Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 15. september 2006 18 vikuskifti hon tann peningin, ið hon hevði, ið ikki var sera nógvur, í offurbússuna, men hon gav tað, sum hon kundi. 2 tímar eftir hetta gav Rodney okkum hvør sín iPod. Hetta er tað, sum hendir, tá man livir eftir lyftunum frá Guði, sigur Vanja. Tað kostar nógv at reka eina samkomu Vit spyrja hana, um tað ikki kennist galið, at Rodney Howard- Browne hevur fimm luksus bilar og eini hús, ið kosta yvir kr. 10 milliónir, hví hann ikki selur bilarnar og gevur fátæku børnunum í USA mat. – Hann hevur givið nógvar bilar og hevur fleiri vælgerandi felagsskapir, ið hjálpa børnum í neyð, og trúgv mær, hann fer eisini at geva teir bilarnir burtur sum hann eigur nú. Sjáldan havi eg upplivað nakað menniskja, ið hevur givið so nógv sum Rodney Howard-Browne. Um vit øll høvdu givið líka nógv til menniskju í neyð sum hann ger, hevði standurin í verðini verið munandi betri enn í dag. Hann gevur nógv og Gud vælsignar glaðan gevara. So har hava vit nógv at læra. Tað at reka eina samkomu krevur pening, t.d. kostar tað umleið 6.000.000 dollarar bara at koyra eina krossferð í einum stati, svarar hon og heldur fram: – Rodney Howard-Browne er ikki bert prædikumaður, hann er eisini vinnulívsmaður, og hann brúkar nógv av sínum inntøkum til raksturin av samkomuni. Tað krevst peningur, tá tú t.d. skalt gera sjónvarp og tílíkt. – Vit mugu ikki gloyma hvat tað veruliga endamálið er í øllum hesum – at ferðast út til allar Natiónir og vinna sálir áðrenn Jesus kemur aftur. Tí er neyðugt at hava kapital at arbeiða við, so man kann náa so langt út sum gjørligt, sigur Vanja. Barbara við iPodinum, ið hon hevði ynskt sær og sum Rodney Howard- Browne gav henni – Vit mugu ikki gloyma hvat tað veruliga endamálið er í øllum hesum – at ferðast út til allar Natiónir og vinna sálir áðrenn Jesus kemur aftur, sigur Vanja nú tær tríggjar far til USA við familjum sínum Mynd: Finnur Justinussen Rodney Howard-Browne vildi tryggja sær, at Vanja, Laila og Barbara eisini høvdu tað stuttligt á ferðini, og skipaði tí fyri, at tær í tríggjar dagar sluppu at vitja Disney World í Florida Joshua sonur prædikumannin, ið tær vitjaðu í San Diego í Kalifornia, átti nógv skotvápn, hesi sluppu systrarnar at royna saman við Joshua uppi í fjøllunum Laila og Barbara standa uttan fyri hotellið í Tampa Bay og eta frukt til morgunmat, meðan tær bíða eftir, at ein bilur kemur eftir teimum