Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 177 - 14. september 2006 ] VB manglar fleiri av stuðulsleikarunum Tveir av leikarunum hjá VB, sum veruliga hava gjørt um seg síðstu nógvu árini, eru Rannvá Augustinusen og Laila Jespersen. Tær báðar vera ikki partar av VB liðnum í ár. Ella í øllum førum ikki í byrjanini av kappingini. Rannvá Augustinussen hevur júst fingið eitt lítið barn, so hon verður ikki við fyribils. Laila Jespersen er við barn, og er sett at eiga seinni í hesum mánaðinum, so hon verður heldur ikki partur av VB-liðnum fyribils. Hetta er ein stórur missur fyri VB, tí bæði Rannvá og Laila hava leingi vera millum berandi kreftirnar. Samstundis eru hetta tveir av royndu leikarunum, sum nú ikki vera við frá byrjan, og tað ger uppgávuna munandi verri hjá unga VB væntar eitt gott hondbóltsár hjá kvinnunum í ár. Tær hava mist nakrar týðandi leikarar, men tær halda tó liðið vera nóg gott til at spæla við um føroyameistaraheitið HONDBÒLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Asta Armonaviciute er málverji hjá VB. Hon hevur, saman við stórskjúttanum Daivu Tuomaite, veruliga gjørt vart við seg á VB- liðnum, og hesar báðar teljast aftur millum leikararnar á VB-liðnum komandi kappingarár. Væntar at fáa fleiri leikarar aftur VB hevur mist nógvir leik­ arar til komandi kappingar­ ár. Rannvá Augustinussen hevur júst fingið eitt lítið barn, og Laila Jespersen er við barn. Harafturat eru fleiri av ungu leikarunum farnar av landinum, av hesum kunnu vit nevna Svavu Vestergaard. Sjálvt um tær hava mist allar hesar leikarar, so hevur Asta góðar vónir til komandi kappingarár: “Vit blivu nummar trý í fjør, og hetta ætla vit at gera betri í ár. Vit vóna, at bæði Rannvá og Laila vera klárar heilt skjótt, og tær fara heilt víst at hjálpa seinni í ár. Eisini er ein møguleiki fyri, at sterki strikuspælarin, Kristina Holm, byrjar aftur. Harafturat arbeiðir felagið við at fáa ein nýggjan útlendskan leikara, og um hetta eydnast, so hava vit ein sera spennandi hóp.” Nýggi venjarin skal fáa liðið aftur í toppin Egil Steintórsson er nýggj­ ur venjari í VB, men hann er eingin ókendur mað­ur innan føroyskan hond­ bólt. Asta letur væl at venj­ingunum hjá Egil, og heldur, at hann er rætti maðurin at fáa VB aftur á ovastu rók: “Vit hava fingið nýggjan venjara, og hansara venjingar eru sera góðar. Vit venja hart og miðvíst, og eg haldi, at hann kann føra okkum aftur í oddin. Vit hava spælt onkran vinardyst, har Egil hevur valt at nýta nógvar leikarar. Hetta haldi eg vera gott fyri teir ungu leikararnar, tí tað er týdningarmikið, at teir sleppa at royna seg móti heilt góðum liðum.” Asta leggur afturat, at tað er týdningarmikið, at venjarin trýr uppá leikar­ arnar, serliga teir ungu, tí hetta verður týdningarmikið fyri VB-liðið í ár. Verður ringt at steðga Stjørnuni og Neistanum Vit spurdu síðani Asta, hvørj­um liðum hon væntaði sær størstu kappingina frá: “Eg vænti, at tað verður ringt at vinna á Stjørnuni og Neistanum. Tær hava sera góð lið, og breiddin er stór hjá báðum liðum. Tær eru sterkar í verjupartinum, álopspartinum og kontra­ spælinum, so hesi bæði liðini vera ring at vinna í ár. Hini trý liðini skulu vit tó klára, tí vit skulu enda í millum trý tey ovastu.” At enda leggur Asta afturat, at sjálvt um bæði Stjørnan og Neistin hava góð lið, so vónar hon, at VB fer at taka hesi bæði á bóli í ár. Hon sigur, at tá allir leikararnir vera tøkir, tá verður ikki lætt hjá nøkrum liði at vinna á VB. Sostatt leggur hon upp til, at VB saktans kann spæla við um føroyameistaraheitið í ár. VB hevur mist nógvar týðandi leikarar til komandi kappingarár. Nú skulu nógvir ungir leikarar taka ábyrgd, og saman við Daivu skulu tær royna at betra um úrslitið frá síðsta kappingári. HONDBÒLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ein av hesum leikarum er Miriam Mikkelsen. Miriam var ikki partur av VB- liðnum síðsta kappingarár, tí hon var uttanlands, men nú er hon komin heimaftur. Hon vónar at kunnu hava ein størri leiklut á VB- liðnum enn undanfarin ár, og sigur, at tað krevur harða venjing, um hetta skal lata seg gera. Stórur missur í Rannvá og Lailu Miriam sigur, at tað er ein stórur missur hjá VB at missa Rannvá og Lailu, men vónar tó, at ungu leikararnir kunnu taka størri ábyrgd, nú Rannvá og Laila ikki vera við: “Tað er heilt avgjørt ein stórur missur hjá okkum. Rannvá og Laila hava verið ótrúliga góðar, men vit mugu bara dríva á. Nú liggur størri trýst á okkum ungu leikarum, og vónandi fer hetta at styrkja okkum.” Hon leggur afturat, at rutin­an kann gerast ein trupul­leiki hjá unga VB-lið­ num, serliga eftir at Rann­vá og Laila eru givnar, men sigur, at Daiva er góð at hava, tá á stendur. Vit skulu hava medaljur At enda spurdu vit Miriam, hvørjar vónir hon hevði til VB-liðið: “Sum sagt, so hava vit mist nakrar týðandi leikarar, men vit hava fingið Kristinu Holm og Margret Augustinussen aftur, so eg vænti, at vit fáa eitt gott kappingarár. Stjørnan og Neistin hava góð lið, og tey vera ring at hava við at gera. Men vit skulu minst hava eitt triðja pláss. Vit skulu bara taka tað róligt og spæla okkara spæl, so skal tað nokk ganga.” – Vit mugu gera okkara besta Málverjin væntar betri úrslit Stovnað: 1905 Formaður: Vígdis Nolsøe Venjari: Egil Steintórsson FM-heiti: 3 FAKTA – VB kvinnur Tað verður strævi hjá okkum í byrjanini, men tá vit fáa alt fólki tøkt aftur, tá verður ringt at steðga VB