hósdagur 14. september 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 14. september 2006
19
tíðindi
Djóralæknin Jústinus
Olsen luttók í
grindadrápinum í
gjár. Hann heldur,
at drápið gekk væl.
- Nýggi knívurin og
sóknarongulin gera
tað lættari, og tað
gongur skjótari at
drepa hvalin, sigur
hann
GRINDADRÁP
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Jústinus Olsen, djóralækni,
var við í grindadrápinum
í gjár. Hann letur væl at
nýggju amboðunum, sum
verða nýtt meira og meira.
Nýggi
knívurin,
sum
Jústinus heldur í hondini
á myndini, verður kallaður
fyri ”mønustingari”. Sókn
arongulin, sum hevur eina
kúlu í endanum, verður kall
aður fyri ”blásturkrókur”.
– Tey nýggju amboðini
rigga fínt. Tey vísa seg
at vera effektiv, og alt
gongur nógv skjótari. Við
mønustingaranum sker tú
sama stað, sum tá ið tú sker
á háls. Tú stingur knívin
niður í skák aftureftir beint
aftanfyri blástrið. Tú vendir
knívin á tvørs. Hvalurin
missir vitið beinanvegin og
doyr. Soleiðis verður pínan
hjá hvalinum so lítil og stutt
sum gjørligt, sigur Jústinus
Olsen.
Tíðin á muni
Hann helt seg síggja fimm
tílíkar knívar í drápinum í
gjár. Hann leggur tó dent á,
at tú skalt duga at stinga og
skera háls, um tú skalt nýta
hendan knívin. Hóast tað
kann tykjast lætt, so skal
eitt ávíst handalag til.
Blásturkrókurin
verður
stungin í blástrið, og síðani
verður hvalurin hálaður upp á
land. Hetta ger, at alt gongur
skjótari fyri seg, og hvalurin
fær ikki óneyðug sár.
– Blásturkrókurin verður
meira og meira nýttur. Hann
ger tað lættari hjá grinda
monnunum, og hann minkar
um pínuna hjá hvalinum.
Tað eru tó summi, sum
enn nýtta tað gamla slagið,
sigur Jústinus.
Sum heild er tað tíðin,
sum er munurin á nýggju
og gomlu amboðunum.
Einki er
sum gott
kaffi...
Starvsfólk aftaná skúlatíð til Baresso Coffee
SMS letur upp nýggja Baresso café 25. oktober, og í tí samband søkja vit álítandi fólk til
caféina. Gongur tú í skúla, hevur tú møguleika at søkja um arbeiði hjá okkum. Starvið
verður sett frá 18. oktober 2006.
Arbeiðsuppgávur: At gera reint og rudda har gestirnir sita • At tryggja at uppgávur
viðvíkjandi reingerð og annað, sum er neyðugt, verður gjørt • At gera kaffistovuna reina
eftir afturlatingartíð og annars gera klárt til dagin eftir • Tilgerð og borðreiðing av okkara
sermerktu kaffisløgum, køkum, tvíflísum og øðrum matvørum • Geva gestum góðar
upplivingar við einum smíli.
Vit vænta av tær : At tú ert ágrýtin • Tú dugir at halda kaffistovuna reina og nossliga, tí
hetta hevur stóran týdning fyri, at okkara gestir føla seg væl • Tú hevur eitt vinnandi smíl
og ert í góðum hýri, so onnur gleðast við tær • Tú dugir væl at samstarva • Tær dámar at
gleða onnur við tínum ágrýtni. Hevur tú spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, kanst tú
ringja til Anju á tel 210990.
SEND UMSÓKN TIL : BARESSO • SMS • Á TRAPPUTRØÐNI • POSTBOKS 1059 • 110 TÓRSHAVN
Nýggju
amboðini
rigga væl
Jústinus Olsen, djóra
lækni, heldur einum
”mønustingara” í hondini.
Aftanfyri hann liggja
nakrir ”blásturkrókar”.
- Nýggju amboðini eru
effektivari, og hvalirnir
merkja minni pínu
mynd: Eirikur Lindenskov
Grind varð hildin
til í Sandagerði
seinnapartin í gjár (
mikudagin 13. sept.)
Tað vóru 176 hval sum
løgdu beinini - 1591
skinn íalt. Hesi skinn
vóru býtt upp í 2124
drápspartar, 0,58 skinn
í part. Sýslumaðurin
Regin Jespersen
upplýsir, at drápið gekk
væl og øgiliga skjótt
– umleið 10 minuttir.
Øll grindin gjørdi
landgongd.
Kelda: Tórshavnar býráð
FAKTA