fríggjadagur 15. september 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 15. september 2006
20 vikuskifti
Eftir Hanus Kamban
Tann, sum ætlar sær at koyra
eftir teimum týsku motor
vegunum, veri við hesum
ávaraður. Víst ber tað til, men
tað kann vera fløkjaligt og
møtimikið. Summastaðni koma
frákoyringarnar tætt í tætt sum
hin vangagrái, tá ið væl flýgur,
aðrastaðni eru heil tyssir av
høvuðsvegum, sum umskarast.
Her kemur tað nýggja GPS-
tólið væl við, henda alvitandi,
fylgisveinastýrda røddin, sum
heldur skil á frákoyringum,
síðuvegum og rundkoyringum,
sum uttan himpr kemur tær til
hjálpar, tá ringast er statt, og
fylgir tær á títt mál. Áhaldin
er hon, tað skal hon eiga, og
ongantíð missir hon tolið við
einum. Bara tá ið vegarbeiði er
ella onkur onnur forðing, og ein
situr innilæstur í steikjandi hita
mitt í einum bilhala, sum tykist
røkka um alt Europa, noyðist
eisini GPS-tólið at leggja kongin.
Vit koma av europaferð. Tað
sædda livir enn við sítt fríska
lív í minninum. Pakkhúsini í
Antwerpen, tað velduga havna
umráðið, likkurnar gólandi yvir tí
breiðu Schelde-ánni, dómkirkjan
við Grote Markt, við fýra lýsandi
meistaraverkum eftir Rubens,
sum siga frá Jesu krossfesting
og uppreisn. Prentsmiðjan hjá
Plantin og Moretus, ein tann
størsta í Europa seinast í 16.
øld, sum er varðveitt, og har
tú kanst síggja øll umførini
í prentgongdini, umframt
matrisur, stavir, rættlesarahølir
og prentlutir, teirra millum
sjáldsamar útgávur av Halgubók
og av verkum eftir Augustin.
Og, ikki minst, tann stórfingna
Caspar David Friedrich-fram
sýningin í Essen, har teir bestu
málningarnir føra áskoðaran
aftur til romantiska tíð, tá berg,
trø og gjáir bóru gandakápu og
tóktust venda sær til menniskjað
við tigandi, men myndugari
talu. Ofta venda fólk á hansara
málningum áskoðaranum bakið,
sum bíða tey spent eftir, at
okkurt tjald verður drigið frá.
Men náttúrunnar loyndarmál
verður verandi dult.
Ein gamal hansabýur
Um níggjutíðina á kvøldi
sneiða vit av motorvegnum og
halda leiðina inn í tann gamla
hansabýin Bremen, hvørs
erkibiskupur (sum eisini hevði
sæti í Hamburg) til 1104 hevði
ræði yvir øllum biskupssetrum
í Norðurlondum. Vit koyra inn
í býin, sneiða inn á ein trongan
síðuveg og steðga, vandaliga
vegleidd av okkara holla
fikku-tólmenni, uttan fyri eini
hús í trimum hæddum, við
trappu niðan móti úthurðini
og rimaverki og portri úr jarni
niðast.
Kvinnan, sum nakað seinni
letur hurðina upp og tekur ímóti
okkum, er um tey seksti. Hon
hoyrir 21. øld til, eingin ivi um
tað, og kortini eru yvir henni ein
tign, ró og elegansa, sum tykjast
sprottin úr eldri jørðildi, og
gjøgnum hugan strúka gloymd
nøvn, við patina av fortíðar
mentaðu keipum og medferð.
Ellen Key, Rahel Varnhagen, Lou
Andreas-Salomé.
Vit verða boðin inn í eini
hús úr 19. øld, við háloftaðum
stovum, antikkum innbúgvi, og
høgum bókahillum. Stovan er
býtt sundur í eitt høvuðsrúm og
eitt eitt sindur minni arbeiðsrúm
við kúputum vindeyga út ímóti
gøtuni. Í hesum rúminum eru
tvey smærri borð og eitt klaver.
Yvir stovuni sveimar ein andi
av lættleika og frælsi. Á einum
skrivarborði síggi eg m.a bókina
Der neue Conrady, eitt savn
av týskum skaldskapi, og Eros
und Literatur, eitt akademiskt
heiðursrit, við greinum um
ástarskaldskap frá klassiskari tíð
og fram at okkara døgum, ognað
Gert Sauermeister, professara í
týskum bókmentum við lærda
háskúlan í Bremen. Á einum
borði í ganginum liggur tað
nýggjasta nummarið av blaðnum
Die Zeit.
Ulrike Marie Hille
Okkara vertur eitur Ulrike
Marie Hille og er týskur yrkjari.
Hennara fyrsta yrkingasavn,
Möglichkeiten des Wiedersehens
(Møguleikar fyri at síggjast
aftur) kom út í 1984. Eitt av
hennara seinnu søvnum hevur
heitið Überlebensfluglied
(Lívsflogsangur) og kom út
í 2003. Men umframt at vera
skald hevur Ulrike Marie Hille
tey seinastu tjúgu árini havt
ein yrkjaraverkstað, eitt slag av
bókmentaligum skúla, í húsum
sínum í Bremen.
Hille hevur ta grundáskoðan,
at bókmentir eru ikki bara ein
fagurfrøðilig listagrein, men
at tekstir, bæði í bundnum
og óbundnum máli, hava
funktionellan týdning, kunnu
grøða, kunnu skapa linna hjá
menniskjum, sum eru nívd av
kreppu ella strongd. Hennara
virki sum undirvísari er grundað
á tríggjar høvuðssúlur. Hon
leggur seg eftir at læra av
gomlum mentanum og kunna
seg við teirra sagnir, dansir og
kvæðir. Í øðrum lagi leggur hon
seg eftir at flætta dans, rørslu
og stev inn í sína undirvísing,
sambært teirri hugsan, at rørsla
bæði kann rína við skaldskapin
og grøða sálina. Í triðja lagi
brúkar hon í sínum virki innlit
og royndir frá nútíðar sálarfrøði,
kanska serliga frá Jung og
gestalt-sálarfrøðini.
Salongmentanin
Men Ulrike Marie Hille hevur
eisini annað at borðreiða við. Í
húsum sínum í Bremen hevur
hon nevniliga eina ferð um
mánan bókmentaliga salong.
Hon er ein av fleiri kvinnum í
Týsklandi, sum tey seinastu árini
hevur tikið henda gamla mátan
at vekja áhuga fyri bókmentum
uppaftur.
Salongmentanin varð til í
Fraklandi longu í seinnu helvt
av 16. øld. Men ikki fyrr enn
Síðan 1995 hevur týski
yrkjarin Ulrike Marie
Hille hildið bókmentaliga
salong í húsum sínum
í Bremen
Salongfrúgv
Saman við høvundinum umborð á tí lítlu Weser-ferjuni.