Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 15. september 2006 17 vikuskifti 17 Ein maður, ið júst hevði hoyrt tær syngja ein sang á føroyskum, kom til tær aftan á eina framførslu, og greiddi teimum frá hvussu gott, tað var at hoyra tær syngja á sponskum, greiðir Vanja frá, ið heldur, at tað er ótrúligt so lítið nógvir amerikanarar vita um umheimin. – Ein annar maður spurdi okk­ um, um vit so tosaðu evropeiskt, tá hann hoyrdi hvar Føroyar lá. Men einaferð hitti Barbara eini gentu, sum segði, at hon kendi Føroyar, Barbara gjørdist eitt sindur bilsin, inntil gentan spurdi, um vit tosaðu svenskt ella norskt í Føroyum, sigur Vanja. Ómetaliga væl móttiknar – Eg havi ikki orð fyri, hvussu væl vit vórðu móttiknar av Rod­ ney og hinum í The Revival Ministries. Vit vórðu ongantíð sleptar upp á fjall, og alla staðni varð tikið so væl ímóti okkum. Tá vit komu yvir til USA, kendu vit næstan ikki hesi fólkini. Vit høvdu bert tosað við tey eina­ ferð, men vit vóru so positivt yvir­­raskaðar av móttøkuni, sigur Vanja. Eitt nú hevði Howard-Browne skipað fyri, at tær sluppu at vitja Disneyland í tríggjar dagar. – Man møtir nógvum fólki, tá man fylgist við Rodney. Vit hittu m.a. Big John Hall úr Blackwood Brothers, sum var komin at lut­ taka á einum møti í Texas. Laila sat við síðuna av honum og fann ikki útav fyrr enn aftaná eina løtu, hvør hesin maðurin var. So tit kunnu ímynda tykkum, at tað var stuttligt at ringja heim og greiða babba frá hesum. Hann er av størstu Blackwood Brothers fjepparum, sigur Vanja flennandi. Tónleikurin væl dámdur Systrarnar sungu á møtum nærum hvørt kvøld, og teirra tónleikur varð væl móttikin. – Vit fingu fleiri ferðir at vita, at vit ikki skuldu sleppa okkara máta at syngja uppá, at vit ikki skuldu blíva amerikaniseraðar, sigur Vanja. Í USA er R’n’B dominerandi á kristna tónleikapallinum, Vanja heldur, at hetta kann vera orsøkin til, at fólk gleddist um at hoyra okkurt, sum var annarleiðis. – Vit sungu nógv gamalt, sum í Føroyum verður bólkað sum keðiligt, men har var tað spennandi, tí eingin annar ger tað, sum vit gera, sigur hon. Tær sungu mest á enskum, men av og á vildu fólk hoyra føroyska málið, so sungu tær onkran sang á føroyskum. Hendingarík møtir – Eg eri glað um at hava hitt tey fólkini, sum vit sluppu at ferðast við. Boðskapurin, sum tey bera fram, er einfaldur, men hevur nógv kjøt á. Í USA fer fólk á møti og væntar, at tað fer at henda okkurt viðkomandi fyri teirra lív á møtinum, og tey síggja ting henda, eisini tí tey vænta, at okkurt fer at henda, sigur Vanja. Lært at geva og at fáa – Vit hava lært nógv um tað at geva og fáa á ferðini í USA. Vit vóru nokkso skeptiskar, tá vit fóru har yvir, man hevur hoyrt nógv um, at hesi fólkini bara skovla pening inn. Men okkara áskoðan er fullkomiliga broytt, tí vit hava sæð eina heilt aðra síðu, greiðir Vanja frá. – Hesi fólkini liva eftir tí, sum Bíblian lærir okkum, “Gev og tú skalt fáa!”. Vit hava sæð so nógv dømi um fólk, sum geva so nógv, men sum eisini fáa tað aftur. Rodney hevði t.d. ein dreym um, at kunna geva øllum børnunum hjá pastorunum ókeypis skúla­ gongd, og gjørdi tí ein bíbliu­ skúla, har tey kundu ganga. Nú tá børnini hjá Rodney eru vorðin vaksin, hevur universitetið boðað honum frá, at hansara børn sleppa at ganga har ókeypis, sigur Vanja og heldur fram: – Tey praktisera tað at geva, meðan vit altíð vilja spara upp. Eitt nú geva tey tíggjund í samkomunum. Ofta siga vit, at vit geva heldur til okkurt annað endamál. Men hetta er eitt sindur løgið, tí tú fært andaligu føðina í hesi samkomuni og tí er natúrligt at lata peningin har. Um tú etur ein døgurða í Pizza 67, fert tú ikki oman á Sjómansheimið at gjalda!, sigur Vanja. Guð gav Rodney eini hús Tá Vanja, Laila og Barbara komu til USA tók Rodney Howard- Browne ímóti teimum í sínum sera stásiligu húsum, The River Mansion. Vanja greiðir frá, at søgan aftan fyri hesi húsini er heilt serlig. Rodney og konan mistu dóttur sína Kelly 18 ára gamla til cystiska fibrosu. Tá svór prædikumaðurin, at hann skuldi fara út í allar tjóðir, og vinna 100.000.000 sálir til Jesus, tí devilin hevði givið dóttur hansara ræðuligu sjúkuna. – Húsini, ið familjan búði í, mintu tey um dóttrina og tað kendist tí ov svárt at verða verandi har. Tí fóru tey at leita eftir nýggjum húsum. Tey vistu, at hægsta upphæddin, ið tey kundu brúka upp á eini hús, var ein millión dollarar, greiðir Vanja frá. – Tey funnu eini hús, ið stóðu til sølu í bløðunum fyri $1.008.000. Náttina fyri at farið varð at hyggja at húsunum, droymdi Rodney, at hann var forseti í USA, og at hann búði í Hvítu húsunum, har hann tók ímóti fólki úr øllum tjóðum. Morgunin eftir fóru tey at hyggja at húsunum, ið itu The River Mansion, stytt RM, júst eins og The Revival Minestries og The River Ministry, ið eru samkoman og kirkjan hjá Rodney, ið eisini eitur Morgan til millum navn, aftur RM. Húsini lógu harumframt á Nations Road, nations merkir tjóðir, og Rodney hevði lovað at farið út til allar tjóðir at vinna sálir. Tí visti hann, at hetta var ein tekin frá Guði, greiðir Vanja frá. – Tá tey komu til húsini, vísti tað seg, at talan var um eina prent­villu, og at húsini í veru­leik­ anum kostaðu $1.800.000. Hetta var meira enn Rodney metti seg hava ráð til, og ætlaði tí fara avstað aftur, tá sølu­mað­urin segði við hann, at hann hevði eina kenslu av, at Rodney átti at eiga hesi húsini og bjóðaði honum sera lagaligar gjalds­ treytir. Somikið lagaligar, at tey keyptu húsini, sigur Vanja. Rodney Howard-Browne eigur umframt flottu húsini eisini einar fimm luksusbilar, men Vanja greiðir frá, at hesir eru allir gávur frá fólki til hansara. Gav 100.000 dollarar til aðra samkomu – Guð er so góður, um man tímir at vera líðin, sigur Vanja og vísir á, at tú skalt geva, tá Guð sigur tað. – Rodney Howard-Browne gevur so ótrúliga nógv. Tað eina kvøldið á eini av krossferðunum gav hann t.d. allan innsavnaða peningin til prædikumannin Reinhard Bonckhe, ið var kom­in illa fyri fíggjarliga av eini kross­ ferð. Honum tørvaði 100.000 dollarar. Hann var komin á møti hjá Revival Ministries. Sjálvt um Revival Ministries ikki var so fíggjarliga væl fyri tá, so kendi Rodney Howard-Browne undir prædiku síni, at hann átti at latið innsavnaða peningin til Reinhard Bonckhe Ministries, og læt tí bússuna ganga runt fyri teimum. Hetta kvøldið komu júst 100.000 dollarar inn, ið var nóg mikið til at bjarga Reinhard Bonckhe Ministries, sigur Vanja. Hon sigur, at Rodney Howard- Browne fullkomiliga hevur broytt teirra fordómar. Nú tær hava sæð hvussu tey praktisera boðini frá Bíbliuni. – Barbara hevur longu upplivað eitt undur. Hon hevði ætlað at keypt sær ein iPod sum hon ikki hevði ráð til, men á møtinum gav ➘ Rodney Howard-Browne og konan Adonica tóku sera væl ímóti teimum trimum føroysku songkvinnunum, og virðingin hjá teimum fyri kenda prædikumanninum er sera stór