Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 9. januar 2001 7 6 Nr. 5 - 9. januar 2001 – Hølini eru lítil, men tey verða nú innrætt- að av nýggjum og har verður hvør krókur brúktur so væk hann kann. Skúlin er lítil, men hann verður hugnaligur, sigur leiðarin NÝGGJUR SKÚLI Áki Bertholdsen Tað hevur verið sagt nakrar ferðir, at nú skal tann nýggja almanna- og heilsu- útbúgvingin byrjað - uttan at tað er blivið til meiri enn prátið. Men hesuferð skuldi tað verið púra vist. Arbeitt verður av kraft uppá at fyrireika tær nýggju almanna- og heilsuútbúgv- ingarnar, sum vera á Tvør- oyri og tey eru komin væl áleiðis. Og leiðarin, Susanne Høgh Olesen sigur, at teir fyrstu næmingarnir verða tiknir inn á skúlan beint eftir summarfrítíðina. Tað skerst ikki burtur, at hesin nýggi almanna- og heilsuskúlin er tann mest umstríddi skúlin í Føroyum hesi seinastu, nógvu árini. Í fyrstuni varð ætlanin at leggja skúlan í Havnini. Tað gildu tey flestu vera mestsum sjálvsagt, so ong- in mutaði ímóti av álvara. Men so fingu vit ein nýggjan landsstýrismann í skúlamálum. Og eitt tað fyrsta, Torbjørn Jacobsen gjørdi, varð at gera av, at skúlin skuldi vera á Tvør- oyri. Og tað var sum at festa í krút. Landsstýrismaðurin varð dýktur undir í atfinn- inginum og mótmælum fyri hesa avgerðina. Men hann stóð við sítt og síðani hevur verið arbeitt uppá at fyri- reika hendan nýggja skúlan á Tvøroyri. Síðani eru høli útvegað til skúlan at vera í fyribils. Harafturat er leiðarin fyri skúlan settur, umframt at ein lærari er settur afturat. Leiðari á skúlanum er Susanne Høgh Olesen. Hon er bæði sjúkrahjálpari og sjúkrasystir og hevur drúgvar arbeiðsroyndir í heimarøktini, á ellis- og røktareimi og á barnadeild á sjúkrahúsi. Hin lærarin, sum er settur, er Vígdis Nolsøe, ergoterapeutur í Porkeri, hon tekur við starvinum 1. februar. Leiðarin sigur, at møguliga skal ein lærari setast afturat, men tað er ikki greitt enn. Kommunan hevur útveg- að skúlanum høli í einum húsi, sum kommunan eigur. Talan er um húsið, ið van- liga verða nevnd Skúla- húsið. Tað liggur væl fyri, mitt á Tvøroyri, beint við skúlan og eitt hanagleiv frá sjúkrahúsinum og ellis- heiminum. Í løtuni verður arbeitt uppá at innrætta húsið av nýggjum, so at tey kunnu brúkast til endamálið. Utt- an er tað í góðum standi, Men innan verður alt skrætt niður og smíðað uppaftur, so at tað kann brúkast til skúla. Susanne Høgh Olesen ásannar, at húsið er lítið. Men hon sigur, at tað verð- ur sera væl innrættað, og tá ið tað er liðugt, er tað væl brúkiligt til skúla. – Hetta verður ein sera hugnaligur, lítil skúli, sigur hon. Áðrenn hesin skúlin varð innrættaður, hava tey kanna eftir á tveimum líknandi skúlum í Danmark, hvussu tey hava innrættað seg. – Vit hava so tikið tað besta av báðum skúlunum. Og á okkara skúla, verður hvør krónur innrættaður og brúktur, so væl hann kann. Og m.a. verða onkrir vegg- ir, sum kunnu flytast í eini handavending, um brúk er fyri størri høli. Tað er kommunan, sum stendur fyri hesum arbeið- num og betalir tað. Húsið verður síðani leigað skúlan- um at vera í. Men hetta húsið eisini bara ein fyribils loysn, tí ætlanin er, at um eini tvey, trý ár, skal nýggjur skúli byggjast, umframt skúla- heim til næmingarnar, sum skulu ganga har. Annars er ikki greitt, hvar næmingarnir, sum skulu ganga á skúlan, skulu búgva. Men Finnleif Guttesen, býráðsformaður, sigur, at tey, sum hava hús ella íbúðir, sum tey eru sinnað at leiga skúlanum til næm- ingarnar, kunnu venda sær til kommununa, so sendir hon boðini víðari á rætta stað. Fríggjamorgunin vórðu tilboðini at innrætta nýggja almanna- og heilsuskúlan á Tvøroyri, latin upp NÝGGJUR SKÚLI Áki Bertholdsen Tað fer at kosta 606.000 krónur at innrætta húsið, har nýggi almanna- og heilsuskúlin á Tvøroyri skal vera. Tað varð greitt fríggja- morgunin, tá ið tilboðini at innrætta húsið, vórðu latin upp. Til nýggjur skúli er bygdur, ætlandi um tvey, trý ár, skal almanna- og heilsuskúlin vera í Skúlahúsinum, mitt á Tvøroyri, sum verða leigað frá kommununi til endamálið. Men áðrenn húsið kann brúkast til skúla, er tað neyðugt at innrætta alt húsið av nýggjum. Arbeiðið varð boðið út herfyri í seks fak-enter- prisum, nevniliga timbur- arbeiði, hiti, el, máling, gólv og jørð. Tvey tilboð komu uppá hvørja enterprisu, men Finnleif Guttesen, býráðs- formaður á Tvøroyri, sigur, at tað var sera lítil munur ímillum tilboðini, í onkrum førum bara 200 krónur. Men eftir teimum lægstu tilboðunum, fer tað at kosta 606.000 krónur at gera alt arbeiðið. Timburarbeiðið var nógv tann størsta enterprisan. Tað arbeiðið fekk Fær Byg, sum Signar Skaalum hevur, hann kann gera arbeiðið fyri 360.000 krónur. Bærendsen Teknik fekk bæði arbeiðið at leggja hita og at leggja el. Tilboðið uppá hitan var uppá 33.000 krónur og tilboðið uppá elarbeiðið var uppá 53.000 krónur. Terji Nielsen fekk eisini tvær enterprisur, nevniliga máling og gólv. Málara- arbeiðið kann hann gera fyri 64.000 krónur og gólvini kann hann leggja á fyri 53.000 krónur. Seinasta enterprisan var jørðarbeiðið, tað fekk Andreas Olsen fyri 43.000 krónur. Hetta arbeiðið umfatar at gera økið rundanum skúlan, eitt nú soleiðis at fólk sleppa inn og út í koyristóli, tvs, at skráar skulu gerast, garðar brótast niður o.s.fr. Nýggi almanna og heilsuskúlin á Tvøroyri fingið høli at vera í Kostar 606.000 krónur Tað er í hesum húsinum mitt í býnum, at nýggi almanna- og heilsuskúlin á Tvøroyri skal húsast. Húsini verða nú innrættað av nýggjum til skúlabrúks. Susanne Høgh Olesen, sum her stendur frammanfyri húsinum, er væl nøgd, hóast tað er lítið Men hetta er bert ein fyribils loysn, tí um tvey, trý ár skal nýggjur skúli byggjast, umframt skúlaheim til tey, sum skulu ganga har Tað fer at taka nøkur ár, áðrenn nýggi almanna- og heilsu- skúlan á Tvøroyri er fult útbygdur. Tað verður hann ikki, fyrrenn nýggjur skúli er bygdur. Eftir ætlan verður tað um tvey, trý ár. NÝGGJUR SKÚLI Áki Bertholdsen Tað hevur verið ein tungur burður at fáa ein almanna- og heilsuskúla settan á stovn í Føroyum. Tað eru nógv ár síðani, at ætlanin tók seg upp, men síðani er hann útsettur fleiri ferðir. Men nú hann hann so komin undir land og sum nakað nýtt, er hann ikki lagdur í miðstaðarøkinum, men í einum útjaðara, nevniliga í Suðuroynni. Og nú eru fyrireikingar- nar komnar so langt, at teir fyrstu næmingarnir verða tiknir inn beint eftir summ- arfrítíðina. Leiðarin á skúlanum er komin nokk so langt at leggja sjálvar útbúgvingar- nar til rættis. Hon sigur, at hon hevur samband við tveir líknandi skúlar í Dan- mark og hon sigur, at ætl- anin er at taka tað besta av báðum skúlunum og flætta tað saman til eina útbúgv- ing her í Føroyum. Tríggjar útbúgvingar Tá ið skúlin er fult útbygd- ur, verða tríggjar útbúgv- ingar á skúlanum. Tann stytsta útbúgvingin er tað, tey nevna “uppskúl- ing” av heimahjálparum, sum tekur gott eitt hálvt ár. Hetta er ein útbúgving fyri tær, sum hava verið heima- hjálpir eina tíð og sum so- statt hava drúgvar praktisk- ar royndir frammanundan. Tær skulu bara hava eina stutta útbúgving afturat, fyri at kunna kalla seg al- manna- og heilsuhjálparar. Í hesi útbúgvingini eru 12 vikur skúlagongd og 16 vikur starvsvenjing. Av tí, at tær hava so drúgvar arbeiðsroyndir, er tað ikki neyðugt at vera so leingi í starvsvenjing. Annars skulu tey hava somu fak, sum tey hava, ið annars lesa til almanna- og heilsu- hjálpara og próvtøkurnar eru tær somu. Onnur útbúgvingin er útbúgvingin til almanna- og heilsuhjálpara, sum tekur eitt ár. Í teirri útbúgvingini eru 2/3 starvsvenjing og 1/3 skúlagongd. Triðja útbúgv- ingin er útbúgvingin til almanna- og heilsurøktara, sum so tekur eitt hálvt- annað ár afturat, tvs. tvey og eitt hálvt ár tilsamans. Hetta eru m.a. fyri fólk, sum arbeiða á ellis- og røktarheimum. Susanne Høgh Olesen, sum er leiðari á skúlanum, sigur, at teir fyrstu næming- arnar til útbúgvingina til almanna- og heilsuhjálpara, verða tiknir inn á skúlan í august mánaða, beint eftir summarfrítíðina. – Nær “uppskúlingin” av heimahjálpum byrjar, er ikki heilt greitt enn. Men í øllum førum byrjar ein flokkur í ár. Leiðarin sigur, at tað ræður um at leggja útbúgv- ingina væl til rættis, bæði hvat hølisviðurskiftunum á skúlanum viðvíkur, hvat lærarum viðvíkur og starvsvenjingarplássum viðvíkur. – Tað er ikki pláss fyri tveimum flokkum á skúl- anum ísenn. Og tað er neyvan heldur pláss fyri so nógvum næmingum í starvsvenjing ísenn. – Ætlanin er tí at hava ein flokk á skúlanum ímeðan ein er í starvsvenjing og øv- ugt. Hon heldur eisini at tað er skeivt at byrja uppá eftirútbúgvingina beint fyri summarfrítíðina, tí hesa tíðina er frammanundan brúk fyri nógvum avloysar- um. So skal ein heilur flokkur av heimahjálparum til “uppskúling” afturat, fer tað at virka óneyðuga ør- kymlandi á brúkaran at taðskal vera so nógv nýtt fólk. Tí er betri at bíða til summarfrítíðin er av. Nær útbúgvingin til almanna- og heilsurøkt- ara,byrjar, er ikki heilt greitt enn. – Í øllum førum má nýggj-ur skúli byggjast fyrst og tað verður um eini tvey, trý ár, soleiðis sum ætlanir nú eru. Og eg dugi ikki at síggja, at tað ber til at fara undir tað úbúgv- ingina, fyrrenn tann nýggi skúlin er liðugur. Annars er tað ætlanin, at næmingarnir skulu í starvs- venjing hjá heimarøktini og á eldrasambýlum og á eldrastovnum kring alt landið. Venda sær til skúlan Susanne Høgh Olesen sig- ur, at nýggi almanna- og heilsuskúlin er uppi í sam- skipaðu innskrivingina, sum er til skúlarnar eftir framhaldsdeildina. Undirvísingar- og menta- málastýrið sendir innskriv- ingarheftini til skúlarnar fyrst í februar. Tá kunnu tey, sum hava søkja á al- manna- og heilsuskúlan, venda sær skúlan at fáa umsóknarbløð. Skúlin hevur telefon nummar 37 28 55 Hon sigur, at miðjað verður eftir at hava 20 næmingar í hvørjum flokki. Treytin fyri at sleppa á útbúgvingina sum almanna og heilsuhjálpari, er níggju ára skúlagongd, umframt eitt árs royndir aðrastaðni frá. Hetta eina árið kann verða 10. flokkur, onnur skúlagongd, ella arbeiðs- royndir. Tó kann skúlin í ávísum førum gera undan- tøk frá hesum krøvum. Tey, sum ganga á skúlan, fáa lestrarstuðul. Umsóknarfreistin til nýggju útbúgvingina til al- manna- og heilsuhjálpara er úti 15. mars. Til “uppskúlingina” av heimahálparum, skulu um- sóknir ikki sendast, tí hetta er ein “uppskúling”, sum verða samskipað av heima- røktini. Nýggi almanna- og heilsuskúlin, sum verður á Tvøroyri, fer at taka teir fyrstu næmingarnar inn beint eftir summar- frítíðina. Leiðarin heldur, at tað er ein fyrimunur, at skúlin er lagdur uttanfyri Havnina NÝGGJUR SKÚLI Áki Bertholdsen Síðani avgerðin varð tikin um at stovnað nýggja al- manna- og heilsuskúlan, hevur ein stórur partur av kjakinum snúð seg um, hvat hann skal vera. Nógv halda, at tað er ein stórur fyrimunur, at hann liggur í Havn, tætt uppat sjúkrastystraskúlanum, tí so kunnu báðuir skúlarnir brúka felags hentleikar, útgerð og lærarar. Men hann er so endaður á Tvøroyri. Og skúlaleiðarin, Súsanne Høgh Olesen er ikki samd í, at tað hevði verið so stórur fyrimunur at lagt skúlan í Havn, heldur tvørturímóti – Eg haldi, at tað er ein stórur fyrimunur, at skúlin liggur uttanfyri Havnina, sigur hon Hon sigur, at sjálvsagt sær hon eisini fyrimunir við, at almanna- og heilsu- skúlin lá tætt við sjúkra- systraskúlan í Havn. – So kundu vit havt verið felags um mangt og hvat, eitt nú felags tíðarrit, bøk- ur, ella fyrilestrar. Tá ið vit liggja so langt burtur, er tað trupult at hava nakað felags við Sjúkra- systraskúlan. Men hon heldur, at fyrimunirnir við at hava skúlan uttanfyri Havnina, eru nógv størri enn vans- arnir eru. – Fyri tað fyrsta hevur tað stóran týdning fyri eitt útjaðaraøki, sum Suður- oyggin er, at ein slík út- búgving verður løgd í økin- um, tí tað skapar lív og vøkstur. – Men tað kann eisini verða ógvuliga læruríkt og gevandi fyri næmingarnar, sum nógvir koma úr mið- staðarøkinum, at teir koma til ein útjaðara og síggja, hvussu viðurskiftini eisini kunnu vera. – Harafturat eru sam- skiftismøguleikarnir sera góðir nú á døgum og eitt nú eru fleiri av tíðarritunum á alnetinum. Og skuldi tað verið, er fjarundirvísing eisini ein møguleiki. Men Susanne Høgh Ole- sen heldur, at tann størsti fyrimunurin við at skúlin er lagdur uttanfyri Havnina, er júst tann, at hann er langt vekk frá sjúkrasystraskúl- anum. Hevði skúlin verið í Havn, beint við sjúkra- systraskúlanum, hevði tað verið stórur vandi fyri, at hann so við so við, spaku- liga smeltaði uppí sjúkra- systraskúlan so at munurin ímillum teir varð viskaður burtur. – Og tað haldi eg, hevði verið ein vansi fyri hendan skúlan, tí hetta er ikki ein útbúgving undir sjúkra- systraskúlanum. Hetta er ein heilt øðrvísi útbúgving, ið er ein sjálvstøðug út- búgving. Tað einasta, vit hava felags við sjúkra- systraskúlan, er skúla- stjóran, sigur Susanne Høgh Olesen. Hon heldur eisini, at tað er ein vansi fyri eitt samfelag at miðsavna alt útbúgvið fólk á einum stað. – Tað hevur sera stóran týdning í einum landið, sum er so spjatt út á fleiri oyggjar, at ikki alt útbúgvið fólk verður savnað á einum stað. – Tað er rætt at spjaða útbúgvið fólk um alt landið, tí tað ger at útbúgvingarstøðið sum heild hækkar og gevur eitt betri útbúgvið fólk sum heild, og tað kann forða fyri, at útjaðarin fánar burtur, sum frálíður. Tríggjar útbúgvingar á sama skúla Ein stórur fyrimunur at skúlin er lagdur úti á bygd –Heimahjálpir hava í nógv ár sóknast eftir einum almanna- og heilsuskúla í Føroyum og tað verður skjótt veruleiki . Tað verða tríggjar útbúgvingar á nýggja almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri. Tvær útbúgvingar byrja í ár, men tann triðja byrjar ikki, fyrrenn nýggjur skúli er bygdur um tvey, trý ár. Størsti fyrimunurin við at nýggi almanna- og heilsuskúlin er í Suðuroynni, er júst tað, at hann er langt burtur frá sjúkrasystraskúlanum, sigur Susanne Høgh Olesen, sum er leiðari á nýggja, men nógv umstrídda skúlanum á Tvøroyri