hósdagur 14. september 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 177 - 14. september 2006 ]
Todi ímóti Jaap Stam
Í kvøld spælir Start ímóti hollendska stórfelagnum Ajax, og
líkt er til, at Todi skal byrja í álopinum hjá Start. Dysturin
millum Start og Ajax er í UEFA Cup, og hann verður spældur
á leikvøllinum í Kristianssand í kvøld. Blaðið Fedrelands
vennen heldur seg vita, at Todi Jónsson skal byrja í álopinum
hjá Start í dystinum í kvøld. Í verjuni hjá Ajax sleppur Todi
at dystast við ein risa í hollendskum fótbólti seinastu 10
árini. Jaap Stam, sum hevur spælt fyri Manchester United
og AC Milan er nú verjuálit hjá Ajax, og tað verða uttan iva
nakrir nærdystir millum hann og Toda í kvøld.
Einki er
sum gott
kaffi...
Varaleiðari hjá Baresso Coffee
SMS letur upp nýggja Baresso café 25. oktober, og í tí samband søkja vit álítandi fólk til
caféina. Starvið sum varaleiðari er frá 1. oktober 2006.
Saman við leiðaranum hevur tú sum varaleiðari ábyrgdina av ráðlegging og útinning av
dagligum uppgávum, tryggja ein skilagóðan rakstur av espresso og kaffistovuni fíggjar-
liga og viðvíkjandi góðsku, tænastu og reinføri. Við egnum áhuga og skilagóðum manna-
gongdum tænir tú okkara gestum og hevur ábyrgdina av, at nýggir starvsfelagar fáa ta
vitan og venjing, ið krevst fyri at tryggja kaffistovuni ein skipaðan og væl virkandi
rakstur.
Sum varaleiðari hevur tú verið í venjing hjá Baresso Coffee og fingið starvsfólkaheiðurs-
bræv, áðrenn tú fer í gongd við varaleiðaravenjingina. Tú verður vand/ur upp í teimum
ymsu uppgávunum, ið tú fært ábyrgdina av – ein veningarskrá, ið er samansett av ástøði
og starvslæru. Eisini her er tað tín vilji og góði hýrur, sum við hjálp frá okkum fær alt
til at eydnast væl. Hevur tú spurningar viðvíkjandi arbeiðinum, kanst tú ringja til Anju á
tel 210990
SEND UMSÓKN TIL : BARESSO • SMS • Á TRAPPUTRØÐNI • POSTBOKS 1059 • 110 TÓRSHAVN
Risin er vaknaður
AGF hevur nú fingið gongd á sítt spæl í næstbestu donsku
deildini. Um vikuskiftið vant AGF burtur úr Lyngby, og í
gjárkvøldið fekk felagið hjá Andrew av Fløtum av at vita.
AGF spældi á útivølli ímóti Fremad Amager og vann dystin
4-1. Peter Grauluns skoraði fyrstu trý málini í dystinum.
Thomas Christensen minkaði so fyri AGF, áðren Anders
Kaagh gjørdi seinasta málið hjá AGF. Andrew av Fløtum
hevur ikki spælt við hjá Fremad Amager í ár orsaka av skaða,
og hann var heldur ikki við í gjárkvøldið
Christian Lamhauge
Holst skoraði bæði
málini, tá ið Lyngby
við 2-1 sigri í
gjárkvøldið helt fast
um oddastøðuna í
donsku 1. deild
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
Christian Lamhauge Holst var
rættiliga í miðdeplinum, tá ið
Lyngby spældi dyst í donsku
1. deild í gjárkvøldið.
Lyngby var á heimavølli
ímóti Ølstykke og vann dystin
2-1. Holst, sum byrjaði dystin
í álopinum, gjørdi bæði málini
hjá Lyngby. Fimm minuttir
eftir hálvleikssteðgin legði
hann Lyngby fram um 1-
0, men eftir ein góðan tíma
javnaði Ølstykke.
So mátti Christian Lam
hauge Holst manna seg upp
aftur, og fimm minuttir fyri
leiklok gjørdi hann sigurs
málið fyri Lyngby. Beint eft
ir hetta lat hann seg skifta út
sum matchvinnari.
Sigurin hjá Lyngby hevur
við sær, at liðið framvegis
liggur ovast í næstbestu
donsku deildini. Lyngby
hevur 16 stig fyri 7 dystir.
Landsliðið ein
møguleiki
Christian Lamhauge Holst
er hálvur føroyingur, og
hann hevur tvær ferðir spælt
á føroyska fótbóltslands
liðnum. Síðani venjingarlegu
í Spania tíðliga í 2004 hevur
hann ikki verið at sæð aftur
á landsliðnum.
Hann segði tó við Sosial
in herfyri, at føroyska lands
liðið var framvegis eitt av
málunum hjá sær, og hann
roknaði við, at um hann
helt fram at spæla væl fyri
Lyngby, so fór hann at fáa
landsliðsboð aftur.
Og ikki kann sigast annað,
enn at Holst veruliga ger
um seg í donskum fótbólti
í løtuni.
Kvinnuliðið hjá KÍ
vann mikukvøldið
sjeynda føroya
meitaraheitið á rað,
og tær eru nú mest
vinnandi kvinnuliði
í føroyskum fótbólti
nakrantíð
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Mikukvøldið hevði kvinnu
liðið hjá KÍ møguleikan
at tryggja sær føroyameist
araheitið
2006.
Liðið
skuldi vinna dystin ímóti
næstfremsta liðnum, sum er
GÍ, og tað kláraði KÍ.
GÍ legði væl fyri í dystin
um, og fyrsta hálva tíman
var tað líka nógv GÍ, sum
søkti at KI-málinum sum
øvugt. Men seinasta kort
erið av fyrra hálvleiki kom
KÍ rættiliga fyri seg, og inn
anfyri tveir minuttir stutt fyri
hálvleikssteðgin skoraði KÍ
tvær ferðir.
Fyrst var tað Kristina Eyð
bjørnsdóttir, sum stútaði
eitt hornaspark í málið, og
Malena Josephsen brúkti
eisini høvdið, tá hon sendi
eitt innlegg í málið tveir
minuttir seini.
GÍ fekk eisini mál
KÍ legði betur fyri enn GÍ
í seinna hálvleiki, og fýra
minuttir eftir steðgin økti
Vivian Bjartalíð til 3-0.
GÍ minkaði við góðar
hjálp frá KÍ-málmanninum.
Randi Wardum rakti Honnu
Isaksen við einum útsparki,
og bólturin hevði beina kós
í málið. Undir hørðum trýsti
frá júst Honnu, eydnaðist tað
Randi at fáa bóltin aftur,
men hon fekk ikki sligið
bóltin burtur frá vandakós,
og so var 3-1.
Tað gingu bara fáir min
uttir, so svaraði KÍ aftur við
besta málinum í dystinum.
Kristina Eyðbjørnsdóttir
snýtti ein verjuspælara og
stakk inn um verjuna til Vivi
an Bjartalíð, sum sendi flatt
í málið.
GÍ minkaði til 4-2, tá Hanna
Isaksen sendi eitt gott skot í
málið út 18 metra fjarstøðu.
GÍ hevði eisini aðrar royndir á
málið og onkur stórur kjansur
var, men dysturin endaði 4-2
til KÍ.
FM er heima
Við sigrinum í gjárkvøldið
er KÍ so langt frammanfyri
hini liðini í kvinnudeildini,
at eingin fær KÍ aftur í sein
astu umførunum. KÍ hev
ur tríggjar dystir eftir at
spæla, og seinasti dysturin
verður spældur á Argjum
leygardagin 23. september,
tá KÍ-kvinnurnar eisini fáa
gullið handað.
Hetta er sjeynda FM-heit
ið á rað, sum kvinnurnar
hjá KÍ vinna, og samanlagt
hava tær vunnið átta føroya
meistaraheiti.
KÍ og HB hava seinasta
árið staðið á jøvnum við
sjey meistaraheitum í part,
men í gjárkvøldið fór KÍ
fram um HB við átta meist
araheitum. Hetta hevur verið
leingi á veg, tí síðani 2000
hevur KÍ verið nógv tað
sterkasta liðið í føroyskum
kvinnufótbólti, og KÍ hevur
vunnið meistaraheitið øll
árini síðani.
KÍ-kvinnurnar
skrivaðu søgu
KÍ-kvinnurnar eru framvegis sterkasta kvinnuliðið í landinum. Liðið vann í gjárkvøldið
føroyameistaraheitið, og fyrr í ár vann liðið eisini steypakappingina
Mynd: Norðlýsið
Holst er í landsliðsformi