Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 177 - 14. september 2006 ] Føroyska fótbólts­ landsliðið er í fríum falli á styrkislistanum hjá FIFA og er dottið 10 pláss niður eftir listanum seinasta mánaðin. Fleiri av hinum smáu fótbóltstjóðunum í Europa eru nú langt frammanfyri Føroyar á FIFA-listanum Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroyar nærkast støðugt botn­inum í altjóða fót­ bólti. Nýggjasti styrk­is­ listin hjá altjóða fót­bólts­ sambandinum FIFA stað­festir, at Føroyar nú eru nummar 179 av 205 fótbóltstjóðum í heiminum. Seinasta árið hevur tað gingið støðugt afturá hjá føroyska landsliðnum, sum eitt skifti taldist millum 120 tey best landsliðini í heiminum. Nú nærkast Føroyar botninum, og bara tann seinasta mánaðin er føroyska landsliðið dottið 10 pláss á listanum. Fleiri av hinum smáu fótbóltstjóðunum í Europa, sum vit í nógv ár hava ligið frammanfyri, eru nú langt frammanfyri okkum. Andorra er nummar 160, Liktistein 155 og Malta nummar 144. Og so kunnu vit kaga rættiliga langt upp eftir listanum fyri at finna okkara íslendsku grannar, sum eru nummar 87 á listanum. Brasil er sterkast Styrkislistin hjá FIFA byggir á eina útrokning av úrslitum í aljtóða dystum. Tá ið grundarlagið fyri listanum var broytt herfyri, mistu Føroyar nøkur av sínum góðu úrslitum, sum liggja fleiri ár afturi í tíðini, og tað ávirkaði støðuna á listanum. Samstundis hevur ging­ið sera illa í seinastu lands­ dystunum, og tað ger bara støðuna á FIFA-listanum verri. Brasil eigur framvegis sterkasta landsliðið í heim­in­ um, og Frakland er nummar 2. Fremsta norðurlandið er Danmark, sum er numm 16 í heiminum. Svøríki er nummar 18. Vit fingu nakrar gávur EB/Streyma spælarin Arn­bjørn Hansen ivast ikki, tá hann verður biðin um at viðmerkja dystin móti HB í gjár. - Vit vóru væl betri enn teir. Serliga tí at teir snøgt sagt ikki spæla ov væl, og so fáa vit eisini fleiri gávur, sum bara ger tað lættari hjá okkum. - Fyrsta málið var ein rein gáva, næsta málið er tað, sum altíð kann henda við hornaspark og triðja mál var enn ein gáva frá HB, sigur trífaldi málskjúttin Arn­ bjørn Hansen. Arnbjørn hevur tó ikki stórvegis hug at tosa um sítt egna avrik. - At skora mál er altíð gott, kanska serliga í einum dysti sum hesum, men annars haldi eg ikki tað var nakað serligt. Eg kann bara staðfesta, at tað gongur væl hjá lið­ num, og ein av fremstu orsøkunum til tað, er góða samanhaldið á lið­ num, sigur Arnbjørn Han­sen at enda. Einki er sum gott kaffi... Starvsfólk hjá Baresso Coffee SMS letur upp nýggja Baresso café 25. oktober, og í tí samband søkja vit álítandi fólk til caféina. Øll yvir 18 ár hava møguleika at søkja um arbeiði, fulla tíð ella hálva tíð. Starvið verður sett frá 1. oktober 2006. Arbeiðsuppgávur: Tilgerð og borðreiðing av øllum Baresso Coffee special kaffi- og te- úrvali • Geva gestum góðar upplivingar við einum smíli, vísa søluhegni og ein hugburð, sum vinnur frama • Stuðla leiðara/varaleiðara og restini av arbeiðsliðnum • Javna reingerðing og upprudding av gestaøkinum og øllum øðrum økjum í kaffistovuni. Væntanir til tín sum starvsfólk: Tú arbeiðir við brennandi huga, førleika og einum jaligum hugburði fyri at røkka virðunum hjá Baresso • Gleðin við at gleða onnur og geva okkara gestum stórfingnar upplivingar er týðandi partur av tínum arbeiði • Tú dugir væl at samstarva og ert ein týðandi partur av arbeiðsliðnum. Hevur tú spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, kanst tú ringja til Anju á tel 210990. SEND UMSÓKN TIL : BARESSO • SMS • Á TRAPPUTRØÐNI • POSTBOKS 1059 • 110 TÓRSHAVN AaB nærkast metinum Áhugin fyri fótbólti í Aalborg er so stórur, sum hann sjáldan hevur verið. AaB liggur fremst í superliguni, og tað fær rættiliga fólk at leita til heimadystirnar hjá felagnum. Undan dystinum ímóti OB sunnudagin, eru 10.000 atongumerki seld í forsølu. Ongantíð áður hava tað verið meira enn 11.200 áskoðarar á Aalborg Stadion, og tað er møguleiki fyri, at metið verður tikið hetta vikuskiftið. Í AaB skulu tey 11 ár aftur í tíðina fyri at finna slíkan fótbóltsáhuga sum nú. Málini 1-0: Fróði Clementsen sendir eina langa og høga sending fram. Svenn Jacobsen ætlar at gera væl og roynir at skalla bóltin aftur til Bárð Johannesen, men Arnbjørn Hansen kemur í millum og buldrar bóltin inn. 2-0: Hans Pauli Samuelsen tekur hornaspark og leggur bóltin lágt inn fyri til fremru stong, har Arnbjørn Hansen kemur leypandi og stýrir bóltin í netið við hælinum. 3-0: Aftur persónligt mistak. Svenn Jacobsen fær bóltin í verjuni og er hart pressaður av Hans Paula Samuelsen. Hann leggur tí bóltin aftur í brotsteigin til Bárð Johannesen, sum tekur bóltin upp í fangið. Dómarin kann ikki annað enn døma óbeinleiðs fríspark. Hans Pauli tekur skjótt, hann finnur stórabeiggjan, Ronnie Samuelsen, sum í tveimum royndum fær bóltin í málið. 4-0: So eru leiklutirnir umbýttir, og hesaferð er tað Ronnie Samuelsen, ið gevur lítlabeiggjanum, Hans Paula Samuelsen, bóltin, sum fintar Mortan úr Hørg av og so útplaserar Bárð Johannesen, við at skjóta flatt yvir móti handaru stong og í netið. 5-0: Hans Pauli Samuelsen tekur hornaspark, sum Bárður Johannesen boksar burtur. John Heri Dam er staddur uttanfyri brotsteigin. Hann temur og smekkar upp um Bárð Johannesen og í handara málhorn. 5-1: HB fær fríspark eitt sindur til høgru uttan fyri brotsteigin. Rasmus Nolsøe skjýtur bóltin upp um múrin og í málið. 6-1: Rafal Kwiecinski fær bóltin frá Sorin Anghel. Hann hevur kós móti baklinjuni og er hart pressaður av Janus Joensen. Kortini eydnast tað honum at leggja bóltin inn til Arnbjørn Hansen, sum bara prikar til bóltin soleiðis, at hann endar í netinum. 6-2: Mortan úr Hørg sær eitt hol í EB/Streyma verjuni, og sendir Jákup á Borg avstað. Hann er kvikur og smekkar til og bólturin situr aftan fyri Gunnar á Steig. Fram tapti í Suðurjútlandi Danska 1. deildarliðið Frem, sum hevur tríggjar føroyskar spælarar í hópinum, spældi mikukvøldið dyst ímóti SønderjyskE. Tað gekk einki serligt hjá Frem, sum tapti dystin 3-1. SønderjyskE legði seg fram um 3- 0, áðren Martin Jeppesen seint í dystinum minkaði um munin. Gunnar Nielsen sat á beinkinum allan dystin, men einki er at síggja til Jónas Tór Næss, sum annars hevur verið fastur maður á liðnum. Ósemja um nýggjan sáttmála millum Jónas og Frem sigst verða orsøkin til, at hann ikki hevur spælt seinastu dystirnar. Føroyar eru blivnar botnlið í altjóða fótbólti Stórtap hjá føroyska landsliðnum seinastu tíðina hava sent landsliðið langt niður eftir styrkislistanum hjá FIFA Mynd: Álvur Haraldsen