fríggjadagur 15. september 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 15. september 2006
15
15
vikuskifti
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
Eitt vikuskifti í regni
Restirnar av ódnini Florence
fara um vikuskiftið at ávirka
veðrið kring oyggjarnar.
Veður
Snorri Brend
Í løtuni liggur ódnin vestanfyri Bretsku
Oyggjarnar, og hevur hon lágætt við sær
her hjá okkum.
- Tað verður regn og mjørki fyri
tað mesta um vikuskiftið, men við
millumbilum verður eisini turrveður,
sigur Peter Skeel Jacobsen, veðurmaður á
Sosialinum.
Sambært veðurkortinum verður sama
veðrið sunnudagin, men út á sunnukvøldið
verður kortini heldur frægari.
Seinni í komandi viku hækkar hann og
veksur hann eisini vindin nakað. Tá verður
heldur klárari, men somuleiðis kaldari í
veðrinum.
– Tað fer at regna meginpartin
av vikuskiftinum, sigur veðurmaðurin,
Peter Skeel Jacobsen
Danil Salkazanov
úr Ozetia hevur júst
verið í Føroyum á
kunningarferð. Hann
fekk áhuga fyri
Føroyum, tá ið hann
las nøkur staðarnøvn
á einum korti og legði
merki til, at ozetar
nýta tey somu orðini
– tó við aðrari merking.
Danil sigur, at Føroyar
og Ozetia líkjast sera
nógv á øllum økjum
FØROYAVINUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Danil Salkazanov er úr Ruslandi.
Hann er úr einum landsluti, sum
kallast Ozetia. Hann er júst farin
aftur til Ozetia, eftir at hann
hevur vitjað í Føroyum í nakrar
dagar. Hann var í Frankaríki
og vitjaði familju hjá sær, og á
vegnum heim til Ruslands, kom
hann ein túr til Føroya.
Danil er kommunulækni í
Ozetia. Hann hevur altíð havt
áhuga fyri landalæru, og hann las
fyri langt síðani um hesar smáu
oyggjarnar í Atlantshavinum. Tó
var tað ikki nakað, sum serliga
fangaði hansara áhuga. Men tá
ið alnótin kom, var lættari at fáa
kunnandi tilfar um smáar oyggjar,
og tá fekk hann ein serligan
áhuga fyri Føroyum.
Orð úttalast á sama hátt
– Eg hugdi at einum korti yvir tær
18 oyggjarnar í Føroyum, og eg
beit beinanvegin merki í nøkur
staðarnøvn. Í Ozetia hava vit
eitt mál sjálvi, eins og tit hava.
Tað líkist nógv rusiskum, og
alfabetið er stórt sæð tað sama.
– Tá ið eg las Eysturoy, Myki
nes, Hestur, Skúvoy, Vágar og
Suðuroy við enskum brillum
og úttalaði orðini við tí enska
alfabetinum, kendi eg orðini
aftur. Vit hava orð, sum verða
úttalað eins og hesi staðarnøvn.
Hetta helt eg vera sera stuttligt,
og tí fekk eg veruliga áhuga fyri
Føroyum, sigur Danil.
Á ozetiskum merkir Eysturoy
stórt. Vágar verður sagt um
nakað, sum er enn størri og
ógvusligari. Mykines sigur tú
um okkurt, sum er lítið. Hestur
verður sagt um ein mann, sum
situr við endan av borðinum til
eitt fínt borðhald. Skúvoy merkir
“Skál!”. Suðuroy merkir at seta
okkurt niður.
Hóast orðini ikki verða stavað
á sama hátt, so verða tey úttalað
líka.
Fyrsti ozeti í Føroyum
Danil skrivaði til Fróðskapar
setrið og spurdi um ferðastuðul
til eina ferð til Føroya. Tað fekk
hann so, og hann hevur skrivað
ymsar greinar um føroyska
náttúru og mentan, sum hann fer
at leggja út á alnótina.
– Tað er sera torført at finna
tilfar um Føroyar á alnótini.
Eg eri stoltur av, at eg helst eri
fyrsti ozeti, sum eri í Føroyum.
Vónandi fara fleiri onnur eisini
at ferðast hendanvegin, tá ið eg
greiði teimum frá um tykkara
vøkru náttúru og tey blíðu fólkini.
Danil letur sera væl at
ferðini í Føroyum:
– Fólk hava verið sera blíð við
meg. Ein maður tók meg ein
túr við bátinum hjá sær. Eftir
hetta fóru vit til fótbóltsdyst,
har ið vit sóu B36 og B68
spæla. Føroyingurin keypti mær
atgongumerkið, og tað var eg
sera bilsin av. Ikki tí at pengarnir
hava so nógv at siga, men tað var
sera kurteisligt og flott gjørt av
honum, sigur Danil.
Hann letur væl at støðinum á
føroyskum fótbólti:
– Eg havi ikki so stóran
áhuga fyri fótbólti, men eg var
ovfarin av, hvussu nógv teir
stríddust. Eisini haldi eg, at teir
eru tekniskt væl fyri. B36 vann
dystin 3-1, men B68 kempaði til
tað seinasta, og tað var stuttligt at
síggja. Serliga landsliðsleikarin
hjá B68 (Julian Johnson. Blaðm.)
rann sólina svarta, sigur Danil.
Ozetar og føroyingar líkjast
Danil undrast á, at føroyingar
hava so nógv til felags við Ozetar.
– Eg skilji, at fólk koma ikki
hvørjum øðrum við í tykkara
grannalondum á sama hátt sum
her. Tað eru ikki so nógv fólk
til brúðleyp og jarðarferðir í
Danmark, meðan tað verður gjørt
nógv burturúr tílíkum í Føroyum,
og nógv fólk koma.
– Ozetia líkist akkurát Føroyum
á tí økinum. Tað er ikki óvanligt,
at 500-600 fólk koma til eitt
brúdleyp. Øll tín familja og
allir vinir og kenningar koma
til stór tiltøk. Eisini eru ozetar
sera gestablíðir, og tað verður
gjørt nógv fyri, at ferðandi skulu
kenna seg væl. Eg havi møtt
akkurát tí sama gestablídnum í
Føroyum, sigur Danil.
– Kanska er tað tí, at Ozetia
og Føroyar eru lítil samfeløg. Í
Ozetia búgva 900.000 fólk, og
vit hava okkara egna mál og
mentan.
Ætlar sær aftur til Føroya
Blíðskapurin er ikki tað
einasta, ið føroyingar og ozetar
hava til felags. Tann føroyska
“punktligheitin” – ella mangul
uppá sama -, er eisini djúpt
inngrógvin í ozetum.
– Eg skilji, at føroyingar altíð
koma í minsta lagi 15 minuttir
ov seint. Har eru ozetar eisini
akkurát líka sum føroyingar. Vit
taka tað, sum tað kemur seg, og
koma altíð ov seint. Eingin øsir
seg, um onkur møtir ov seint til
ein fund til dømis. Men um tú
kemur fimm minuttir ov seint
til ein fund í Ruslandi, so kemur
tú í trupulleikar. Rusland og
Danmark líkjast nokkso nógv á tí
økinum, sigur Danil flennandi.
Danil er nú farin aftur til
Ozetia, har ið hann fer aftur til
sítt dagliga yrki sum lækni. Hann
ætlar tó at koma aftur til Føroya
einaferð. Tá ætlar hann sær eisini
at taka familju og vinir við.
Eg skilji, at føroyingar altíð koma í minsta lagi 15 minuttir ov seint. Har eru ozetar eisini akkurát líka sum
føroyingar. Vit taka tað, sum tað kemur seg, og koma altíð ov seint, sigur Danil Salkazanov úr Ozetia.
Mynd: Álvur Haraldsen
Staðanøvn vaktu áhuga fyri Føroyum