fríggjadagur 15. september 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 178 - 15. september 2006
Tann 18. september verður Pól
Jóhannus Poulsen 75 ár. Øll sum kenna
hann og hansara nærmastu kalla hann
Hannus.
Hannus er føddur við Ljósá, og eru
foreldur hansara: Poulina Joensen,
ættað úr Leirvík og Sofus Poulsen, frá
Ljósá. Brøður hansara eru: Andrias og
Elmar. Fyri meg sum yngstur var og
er Hannus ein »myndugleiki«, sum eg
respekteraði.
Flest øll mannabørn hava eina
lívssøgu, ljósa og døkka. Hjá Hannus
vigar tann ljósa meira, haldi eg. Tó
hann kendi lívsins álvara tíðliga í
tíðini – tá menn fórust av krígsávum,
eisini nærmast í familjuni. Hann hevur
kent álvarsemi í vandasigling – við
yvirfyltum skipi heim úr Grønlandi.
Var við »Havfúnni«, sum fór á land
undir Íslandi á Eysturlandinum, nær
við Siglufjørðin, í 1949. Misti bátin
í 1967, sum var smíðaður í Hvalba,
seksæringur, sum kallaðist »Hjallur«.
Tá tað hendi, komust brøðurnir undan
og bjargaðu sær upp á stein tætt við,
har Risin og Kellingin standa.
Sagt er frá, at har »Havfrúgvin« fór
land, er forberg og eingin møguleiki
fyri bjarging, uttan hjálp frá landi av.
Eisini er komið fram, at henda dagin,
neyðarkall varð sent frá neyðstanda
skipinum – hoyrdi vaktarmaðurin
á støðini, beint áðrenn hann skuldi
fara heim, eitt einasta »signal« frá
neyðstøddu monnunum – veikt var
tað eisini, men so mikið, at hann fekk
samband við skipið, og vóru allir
bjargaðir.
Hannus sigur, at hann hevði eina
lummalykt í lummanum, tá hann fór
í »bjargingarstólin«, sum bleiv drigin
gjøgnum brotini, har flest allir fóru
undir í brotunum. Men tá hann kom í
land, var lyktin horvin...
Hendingin talar fyri seg sjálva
– ómetaliga grípandi og ávarandi.
»Bjargingarmaðurin« hoyrdi eitt ein
asta – og seintasta neyðarkall. Dagarnir
hjá hesum monnum vóru sostatt ikki
taldir.
Hannus var í Grønlandi, tá pápi
hansara doyði á sumri í 1950, bert 53
ára gamal. So Hannus kom í faðirs stað
– við tí hjálp sum var neyðug til lívsins
uppihald. Tað skal tú hava tøkk fyri.
Hannus giftist í 1957 við Elin
Mortensen úr Sørvági, og búsettust
tey við Ljósá, í húsunum sum pápin
bygdi. Hon er honum ein góður hjún
arfelagi. Tey eiga fýra gentur og ein
drong. Barnabørnini eru 11 og eitt
langabbabarn.
Saman við Andriasi áttu teir »Reynir«,
sum teir róðu út við í mong ár og fiskaðu
rættiliga væl. Fyrsta skipið, Hannus fór
við, var »Riddarin«, ein slupp. Síðani
hevur hann verið við mongum skipum,
bæði stórum og smáum, norskum og
týskum trolarum.
Møguleikarnir góvust at kunna vera
heima, og tað var familjan glað fyri.
Hannus er til reiðar, tá seinasta
»útkall« kemur – og hann verður tikin
upp í dýrd. Tað verður ikki gjøgnum
»brotasjógvar« og tað himmalska
»ljósið« fer ikki úr lummanum.
Ein onnur og ljósari strond, vit lenda
á, enn tær knortlutu her. So vit skilja,
at »saman við nøgdsemi, er gudsóttin
stórur vinningur«.
Vaktarmaður okkara svevur ikki.
Tann ljósa síðan vinnur rættiliga á tí
døkku.
Øll í okkara familju ynskja tær
hjartaliga tillukku og alt tað besta.
Elmar
Pól Jóhannus Poulsen 75 ár
23. august 2006 fylti Sigm
ar Johannesen í Havn 75 ár.
Sigmar er føddur við Norð
skála og var yngstur av 7
systkjum, foreldur hansara
vóru Elsa, f. Joensen, frá
Norðskála, og Johannes
Johannesen úr Tjørnuvík.
Eftir sjey ára skúlagongd
fór Sigmar til skips. Tey
fyrstu árini sigldi hann við
sluppum og var m.a. við
Westvard Hoo, sum mammu
beiggin Marius førdi. Seinni
fór hann til Íslands, har
sigldi við einum trolara, ið
kallaðist July.
Ein sertøk hending sum
Sigmar hevur verið úti fyri,
var einaferð teir skuldu fara
til Grønlands at fiska. Við á
túrinum vóru 13 mans og var
farið var fríggjadag 13. Hetta
var lítið hildið um millum
heimafólkið, at bróta slíkan
sið og útfordra lagnuna.
Túrurin yvir gekk væl, og
teir høvdu sera gott fiskarí.
Men aftaná 14 dagar gekk so
galið, skipið rendi upp á eitt
sker, og manningin noyddist
at fara í bátarnar. Eftir at hava
róð í nakrar tímar, komu teir
til eina lítla óbygda oyggj.
Her vóru teir eina heila viku
á hesum oydna stað, uttan
at hava nakað stórvegis til
matna og at drekka.
Ein dagin siggja teir, at ein
maður kemur rógvandi við
kajakk framvið, og rópa allir
menn um hjálp. Maðurin í
kajakkini varnast teir og
kemur inn til teirra. Hann fór
inn á fastlandið eftir hjálp,
og komu allir heilskapaðir
frá hendingini. Hesu søgu
hevur Sigmar mangan for
talt, og sigur at man ikki eig
ur at gera gjøldur burtur úr
pátrúgv.
Men eftir nøkur ár sjón
um avgjørdi Sigmar at ger
ast landkrabbi. Fyrstu árini
arbeiddi hann hjá Thom
as Dam. Seinni fór hann
at koyra bussin hjá Óla
Arge (Bil Óla). Onkur helt
skemtandi fyri, at minsti
maður í Havn skuldi koyra
størsta bilin í býnum. Sum
tíðarnar batnaðu í 60-un
um, avgjørdi Sigmar at
keypa sær ein lastbil, og
varð hetta hansara lívsstarv.
Hann arbeiddi fleiri ár hjá E.
Pihl & Søn við sínum egna
lastbili, og var hann sera væl
lýddur í sínum starvi. Hann
er sera røkin og hevði altíð
vælhildnar bilar.
Í 1972 gjørdist Sigmar
sjeyndadags adventistur, og
hevur hann m.a. verið umboð
í skúlaráðnum í Adventista
skúlanum í fleiri ár.
Sigmar er giftur við Emmu f,
Viderø, úr Havn, dóttir Birgitte
f. Joensen, vanliga nevnd
Birtha, og Niels Johannes
Viderø, bæði av Viðareiði og
búsettust í Havn.
Sigmar og Emma eiga ein
son, Birgir, ið er giftur við
Agnieszku úr Pólandi, og
eiga tey tvey børn: Emmu og
David Sigmar. Nú Sigmar er
vorðin pensionistur, brúkar
hann nógva tíð saman við
abbabørnunum, og eisini eru
stundir til at røkja tann vakra
urtagarðin við Hoydalsvegin.
Við hesum orðum ynskja
vit Sigmar nógv góð ár
framyvir við ynski um Guds
ríku signing.
Familjan
Sigmar Johannesen
75 ár
Í samband við at nýggi dagstovnurin í Sørvági er tikin í nýtslu,
verður boði til almenna móttøku á dagstovninum,
Klóadalsvegur 1
leygardagin 23. september
frá kl. 14 til kl. 16
Í hesum sambandi verður navnið á dagstovninum kunngjørt.
Sørvágs Kommuna
www.sorvag.fo
M
ó t
t
ø
k
a
Mánadagin 18. september
kl. 20 hevur Føroya Filatel
istfelag fund í Sjúrðagøtu
20.
Til henda fundin hevur
felagið fingið fatur á fyrsta
frímerki nakrantíð ”The
Penny Black”, sum var sýnt
fram fyri almenninginum
fyrstu ferð 10. januar
1840. Tað kom tó fyrst í
brúk 6. mai 1840. Merkið
ber mynd av kendu bretsku
drotningini, Victoriu, sum
ráddi frá 20. juni 1837 til sín
deyða 22. januar 1901.
Maðurin, ið gjørdi hetta
fyrsta merki æt Rowland
Hill (1795-1879), og
samstundis reformeraði
hann allan postflutning.
Longu 8. mai, tveir dag
ar seinni, kom út næsta
frímerki, nevniliga : ”Two-
Pence Blue” , eisini av
drotning Victoriu.
Frá Føroya Filatelistfelag
verður sagt, at fólk eru væl
komin inn á gólvið mána
kvøldið at síggja hetta for
kunnuga frímerki, sum er
tað fyrsta nakrantíð.
Føroya Filatelistfelag:
Framsýning við heimsins
fyrsta frímerki
Fyrsta
frímerki
nakrantíð
sum var sýnt
fram fyri
almenning
inum fyrstu
ferð 10.
januar 1840