fríggjadagur 15. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 15. september 2006
11
Kistan við Jákup Petur Juul í Fuglafirði fer av
Landsjúkrahúsinum í dag kl. 17 í Fuglafjarða kirkju.
Jarðaferðin verur leygardagin kl. 14. Tey, sum vilja
minnast Jákup Petur, kunna lata eina gávu á konto hjá
børnunum í Føroya Banka.
Jana Niclassen, ættað av Velbastað, búsitandi í
Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum 14. sep
tembur, 84 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahús
kapellinum sunnudagin kl. 16 í Kirkjubøar kirkju.
Jarðarferðin verður úr Kirkjubøar kirkju mánadagin
kl. 14. Tey, ið vilja minnast Janu kunnu lata eina
peningagávu til Parkinsonsfelagið. Konto í peninga
stovnunum.
Kartin Reynheim, Tórshavn, andaðist mikudagin 13.
september, 56 ára gamal.
Judith Henriksen úr Sandavági, ættað úr Gomlustovu
í Sumba, andaðist á Ellisheiminum í Vágum týsdagin
12. september, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður
av Ellisheiminum leygardagin kl. 13 í Sandavágs
kirkjugarð.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Vit takka hjartaliga tykkum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Lena Thomsen
í Króki, Hvalba
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum, sum vóru um hana, og tøkk til tykkum,
sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur, kransar, gávur til Missiónshúsið
og tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Petur, Poul, Hjartvard og Ebba
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá góða mamma, omma
og langomma okkara
Rachel H. Samuelsen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til heimahjálpir, heimasjúkrasystrar
og til starvsfólkini á Lágargarði,
har hon búði seinastu tvey árini.
Tøkk til Sonju Klein, prest, fyri troystarrík orð.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravara.
Tøkk fyri kransar, blómur og fyri gávur til Lágargarð og
tøkk øll tit, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Lisbeth og Beate
Kanska í so bráræsin, men tað var
lyndiseyðkenni hansara – Peturi
(Muller) undir Snið í Kvívík. Stórur
og prúður, fagurt reyðhærdur, skarp
leittur, ásýniligur og gløggur. Væl var
hann mæltur, og gav hann ljóð frá sær,
hoyrdist tað.
Persónleikin lýsti av andliti hansara.
Hann kundi vera sera charmerandi.
Petur undir Snið var ein sermerktur
persónur. Sera virkin og framfýsin
og smæddist ikki fyri at seta nakað
í gongd.
Har aðrir, heldur sinniligari enn
Petur, vildu tátta í, tá teir hildu hann
hava lyndi til at leypa framav, helt Petur
fast við sítt. Hann var í mongum førum
víðskygnari enn teir flestu. Tað gav at
bíta, tá hann sum bygdarráðsformaður
saman við øðrum fekk útint ta stóru
verkætlan at fáa bátahylin víðkaðan -
dokkina vit kallaðu - so útróðrarbátar
nú kunnu liggja har so toluliga tryggir,
hóast Kvívík er eitt ógvusligt brimpláss
á útsynningi-suðri - umframt annað
hann fekk í lag.
Hóast hann, sum mangur annar
kundi snáva, so fótaði hann sær altíð
aftur og gjørdi vart við seg. Hjá Peturi
skuldi altíð okkurt gerast. Við hvørt
kundi hann seta glísurnar á onkran,
ið helt hann vera heldur framfýsnan.
Tá kundi hann siga, at her sita vit ikki
og kneppa hendur. Hann var vinsælur,
men hevði sínar meiningar, sum hann
ongantíð duldi fyri.
At koma niðan úr Urð - ella niðan av
Fløtti - vóru Snið-húsini har. Tummas
bróðir sáli og eg fingu mangan eitt
vink um at støkka inn í kjallaran.
Har var hugnaligt. Røkin sum hann
var, vísti hann okkum millum annað
korðuna hjá langabba sínum, »Gamla
Müller« tey kallaðu - sum hevði verið
í Slesvík-Hollstein krígnum í 1848/49
og annað, hann hevði savnað, vælt um
og snøggað.
Nú hann, Petur undir Snið 81 ára
gamal, varð borin út úr Kvívíkar
kirkju herfyri, rann mær so nógv í
huga. Eitt nú at minnast hann sum
sjónleikara í teimum skemtiligu
kommediunum (sponsku flugu o.ø.)
Honum nýttist ikki at gera seg upp
sum sjónleikara. Hatta er bara Petur,
sum hann í veruleikanum var.
Sum starvsmaður á Telefonverki
Føroya Løgtings, sum tað tá æt, kom
hann víða um, serliga í Norðstreymoy
og kom at kenna nógv fólk. Hann átti
nógv vinfólk; tað sást, nú hann fór
til gravar úr Kvívíkar kirkju. Sjáldan
hevur so stórt fylgi fylgt einum
kvívíkingi til gravar.
So leingi hann orkaði, var hann
hvønn sunnu- og halgidag í kirkju.
Hana var hann sera góður við; og at
síggja hann í sínum stóli haldandi
saman hendur, var ein fyrijáttan hjá
honum um tað, ið koma skuldi.
Hjá øllum tykkara, Ebbu, Ansu,
Helgu, Fríðu og »Lítla Peturi«, ið
hann var so góður við, kenst nú ein
tómi. Hann dregur upp í seg aftur sum
frálíður.
Okkurt hevði tú sagt um hetta, ið tín
góði vinmaður hevur fest á blað!
Hvíl í friði, góði Petur.
Ívar
Petur(i) undir Snið til minnis
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at mín kæri
drongur, pápi og okkara kæri sonur,
beiggi og versonur
Jákup Petur Juul
Fuglafjørður
andaðist í Fuglafirði týsdagin 12. september,
26 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum á landssjúkrahúsinum
í dag, fríggjadagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju
leygardagin 16. september kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Mary
Marna og Dávur
Elsa, Dávur, Bergar Borghild
Óluva og Jákup Marnar
Tey, ið vilja minnast Jákup Petur, kunnu lata eina peningagávu
til børnini á konto í Føroya Banka.
Kunngjørt verður at kæri pápi, sonur, beiggi
og svágur okkara
Kartin Johan Reynheim
Tórshavn
andaðist mikudagin 13. september, 56 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst í útvarpinum.
Familjunnar vegna
Børnini
Tey, ið ynskja at minnast Kartin, kunnu lata Frelsunarherinum
í Havn eina peningagávu, kontu í peningastovnunum.
nøvn
Dagurin
16. september. Eufemia, deyð umleið ár 300. Kvinnuligur
pínsluváttur, tikin av døgum undir Diocletianus keisara.
Femja er konufólkanavn, sum hevur verið brúkt í Føroyum
og eisini kemur fyri í nýggari tíð. Grikst navn sum merkir
gott umdømi
17. september. Lambertus, deyður umleið ár 705.
Biskupur í Maastricht í Hálandi. Hann varð dripin av
aðalsmonnum, tí at hann setti at teimum fyri ólevnað.
18. september. Titus. Fleiri halgimenni eru við hesum
navni, men her verður helst ikki, sum summir halda, sipað
til tann Titus, sum Paulus skrivaði bræv til.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Jana Niclassen
ættað av Velbastað, búsitandi í Havn
andaðist 14. september, 84 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
sunnudagin kl. 16.00 í Kirkjubøar kirkju.
Jarðarferðin verður úr Kirkjubøar kirkju
mánadagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Tey, ið ynskja at minnast Janu, kunnu lata ein gávu til
Parkinsonfelagið, konto í peningastovnunum.