fríggjadagur 15. september 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 15. september 2006
19
Ummæli
Kim Simonsen
Tann sterki FBI agenturin
Neville Flynn (Samuel L.
Jackson) veit, at Sean flíggjar
undan Kim og bandanum hjá
honum. Hann roynir at hjálpa
honum at koma frá Hawaii við
at senda eitt privatflogfar avstað,
ið skal lokka Kim og bandan
at halda at Sean er við umborð,
men brotsmennirnir fáa at vita,
at hetta er ein fella. Sean fer
ístaðin umborð á eitt vanligt
charterflogfar til Los Angeles,
men hetta fær Eddie Kim at vita,
so er fanin leysur.
Kim og teir blaka fleiri
hundrað eiturormar umborð á
flogfarið. Hetta eru sera óðir
ormar, ið er serliga østir.
Umborð fara ormarnir millum
skins og hold of gera stóran
skaða umborð. Við eitt fáa
ferðafólkini úr at gera við at
yvirliva
Ormar og vandi
Tað var ov vandamikið at
gera filmin við veruligum
eiturormum, so her brúktu tey
ístaðin ófarligar ormar, ið royna
at líkjast veruligu giftormunum.
T.d. líkist Mjólkaormurin frá
Brasilia Koralorminum, ið eru
sera vandamikil fyri menniskju.
Bert djóralæknar duga at síggja
mun á hesum.
Samuel J. Jackson er óførur
leikari, hann kenna vit frá
filmum sum Pulp Fiction, ið gav
honum eina oscarnominering
í 1994. Hann var eisini við í
filminum hjá Spike Lee Jungle
Fever frá 1991. Hann hevur
seinni verið við í yvir 80 filmum,
so sum Star Wars, Kill Bill II,
Jackie Brown, Die Hard, True
Romance, Godfellas og øðrum.
Hetta er ein vælgjørdur
filmur. Ein løgin søga, onkuntið
spennandi, men so er alt sakt
eisini. Hetta er kanska hin besti
filmurin sum er gjørdur um
ormar umborð á einum flogfari,
men so er ikki meiri at koma
aftir.
✸✸✸✸✸✸
Samuel L. Jackson herjar aftur:
Ormar
umborð
Snakes on a Plane
Leikandi
Samuel L. Jackson:
Neville Flynn
Nathan Phillips:
Sean Jones
Julianna Margulies:
Claire Miller
Byron Lawson:
Eddie Kim
Leikstjóri:
David R. Ellis
Frumframsýndur í Havnar Bio
1. september
Loyvdur yvir 15 ár
Longd 1 tíma og 45 minuttir
Sean (Nathan Phillips) koyrir motorsúkklu á Hawaii, tá
hann sær eitt morð verða framt á ein kendan advokat.
Tað er gangstarin Eddie Kim (Byron Lawson), ið fermur
hetta dráp. Hann er kendur fyri at selja drøgg, stendur
fyri barnaprostutión og smuglar vápn. Hann er ríkur og
ein barónur innan brotsmannaheimin. Sean kann støðga
hesum Kim, men brotsmaðurin veit, at Sean sá hetta og vil
ger alt fyri at støðga Sean
Ummæli
Kim Simonsen
Jack Mosley (Bruce Willis) er
ein løgreglumaður í New York.
Hann er ein rotin finna í einum
kavrotnum samfelagið. Sum allir
góðir løgreglumenn, so er hann
sjálvandi sera illa nøgdur við
tilveruna og hann drekkur tí sum
ein svampur.
Jack er ein av hesum deiliga
klisjefyltu løgreglumonnunum,
ið einki lív hava og halda, at alt
er líkamikið. Hann hevur sum
allir hinir eitt ringt forhold til
allan heimin, serliga til stjóran
og familjan er sum oftast langt
síðani horvin.
Hetta er góði gamli film-noir
klassikarin um hin fordrukna
og dekadenta løgreglumannin
í stórbýarfrumskóginum, ið tó
hevur eitt hjarta tá á stendur.
16 blocks
Jack hevur timburmenn, men
hendan dagin tá skal hann flyta
brotsmannin Eddie Buncker
(Mos Def) til Rættin, har hann
skal dømast. Teinurin er bert
”16 blocks”, men her byrjar ein
øgilig jagstran, tí onkur vil ikki
hava at Jack og hesin Buncker
koma fram. Jack megnar at
bjarga Eddie frá at verða
avrættaður mitt á gøtuni. Men vit
eitt koma fleiri løgreglufólk, men
hesi eri ikki sum tey eiga at vera,
tí tey eru undir leiðslu av Frank
Nugent (David Morse) og hann
vil gera av við Eddie.
Søgan er sum so greið og tað
ger einki. Bruce Willis dugir at
geva okkum vøruna og filmurin
spælir við alt gamaltkent góðs.
Tað hendir ofta ikki so nógv
við hesi filmgenruni, bert gerðast
special effects flottari. Seinastu
árini hava hesir actionleikstjórar
roynt at givið genruni eitt vet
av humor, so sum í 1980inum
og í 1990inum við Bruce Willis,
meðan Pierce Brosnan í James
Bond virkaði bert meiri og
meiri idiotiskur. Filmar sum Die
Hard hava gjørt actionfilmin
meiri skemtingarsaman
og undirhaldandi, meðan
kitsjfaktorurin er í topp hjá
Steven Segal og Jean Claude Van
Damme, ið er fyri fólk sum ikki
duga at skriva sítt egna navn.
Actionfilmurin hevur
stolið frá kung fu filminum,
westernfilminum og filmsøguni,
serliga frá film-noir, sum heild,
men enn er úrslitið ofta líka so
keðiligt og snævurt sum søgurnar
eru pappírtunnar. .
Haldi at Bruce Willis er bara
fínur sum Jack Mosley. Willis
er bara for kool, líkamikið hvat
hann ger, hann hevur verið við
í filmum sum ”Pulp Fiction”,
”Twelve Monkeys”, ”The Sixth
Sense” og í allari ”Die Hard”
triologiini. Hann var við í ”Sin
City” , ”Unbreakable”, ”Last
Man Standing”, ”Nobody’s Fool”,
”The Story of Us”, ”The Fifth
Element”, ”The Whole Nine
Yards” og sera nógvum øðrum.
Her er alt sum ein vanligur
mainstream actionfilmur skal
hava, eitt øgiligt tempo og
nógvur spenningur. Her er tó eitt
sindur ov nógv meiningsleyst
prát. Filmurin er sum hann er og
vil einki annað enn at undirhalda.
Hetta er av og á action av tí betra
slaginum, men sum heild er ikki
nógv nýtt í hesum filminum.
✸✸✸✸✸✸
16 Blocks
– Bruce Willis í essinum
SAMUEL L. JACKSON
SAMUEL L. JACKSON
SIT BACK. RELAX.
ENJOY THE FRIGHT
WWW.SNAKESONAPLANE.1GO.DK
www.sf-film.dk
16 Blocks
Leikstjóri Richard Donner.
Leikandi: BRUCE WILLIS, MOS DEF,
DAVID MORSE
105 MIN.
Sýndur í Havnar Bio
frá 15. september
Aldursmark 11 ár.