fríggjadagur 15. september 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 178 - 15. september 2006
Føroyingar hava orð fyri at duga væl at
venda sær í altjóða høpi. Sum siglandi fólk
er stórur partur av fólkinum vanur við at vera
uttanlanda og við at vera millum fremmand
fólk og útlendingar. Hetta skuldi verið ein
fyrimunur, nú altjóðagerðin er yvir okkum.
Føroyar eru partur av altjóðagerðini uttan mun
til, um vit ynskja tað ella ikki. Hetta er heilt
einfalt ein gongd, sum lutvíst kemur av eini
radikalt broyttari samskiftistøkni og lutvíst
kemur av broyttum politiskum viðursliftum í
heiminum. Eftir internetið og eftir fall múrsins
verður heimurin ongantíð hin sami aftur.
Tað eru tveir at takla hesa støðu: Annar er at
krógva seg og vóna, at alt bara verður, sumt
tað altíð hevur verið. Hin er at taka ímóti
avbjóðingini og smoyggja upp um armar. Tað
er í okkara verð eingin ivi um, hvat rættast
er. Tað er væl eisini soleiðis myndugleikarir
hugsa, tá ið teir gera Hoyvikssáttmála, og tá
ið teir royna at sleppa upp í EFTA og at fáa
nærri samstarv og samband við ES, USA og
Rusland.
Vit mugu halda uppat at ræðast Hoyvíksáttmálan
(Íslandssáttmálan), vit mugu halda uppat at
ræðast altjóða samstarv. Vit liva í einum heimi,
sum byggir á kapping og samstarv. Tann
sum krógvar seg verður at tapa – tann sum
av fullum huga fer uppí og tekur kappingina
upp, verður í longdini at vinna. Hetta er ein
nýggj og trupul støða, men tað hjálpir ikki at
gera sum strutsurin, at stinga høvdið í sandin.
Tann tíð, har tú kanst verja títt vinnulív við
protektionistiskum amboðum, er yvir og farin
– hon kemur ikki aftur heldur. Vit, okkara
vinna, okkara politiska skipan og samfelagið
sum heild hava bert eitt í vali: at taka kappingin
upp í altjóðagjørda umhvørvinum. Hetta setir
stór krøv til førleikar, til hugflog, dirvi og
áræði. Hetta setir eisini krøv til útbúgving av
børnum, ungum og ikki minst teimum tilkomnu
á arbeiðsmarknaðinum. Nú er útpurring!
Sosialurin
Altjóða samstarv
– ein avbjóðing
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Tá nýggja dansisend
ingin á Kanal 5 varð
send fyrstu ferð í gjár
kvøldið, var tað við
føroyskari luttøku.
Aigast má, at føroyska
Vígdis Hentze Olsen
kláraði seg stak væl,
dómararnir kallaðu
hennara framførslu
tí mest sannførandi á
degnum
Dansur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fyrsta sendingin í røðini
Kan Du Danse? varð send í
gjárkvøldið á Kanal 5. Tey
trý Toniah Pedersen, Niclas
Bendixen
og
Kenneth
Kreutzmann tóku ímóti
dansiglaðum unglingum í
fyrsta undanumfarinum, ið
varð hildið í Amager Bio
í Keypmannahavn. Hetta
var fyrsta royndin at finna
tey røttu til at kappast um
heiðurin, besti dansari í
Danmark, kr. 250.000 og
møguleikan fyri yrkisleið
sum dansari uttan fyri Dan
mark.
Nógvir dansarar, summ
ir dugnaligir og aðrir
minni dugnaligir royndu
seg framman fyri dóms
nevndini, við heimagjørdari
koreografi og dansi til
tónleik, ið tey sjálvi høvdu
valt. Tá føroyska Vígdis
Hentze Olsen koma á pallin
framman fyri dómsnevnd
ini, var týðiligt at síggja, at
dómsnevndin hugnaði sær.
Eftir framførsluna vóru tey
fáorðaði, men orðini vóru
stór, tey søgdu við hana,
at hon var nógv tann mest
sannførandi dansarin, ið tey
høvdu sæð hendan dagin.
Vígdis slapp uttan trupul
leikar gjøgnum nálareyga,
og saman við 29 øðrum
dansarum, var hon send á
ein 4 dagars dansiverkstað,
umframt hesi 30 sum komu
víðari í fyrsta undanumfari,
luttaka eisini tey, ið verða
vald í út á hinum trimum
undanumførunu á verk
staðin.. Har verða dans
ararnir vandir og royndir av
nøkrum av bestu dansilærar
unum og koreografunum
innan nógvar ymiskar dansi
greinir. Tá teir 4 dagarnir
eru farnir, verða teir 8
dugnaligastu menninir og
8 tær dugnaligastu kvinn
urnar valdar út, og hesi
skulu luttaka í teimum sjey
beinleiðis
sendingunum
fram ímóti endaligu kjós
anini av endaliga vinnaran
um.
Vígdis Hentze Olsen
er ikki heilt óroynd sum
dansari. Fyrr í summar
hevði Dimmalætting við
talu við Vígdis. Har bar
m.a. til at lesa, at hon fór 15
ára gomul úr Føroyum fyri
at royna at fáa gongd á eina
yrkisleið sum dansari, eftir
háskúla á Fjóni fór hon á
grundútbúgving innan dans
í Keypmannahavn, áðrenn
leiðin gekk til Svøríki, har
hon í juni í ár tók hon
prógv sum yrkisdansari á
Ballettakademinum í Göte
borg. Umframt prógvi,
var hennara avrik somikið
gott, at hon varð vald ársins
dansari á skúlanum.
Í løtuni býr Vígdis í
Keypmannahavn. Luttøkan
í Kan Du Danse? er ein
stórur møguleiki hjá Víg
dis, sum í samrøðuni við
Dimmalætting, lýsti sína
gleði um dansin á hendan
hátt:
– Tað er heilt ótrúligt,
hvussu nógv menniskja
kroppurin kann úttrykkja
og siga. Eg brenni fyri
dansi og gevi alt eg eigi, tá
eg eri á pallinum soleiðis,
at áskoðararnir kunnu fáa
mín boðskap at vita.
Fleiri føroyskar gentur
hava luttikið í Kan Du
Danse? kappingini í ár.
Undanumførini vórðu film
aði í summar. M.a. hevði
útvarpið herfyri samrøðu
við Dianu, ið er kend úr
dansibólkinum The Black
& White Crew, hon hevði
tá luttikið, ið einum undan
umfari, ið tó ikki er sent
enn.
Føroyska Vígdis átti mest
sannførandi framførsluna
Dómsnevndin: Toniah Pedersen, Niclas Bendixen og Kenneth Kreutzmann hugnaðu sær óført meðan Vígdis dansaði
Mynd: Kanal 5