Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 177 - 14. september 2006 tíðindi Nógv fólk fóru í bátarnar ella í sjógvin við Sandagerð, tá ið ein grind varð rikin inn í gjár. Drápið gekk væl, og grindin taldi 176 hvalir GRINDADRÁP Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Í gjár legði ein stór grind beinini í Sandagerði. 176 hvalir vórðu avlívaðir. Ják­ up Andreas Mohr er grinda­ formaður, og hann letur væl at drápinum. – Grindaboðini komu klokk­an 11.45. Hon varð funnin ein fjórðing úr Stongini. Klokkan 16 legði hon beinini í Sandagerði. Tað tók 12 minuttir at av­líva allar 176 hvalirnar, so tað gekk væl, sigur Jákup Andreas. Stórur áhugi Grindaformaðurin letur væl at fólkunum, sum luttøku í drápinum. – Tað vóru royndir grinda­menn, sum luttøku í drápunum. Alt gekk væl, men eg klári sjálvandi ikki at hava yvirlit yvir alt drápið. Eg haldi, at tað vóru um 2000 partar, og tað verða 0,6 skin í part. Tað er hampuligur partur í Havn­ini, sigur grindaformaðurin. Tað vóru nógvir bátar úti, tá ið grindin varð rikin, men Jákup Andreas dugir ikki at siga, hvussu nógvir vóru. – Sum sagt havi eg ikki yvirlit yvir alt drápið, men eg haldi, at áhugin var stórur, sigur hann at enda. Stórur áhugi var fyri grindini í gjár. 176 hval løgdu beinini Stór grind í Havn