Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 15. september 2006  tíðindi Miðvágs kommuna fyrireikar í hesum døgum eina ætlan, sum fer at økja munandi um íbúgv­ aratalið í Vatnsoyrum. Í fyrsta umfari verða níggju grundøki gjørd byggibúgvin Bygging Snorri Brend Vatnsoyrar: At byggja nýggj sethús í Vatnsoyrum hevur ikki verið gerandis sjón seinastu árini. Men nú fer væntandi at koma broyting í, bæði í talinum av íbúgvum og bústøðum. Fólkatalið í Vatnsoyrum hevur seinastu tvey árini ligið um tey 56. Men gongst sum kommunan ætlar fer tað at hækka munandi næstu árini. Ætlanin er nevniliga at gera eina stóra útstykking í bygdini, – fyrst við níggju grundøkjum, men sum seinni er ætlanin at víðka til heili 25. – Vit vóna, at gongd skjótt fer at koma á hetta málið, sigur Napolion Magn­ussen, borgarstjóri í Mið­vágs kommunu, sum eis­ini umfatar Vatnsoyrar. Í tøkum tíma Tað er liðin meiri enn 20 ár síðani hamarsløgini geltu í bygdini, tí nýtt sethús var á veg. – Tað er tí í tøkum tíma, at møguleiki aftur verður fyri at byggja í bygdini, sigur borgarstjórin. Á seinasta fundi undan summarsteðginum var eitt uppskot um hesa ætlanina til viðgerðar. Uppskotið varð samtykt, og nú verður so arbeitt víðari við málinum. Onkrar broytingar eru gjørdar, og er ætlanin nú send til góðkenningar hjá myndugleikunum. Nógvar ætlanir Vatnsoyrar liggur beint við flogvøllin, og bygdin hevur tí eisini havt áhuga hjá fólki at búseta seg í. – Fyrispurningar eru javn­ an um grundøkir í bygdini, og vit hava eisini umsóknir liggjandi inni. – Tí vóna vit, at vit skjótt kunnu fara undir ætlanina, sigur borgarstjórin. Hetta er tó ikki einasta ætlanin, sum Miðvágs komm­una ætlar at fremja í Vatns­oyrum. Ætlanin er eisini at fyri­ reika nýggjan vatnbrunn og eitt nýtt reinsiverk í bygdini. Ger klárt til 25 grundøki Vatnsoyrar er vøkur bygd. Líkt er til at fólk hava funnið út av hesum og vilja búseta seg her Nýggja ætlanin fer at økja munandi um fólkatalið í Vatnsoyrum Stutt sagt Ísland fiskar mest Fiskiveiða: Fyrstu átta mánaðirnar av árinum hava skip úr íalt níggju londum roynt í føroyskum farvatni. Serliga tey russ­ isku og íslendsku skipini hava veitt nógv. Eitt yvirlit um útlendsku veiðuna vísir, at tey ís­lendsku skipini hava veitt sløk 200.000 tons av svart­kjafti, meðan tey russ­isku hava veitt sløk 100.000 tons av sama slagi. Higartil hava skip úr EU-londum veitt 14.711 tons og skip úr øðr­um londum 344.000 tons. Ikki óvæntað fer svart­ kjaft­urin avstað við flestu tonsunum, - íalt 359.000 tons. Fyrstu átta mánaðirnar hava øll hesi skipini brúkt 4130 fiskidagar í før­ oyskum farvatni. sb. Ferðslan skal tálmast Nýggj frímerki av Sandoynni Útgáva: Mánadagin gevur Frímerkjadeildin út nýggj frímerki. Talan er um tíggju frí­ merki av Sandoynni og tvey av Sands kirkju, sum varð vígd í 1839. Tað eru listamenninir Eli Smith og Edward Fuglø sum hav gjørt frí­ merkini – Eli málaði mynd­irnar av Sandoynni, meðan Edward teknaði myndirnar av kirkjuni. Virðið av frímerkjunum av Sandoynni er 7,50 kr., meðan virðið av teimum av Sands kirkju er ávika­ vist 5,50 og 7,50 kr. sb. Edward Fuglø hevur teknað myndirnar av Sands kirkju Miðvágur: Hesi seinastu árini er bilferðslan millum Miðvág og Sandavág økt rættiliga nógv – frá 2154 bilum um samdøgrið í 2001 til 2673 bilar í fjør. Hetta hava fólk í Mið­ vági bæði lagt merki til – og gjørt nakað við fyri almenninginum. Spurn­ingurin er, hvat ein kann gera soleiðis at ferðslutrygdin framvegis verður hildin í hásæti. Miðvágs kommuna er eisini greið yvir støðuna, og er í løtuni í ferð við at arbeiða við hesum álvars­ máli. – Vit fyrireika í løtuni nøkur munagóð inntriv í trygdina. Hesi fara at vera til stóran bata fyri ferðsluna, sigur borg­ar­ stjórin, Napolion Magn­ ussen. sg Nógv ferðsla er gjøgnum Miðvág. Nú skal ferðslu­trygdin í hásætið