týsdagur 9. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 10. januar 2001
5
4
Nr. 6 - 10. januar 2001
Sosialurin var við, tá
kavaruddararnir á
flogvøllinum í Vágum
fóru til arbeiðis
tíðliga ein leygar-
morgun beint fyri
nýggjár
REPORTAGA
Edvard Joensen
Tað kavar framvegis. Eitt
æl kemur spakuliga inn
gjøgnum Sørvágsfjørð. So-
leiðis hava líkindini verið
alla nátt. Esbern, Birgir og
Jógvan eru farnir út á vøllin
við hvør sínum plógvi,
meðan
Andrias
ruddar
framman fyri terminalin-
um, og Bjarni ger klárt at
kanna, hvussu hálur vøll-
urin er.
Tað er ein lítil tími, síðan
telefonin ringdi, og Bjarni
boðaði frá í hinum endan-
um, at hann hevði givið
fólkinum boð at møta
klokkan seks at rudda vøll-
in. So har var bara at
skunda sær á dyr og vera á
vøllinum, áðrenn teir byrj-
aðu, um ein skuldi fáa nak-
að við.
Klokkan er knappliga
seks hendan seinasta leyg-
armorgunin í farandi øldini.
Alt er so reint og nossligt.
Kavin liggur um túnini.
Nýkomin kavi. Niðurkomin
í nátt. Eingin slóð. Einki,
sum óruddar ella órrógvar
friðin.
Tær rennur í huga danska
sangin: »Der er ingenting i
verden så stille som sne...«
Hann fýkur eitt sindur í
lítla lotinum og legst í smá-
um aldum - ov smátt til at
kalla skalv - har eitt sindur
av læ er.
Bilurin stendur har so
fittur púra fjaldur av kav-
anum, sum lagstur er oman
yvir hann. Tað verður rudd-
að um hurðarnar, so inn
slepst. Havi verið so fyri-
varin í gjárkvøldið at
sproyta olju í lásið, so tað
skuldi ikki verið fryst. Men
eg átti ongan avísara at
sproyta á rútin, so har er
ivaleyst alt samanlopið.
Og so er. Tá eg havi sett í
gongd, er at fara at rudda av
rútunum. Men har er alt ís-
ur undir kavanum. so einki
annað er at gera enn at bíða,
til bilurin er ornaður so
frægt inna, at tað fer at
tiðna av forrútinum. Hiti er
í bakrútinum, so hann verð-
ur avísaður tann vegin.
Viskararnir er frystir fastir,
so ikki er ráðiligt at taka ov
harðliga í, so teir ikki
skrædna.
Ája, eitt sindur seinkaður
av hesum komi eg út á flog-
vøllin. Fartelefonin ringir
og Bjarni er aftur í hinum
endanum.
Hvar eg eri? Jú, eg eri
júst komin til terminalin.
So er bara at koyra yvir til
stóra portrið, so fær hann
vaktarmannin í torninum at
lata mær upp, so eg kann
koma yvir til tornið, har teir
halda til.
Og har sita teir so og
leggja dagin til rættis. Ikki
tí, hetta hava teir gjørt so
ofta, at hvør væl veit, hvat
hann skal gera. Men hugna-
ligt er kortini at byrja við
einum kafimunni. Og nú
fremmandur maður er kom-
in við at síggja, hvussu
gjørt verður, er at greiða
honum frá sum frægast, so
hann fær eina hilling á, hvat
tað er, sum fer fram.
Vit fara út í garaguna, har
maskinurnar standa. Teir
hava latið stóru huðrina
upp, so vit ikki kvalast
beinanveg,
teir
seta
í
gongd.
Maskinur er kanska ikki
rætta orðið at brúka um
hesi tólini, tí í veruleikan-
um er tað stórir lastbilar,
sum útgjørdir eru við
plógvi, bustum og blásar-
um, sum senda kavan lang-
vegis út av vøllinum, so
hvørt teir koma sópandi.
Tríggir eru teir í tali, sum
skulu út í morgun, umframt
tann lítla traktorin, sum
Andrias fer við, og jeepin,
sum Bjarni koyrir í til tess
at máta hálkuna, tá ruddað
er.
Vit báðir, Bjarni, fara út á
vøllin aftan á teimum, sum
grava, fyri at síggja, hvussu
tað verður gjørt. Í grundini
sera einfalt. Teir koyra í
ringi á vøllinum. Allir
tríggir á rað. Eitt sindur for-
skotið, so teir taka kantar-
nar hvør eftir øðrum. So-
leiðis aftur og aftur í ring.
Satt at siga eitt troystarleyst
arbeiði, sum ongan enda
tykist taka, men kortini má
gerast.
Onkur skemtilig sál hev-
ur reinaferð sagt, at tað at
grava kava, er sum at fáast
við konufólk. Rok í erva og
hált í neðra. Tað var helst
sagt um teir hjá Landsverk-
frøðinginum, sum eisini
skulu á fjøllini.
Nú eru vit ikki so ovar-
laga, at tað skuldi gjørt tað
stóra fyri rok. Men tá turrur
kavi er og eitt lot, fýkur
beinanveg íaftur, har grivið
verður. Og soleiðis eisini
her.
Vit koyra við jeepinum
aftan á teimum stóru kava-
ruddarunum fyri at kanna,
hvussu út sær. Tað kavar
aftur, men nú ikki tjykri
enn so, at vit síggja kava-
ruddaran hjá Landsverk-
frøðinginum fara blinkandi
gult út eftir Bíggjarveg-
num. Men so mikið er kort-
ini, at tað rýkur eitt sindur
aftur á vøllin, so Bjarni
noyðist at biða teir, sum
rudda, um at fara afturum-
aftur.
Vit koyra inn aftur móti
torninum. Nú skal hálkan á
vøllinum kannast, eftir at
teir eru lidnir at rudda. Og
tað verður ikki gjørt við
bara at koyra skjótt og
bremsa hart.
Nei, her er tøkni uppií.
Eitt tól, teir nevna tað My-
Metur, verður hongt upp í
sleipirókin á jeepinum.
Hetta stendur so í samband
við eitt málitól inni í bilin-
um, har Bjarni lesur ymisk
data. Tað fer soleiðis fram,
at hann við ávísari ferð á
bilinum fær nøkur virði upp
á rútin, sum so siga, um
vøllurin er góður ella ring-
ur, sum Bjarni tekur til.
Hægri tølini eru, betri er
statt við hálkuni.
Jú, tað sær út til, at vøll-
urin er á góðari leið, heldur
Bjarni. Hann hevur hug at
taka ein túr aftrat líkasum
til eina eyka trygd. Men
meðan vit koyra, er ein
brestur at hoyra. Vit tosa
um, at tað man neyvan vera
nakar, sum er farin at skjóta
harur longu her í lýsingini.
Bjarni fer út og er skjótur
aftur og sigur, at tað var
annað hjólið á My-Metrin-
um, sum var punkterað.
So her gerst einki uttan at
fara inn aftur í garaguna at
bøta. Tað er Andrias óførur
til, heldur Bjarni, so hann
verður róptur inn aftur at
taka sær av havarínum. Og
tað er beinanveg, at hann
hevur dekkið av og finnur
lekan. So er bara at seta á
aftur. Sannlíkt tykist, at
hann hevur roynt hetta fyrr.
Teir eru lidnir at rudda
flogvøllin. Men enn er okk-
urt smávegis eftir inni við
terminalin, nú Andrias varð
tikin úr tænastu og gjørdist
bøtari. Men tað man fara at
bera til at fáa gjørt kortini.
Og tíðin nærkast nú til, at
fólk fara at koma til fyrsta
flogfarið, so aðrar uppgáv-
ur hjá vaktini skulu býtast
út.
Vit hittast aftur í køkin-
um og fáa okkum ein kaffi-
munn, meðan Bjarni setir
fólkið út til ymsu uppgáv-
urnar, teir nú skulu til, nú
sjálv
kavaruddingin
er
fingin frá hondini.
Kavaælingur
og gott sýni
Esbern koyrir fremstur í konvojuni við nýggja kavaruddaranum
Mynd: Edvard Joensen
Bjarni hyggur at punkteraða hjólinum á My-Metrinum
Mynd: Edvard Joensen
Bileftirlitið hevur
gjørt av, at gomlu
pappírskoyrikortini
ikki longur eru
gildug. Tí skuldu øll
við gomlum
koyrikorti áðrenn 1.
januar rinda 250
krónur fyri at skifta
tað út við nýtt
plastikkort. Men enn
koyra fleiri túsund
uttan gildugt prógv
KOYRIKORT
John Johannessen
15.000 føroyingar hava
higartil skift ljósareyða
danska pappírskoyrikortið
út við eitt nýtt føroyskt ES-
koyrikort úr plasti.
Fyri hetta hava teir
15.000 bilførararnir higartil
rindað 3.750.000 krónur í
kassan hjá Bileftirlitinum,
sum hevur umsitið koyri-
kortini síðani tey nýggju
komu. Tað kostar nevniliga
250 krónur at skifta koyri-
kortið, hóast tað stendur á
gamla koyrikortinum, at tað
er galdandi fleiri ár fram í
tíðina, og hóast tú ikki ert
dømdur at missa koyrikort-
ið.
Hetta er helst ein av
orsøkunum til, at tað enn
eru millum 2.000 og 5.000
føroyskir
bilførarar,
ið
vanta at skifta út koyrikort-
ið. Tað ber ikki til at fáa eitt
neyvt tal yvir, hvussu nógv-
ir bilførarar ikki hava skift
koyrikort, tí yvirlitið hjá
Bileftirlitinum yvir gomlu
koyrikortini er ikki so gott.
Men Bileftirlitið staðfestir
kortini omanfyri nevnda
tal.
Brúkarin skal rinda
Á Bileftirlitinum halda tey
tað ikki vera órættvíst, at tú
sum bilførari skalt rinda
fyri at fáa skift ógildaða
koyrikortið út við eitt nýtt
gildugt koyikort.
– Tað mugu vera tey, sum
hava brúk fyri at skifa út
koyrikortið, ið rinda fyri at
skifta tað út. Hin møguleik-
in hevði verið, at tað varð
rindað yvir skattin, men
hetta hevði verið órættvíst
fyri tey, sum ikki hava brúk
fyri tí. Tað er ikki rætt, at
gamla konan í Svínoy skal
rinda fyri eitt koyrikort,
hon ikki hevur brúk fyri,
sigur Bjarni Sørensen á
Bileftirlitinum.
Bjarni Sørensen sigur, at
Bileftirlitið hevur roknað
upp á prísin fyri at skifta
koyrikortið í sambandi við,
hvat hetta kostar í umsiting
hjá Bileftirlitinum. Niður-
støðan er, at prísurin er á
góðari leið, staðfestir hann.
Er roknistykkið hjá Bil-
eftirlitinum rætt, mugu vit
staðfesta, at nýggja koyri-
kortið hevur verið ein dýrur
umsitingarligur umgangur
hjá hesum almenna eftir-
litsmyndugleika. Higartil
hava 15.000 fólk rindað
3.750.000 krónur fyri at
skifa koyrikortið, og um
3.000 vanta at skifta út
kortið,
skulu
koyrikort
skiftast fyri 750.000 krónur
afturat. Tað vil siga, at
koyrikort skulu skiftast fyri
í minsta lagi 4,5 milliónur
krónur, áðrenn allir føroy-
ingar við gomlum donskum
koyrikorti hava fingið nýtt
føroyskt ES-koyrikort. Og
samsvarar hetta við umsit-
ingarliga kostnaðin hjá Bil-
eftirlitinum, hevur tað kost-
að meira enn 4 milliónir
bara at skifta út gomlu
koyrikortini.
Kann gerast dýrari
Ert tú ein av teimum
mongu føroyingunum, sum
enn ikki hevur rindað fyri
at
dagføra
koyrikortið,
kann hetta gerast ein dýrur
smeitur fyri teg. Gamla
koyrikortið hevur ikki long-
ur gildi sum prógv um, at tú
hevur loyvi at koyra bil. Tí
fært tú bót fyri ikki at hava
koyrikortið uppi á tær,
verður tú steðgaður av
løgregluni og vísir fram eitt
av gomlu koyrikortunum.
– Hóast tú ikki hevur
skift koyrikortið út, merkir
tað ikki, at tú ikki longur
hevur loyvi at koyra bil og
tískil kann takast fyri at
koyra uttan loyvi. Trupul-
leikin er bert tann, at tú
hevur ikki prógv fyri, at tú
kanst koyra bil, og tað fært
tú bót fyri, sigur Bjarni
Sørensen frá Bileftirlitin-
um.
Bíðitíðin at fáa nýtt
koyrikort er í løtuni drúgv,
men tey, ið venda sær til
Bileftirlitið ella eina av løg-
reglustøðunum kunnu fáa
eitt fyribils koyriloyvi, til
tey fáa nýggja koyrikortið.
Fleiri túsund hava ógildugt koyrikort
Føroyskir bilførarar hava higartil rindað 3,75 milliónir krónur
fyri at skifta út koyrikort, sum teir ikki eru dømdir at missa.
Bileftirlitið heldur ikki, at hetta er órættvíst
Myndviðgerð: Álvur Haraldsen
9. februar skal 40 ára
gamli Andras
Mortensen verja
doktararitgerð á Sjó-
mansskúlanum. Hann
hevur latið úr hond-
um bókina »Hin
føroyski róðrar-
báturin«, og hon skal
nú standa sína roynd
DOKTARARITGERÐ
Stefan í Skorini
9. februar fáa vit væntandi
enn ein føroyskan doktara.
Tá skal Andras Mortensen
nevniliga verja verkið um
føroyska róðrarbátin, sum
hann hevur skrivað. Bókin
varð útgivin síðst í novemb-
er í fjør.
Ritgerðin skal verjast á
Føroya Sjómansskúla, og
tað er eisini eitt hóskandi
stað, tá ritgerðin er um før-
oyska bátin.
Andras Mortensen vænt-
ar og vónar, at hann klárar
at verja ritgerðina, tí hann
hevur
frammanundan
tryggjað sær, at alt er í lagi
við bókini.
– Um eg ikki hevði
tryggjað mær frammanund-
an, at alt var í lagi við bók-
ini, so hevði hon ikki verð-
ið útgivin, sigur Andras
Mortensen,
sum
hevur
fingið onnur at meta um
bókina, áðrenn hon varð
prentað.
Andras Mortensen er
hampuliga sannførdur um,
at ritgerðin verður góðkend,
men hann leggur afturat, at
har skal avgjørt ein innsats-
ur til, um tað skal eydnast
honum at gerast doktari.
Andras Mortensen sigur,
at hann ikki fer at fyrireika
seg nakað serligt til júst
hetta høvið, tí tann besta
fyrireikingin er at skriva
bókina.
Opponentar vera Jóan
Hendrik Winther Poulsen,
professari á Fróðskaparsetri
Føroya, Bjarne Stoklund,
professari í etnologi á
Københavns universiteti og
Arne Emil Christensen,
professari í arkeologi á
Oslo universiteti, ið arbeið-
ir sum leiðari á víkinga-
skipshúsinum í Oslo. Hann
er ein av teimum fremstu
vísindamonnunum á hes-
um økinum.
Leingi á veg
Nú eru góð tíggju ár síðani,
at Andras Mortensen fór
undir at savna tilfar til hetta
verkið, men hann hevur
bara arbeitt burturav við
hesi bókini tey seinastu
tvey árini.
– Eg fór undir at savna
tilfar, tá eg kom í starv á
fornminnissavninum fyri
tíggju árum síðani, men
fyrstu árini arbeiddi eg bara
av og á við tí evninum. Fyri
tveimum árum síðani fór eg
at arbeiða burturav við bók-
ini um føroyska róðrarbát-
in, sigur Andras Morten-
sen.
Andras hevur eisini verið
uttanlands í granskingar-
arbeiðnum. Í 1997 var hann
í Noregi á Stavanger Sjø-
fartsmuseum í fimm mán-
aðir í sambandi við gransk-
ingarbeiðið. Andras Mort-
ensen sigur, at hetta uppi-
haldið veruliga setti gongd
á og gav honum miklan
íblástur.
Í innganginum skrivar
Andras, at framløgan fevnir
um eitt tíðarskeið uppá um-
leið 250 ár. Frá miðskeiðis í
17. øld, haðani tær elstu
upplýsingarnar eru, til um-
leið 1925, tá leiklutur báts-
ins í gerandislívinum tók at
halla, tí maskinorkan var
komin.
Andras Mortensen er 40
ára gamal, og hann er út-
búgvin søgufrøðingur á
universitetinum í Keyp-
mannahavn í 1987. Hann
hevur síðani 1989 starvast á
Føroya Fornminnissavni,
har hann hevur tikið sær av
bátasavninum.
Andras Mortensen er
bara annar, sum hevur vart
doktararitgerð í Føroyum.
Tann fyrsti var Jóannes
Dalsgaard, sum skrivaði um
Fylking, arbeiðararørsluna
á Tvøroyri.
Andras Mortensen verja doktararitgerð
Andras Mortensen, skal verja doktararitgerð um føroyska bátin