Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 177 - 14. september 2006 SAMBAND Jákup Mørk Jákup@sosialurin.fo tlf 341800 ítróttur - HB er eitt sigursvant felag, og tí er eitt ár sum í ár ikki nakað, vit eru von við. Steinfinnur Mittelstein, stjóri í Havnar Fótbólti Nú hava vit tapt av røttum Steinfinnur Mittel­ stein ivast ikki í, at tað var rætt av HB at stríðast so nógv fyri teirra rætti í steypakappingini. – Nú hava vit av røttum tapt, og tað var ikki tilfeldið áðrenn, sigur stjór­in í Havnar Fótbólti FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Eftir dystin á Mølini í gjár, eru tað helst mong, ið hava hug at flenna at HB, nú teir kortini ikki komu víðari í steypa­ kappingini, eftir at teir hava stríðst ein langan umsitingarligan papp­ írsdyst við Fótbólts­ sambandið. Stjórin í Havnar Fót­ bólti, Steinfinnur Mit­ telstein, ivast tó ikki eina løtu, tá vit spyrja hann, um tað var stríðið vert, nú teir at líka væl taptu. – Ja, tað haldi eg avgjørt. Nú hava vit av røttum tapt dystin, og tað var altso ikki tilfeldið áðrenn, og vit virða tað fult út, at vit taptu fyri einum nógv betri liði. Seinast HB spældi á Mølini og tapti við fýra málum, fekk táverandi venjarin, Heine Fer­ nandez, sekkin. Í gjár taptu teir aftur við fýra málum, men fær tað nakrar avleiðingar hesaferð? – Nei, tað fær ongar avleiðingar fyri venj­ aran, um tað er tað tú hugsar um. Men kapp­ ingin gongur nú ímóti endanum, og vit mugu nú til at hyggja at veik­ leikum á liðnum og rætta teir, um vit meta tað er neyðugt, sigur Steinfinnur Mittelstein. Eftir tapið í gjár er HB sligið út úr steypa­ kappingini, og sum støðan sær út nú, fær HB neyvan meiri enn eitt triðja pláss í ár. Er kappingarárið mis­ eydnað? – Nei, tað er ikki miseydnað. HB er eitt sigursvant felag, og tí er eitt ár sum í ár, ikki nakað vit eru von við. Men kappingin er ikki av enn. Har eru fimtan stig at spæla um, og vit kunnu enn røkka silvurmedaljunum. HB aftur sparkað úr steypakappingini Fótbóltssamband Føroya hevur fleiri ferðir í ár tveitt HB í steypakappingini, men í síðsta enda staðfesti Ítrottardómstólurin, at HB átti at spæla fjórðings­ finaludystin móti EB/ Streymi. Men á Mølini í gjár­ kvøldið var tað so EB/ Streymur sum kundi sparka HB úr steypakappingini. Tað lættasta hevði verið at skrivað, at EB/Streymur lat HB-liðið úr hvørjum trevli og síðani blástu teir út á Norðhavið. Men sann­ royndin er hon, at HB- leikararnir sjálvir lótu seg úr og blottaðu seg framman fyri øllum á Mølini. Pínligt Tað byrjaði fyri so vítt rættiliga javnt á Mølini, og kanska hevði HB munin. Teir megna eisini at trýsta EB/Streyma-verjuna, og tað var um reppið, at Tór- Ingar Akselsen slapp allan vegin í gjøgnum verjuna, tá bara ein minuttur var spældur, men René Tórgarð kom gott út og vardi fyri. Tá eitt korter er spælt ger HB sítt fyrsta mistak í dystinum, og tað verður revsað hart av Arnbjørn Hansen. Mistak nummar tvey verður eisini hart revsað, tá Arnbjørn Hansen átók sær leiklutin sum bøðil. Og tá hálvur tími er spældur ger HB seg størsta mistakið av øllum. Leiðslan í HB hevur síðani síðst í mars mánaði stríðst ein pappírsdyst um lógir og paragraffir, men tá Bárður Johannesen tekur aftur­ leggingina frá Svenn Jacobsen upp í fangi, so dumpar HB so dyggiliga á leikvøllinum og teimum reglum, ið har eru gald­ andi. Felagsliðið er eirinda­ leyst, Hans Pauli Samuel­ sen ger skjótt av og finnur Ronnie Samuelsen, sum setir bóltin í netið. Tá so EB/Streymur skor­ ar beint fyri steðgin, eru at kalla allir kjansir hjá HB, um at koma inn aftur í dystin, burturspældir. Mønustingurin Var yvirhøvur nøkur vón eftir, tá HB kom út eftir steðgin, so punkteraði John Heri Dam hesa beinanveg­ in, og so var leyst og lið­ ugt. Sigurin var heima og nú skuldi tað heila bara koyrast til hús. HB fekk betri pláss, teir satsaðu frameftir og skaptu nakrar kjansir. Teir fingu eisini tvey mál, men EB/Streymur fekk eisini eitt aftrat, og tí høvdu málini ikki annað enn kosmetiskan týdning. Bíða í 17 ár Tá tað er sagt, at EB/ Streymur fekk góða hjálp frá HB við at vinna so nógv, so skal eisini skoytast uppí, at EB/Streymur spældi stak væl. At vinna á HB krevur sítt, og EB/ Streymur vísti eisini góðan hugburð og kempaðu fyri hvørjum øðrum. Tí var tað eisini ein fegin Piotr Krakowski, ið vit fingu orðið á eftir dystin. – Ja, nú havi eg bíðað í 17 ár eftir vinna 6-2 á HB aftur. Í 1989, tá eg gjørdist meistari við B71, var eg við at vinna 6-2 á HB, og nú seytjan ár seinni vinna vit so aftur, segði Piotr Krakowski, sum uttan at siga tað beinleiðis, vísti á møguleikarnar hjá EB/ Streymi at gerast meistarar í ár. EB/Streymur er oddaliðið í Formuladeildini, og nú eru teir í hálvfinaluni í steypakappingini. Spurn­ ingurin er so, hvat EB/ Streymur satsar upp á í ár? – Vit hava tosað nógv saman um tað, Sámal Erik, leikararnir og eg, og vit ætla at røkka so langt sum gjørligt í báðum kapp­ ingunum. Fara vit til dømis at raðfesta steypa­kapp­ ingina lægri enn lands­ kappingina, og manna liðið við eykaleikarum, so kann tað fáa óhepnar avleiðingar fyri okkara avrik í lands­ kappingini eisini, so tí manna vit altíð liðið við sterkastu manning, og royna at koma so langt sum gjørligt í báðum kapping­ unum, greiddi Piotr Kra­ kowski frá eftir dystin. HB-liðið hekk snøgt sagt ikki saman. Stríðsviljin var ikki til staðar, viljin ein býur í Kina og tóktist hvør einasti ein hava stórar trupulleikar við at savna seg um uppgávuna. EB/ Streymur takkaði hinvegin bara fyri gávurnar, HB gav teimum, og kunnu teir nú fyrireika seg at møta B36 í hálvfinaluni FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo EB/Streymur – HB 6-2 (4-0) 1-0: Arnbjørn Hansen, 15. 2-0: Arnbjørn Hansen, 19. 3-0: Ronnie Samuelesen, 32. 4-0: Hans Pauli Samuelsen, 45. 5-0: John Heri Dam, 51. 5-1: Rasmus Nolsøe, 63. 6-1: Arnbjørn Hansen, 69. 6-2: Jákup á Borg, 88. EB/Streymur: René Tórgarð (Gunnar á Steig, 63.) – Gert Hansen, Egil á Bø, Fróði Clementsen, John Heri Dam – Rafal Kwiecinski, Bárður Olsen (Knút Vesturtún, 78.), Ronnie Samuelsen, Arnbjørn Hansen (Jørgen Meitilberg, 75.), Hans Pauli Samuelsen - Sorin Anghel. Gult kort: Sorin Anghel. HB: Bárður Johannesen – Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe, Svenn Jacobsen, Janus Joensen – Jákup á Borg, Kári Nielsen, Emil N. Leivsson (Ólavur í Ólavsstovu, 62.), Tór-Ingar Akselsen (Vagnur M. Mortensen, 46.) – Rógvi Jacobsen, Rókur av F. Jespersen (Páll M. Joensen, 46.) Gult kort: Rógvi Jacobsen. Dómari: Dagfinn Olsen FAKTA EB/Streymur var nógv tað betra liðið á Mølini mikudagin, og HB fekk av at vita. Mynd: Álvur Haraldsen