fríggjadagur 15. september 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 178 - 15. september 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Stutt sagt
Báðir partar framdu
krígsbrotsverk
Amnesty International vil
vera við, at bæði Ísrael og
Hizbollah framdu krígs
brotsverk undir krígnum
í summar.
AI hevur fyrr sagt, at
ísraelski herurin breyt
fólkarættin, tá hann skip
aði fyri álopum, sum
eftir øllum at døma vóru
vend ímóti sivilum mál
um í Libanon. Nú sigur
felagsskapurin, at Hiz
bollah royndi eisini at raka
sivilmál, tá felagsskapurin
sendi rakettir eftir ísra
elskum býum. Tað er
greitt brot á altóða reglur
um
krígsførslu,
sigur
Amnesty
International
og leggur afturat, at tey
hørðu ísraelsku álopini
rættvísgera á ongan hátt
brotini hjá Hizbollah.
Undir krígnum, sum
vardi umleið ein mánað,
sendi Hizbollah næstan
4.000 rakettir eftir málum
í Ísrael. 43 sivilfólk doyðu,
og 33 vórði illa særd.
Amnesty
International
vísir á, at fleiri hundrað
túsund
ísraelsmenn
flýddu ella fjaldu seg í
bumbuskýlum, og at talið
á deyðum hevði verið mun
andi størri, um tey ikki
flýddu ella fjaldu seg.
Brotsmaður fjaldi
seg í 16 ár
USA-vinur fær ábreiðslur
Franski innanríkisráðharr
in, Nicolas Sarkozy, hevur
ongantíð dult fyri, at hann
er USA-vinur, men tað
hevur kortini vakt ans í
Fraklandi, at hann vil hava
franskar politikarar at
knýta tættari bond millum
tey bæði londini.
Sarkozy var í USA
mánadagin, tá ameri
kanarar mintust 11. sep
tember í 2001, og har
nýtti hann høvi til at tosa
við George W. Bush,
forseta og fleiri aðrar
amerikanskar politikarar.
Undir
samrøðunum
skal hann hava sagt, at
Frakland eigur at knýta
tættari
samband
við
USA. Tað hevur vakt ans
í Fraklandi, tí teir flestu
fronsku
politikararnir
halda, at sum partur av
Evropa skal Frakland
hugsa evropeiskt og ikki
knýta seg at USA. Men
Sarkozy verjir sína støðu.
– USA er eitt av teim
um fáu londunum, sum
vit ongantíð hava verið
í kríggi við. Landið er
oddaland búskaparliga,
politiskt og hernaðarliga,
segði Sarkozy í fronskum
sjónvarpi í gjár.
Í 16 ár hevur løgreglan
í Grikkalandi leitað eftir
Nikos Palaiokostas, sum
flýddi úr einum fongsli í
1990, har hann sat dømdur
fyri fleiri innbrot.
Griksk bløð skriva,
at løgreglan kom fram
á Palaiokostas í býnum
Vioti nakað norðan fyri
høvuðsstaðin
Athen.
Løgreglan
hevði
sett
eina vegabyrging upp,
men tann eftirlýsti brots
maðurin koyrdi ígjøgnum
byrgingina, og 10 vápnaðir
løgreglumenn fóru aftan
á honum. Brotsmaðurin
steðgaði ikki kortini, fyrr
enn hann misti harradømið
á bilinum. Hann varð alt
fyri eitt lagdur í hondjørn
og fluttur til Athen.
Løgreglan hevur ill
gruna um, at tað var Niko
Palaiokostas, sum burtur
flutti handilsmannin Alex
andros Haitoglou í 1995.
Handilsmaðurin
varð
seinni latin leysur, men tá
høvdu skyldfólk hansara
goldið burturflytaranum
góðar tríggjar milliónir
krónur í loysigjaldi.
Grikska løgreglan hev
ur fleiri ferðir verið í
hølunum á Palaiokostas.
Fyri nøkrum árum síðani
mundi løgreglan fingið
fatur á honum, men hann
slapp til rýmingar í síðstu
løtu.
–Vit hava ongantíð verið
í kríggi við USA. Vit eru vinir
(franski innanríkisráðharrin)
Fimti hvør svii
niðan fyri 25 ár er
arbeiðsleysur, og
arbeiðsloysið er
høvuðsspurningurin
upp undir ríkisdags
valið sunnudagin
Tann 21 ára gamla Charity
Odum sendi 200 umsóknir
um arbeiði tann fyrsta mán
aðin, eftir at hon var vorðin
arbeiðsleys. Men svarið var
tað sama allastaðni. Einki
arbeiði til hennara.
Hon er ikki einsamøll. Í
gjár høvdu teir borgarligu
flokkarnir
eina
lýsing
í øllum teimum stóru
svensku bløðunum, har sagt
varð, at Svøríki er á odda í
heiminum, tá tað snýr seg
um arbeiðsloysi millum
tey ungu. Heilt rætt var tað
ikki, tí sambært hagtølunum
hjá ES hevur Svøríki tað
fjórðistørsta arbeiðsloysið í
Vesturevropa millum fólk
niðan fyri 25 ár.
Tað eru teir borgarligu
flokkarnir, sum hava drig
ið arbeiðsloysið upp í val
stríðið, og teir lova fleiri
arbeiðspláss, sleppa teir
at skipa stjórn. Tað kemur
ikki sosialdemokratunum
væl við.
– Sjálvandi hevur tað
stóran týdning, at fólk hava
arbeiði. Sjálvur havi eg ein
son, sum hevur søkt arbeiði
í fleiri mánaðir, sigur Jan
Eliasson, uttanríkisráðharri,
við Dagsavisen. Í sínumn
valrøðum og sum uttanríkis
ráðharri leggur hann dent á
støðu Svøríkis úti í heimi,
men hann ásannar, at fólk
vilja heldur hoyra um arbeiði
enn uttanríkispolitikk.
Í mótálop
Teir borgarligu andstøðu
flokkarnir vilja vera við, at
í veruleikanum er arbeiðs
loysið í Svøríki umleið
20 prosent, um øll verða
tikin við. Teirra boðskapur
er at lækka skattin og
arbeiðsloysisstuðulin fyri
at fáa fólk til arbeiðis. Har
afturat ætla teir, at arbeiðs
gevarar, sum seta ungfólk
í arbeiði, skulu gjalda hálvt
arbeiðsmarknaðargjald.
Sosialdemokratarnir hava
undir valstríðnum hildið
uppá, at arbeiðsloysið mink
ar, og Göran Persson, for
sætisráðharri, hevur sagt,
at arbeiðsloysið fer at koma
niður ímóti fýra prosentum
í heyst.
Tað eru kortini mong,
sum halda, at stjórnin hev
ur lagt ov lítlan dent á
arbeiðsloysið hetta seinasta
valskeiðið. Sunnudagin fáa
vit at síggja, at tólv ára
sosialdemokratiskt
stýri
fer fyri bakka orsakað av
arbeiðsloysinum.
Göran
Persson hevur skilt, at tað
kann henda, og tí er hann
farin í mótálop. Teir sein
astu dagarnar hevur hann
nýtt hvørt einasta høvi til
at finnast at ætlanini hjá
teimum borgarligu at skerja
arbeiðsloysisstuðulin
og
avlamispensjónirnar. Og
tað virkar.
– Eg ætli mær at velja
Persson. Eg kenni meg ikki
trygga, um teir borgarligu
vinna. Vit mugu eisini hava
okkurt at liva av, tá vit einki
arbeiði hava, sigur Charity
Odum við Dagsavisen.
47,9 - 47,3
So javnt verður
svenska ríkisdagsvalið
sunnudagin, um
tann seinasta
veljarakanningin
heldur. Kanningin,
sum stovnurin Sifo
hevur gjørt, varð
almannakunngjørd í
morgun, og hon gevur
stjórnarsamgonguni
47,9 prosent av
atkvøðunum og
teimum fýra borgarligu
andstøðuflokkinum
47,3 prosent.
Eitt val um arbeiði
Sleppur Göran Persson at halda fram? Ella tekur Fredrik Reinfeldt við?