Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 15. september 2006 21 vikuskifti 21 trúarkríggini millum protestantar og katolikkar vóru av, og París í fyrru helvt av 17. øld gjørdist politiskur og andaligur miðdepil í Fraklandi, fór salongin rættiliga at blóma. Tað bleiv siður millum fólk úr yvirstættini ella tí hægra borgaraskapinum at hittast, vanliga í tí rúmliga og stásiliga sovikamarinum hjá onkrari fínari frúgv ella í einum slotti, sum var innrættað við fleiri, smáum salum. Í songini sat so vertindan í stásiligum búna, á stólum rundanum sótu gestirnir. Fólk skiftu orð um bókmentir ella lýddu á upplestur ella sjónleik. Dømi um kendar salongfrýr eru Marquise de Rambouillet, Comtesse de la Fayette og Madelaine de Scudéry. Tann franska salongmentanin varð til nakað um somu tíð sum kaffistovurnar breiddu seg í London og menn fóru at geva dagbløð og tíðarrit út. Ivaleyst var henda nýggja mentanin eitt úrslit av, at tann rísandi borgaraskapurin hevði tørv á upplýsing, vitan og orðaskifti, einum almenni. Men fyrst og fremst sigur henda mentan okkum, at kvinnan vildi koma til orðanna. Tað er ikki av tilvild, at Marie de Gournay longu í 1622 gav út bókina L´Egalité des hommes et des femmes (javnaður millum mann og kvinnu). Salongdamurnar vórðu róptar les précieuses (tær forfínaðu), tí tær sóu tað sum sína uppgávu at edla málið, fáa tað at sampakka við hugmyndina av høviskum kærleika og javnaði millum kynini. Molière og Holberg hildu hesar kvinnur fyri gjøldur, men veruleikin er helst, at salongmentanin var við til at menna, mýkja og hækka franskt mentanarmál. Salongmentanin helt sær leingi og fekk skiftandi dám av broyttum tíðum. Í 18. øld varð hon dyrkað í rokoko-umhvørvi, millum veggjatjøld við snyrlandi blómumotivum. Kendar týskar salongfrýr eru, frá tí romantisku tíðini, Caroline Schlegel, sum hevði salong í Jena, og Rahel Varnhagen, sum hevði salong í Berlin. Salongin kom eisini til Norðurlond, og í Danmark eru serliga Friederike Brun og Kamma Rahbek kendar salongfrýr. Til fram ímóti 1900 hevði Madame de Caillavet eina gitna salong í París, har m.a. rithøvundurin Anatole France læt sítt gitna speisemi neistra. Vín og tónleikur Ulrike Marie Hille hevur hildið bókmentaliga salong í Bremen síðan 1995. Salongin er eina ferð um mánan, og tilsamans verða tíggju salongir hildnar um árið. Tiltakið byrjar við klavertónleiki, og innímillum er eisini tónleikur at hoyra. Gestirnir fáa vín, vatn og ein bita, meðan prátið gongur. Vanliga er eitt bókmentaligt verk til umrøðu hvørja ferð. Oftast eru skaldsøgur til umrøðu, men fimta hvørt verkið skal vera eitt yrkingasavn. Úrvalið verður lagt soleiðis til rættis, at verk skiftandi verða vald úr nútíð og klassiskum bókmentum. Allir gestir kunnu sjálvsagt taka orðið, men salongfrúgvin stýrir orðaskiftinum og sær til, at ikki ein persónur tosar alla tíðina, ella at orðaskiftið villir seg burtur í tómt tos. Um eitt tiltak av hesum slag skal lukkast væl, ræður mest um, at atmosferan er løtt og mjúk, og at fólk føla seg vælkomin. Salongdaman skal strála út blíðskap, opinleika og lætt álvarsemi. Ikki verri, um hon megnar at stroya eitt dism av esprit í samrøðuna. Í eini samrøðu við norðurtýskt útvarp upplýsir Hille, at fyrsta verkið, sum varð tikið upp í hennara salong, var bókin Anton Reiser frá seinast í 18. øld, eftir Karl Philipp Moritz, eitt verk, sum bæði er sjálvsævi- og menningarsøga. Aðrir høvundar, sum hava verið umrøddir, eru Thomas Mann, Heinrich von Kleist, Martin Walser og Paul Celan. Sum heild verða týsk verk vald, men hetta er ikki nøkur regla, og eitt nú hevur eisini Virginia Woolf verið frammi á salongini. Eitt norðurlendskt verk, sum serliga hevur hugtikið bæði gestir og salongdamu, er skaldsøgan Livläkens besök (Lívlæknans vitjan) eftir svenska rithøvundin Per Olof Enquist. Hetta er, sum mongum lesara kunnugt, sorgarsøgan (í fiktivari borðreiðing) um tann glógvandi upplýsingarmannin Struense, sum saman við unnustu síni, tí donsku drotningini Carolinu Mathildu, fer til grundar millum smásintar, maktsjúkar danskar myrkursmenn árini 1769-72. Skaldsøgan er, heldur Hille, eitt av heilt fáum dømum um, at ein mannligur høvundur hevur megnað at lýsa eitt kvinnusinni á beinraknan hátt innanífrá. Angistarlandið Um Ulrike Marie Hille er annars at siga, at hon er fødd í Dresden í 1942. Hon var sostatt smágenta, tá ið Teir Sameindu við ræðuligum bumbuálopum sorlaðu tann gamla býin, men hon búði tá nakað uttan fyri miðbýin. Hon vaks upp í Slesvík- Holstein, har pápi hennara var lutherskur prestur. Hille las bókmentir og søgu á tí Lærda Háskúlanum í Göttingen. Í mong ár virkaði hon sum lærari. Hon fekk útbúgving sum “poesi- og biblioterapeutur” á Fritz-Perls-stovninum. Fritz Perl var, kundi eg lagt aftrat, ein undangongumaður í gestalt- sálarfrøðiligari viðgerð. Tey trý yrkingasøvnini hjá Hille tykjast at mynda eina gongd frá stillstøðu, um leitan og fram at umskapan. Tað fyrsta savnið speglar aftur angist, skilnað, longsul og einsamalla norðurtýska natúr. Týðiligast stendur lýsingin av einum barndómi, har strong, luthersk puritanisma saman við eirindaleysari mannligari myndugleikadyrkan køva alt kvinnuligt, lívsgleði, frælsi, kynsliga trá. Í tí næsta savninum síggja vit ørnina fara á flog og spenna sínar veingir: Tak títt angistarland ber tað á veingjum móti ljósinum Dansa við dreygunum í tínum urtagarði svinga runt við teimum í firvaldsklæðum Tú hevur mangar hamir ert drotning flammandi dóttir náttarblómari ikki tegnur í tínum landi meðan veingir tínir loga fevnir teg dagsljósið Tangonosferatu Í tí triðja savninum hjá Hille, sum hevur heitið tangonosferatu, verður umskapanin fullførd. Heitið sipar bæði til tann gitna argentinska dansin og til filmin Nosferatu, sum týski leikstjórin F.W. Murnau gjørdi í 1922, við skaldsøguni Dracula eftir Bram Stoker sum fyrimynd. Vampýrurin eitur her Orlok greivi, og hansara hagi er nettupp býurin Bremen. Men tá ið blóðsúgvarin fer at dansa tango, hómast aftur grønar nálir. Tað hjálpir ikki at flýggja undan ósigrum, vónbrotum og skilnaði, ein noyðist at ogna sær mótburðin á lekjandi hátt. Í tí seinastu yrkingini í savninum verjir Hille áttaogtrýss-ættarliðið, sum hon sjálv er barn av: Eingin tíð er burturspilt so leingi roðin dagar yvir tøkunum og vit tevja dagin órólig sum djór tíðliga á morni Vit gistu hjá Ulrike Marie Hille í tveir dagar. Á fotomyndum í stovukrókinum, har okkara ból er reitt, síggja við skaldið í ymiskum umhvørvum og samanhangum, saman við einum marokkanskum sufisti í Svøríki, saman við fransiskanaranunnum í Schwarzwald, saman við kapucinaramunkum í Salzburg og saman við einum shamani í Cornwall. Ein fyrrapart í sólskini hildu vit leiðina móti Lübeck, har Buddenbrook-húsið og Günter Grass-savnið, við høvundsins merkisverdu grotesku tekningum og kynstrugt myndaðu, yndisligu tango-figurum, bíðaðu. Áðrenn vit fóru, spákaðu vit oman at ánni Weser og fóru við ferjuni, sum hevur siglt her í 300 ár, yvir á eina oyggj í ánni. Eg læt meg úr og svam eina løtu móti tí flógva, harða áarstreyminum. Uppafturkomin helt eg meg, í roðanum á luftini, hóma farran av Terpsichore, dansins songdís. Hvør veit, kanska fer ein av hennara døtrum onkuntíð at lata eina bókmentaliga salong upp her í Føroyum. Vit atlantsku bókmentaligu dansarar munnu trongja til ein tango. Ella kanska báðar tveir. í Bremen Ulrike Marie Hille Myndin er tikin í Riga í 2005.