Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 15. september 2006 13 Norðoya Sparikassi er komin á Skálafjørðin í nýmótans hami og við nógvum pengum til Støkk og Svimjisambandið NÝGGJUR PENINGASTOVNUR Eyðun Klakstein Eydun@sosialurin.fo Norðoya Sparikassi gjørdi ein orduligan vørr, tá ið hann seinnapartin hósdagin hevði almenna móttøku í sambandi við at nýggja deildin á Skálafjørðinum nú er latin upp. – Vit vilja nýskapa spari­ kassan. Ætlanin er fram­ vegis fyrst og fremst at reka virksemi, sum hoyrir til peningastovn, og vit vóna og rokna framvegis við at vinna pengar. Men nú fara vit undir nýtt kon­ sept, sum vit eisini fara at bjóða kundum okkara í høvuðsstaðnum, tá ið vit skjótt fara at lata upp har. Hetta fara vit eisini at bjóða viðskiftafólkum okkara í Klaksvík um vónandi ikki alt ov langa tíð, segði menn­ ingarleiðarin í Norðoya Spari­kassa, Gunnar Nolsøe, á móttøkuni í nýggju deild­ ini í Runavík, har onkra staðni millum trý og fýra hundrað fólk stukku inn á gólvið hósdagin. Deildin heldur til í leig­að­ um hølum í sama bygningi, har Føroya Tele eisini heldur til. Her fer Norðoya Sparikassi tó bert fyribils at halda til. Sparikassin er í holtur við at byggja bygning í grannalagnum, har tað nú verður leigað. Menningarleiðarin ítøki­ liggjørdi millum annað so­leiðis um, hvat er øðrvísi í nýggju deildini, enn tað er aðra staðni: – Tað er eingin kassi í nýggju deildini. Sjálvtøka er uttanfyri, og sjálvtøka er inni í hølunum. Ætlanin er at skipa deildina í nýmótans umhvørvi við tilboðum, sum ikki beinleiðis hava við primervirksemið at gera, og sum hava sum mál at viðskiftafólkini skulu kenna seg væl inni hjá okkum og harvið skulu hava hug at støkka inn á gólvið – eisini tá ið tað ikki halda seg hava ørindi, sum vanliga verða tengd saman við vitjan í peningastovnum. Vit fara eisini at royna nýggjar upp- og afturlatingartíðir. – Deildin her í Runavík verður opin frá klokkan 9.30 til 17 fyrstu fimm dag­ arnar í vikuni, og so verður hon eisini opin leygardagar frá klokkan 10-13. Vit vilja laga okkum eftir, nær kundarnir hava umstøður og stundir at vitja okkum, og hetta er ein roynd í hesi deildini, segði Gunnar Nolsøe. Pengarnir regnaðu Í sambandi við at Norðoya Sparikassi hevur sett seg niður á Skálafjørðinum, vórðu gávur og sponsorat handað. Stóri móttakarin var Fim­ leikafelagið Støkk. Eyðfinn Reyðberg og formaðurin í Støkk, Unn Steingrund, skrivaðu undir avtalu, sum ber við sær, at Norðoya Sparikassi fimm tey næstu árini verður høvuðsstuðul hjá Støkk. Og so trumfaði sparikassastjórin, tá ið hann handaði Støkk for­ mann­inum kekk við áljóð­ andi einari millión. Upp­ hæddin var oyramerkt til fimleikarahøllina, sum Støkk hevur í hyggju at byggja úti við ítróttarhøllina í Runavík. Svimjisambandið varð eisini leskað. Palli Ziskason, formaður í Svimjisambandi Føroya, stjórin í Norðoya Sparikassa og stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge, skrivaðu undir av­talur, sum bera við sær, at tað nú eru Atlantsflog og Norðoya Sparikassi, sum eru høvuðsstuðlar hjá Svimji­sambandinum og har­ við svimjilandsliðnum. – Hetta er fyrsta ferðin, at vit stuðla eitt landslið. Tað boðar eisini frá nýggju tíðini hjá okkum í Norðoya Sparikassa, segði Eyðfinn Reyðberg. Støkk fimleikarar vóru á tronga pallinum, Elisa­ beth á Lakjuni við guitar­ undirspæli frá Jóhan Magn­us Olsen og síðani Kári Sverrison sungu, og nýggi býráðsformaðurin í Runavík, Hans Jacob Lam­ hauge, bar fram heilsu, har hann segðí seg fegnast um øktu kappingina og sam­ stundis staðfesti, at spari­ kassin við óføru gávuni til bygging av nýggjari fimleikarahøll í Runavík hevur lagt eitt sindur av trýsti á kommununa um at gera sítt fyri at fáa bygg­ ingina í lag. Sparikassin hevur opið leygardagar Forkvinnan í Støkk sigur, at hon gjørdist at kalla málleys, tá hon sá kekkin við einari millión á til Støkk. – Eg havi als ikki skilt tað enn, og tað kom fullkomiliga óvart á okkum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í samband við at Norðoya Sparikassi lat upp nýggja deild í Runavík, so kunngjørdi teir eisini eina stuðulsavtalu við fim­ leikafelagið Støkk. Og tað var ikki hissini stuðul, sum Støkk fekk frá Norðoya Sparikassa. Ein millión krónur, oyramerkt til eina nýggja fimleikahøll til felagið. – Hatta var yvirhøvur ikki nakað, vit høvdu rokna við. Vit høvdu framm­an undan gjørt eina góða stuðulsavtalu, og tí kom tað fullkomiliga óvart á okkum, tá Eyðfinn Reyðberg hevði kekkin á lofti, har 1.000.000 stóð áskrivað til Støkk. Tað tók langa tíð, áðrenn tað gekk upp fyri mær hvat tað hevur at siga, og eg haldi framvegis ikki, at eg havi skilt tað enn, flennir Unn Steingrund, forkvinna í Støkk. – Tá Støkk fylti 35 fyri fimm árum síðani, var tað onkur ið segði, at fimleikahøllin kanska var komin, tá felagið fylti 40 ár. Tað verður í novembur, og høllin verður neyvan liðug til tað tíð, men nú hopi eg, at høllin ikki er so øgiliga langt vekk, greiðir Unn Steingrund frá. Inntøkurnar Støkk fær eru í høvuðsheitum limagjaldið frá teimum áleið 500 limunum, og kemur eitt sindur eyka í kassan, tá framsýningar eru, og felagið selur kaffi í samband við tiltøk av ymsum slag. – Ein millión er eitt ískoyti, sum veruliga mun­ ar. Hetta er heilt, heilt fantastiskt. At fáa sína egnu høll er dreymurin, og nú er hann nærri enn nakrantíð, sigur for­kvinn­ an í Støkk, Unn Stein­ grund. Í løtuni brúkar Støkk fimleikahøllina í Ritu­víkar­ skúla, Søldar­fjarðaskúla og Glyvraskúla, umframt at Støkk eisini brúkar Ítrottarhøllina í Runavík viðhvørt og fara undir at nýta Støkkhøllina aftur í næstum. Heilt, heilt fantastiskt Unn Steingrund var ovurfegin um kekkin, Eyðfinn Reyðberg handaði henni og Støkk Tað vóru nakrir glaðir fimleikar í Støkk, sum vórðu avmyndaðir saman við stjóranum í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg