Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 15. september 2006  tíðindi - Vit gera lyklaklár hús, sum liggja í einum vøkrum umhvørvi við einari sera flottari útsjónd yvir Nólsoynna og Eysturoynna. Húsini verða klár at flyta inn í 1. apríl næsta ár. Vaskimaskina, turkitrumla og ein 32” flatskermur fylgja við í prísinum, sigur Steinálvur Petersen frá J&K Petersen, sum stendur fyri byggingini ÍBÚÐARBYGGING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo J&K Petersen eru byrjaðir arbeiðið við einari verkætlan við íbúðum á Boganeshamri. Arbeiðið er byrjað, og eft­ir ætlan skulu íbúðirnar verða lidnar tann 1. apríl 2007. Talan verður um 32 íbúðir, sum verða gjørdar í fýra týpum. Tað verða tveir blokkar á tvær hæddir við átta íbúðum á hvørjari hædd. Til hvørja íbúð hoyra tvey parkeringspláss og ein hjallur til. Íbúðirnar eru 72 og 76 m2, alt eftir hvørja týpu, tú velur. Steinálvur Petersen er stjóri á J&K Petersen, sum stendur fyri verkætlanini. – Hetta er nakað heilt nýtt í Førðoyum. Vit gera lyklaklár hús, sum liggja í einum vøkrum umhvørvi við einari sera flottari útsjónd til Nólsoynna og Eysturoynna. Húsini verða klár at flyta inn í 1. apríl næsta ár. Vaski­ maskina, turkitrumla og ein 32” flatskermur fylgja við í prísinum, sigur Steinálvur. Nógv fólk uppskrivað J&K hevur fingið ein viður­ kendan arkitekt at tekna íbúð­irnar. Talan er um Sofus M. Jacobsen frá ONV í Dan­ mark. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir innan slíka raðhúsbygging, sum er sera vanlig í Danmark. J&K stendur fyri øllum ar­beiðinum, men teir útdel­eg­ era eisini uppgávur til aðrar fyritøkur. Hóast J&K als ikki hevur lýst við íbúðarbyggingini, hava nógv longu skrivað seg upp. Talan er serliga um eldri fólk, sum eiga eini stór hús og kundu hugsað sær at flutt í eini minni. – Hetta er upplagt til tvey fólk, sum vilja sleppa av við eini stór hús. Vit rokna ikki við, at tað verður nakar trupulleiki at selja íbúðirnar, sigur Steinálvur. Steinálvur vil ikki útihýsa, at tey fara í holt við eina aðra líknandi verkætlan, um hendan gongur væl. Fuglafjarðar Kommuna hevði býráðsfund í gjár. Tað serstaka við hesum fundinum var, at fundurin varð hildin í bønhúsinum á Hellunum BÝRÁÐSFUNDUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Í gjár klokkan 18 hevði Fugla­ fjarðar Býrað býráðsfund á Hellunum. Fundurin varð hildin í bønhúsinum, og har vóru nøkur hellufólk til staðar og lýddu á. Sigurð Simonsen, borgarstjóri, var fundurleiðari. Á skránni vóru ymisk mál sum til­ dømis parkeringspláss, egn­ ing­armiðstøð og vegagerð. Fyrsta málið á skránni var nýtt vatnreinsiverk á Hell­unum, og hevði tað tí serligan áhuga fyri fólkið á Hellunum. Hinni málini høvdu øll við Fuglafjørð at gera. Fólkini á Hellunum høvdu kanska verið meira spent at hoyrt um okkurt mál, sum viðkom teirra bygd. Fundurin varð hildin í hugnaligum trongum um­hvørvi, og aftaná var kaffi. Veðrið á Hellunum var sera gott, og útsýni var sera flott í gjár. Hetta hóast, at tað var greytatjúkt í mjørka á Skálafjørðinum. Hugskotið at hava fundin á Hellunum er helst ein liður í, at býráðið skal koma bygdini nærri, og at vaksa um undirtøkuna á Hellunum. Tað er eingin loyn, at summi hellufólk hava verið ónøgd við arbeiði hjá Fuglafjarðar Kommunu, og nú Runavíkar Kommuna stendur í stórum vøkstri, byrja tey í Fuglafirði kanska at merkja trýstið. Undirtøkan fyri fundinum millum hellufólk var stór til henda søguliga fundin. Helst verður tað ikki síðstu ferð, at Fuglafjarðar Býráð hevur býráðsfund á Hellunum. Býráðsfundur á Hellunum Lyklaklárar íbúðir á Boganeshamri Mikudagin skrivaði Sosi­ alurin um, at forboðsskelti vóru sett upp í Havnardali, soleiðis at tað ikki var loyvi hjá reiðfólki at ríða niðan á Velbastaðháls, og harvið sleppa út í hagan. Leiðin er nógv brúkt av reiðfólki, og tí stóðu tey spyrjandi, tá eitt skeltið brád­liga var sett upp, sum forðaði teimum at ríða. Leif Berg var ein teirra, ið harmaðist um hetta for­ boðsskelti, og hann skilti heldur ikki heilt hví tað var sett upp. Men nú er tikið niður aftur, og tað fegnast Leif Berg og fleiri við hon­ um um. Stjórin á Landsverkið tryggj­aði sær, at skeltini vóru tikin niður og hann og Leif Berg hava avtalað ein fund, har viðurskiftini hjá reiðfólkunum skulu við­ gerast. Men nú ber so aftur til at ríða frá Havnardali og niðan á Velbastaðháls. -rwd So ríða tey aftur í Havnardali Hetta skeltið er nú tikið niður og kunnu tey aftur ríða lógliga í Havnardali Mynd: Jens Kristian Vang