Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 178 - 15. september 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Lítið grunaði tað meg, at vit ikki skuldu møtast aftur, tá ið Karl Anton kom inn á skrivstovuna at lata inn dagbøkurnar, eftir at kvøldskúlin var liðugur. Karl Anton hevði stórt virksemi innan Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Hann undirvísti í ymsum ljóðførum, samanspæli og vandi tey ungu at spæla - bæði ein og ein, men vandi tey eisini at spæla sum tónleikabólkur. Fyrstu ferð, eg sá Karl Anton, var, tá ið eg fór at heilsa upp á hann á ovastu hædd á Margarinfabrikkini. Har møtti eg hesum prúða »víking­ in­um« - men eg fekk skjótt at kenna, at aftana fyri fasaduna, var ein persónur, sum livdi fyri, at tey ungu skuldu fáa ein møguleika at menna evnini á tónleikaøkinum. Har var næstan ikki gangandi fyri ljóð­ førum og leidningum, men um onkur leidningur lá eftir gólvinum, tók hann ikki so tungt. Prátið fall beinan vegin á, hvussu tey ungu kundu fáa nakað burturúr - men eisini um, hvussu tey kundu sleppa at royna seg í sambandi við almenn tiltøk, ið vóru ætlað teimum ungu. Her var hann partvís misskiltur. Vit føroyingar hava - kanska meira enn væl er - lyndi til at spæla høvdingar. Men soleiðis var hann ikki, tað lærdi eg eftir at hava prátað við hann bert fáar ferðir. Men Karl Anton segði tað sum hann meinti, og slík fólk er lætt at fyrihalda seg til - tú veitst, hvar tú hevur tey. Ein skal bara vera erligur ímóti sær sjálvum og siga sína meining hampu­­liga og greitt. Vit tosaðu um hølistrupulleikar, og hvussu tað fór at verða framyvir. Eg segði, at tað sá ikki so væl út, men eg roknaði við, at komandi vetur var óbroyttur - eg dugdi ikki at síggja, hvussu vit kundu vera hansara virksemi fyri uttan. Sum fólk vita, er Kvøldskúlans »sýnisgluggi« framsýningin á Eyst­ ur­skúlanum pálmasunnudag. Í tí sambandi er vanligt, at vit hava nakað av tónleiki og sangi eisini. Í ár bóru onkrir tónleikaleiðarar seg undan og kom hetta rættiliga óvart á meg. Bert fáar dagar undan fram­sýn­ ingini kom mær til hugs at spyrja Karl Anton, um hann hevði møguleika at koma við onkrum. Hann segði ja, áðrenn hálvtalað orð, sjálvt um vit báðir vistu, at hann ikki hevði havt møguleika at fyrireika eina »mini­ konsert«. Soleiðis var Karl Anton, tónleikurin og tey ungu komu í fremstu røð! Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevur við Karl Anton mist ein dyggan stuðul. Ærað verið minnið um Karl Anton Klein. Vegna Tórshavnar Kvøld- og Ung­dómsskúla og Tórshavnar Lista­ skúla Jóhannes Eli Minningarorð um Karl Anton Klein Tann 15. septembur eru lið­in 40 ár, síðan Thora Kúr­berg byrjaði at arbeiða í køk­ inum á Landssjúkrahúsinum (LSH), tá Dronning Alexandrines Hospital. Thora, sum er ættað úr Trongisvági, fødd Bær­end­sen, byrjaði at læra til økonomu á LS 15/9-1966. Ein part av lærutíðini tók hon í samráð við táverandi sjúkrahússtjóra, Bonnevie, í Glostrup. Seinasta hálva árið í lærutíðini, skuldi mann tá ganga í skúla út í eitt, og var hesin í Danmark. Eftir at hon var útlærd, byrjaði hon í mars 1970 sum avloysari sum økonomaassistentur, og í decembur sama ár, fekk hon fast starv, sum hon framvegis røkir við hepnari hond. Øll, sum kenna Thoru, og tey eru mong, vita, hvat hon stendur fyri. Øll skulu fáa nógmikið av mati, og hesin skal vera vælgjørdur; men ikki skal gerast meira enn neyðugt, alt skal nýtast, og einki skal burtur. Upptakið skal vera soleiðis, at tú eisini skal taka hædd fyri teimum, sum t.d. eiga uppvaski – tonk soleiðis at tað er tú, sum skal vaska upp. Hartil er hon ein persónur, sum ikki fer frá einum byrjaðum arbeiði, fyrr enn hetta er liðugt, og so er tað líkamikið, hvat klokkan er vorðin. Thora hoyrir tí tíðini til, har starvsfólkini í køkinum sjálvi vóru við til at taka upp bæði slakt og grind, og hesin matur skuldi eisini hag­reiðast. Gásin bleiv fylt á jólum, og mangt eitt seyðakrov og mangan neyta­fjórðing man Thora hava parterað fyri ikki at tosa um at seyma rullupylsu, súlta, baka og mangt annað. Tíðirnar eru broyttar, tí nógv eru meira maskinelt í dag, men framvegis er hennara aðalmál, at maturin skal vera góður og nerandi. Nú 40 ár eru liðin, síð­an Thora byrjaði á Lands­sjúkra­húsinum, skal tó nevnast, at hon hevur arbeitt longri enn so innan Heilsuverk Føroya, tí grundarsteinurin bleiv lagdur, tá ið hon byrjaði at arbeiða í køkinum sum genta á Suðuroyar Sjúkrahúsi tann 1.juli 1965. Har her helst áhugin fyri matgerð staðfestur, sum so førdi við sær, at hon fór at læra. Thora er gift við Jørleif og eiga tey 2 børn, Randi og Hanus og hartil 2 ommu-/abbabørn, Kristian og Thoru. Sjálvt um Thora “næstan altíð” tonkir uppá mat – eisini við hús – so hevur hon onnur áhugamál t.d. at ganga, og er hon limur í gongufelagnum í Havn. Mangt eitt feti eigur hon kring alt landið líka úr Akrabergi og norður til Viðareiðis. Thora Kúrberg: 40 ára starvsdag á Landssjúkrahúsnum Føðingar 4. septembur fingu Elin og Agnar Josephsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3850 gr. 4. septembur fingu Guðrið og Arnfinnur Jacobsen, Tórs­havn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4150 gr. 5. septembur fingu Anja F. og Stein Olvur Petersen, Hoy­vík, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4750 gr. 5. september fingu Joan Eilin Jóhansdóttir og Ernst Pols­son, Strendur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3550 gr. 6. september fingu Katrin Syderbø og Sjúrður Johansen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3600 gr. 6. september fingu Dagunn H. J. og Eyðfinn Clementsen, Sandur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3800 gr. 7. september fingu Apollonia og Frank Syderbø, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3250 gr. 7. september fingu Indra og Saravana, Malaysia, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2700 gr. 7. september fingu Sólvá og Jørgen Nielsen, Norðragøta, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3950 gr. 7. september fingu Jenni Hattarstein og Allan Eldevig, Mið­vágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3800 gr. 8. september fingu Sonja Herietsdóttir og Nicolaj Falck, Nólsoy eina dóttur og Jón og Maja hava fingið eina líslasystir. Hon var 56 cm. long og vigaði 4550 gr. 8. september fingu Jónfríð og Helgi Solmunde, Skálabotn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4300 gr. 8. september fingu Anna Jakobsen, Tórshavn og Birgir Petersen, Kambs­dalur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3100 gr. 9. september fingu Guðrun Jacobsen og Francois Aghbal, Tilsd, Danmark, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3770 gr. 9. sept. fingu Joan og Eiler Rasmussen, Argir, ein son. Hann var 55 cm. og vigaði 4.000 gr. 10. september fingu Anna Söderlund og Eirikur Hansen, Argir, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4300 gr. 11. september fingu Elisabeth M. Johannesen og Hans Magni Danielsen, Norðskáli, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3300 gr. 11. september fingu Fía og Karl Magni Hammer, Toftir, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4900 gr. 11. september fingu Jakobina og Bárður Niclasen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3150 gr. 12. september fingu Gunnvá Sofía Nielsen og Høgni Kastalag, Saltangará, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3025 gr. 12. september fingu Arnbritt Johansen og Jakku Guttesen, Nólsoy, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3400 gr. 28. juni fingu Sirið Stenberg og Jón Pauli Olsen, Vágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3590 gr. 29. august fekk Kristmund hesa fittu didduna, ið eitur Jutta. Hon var 58 cm. long og vigaði 4580 gr. Foreldrini eru Mai-Britt Hansen, Klaksvík og Ísak Petersen, Viðareiði Lesið Sosialin - so eru tit við