týsdagur 9. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Løgmaður ætlar at fáa
broytt heimastýris-
lógina áðrenn fólka-
atkvøðuna í apríl.
Men hetta krevur
fyrst samráðingar og
síðani viðgerð og
samtykt á Løgtingi og
Fólkatingi. Kortini
hevur løgmaður
góðar vónir
FÓLKAATKVØÐAN
John Johannessen
Enn eru landsstýrið og
danska stjórnin ongan veg
komin í samráðingunum
um at broyta heimastýris-
lógina, so tað verður lættari
at taka yvir málsøki.
Danski forsætisráðharrin
hevur enn ikki svarað løg-
manni, um hann fer at taka
undir við ætlanunum um at
skipa rættarliga sambandið
millum Føroya og Dan-
markar av nýggjum, so at
øll málsøki uttan ríkismál
koma á føroyskar hendur
samsvarandi einum tíðar-
givnum leisti. Men løg-
maður vísir tó á, at danski
forsætisráðharrin
heldur
ikki hevur svarað, at hann
ikki tekur undir við ætlan-
ini.
Løgmaður og danski for-
sætisráðharrin hava avtal-
að, at samráðingarnar um at
broyta heimastýrislógina
skulu fara fram á embætis-
mannastigið, og løgmaður
hevur alment boðað frá, at
samráðingarnar skulu vera
lidnar í hesum mánaðinum.
Men tað ber ikki til hjá fjøl-
miðlunum at fáa at vita, um
nakar fundur hevur verið og
um nakað er komið burtur-
úr. Tá fjølmiðlarnir biðja
um innlit í gongdina í mál-
inum eru boðini úr Tinga-
nesi greið: »Útflýggjan av
nevnda tilfari kann skaða
samskiftið millum partar-
nar í sambandi við til-
gongdina um framtíðar rík-
isrættarligu støðu Føroya.«
Skal fyri tingið
Men skal tað eydnast at
broyta heimastýrislógina
áðrenn
fólkaatkvøðuna,
sum helst verður flaggdag-
in, 25. apríl, má ferð koma
á samráðingarnar. Tí tað er
nevniliga ikki nóg mikið, at
føroysk og donsk embætis-
fólk semjast um, hvussu
heimastýrislógin
kann
verða broytt. Skal heima-
stýrislógin broytast, má
uppskot um hetta leggjast
fyri bæði Fólkatingið og
Løgtingið at taka støðu til.
Hetta ásannar løgmaður.
Hann vísir á, at júst hetta er
orsøkin til, at hann ætlar, at
samráðingarnar við danir
skulu vera lidnar í hesum
mánaðinum.
– Útgangsstøðið fyri, at
vit kunnu fáa allar hinar
prosessirnar í ætlanini av-
kláraðar við rímiligum tíð-
arfreistum er, at vit fáa
avklárað viðurskiftini við
heimastýrislógini í hesum
mánaðinum. Tað er eisini
hetta, eg í brævi havi boðað
Poul Nyrup Rasmussen frá,
sigur Anfinn Kallsberg,
løgmaður.
– Men fyri at Fólkatingið
og Løgtingið skulu kunna
samtykkja at broyta heima-
stýrislógina, er neyðugt at
danska stjórin og lands-
stýrið frammanundan eru
samd um, hvussu broyting-
in skal vera. Og tað er hesa
semjuna, vit skulu finna
hendan mánaðin, ger An-
finn Kallsberg greitt.
Hetta vil siga, at føroysku
og donsku embætisfólkini
innan hesin mánaðin eru
farin skulu gera eitt útkast
til, hvussu heimastýrislógin
skal broytast. Hetta skal
síðani gerast um til lógar-
tekst, og verður tað síðani
lagt fyri Løgtingið og
Fólkatingið.
Viðgerðin tekur tíð
Bæði Løgtingið og Fólka-
tingið hava sínar tingskip-
anir at ganga eftir. Hesar
áseta millum annað manna-
gongdina fyri viðgerðini av
lógaruppskotum, og hvussu
drúgv tíð í minsta lagi skal
ganga frá tí degi, at eitt
uppskot verður lagt fram,
til tað kann samtykkjast.
Tingskipanin hjá Løg-
tinginum sigur, at upp-
skotið skal latast formans-
skapinum tríggjar dagar
áðrenn tað verður lagt
fram. Tá tað er lagt fram,
skulu ganga tríggir dagar til
tað kann koma til fyrstu
viðgerð.
Síðani
fer
uppskotið í nevnd, har álit
verður skrivað, og hetta
kann taka drúgva tíð. Tá so
nevndarálitið umsíðir er
skrivað, skulu ganga tveir
dagar til uppskotið kann
samtykkjast ella fellast við
aðru viðgerð. Vanligt er, at
hendan gongdin vanliga
tekur ein mánað.
Afturat hesum kemur, at
bæði Fólkatingið og Løg-
tingið hava nógv onnur
mál, ið skulu viðgerðast. Tí
má uppskotið um at broyta
heimastýrislógina kroystast
inn í tíðarætlanirnar hjá
bæði Fólkatinginum og
Løgtinginum,
skal
tað
eydnast at fáa heimastýris-
lógina
broytta
áðrenn
fólkaatkvøðuna.
Men løgmaður stúrir
ikki.
– Vit skulu nokk fáa upp-
skotið fyri tingið, og um
danski forsætisráðharrin er
sinnaður at fáa heimastýris-
lógina broytta, ivist eg onga
løtu í, at hann eisini fær
uppskotið fyri Fólkatingið í
góðari tíð, sigur Anfinn
Kallsberg.
Stutt valstríð
Klára Anfinn Kallsberg og
Poul Nyrup Rasmussen at
leggja uppskot fyri ávika-
vist Løgtingið og Fólka-
tingið um at broyta heima-
stýrislógina innan alt ov
nógvir dagar eru farnir av
februar mánaði, kann hugs-
ast, at broytingin verður
samtykt einaferð tíðliga í
mars.
Landsstýrið hevur boðað
frá, at fólkaatkvøðan skal
vera í apríl, og flaggdagurin
hevur verið nevndur sum
dagurin, tá krossurin skal
setast fyri ella ímóti koyri-
ætlanini hjá landsstýrinum
fram ímóti fullveldinum.
Tískil kann staðfestast, at
valstríðið undan fólkaat-
kvøðuni í mesta lagi kann
vara ein góðan mánað. Tí
einki ítøkiligt er at taka
støðu til, fyrr enn tað er
greitt, um heimastýrislógin
verður broytt ella ei.
Knøpp
tíðarætlan
til fólka-
atkvøðuna
Løgmaður hevur góðar vónir, um at tað fer at eydnast at broyta heimastýrislógina áðrenn
fólkaatkvøðuna, hóast hetta krevur viðgerð og samtykt á bæði Fólkatingi og Løgtingi
Nr. 5 - 9. januar 2001
5
4
Nr. 5 - 9. januar 2001
Steinbjørn Jacobsen
er triðji borgarstjórin
í Klaksvík seinastu 20
árini
KLAKSVÍK
Eyðun Klakstein
Nývaldi borgarstjórin í
Klaksvík er nú farin til
arbeiðis í býráðsumsiting-
ini.
Steinbjørn
Jacobsen
loysir Jógvan við Keldu av,
og næstu fýra árini skal
Steinbjørn verða leiðarin í
einum
býráðsmeiriluta
millum Tjóðveldisflokkin,
Javnaðarflokkin og Sjálv-
stýrisflokkin.
Steinbjørn Jacobsen er
bara triðji borgarstjórin í
Klaksvík síðani 1980. Av
seinastu 20 árunum hevur
Jógvan við Keldu verið
borgarstjóri í 16 ár. Einasta
skeiðið, hann ikki var borg-
arstjóri, var frá 1988 til
1992, tá Óli Heinesen røkti
starvið.
Steinbjørn Jacobsen hev-
ur síðani 1998 verið vara-
borgarstjóri í Klaksvík, og
hevur tí áður loyst Jógvan
við Keldu av styttri skeið.
Fyrstu tíðina æltar nýggir
borgarstjórin at seta seg inn
í tey mongu málini í
kommununi, men hann ætl-
ar eisini at seta gongd á
mál, sum nýggi meirilutin
ætlar sær at gera nakað við.
Læknaviðurskiftini í
Eiðis læknadømi
skulu betrast, og tí
skal ein kommunu-
lækni afturat setast í
læknadøminum
KOMMUNULÆKNAR
Eyðun Klakstein
Almanna- og Heilsumála-
stýrið fer nú at søkja eftir
einum kommunulækna aft-
urat til Eiðis læknadømi,
har bara ein kommunu-
lækni er.
– Tað hevur ferð eftir ferð
verið víst á, at arbeiðsbyrð-
in hjá einsamalla komm-
unulæknanum er alt ov stór,
tí økið er stórt. Tí fara vit
nú at søkja eftir einum
kommunulækna afturat til
Eiðis læknadømi, sigur
Helena Dam á Neystabø,
sum er landsstýrismaður
við almanna- og heilsumál-
um.
Eiðis læknadømi umfatar
Eiðis, Hósvíkar, Haldórs-
víkar, Sunda, Funnings og
Gjáar kommunur
Magnus fær
starvsfelaga
Landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum
heitti á Kommunulækna-
ráðið um at viðgera málið,
og ráðið kom til somu nið-
urstøðu sum landsstýris-
maðurin. Ein kommunu-
lækni eigur at verða settur
afturat í læknadøminum.
Magnus á Stongum hevur
nógvu seinnu árini røkt
starvið sum kommunu-
lækni í Eiðis læknadømi,
og hann kann nú gleða seg
til at fáa ein starvsfelaga.
– Vit søkja beinanvegin
eftir
einum
kommunu-
lækna, og vit vóna, at hann
kann verða settur í mars
ella apríl mánaði, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Menna
heilsutænastuna
Sambært nýggju komm-
unulæknalógini
skulu
kommunurnar syrgja fyri,
at viðtaluhøli eru til komm-
unulæknarnar, og í so máta
eru viðurskiftini í Eiðis
læknadømi í lagi.
Bæði á Eiði og á Oyra-
bakka eru viðtaluhøli, og
teir báðir kommunulækn-
arnir skulu framyvir ar-
beiða á báðum støðunum
eftir eini fastlagdari skipan.
– Tað er avgerandi, at vit
menna ta beinleiðis og
primeru heilsutænastuna
kring landið, serstakliga í
samband við at miðað verð-
ur eftir at byggja upp økis-
tænastur innan til dømis
sálarfrøði og aðra ráðgev-
ing og viðgerð.
Eisini í Havn
Fleiri av læknadømunum
kring landið kundu hugsa
sær fleiri kommunulæknar.
Eitt av økinum er miðstað-
arøkið, har átta kommunu-
læknar eru.
Helena Dam á Neystabø
sigur, at so skjótt sum við-
taluhøli eru tøk til tann 9.
kommunulæknan í Suður-
streymoy, ætlar Almanna-
og
Heilsumálastýrið
at
virka fyri, at ein kommunu-
lækni afturat verður settur í
hesum læknadømi.
Steinbjørn farin til verka
Steinbjørn Jacobsen virkar
nú sum borgarstjóri í
Klaksvík
Tveir læknar á Eiði
Nú fær kommunulæknin, Magnus á Stongum, ein starvsfelaga í Eiðis læknadømi
Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður í almanna-
og heilsumálum