fríggjadagur 15. september 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 178 - 15. september 2006
tíðindi
Í morgun vóru øll
tey, ið koyrdu eftir
Niels Finnsesgøtu
vitni til eina rættiliga
óhepna parkering,
har ein bilur stóð
parkeraður í sjálvum
Steinatúni. Løgreglan
metti, at bilurin stóð
heldur óhøgliga, og
hevur flutt bilin fyri
eigarans rokning,
og nú verður málið
kannað
LØGREGLUMÁL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað vóru mong, ið snaraðu
høvdinum, tá tey koyrdu
fram við Steinatúni í morg
un. Á gongubreytini undir
ljóskurvunum uttan fyri kiosk
Steinatún og Pizzakjallaran
stóð ein bilur parkeraður.
Av løgreglustøðini varð
sagt, at tey mettu bilin standa
rættiliga óhøgliga, og tí varð
hann fluttur fyri eigarans
rokning. Í løtuni kanna tey
málið og løgreglan sigur,
at tey hava illgruna um, at
rúsdrekka var ein partur av
orsøkini, tí ein maður ein
sæddur fara frá bilinum,
og hann hevur ikki boðað
løgregluni frá óhappinum.
Saknaði
maðurin
funnin í gjár
kvøldið
Mass Ingi Jensen,
sum var eftirlýstur,
varð í gjárkvøldið
funnin deyður
sunnarlaga á Nóls
oyarfirði. Tað var
ein av bátinum, sum
luttók í leitingini, ið
kom fram á mannin,
men báturin er enn
ikki funnin
LEITING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í gjár varð Mass Inga Jen
sen eftirlýstur. Hann fór
við 10-mannafari sínum,
Hvalnes, til Havnar eftir
grind hósnáttina, men kom
ongantíð vegin fram.
Leitingararbeiði varð
sett í gongd, og klokkan
19.45 í gjárkvøldið kom
ein av bátunum, sum luttók
í leitingararbeiðinum,
fram á mannin, sum fleyt
druknaður í Nólsoyarfirði,
miðskeiðis millum Glyv
ursnes og Borðuna.
Enn er ógreitt júst hvat
er hent, og beint fyri døg
urða í dag, var báturin
framvegis ikki funnin.
Nógvur mjørki var í
gjár, tá Brimil, Tjaldr
ið, Agdlek, Ziska, fleiri
bjargingarfeløg, Løg
reglan, tyrlur hjá Atlantic
Helicopters og Færøernes
Kommando, saman við
nógvum sjálvbodnum
fólki, leitaðu eftir Mass
Inga Jensen og Hvalnes.
Í morgun hava tey luttikið
í einum eftirmetingarfundi
á Sjóbjargingarstøðini, har
leitingararbeiði var gjøgn
umgingið.
----
Læsa seg ikki
fast í fýra ár
Í blaðnum i gjár skrivaðu
vit, at Starvsmannafelagið
hevur bjóðað sær til at gera
ein fýra ára sáttmála við
Fíggjarmálaráðið fyri at fáa
frið á arbeiðsmarknaðinum
í eitt longri áramál, enn vit
eru von við.
Hetta er ikki heilt rætt.
Felagið hevur bjóða seg
til at gera ein sáttmála yvir
eitt longri áramál, uttan at
læsa seg fast í nakað ávíst
áramál.
Hvussu langur sáttmálin
kann vera, veldst um hvat
fæst afturfyri, sigur Gunn
leivur Dalsgarð, formaður
og ein fýra ára sáttmáli er
bara eitt boð.
Óheppin parkering
- Vit eiga avgjørt at
taka av áheitanini frá
stjóranum á Fiskirann
sóknarstovuni sigur
Jørgen Niclasen, løg
tingsmaður. Hann hev
ur eisini uppskot um,
hvør kundi staðið fyri
eini slíkari kanning
Almennur stovnur
og kanning
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað eru fáir almennir
stjórar, sum eru so djarvir,
sum Hjalti í Jákupsstovu.
Tað heldur Jørgen Niclasen,
løgtingsmaður, sum eisini
hevur verið landsstýrismaður
í fiskivinnumálum.
Hann sipar til, at stjórin á
Fiskirannsóknarstovuni nú
hevur beinleiðis heitt á lands
stýrið um at kanna stovnin
og tað arbeiðið, har verður
avrikað.
– Tað haldi eg er ómetaliga
djarvt. Tað er ikki á hvørjum
degi, at ein almennur stjóri
beinleiðis biðjur um eina
góðskumeting.
Tí heldur Jørgen Niclasen
avgjørt, at vit eiga at taka
umbønina til eftirtektar.
Tað er landsstýrismaðurin
í Fiskivinnumálum, sum skal
seta eina slíka kanning í verk.
– Og tað fari eg at heita
á hann um at gera, sigur
gamli fiskimálaráðharrin í
fólkaflokkinum í Vágum.
Men hann leggur afturat,
at kemur tað hartil, at
fiskimálaráðharrin ikki setir
eina slíka kanning í verk, skal
hann nokk fáa eina áheitan
um tað í Løgtinginum.
- Dregur út, uttan at nøkur
kanning verður sett í verk,
fari eg í Løgtinginum at heita
á fiskimálaráðharran um at
skipa fyri, at Fiski–rannsókn–
arstovan verður kannað,
soleiðis sum stovnsleiðslan
hevur biðið um, sigur Jørgen
Niclasen.
Hann vísir á, at Fiski
rannsóknarstovan ger eitt
megnararbeiði við at savna
inn tilfar og upplýsingar.
– Men er, tá ið upplýs
ingarnar skulu setast inn í
frymlar fyri at fáa ein nið
urstøðu burturúr øllum upp
lýsingunum, at tað gongur
galið.
– Frymlarnar, sum Fiski
rannsóknarstovan brúkar
eru fyrst og fremst gjørdir
í ICES og tað er tá ið
Fiskirannróknarstovan brúk
ar hesar steinrunnu ICES
frymlarnar, at at tað gongur
galið, tá ið tilmæli um
fiskiskap skal gerast.
Hann heldur, at hetta er
orsøkin til, at tað mangan
verður sett spurnartekin við
tilmælini hjá Fiskirannsókn
arstovuni um fiskiskapin.
– Serliga eru tað fiskimenn
og summir politikarar, sum
ivast í tilmælunum frá Fiski
rannsóknarstovuni. Men tað
eru eisini aðrir fiskifrøðingar,
sum hava síni fyrivarni.
Og Jørgen Nicla–sen stað–
festir, at Fiskirann–sóknar–
stovan er ein vælskikkaður
stovnur, sum savnar so
nógvar upplýsingar og nógv
tilfar saman og sostatt hevur
eina velduga vitan.
- Tí er tað stórt spell, at
tað er so lítið álit á teimum
tilmælum, sum teir lata úr
hondum. Einasti máti
Umráðandi við
røttu fólkunum
Tí heldur Jørgen Niclasen,
at tað er týdningarmikið at
gera eina slíka kanning.
Men heldur hann, at tað
er eitt gott hugskot at kanna
Fiskirannsóknarstovuna,
heldur hann, at tað er ikki
minni umráðandi, at ein slík
kanningarnevnd verður mann
að við størsta umhugsni.
– Tað hevur stóran týdning,
at eisini tær atfinningarsomu
røddirnar fáa innivist í eini
slíkari kanningarnevnd.
Einasti máti at fáa atfinning
arnar at tagna, er at lata tær
sleppa at standa sína roynd.
– Sleppa tey atfinningar
somu eisini framat, er als
ikki óhugsandi, at tað hevði
borið til at funnið ein felags
semju um, hvussu tilmælini
um fiskiskap, skulu roknast
út og tað kundi skapt nógv
størri undirtøku fyri tí úrsliti,
sum Fiskirannsóknarstovan
kemur til. Og var størri
semja um tilmælini, hevði
tað eisini verið munandi
lættari hjá hjá politikarum
at fylgt tilmælunum,
– Verður ein slík kann
ingarnevnd hinvegin bara
mannað við ICES-fólki, sum
sostatt bert skulu staðfesta
teirra egnu frymlar, er kann
ing meiningsleys og tá er
tað frægari at ongin kanning
verður gjør yvirhøvur.
– Tað hevur stóran týdning,
at eisini tær atfinningarsomu
røddirnar sleppa at standa sína
roynd, leggur hann afturat.
Og Jørgen Niclasen hev
ur eisini nøkur uppskot um,
hvør kundi mannað eina
slíka nevnd, uttan at læsa
seg heilt fastan í hesi upp
skotini.
– Tað kundi verið formað
urin í Meginfelag útróðrar
manna, Auðin Konradson og
tað kundi verið formaðurin
í Fiskimannafelagnum, Óla
Jacobsen. Teir hava báðir
verið nógv frammi í orða
skiftinum um fiskivinnuna.
– Onnur nøvn kundu verið
fiskifrøðingar sum Kjartan
Hoydal og Jón Kristianson,
sum báðir hava funnist at
ICES frymlunum, hóast teir
ikki eru heilt samdir.
Men tað kundi eisini
verið heimskendi ísraelski
fiskimaðurin og fyrilestr
arhaldarin, Menakhem Ben-
Yami, sum eisini hevur verið
í Føroyum.
Fáir stjórar so djarvir
sum Hjalti í Jákupsstovu
– Tað er ikki á hvørjum degi, at ein almennur stovnur beinleiðis
biðjur um at verða kannaður, soleiðis sum Fiskirannsóknarstov
an nú hevur gjørt og tað eiga vit at hava alla virðing fyri, sigur
Jørgen Niclasen, Hann heldur eisini, at tað er sjálvsagt, at vit
taka av og gera kanningina
Mynd: Eirikur Lindenskov