær, at broyt­ ingar verða á virkinum á Tvør­oyri, samstundis sum virkið í Vági samstundis skal lata upp. – Vit leggja okkum eftir at fáa sum mest burturúr báðum virkjunum í Suðuroy við teirri útgerð, vit hava. – So fer tíðin at vísa, hvussu møguleikarnar verða fyri at økja um virksemið í Suðuroy, so hvørt sum frá­ líður. Virkið á Tvøroyri hevur í summar arbeitt gulllaks og ætlanin er, at tað í framtíðini skal vera gulllaksavirki burt­ urav. Men tað merkir eisini, at nógv av teirri útgerð, vit hava á Tvøroyri, hevur ikki verið í brúki, men hevur staðið á virkinum til onga nyttu. Tí ætla vit nú at flyta út­gerðina suður á virkið í Vági og at fáa virksemi í gongd har, so at vit fáa sum mest burturúr báðum virkjunum við teirri útgerð, vit hava – Virkið í Vági skal helst verða so nógv ígongd, sum gjørligt. Ætlanin er, at tað skal vera flakavirki til botn­ fisk og fáa vit arbeitt 10.000 tons av rávøru á tí um árið, so ongantíð betri. – Meiri sannlíkt er tað, at rávørunøgdin fer at liggja um eini 6000-8000 tons um árið, men tað veldst alt um, hvussu tað fer at liggja fyri at fáa rávøru, sigur virkisleiðarin hjá Fiskavirking í Suðuroy. John Nielsen sigur, at so­statt skuldi helst verið brúk fyri einum 100 arbeiðs­ fólkum á virkinum í Vági. – Ætlanin er at lata virkið í Vági upp sum skjótast og undir øllum umstøðum vóna vit ikki, at tað ganga alt ov nógvar vikur, vit lata dyrnar upp har, leggur hann afturat. Hann staðfestir, at virkið í Vági er eitt tað besta í landinum og tað er í sera góð­um standi og tað einasta, sum manglar, er útgerðin. Og so leingi, tað stendur tómt, er talan um deyðan pen­ ing og tað fær ongin nakað burturúr. 4000-5000 tons av gulllaksi À virkinum á Tvøroyri hava tey arbeitt gulllaks í ár og framyvir er ætlanin at tað skal verða gulllaksavirki burt­urav. Hesa tíðini hava tey á Tvør­ oyri virkað eini 4000 tons av gulllaksi. Har hevur verið arbeitt í vaktum og tilsamans hava eini 80 fólk verið knýtt at tí virkinum. Ætlanin er at virka eini 4000-5000 tons av gulllaksi á virkinum hvørja vertíð. Vertíðin til gulllaks er frá um summarið frá í apríl til nú fyrst í oktober. – Og tann stóra avbjóðingin verður at útvega fólkinum á virkinum á Tvøroyri arbeiði um veturin eisini, uttanfyri gulllaksa-vertíðina. – Spurningurin er bara, hvussu tað kann gerast. Tað kann gerast við at royna at útvega teimum fólk­unum aðra rávøru at virka um veturin. Tað kann eisini gerast við at lata tey – ella ein part av teimum - fylgja við suður til Vágs at arbeiða. Ella tað kann vera ein samanblandingur av báðum. – Alt hetta er eitt sindur óvist enn, tí tað veldst um um­støðurnar og útlitini, si­g­ ur virkisleiðarin hjá Fiska­ virking í Suðuroy. 100 fólk til arbeiðis í Vági Fiskavirking í spennir seg út í Suðuroy. Virkið á Tvøroyri er umlagt til at virka gulllaks burturav, men nú verður rættilig ferð sett á stóra virkið í Vági og har verður væntandi brúk fyri 100 arbeiðsfólkum Àvarar politikarar ímóti at órógva samráðingar Spurningurin um sigling hjá Strandferðsluni eigur ikki at blandast upp í samráðingarnar, sum nú eru, tí tað kann bara órógva og tað tænir ongum endamáli, sigur Gunnleivur Dalsgarð