Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 15. september 2006 9 tíðindi – Tey afturhalds­sinn­ aðu vóru ræðslu­slig­in, tá ið krígg ið kvetti sambandið við danir. Tey spurdu, hvuss u nú mundi fara at verða. Men tíð­in vísti, at alt gekk, sum tað plagdi at ganga – eisini eftir, at føroyingar høvdu valt loysing; hønurnar vurpu, kýrnar mjólk­ aðu við sama lag – og torvið fekst til høldar, segði Petur Højgaard á Eiði Fólkaatkvøðan Orð: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Nú seksti ár eru liðin, síð­ an føroyingar á fólkaat­ kvøðu, 14. september í 1946, atkvøddu um stjórn­ ar­uppskot øðrumegin og loys­ing hinumegin, hava tjóð­veldisfeløg kring landið gjørt burtur úr degnum. Í gjárkvøldið var soleiðis stórt og væleydnað tiltak á Eiði, sum Eysturoyar Tjóð­veldisfelag og Norð­ streymoyar Tjóðveldisfelag skipaðu fyri í felag. Eini 100 fólk vóru komin at lýða á fyrilestur, røður, frásagnir, fólkasang og felags­ sang. Tiltakið vardi í tríggjar tímar. Sosialurin var við til tiltakið, bæði við tíð­inda­ manni og mynda­manni, og fara vit seinni at gera meira burtur úr tiltakinum. Vit fara at taka burtur úr ymiskum av tí, sum borið varð fram, og vit fara eisini at prenta fleiri myndir. Tjóðveldisfeløgini høvdu boðið Edmundi Joen­sen, løgtingsmanni og løg­ tingsformanni, við til tiltak­ ið á Eiði, og tað er einki at taka seg aftur í, at hann við sínum positiva speisemi – og álvarsemi - setti sín dám á løtuna. Edmund samanbar ríkis­ stuðulin úr Danmark við æti í sjónum, og hvat æti merkir fyri fisk og fugl, skilja øll. Hetta er jú avgerandi fyri, at nakað kemur upp úr sjónum – og at fuglurin nørist. Løgtingsmaður Sam­ bands­floksins reisti eisini spurningin, hvussu út hevði sæð í Føroyum, um loysingin hevði verið framd í 1946. – Men hin allarfyrsti spurn­ ingurin átti at verið, um tað í heila tikið ber til at taka slík stig við tvíbýttum føroy­ ingum, har helvtin er fyri – og hin helvtin er ímóti. Edmund var avgjørdur, tá ið hann helt fyri, at skulu slík stig yvirhøvur takast, er fyritreytin hon, at fjøldin av fólkinum stendur aftanfyri avgerðina. Vit fara at venda aftur til tað, sum Edmund Joensen segði. Tað var Annfinnur í Skála, søgufrøðingur, sum legði fyri, og hann greiddi frá støð­ uni í Føroyum undan, undir og eftir fólkaatkvøðuna í 1946. Annfinnur samanbar eisini støðuna í 1946 við støðuna síðst í nítiárunum, tá ið føroyingar aftur fóru undir fyrireikingar til samráðingar við danir um fullveldi. Eftir fyrilesturin hjá Ann­ finni, var Edmund Joensen á pallinum, og síðan hevði Olaf í Garði Joensen, vara­ maður hjá Tórbirni Jacobsen í Eysturoy, orðið. Olaf helt, at størsta fram­­ stig hjá føroyingum á sjálv­ bjargnisleið er niður­skurð­ urin í blokkinum. Hann vísti á, at allir flokkar vilja hava ein sjálvberandi búskap í Føroyum, og tí er bert eitt at gera; tað er at skera inn á bein, helt hann fyri. Tórbjørn Jacobsen, løg­ tingsmaður, var seinastur av røðarunum, og hann var – sum altíð - í rætta ”ess­inum”. Hann helt, at tá ið fræls­is­ hugsjónin ikki longu er jarð­ løgd í Føroyum, so verður hon tað ongantíð. Kanska hev­ur føroyingurin bara havt politiskt krím hesi seksti árini – og er við at koma fyri seg aftur, segði hann. – Meðan vit lynna, virka og droyma fáa vit ikki ann­ að enn tikið undir við skald­ inum sum sigur, at úti undir vaðingini í hvørji sál liggur ein berserkur og slotar. Eina­ ferð stingur hann beinini út av songarstokkinum og fer til gongu, segði Tórbjørn Jacob­ sen. Við á tiltakinum á Eiði var eisini Petur Højgaard í Saltangará, sum giftist nakr­ar fáar dagar fyri fólka­atkvøðuna í 1946 – og herfyri kundi halda dia­mant­brúdleyp. Hann hevði eina áhuga­ verda frásøgd frá hesi farnu tíð. Petur vísti á, at bæði und­ ir bretsku hersetingini av Føroyum og undan fólka­ atkvøðuni í 1946 var nógv frammi um, hvussu stóran týdning sambandið við Danmark hevði fyri Føroyar. – Tey afturhaldssinnaðu vóru ræðslusligin og spurdu, hvussu nú mundi fara at vera. Men tíðin vísti, at alt gekk, sum tað plagdi at ganga – eisini eftir, at føroyingar høvdu valt loysing; hønurnar vurpu, og kýrnar mjólkaðu við sama lag, eins og torvið fekst til høldar. Petur Højgaard, sum vit eisini fara at venda aft­ur til, legði aftrat, at tá í tíð­ini hugsaðu fólk ikki so ”mat­eri­ al­istiskt”, sum hann tók til. Gjáarmaðurin, Jónsvein Olsen, sum áður plagdi at undirhalda saman við Birgiri Nónsgjógv, sála, sang fleiri sangir og tey mongu, sum samankomin vóru, sungu eisini fleiri sangir í felag. Hóast Edmund var rættiliga einsamallur sambandsmaður millum ein heilan hóp av tjóðveldisfólki, hugnaði hann sær sum onnur. Onkur helt fyri, at Edmund Joensen altíð hevur trivist væl ímillum tjóðveldisfólk – og hevði hann fáar stuðlar við sær til tiltakið á Eiði, hevði hann rikið verri hesa­ ferð, enn hann onkuntíð hevði gjørt áður. Tiltakið á Eiði byrjaði við, at fundarfólkið mint­ist tjóðveldismannin í Fugla­firði, Petur Halgadal, sála, og tað endaði við, at tjóðsangurin varð sungin – úr enda í annan. Seksti ár síðan fólkaatkvøðuna: Eini 100 fólk vóru til tiltakið á Eiði Tað vóru Eysturoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum stóðu aftanfyri væleydnaða tiltakið á Eiði í gjárkvøldið Annfinnur í Skála helt áhuga­verdan fyrilestur um tíðina fyri, undir og eftir fólkaatkvøðuna Ríkisstuðulin kann saman­ berast við æti í sjónum, helt Edmund Joensen, løg­tings­ maður Skerjingin í ríkisstuðlinum er størsta stig á sjálvbjarginsleið, segði Olaf í Garði Joensen – Kanska hevur føroyingurin bara havt politiskt krím hesi seksti árini, segði Tórbjørn Jacobsen – Hønurnar vurpu við sama lag – og kýrnar mjólkaðu eisini, segði Petur Højgaard Jónsvein Olsen setti sín dám á tiltakið á Eiði við góðum sangi og guitarspæli