fríggjadagur 15. september 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 15. september 2006
16 vikuskifti
Trúarlív
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í desember pakka systrarnar
Vanja, Laila og Barbara við føði
navninum Carlsen síni kuffert og
flyta saman við familjum sínum
til USA.
– Barbara hevur fingið farloyvi
í eitt ár. Vit hava egið virki, sum
vit nú gevast við og Laila og er
sjálvstøðug vinnurekandi og
fær fólk at taka yvir hennara
leiklut í fyritøkuni, sigur Vanja,
um álvaran aftan fyri avgerðina
at sleppa tryggu kørmunum í
Føroyum fyri at fara til USA at
starvast fyri prædikumannin
Rodney Howard-Browne.
– Fyribils hava vit avgjørt at
royna hetta í eitt ár. So mugu
vit taka støðu, hvat hendir aftan
á tað – um vit ætla okkum at
leingja sáttmálan, ella um vit
heldur vilja heim til Føroyar
aftur.
Stór krossferð
Sáttmálin snýr seg um luttøku
á eini krossferð hjá Rodney
Howard-Browne og hansara
Revival Ministries.
– Ætlanin er at vitja ein stat um
mánaðin og tveir býir í hvørjum
stati, har vit fara at halda stór
møtir, sigur Vanja
Hon veit ikki heilt víst
hvussu nógv fólk koma hvørt
kvøld, men veit at siga frá, at
á seinastu krossferðini hjá The
Revival Ministries í U.S.A. var
eitt av møtunum í einum full
settum Madison Square Garden
í New York. Henda høll hevur
innandura metið fyri flest
áskoðarar, og tekur yvir 90.000
fólk. So talan verður um sera stór
møtir.
Líkasum Hans Fróði, maður
Lailu, kemur maður Vanju, Aron
og bæði børnini koma eisini við
til USA.
– Tey fara at ferðast við okkum
hetta árið. Tey eru 7 og 9 ár nú,
so vit fara at hava heimaskúla
við teimum. Vit fáa frálærutilfar
við úr Føroyum, so tað skal nokk
ganga. Har yviri er heimaskúli
rættiliga vanligur. Nógv fara
ikki í skúla, fyrr enn tey skulu
í College, tí tað er so mikið av
kriminaliteti í almennu skúlun
um, sigur Vanja.
Ferðaðust kring
USA í summar
Í summar hava Vanja, Barbara
og Laila verið sjey vikur í USA.
Har hava tær sungið til møtir hjá
Rodney Howard-Browne m.a. í
høvuðssætinum hjá The Revival
Ministries, The River Ministry
í Tampa Bay í Florida. Men tær
hava eisini ferðast kring USA við
prædikumanninum. Tær vitjaðu
fleiri ymiskar samkomur, millum
annað samkomuna, ið hjúnini
Mike og Becky Hammond hava
í Minneapolis. Hetta er ein sam
koma við 10.000 limum, og við
einum samkomuhøli við 3.500
sitipláss.
– Har var so gott skil á øllum,
allir lovsangararnir vóru í sama
búna, útgerðin var øll í topp, og
tú fekst akkurát tað, sum tú bað
um, sigur Vanja.
Ein av upplivingum, ið taldist
millum tær størru var, tá tey
vitjaðu í San Diego, Kalifornia.
Hetta var ikki ein stór samkoma,
men prædikumaðurin var pro
fessari í biokemi, og hann og
familja hansara tóku væl ímóti
føroysku gestunum. Tey gjørdust
somikið væl, at synirnir hjá
honum í hesum døgum vitja í
Føroyum.
Varpaðar um allan heim
Tá tær saman við Rodney
Howard-Browne vitjaðu eina
samkomu í Dallas, nýtti Howard-
Browne høvið at vísa føroysku
songkvinnurnar fram fyri øllum
heiminum. Hann bar so í bandi,
at tær komu við í sending á Day
Star sjónvarpsrásini, ið er næst
størsta kristna rásin í heiminum,
og sum sendur um allan heim.
– Tað var øgiliga flott at koma
inn í hetta studioið, har sum so
kend fólk sum Benny Hinn og
onnur hava verið áðrenn okkum.
Tey prátaðu við okkum, og so
hevði Rodney skipað fyri, at vit
eisini sluppu at syngja ein sang,
greiður Vanja frá.
Sendingin varð send um allan
heim tríggjar ferðir, og kvøldið
eftir varð møtið úr samkomuni,
ið tær vitjaðu í Dallas somuleiðis
sent á Day Star, og sangurin hjá
Vanju, Lailu og Barbaru varð enn
einaferð varpaður um allan heim.
Umboða Føroyar
– Vit eru eitt slag av umboðsfólki
fyri Føroyar. T.d. vístu vit á ein
um korti, hvar Føroyar var, tá vit
vóru á Day Star. Eingin sum vit
hittu, kendi nakað til Føroyar, so
vit brúktu nógva tíð til at siga
fólki frá um okkara land, sigur
Vanja.
Rodney Howard-Browne
plagdi eisini á øllum møtunum,
ið tær sungu á at siga frá um
Føroyar.
Hava lært at geva og fáa í USA
- Vit hava lært nógv
um tað at geva og fáa á
ferðini í USA. Vit vóru
nokkso skeptiskar, tá
vit fóru har yvir, man
hevur hoyrt nógv um,
at hesi fólkini bara
skovla pening inn
Men okkara áskoðan
er fullkomiliga
broytt, tí vit hava
sæð eina heilt aðra
síðu, sigur Vanja, ið
saman við systrinum
Lailu og Barbaru
við familju flytur til
USA at starvast sum
songkvinna hjá The
Revival Ministries.
Laila, Barbara og Vanja fara í
eitt ár at ferðast kring USA, og
fara syngja fyri nógvum túsund
fólkum hvørt kvøld
Mynd: Finnur Justinussen