hósdagur 14. september 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 177 - 14. september 2006 ]
Hoyvíkingar hava
mist nógvar av
størstu profilunum
frá í fjør. Nú byggja
teir eitt nýtt lið
upp. Vørumerkið
skal vera skjótur
og álopskendur
hondbóltur
HONDBÒLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kári Durhuus og Halgir
Dahl Olesen hava fingið til
uppgávu at standa á odda fyri
H71 komandi kappingarár.
Uppgávan er møtumikil,
tí H71 hevur verið fyri
stórum broytingum. Nógvir
av royndu leikarunum eru
givnir, og nú skulu ungir
spælarar taka yvir. Hetta
eru Kári og Halgir sera
spentir til.
Stílurin skal broytast
H71 hevur verið kent fyri
tí hørðu og kontantu 6-0
verjuna og eitt stórt álop, har
bakspælararnir hava havt
stóra skotstyrki. Skotstyrkin
er har enn, men spælararnir
á bakplássunum eru minni
og kvikari, og hetta halda
teir báðir venjararnir vera
tað rætta: “Nú hava vit mist
teir flestu av stóru og tungu
bakspælarunum, og smærri
kvikari leikarar hava tikið
við. Tað ger, at okkara álop
fer at byggja á skjótari spæl,
meðan verjan kanska fer at
vera meir álopssinnað.”
Venjararnir trúgva
uppá sínar leikarar
Sjálvt um tað verður eitt
rættiliga nýtt og órutinerað
H71-lið, vit fara at síggja,
so hava báðir venjararnir
stórt álit á sínum spælarum:
“Vit fara inn á vøllin fyri
at vinna hvønn dyst, men
tað er púra greitt, at hetta
verður ringt. Málið er at
vinna eina medalju, men
av tí at liðið er so ungt, so
er tað eingin katastrofa, um
vit ikki megna hetta,” sigur
Halgir. Kári leggur afturat:
“Vit trúgva upp á okkara
leikarar, og vit skulu allir
fara út á vøllin at hava
tað stuttligt. Sannleikin
av tí heila er, at vit einki
hava at tapa. Okkara menn
kunnu fara út á vøllin uttan
nervar, tí tey flestu vænta
ikki tað stóra av okkum.
Eg vænti tó sjálvur, at hetta
liðið kann yvirraska fleiri
av hinum liðunum.”
Rutinan kann gerast
ein trupulleiki
Sjálvt um báðir venjararnir
hava góðar vónir til kom
andi kappingarár, so eru
teir báðir skjótir at við
ganga, at liðið manglar
eitt sindur av rutinu: “Tá
eitt lið missir so nógvar
royndar leikarar, so hevur
hetta sjálvandi ávirkan.
Teir
ungu
leikararnar
mangla royndir, og hetta
fer møguliga at síggjast í
nøkrum dystum. Vit vóna
tó, at teir royndu leikararnir,
sum eru eftir í hópinum,
fara at taka ábyrgd, so hesin
trupulleikin ikki verður
óneyðuga stórur.”
Teir leggja tó afturat, at ein
tann týdningarmesti partur
in fyri eitt gott kappingarár
er kontraspælið. Teir vilja
hava, at kontraspælið skal
rigga, tí tað er umráðandi
hjá einum so ungum liði at
fáa nøkur løtt mál, tí hetta
er júst vegurin at fáa ungar
leikarar í gongd.
Vænta eina harða
kapping
At enda spurdu vit báðar
venjararnar, hvat teir vænta
av kappingini sum heild.
Teir vóru báðir samdir í, at
Kyndil fer at vera ringt at
basa. Teir hava ein góðan
og breiðan hóp og tykjast
teir hava tað sterkasta liðið
í løtuni. Eftir hetta vóru
teir eitt sindur í iva: “Tað er
ringt at meta um, hvat lið
er tað sterkasta eftir Kyndil.
VÍF er altíð væl við, og
liðið hjá kollfirðingum sær
spennandi út, men teir eru
bara ov óstøðugir Hvussu
er við hinum liðum tora vit
ikki heilt at úttalað okkum
um. Kanska vit megna at
sníkja okkum upp á eitt
triðja pláss.”
Tað er lítið at ivast í,
at bæði Kári Durhuus og
Halgir Dahl Olesen eru
spentir uppá uppgávuna við
unga H71-liðnum, og tað er
ikki sørt, at teir hava stórar
vónir til liðið. Men sum
teir báðir tóku til: “Liðið
er so mikið ungt, at verður
tað ikki í ár, so verður tað í
næsta ár.”
Halgir hevur valt
at gevast
Halgir Dahl Olesen, sum helst hevur verið besti spælarin hjá H71 í
nógv ár, hevur nú valt at gevast við hondbóltinum. Hann hevur drigist
við ein knæskaða í langa tíð og hevur fingið boð um at gevast. Nú
hevur Halgir valt at taka hetta til eftirtektar. Hann sigur tó, at hann
møguliga fer at spæla onkran dystin í ár, men tað er bert, um liðið
hevur mangul uppá fólk.
Halgir er í staðin vorðin hjálparvenjari hjá besta mansliði hjá H71.
Saman við Kára Durhuus skal hann nú spæla nýtt og ungt fólk inná
H71 liðið.
“Fleiri av royndu
leikarunum eru givnir,
so nú spæla vit eitt
yngri lið inn. Tað er
týdningarmikið, at vit
ikki seta ov stór krøv til
okkum sjálvar.”
HONDBÒLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hetta sigur Levi Nybo, sum
telist millum teir royndu
leikararnar á H71 liðnum,
hóast sín unga aldur. Levi
hevur í nógv ár verið ein
tryggur síðsti skansi hjá
hoyvíkingum, og nú fleiri
av eldru leikarunum eru
givnir, fara teir at hava enn
størri tørv á góðu evnunum
hjá Leva í málinum.
Spæla skjótan
hondbólt
Levi sigur, at nógv er
broytt fram til komandi
kappingarár. H71 hevur
mist nógvar leikarar, so tað
verður eitt rættiliga nýtt lið,
vit fara at síggja. Serliga
bakketan verður øðrvísi
mannað, og hetta fer eisini
at ávirka spælistílin hjá
liðnum nakað: “Vit hava í
nøkur ár spælt við stórum
skjúttum í bakketuni, men
nú eru flestu av teimum ikki
í felagnum longur. Tí mugu
vit geva yngri kreftum
møguleikan, og hetta ger,
at okkara álopsspæl fer at
vera nógv skjótari, enn tað
hevur verið áður.”
Í sama viðfangi sigur
hann, at liðið eisini er farið
at spæla við fleiri kontra
álopum, og hann viðgongur,
at hetta setir stór krøv til
ein málmann.
Allir mans mugu
taka ábyrgd
Málverjin sigur tað eisini
vera týdningarmikið, at
allir mans taka ábyrgd:
“Tá vit spæla eitt so ungt
og óroynt lið til, so er tað
týdningarmikið, at menn
ikki eru bangnir fyri at taka
ábyrgd. Ikki bert leikararnir
við nógvum royndum, men
eisini teir ungu, tí teir skulu
jú bera liðið víðari um
nøkur ár.”
Levi leggur afturat, at av
tí at so nógvir eru farnir
burturav, so er breiddin ikki
tann heilt stóra. Tískil hava
hoyvíkingar ikki ráð at
missa ov nógvar leikarar.
Levi endar við at siga, at
sjálvt um fólk ikki vænta
so heilt nógv av H71, so
trúgva
allir
leikararnir
uppá, at H71 kann fáa eitt
gott úrslit í ár: “Ja, vit fara
út fyri at vinna hvønn dyst,
og eg haldi heilt víst, at allir
leikararnir trúgva upp á seg
sjálvur og H71 sum eitt lið,
so tað sær spennandi út.”
Byggja eitt nýtt lið
– Allir mans mugu taka ábyrgd
Stovnað:
1971
Formaður: Sunnuvá Jacobsen
Venjari:
Kári Durhuus og Halgir Dahl Olesen
FM-heiti:
Einki
FAKTA – H71 menn
- Vit hava mist
fleiri av stóru tungu
bakspælarunum.
Hetta ger, at álopið
fer at byggja á
skjótari spæl, meðan
verjan fer at vera
meir álopssinnað og
ágangandi.