Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 10. januar 2001 7 6 Nr. 6 - 10. januar 2001 – Eg hevði í øllum førum væntað, at vit sluppu uppí part at bjóða uppá olju- havnina. At vit ikki so frægt, sum sluppu tað, kemur ógvuliga dátt við, sigur Henrik Thomsen, nevndar- limur í Nordserv, sum ætlaði at gera olju- havn á Drelnesi OLJUHAVN Áki Bertholdsen – Tað kom ógvuliga dátt við, at vit ikki so frægt sum sleppa upp í part at bjóða upp á at at gera eina før- oyska oljuhavn. Tað sigur Henrik Thom- sen á Tvøroyri. Hann er føroyski nevndarlimurin í Nordserv, sum ætlaði at gera eina oljuhavn á Drel- nesi. Nú tað er gjørt av, hvør sleppur at bjóða upp a at gera oljuhavn, er tað greitt, at oljuhavnin verður í hvussu so er ikki á Tvør- oyri. Tí teir, sum ætlaðu at gera oljuhavnina á Drelnesi eru ikki millum tey trý feløgini, sum sleppa at bjóða uppá oljuhavnina. Tvøramenn hava annars seinastu árini lagt eitt ovurhonds stórt arbeiði í át fáa oljuhavnina til Tvøroyr- ar. Men nú sær tað so út til, at alt hetta arbeiðið er til fánýtis. Eitt vónbrot Henrik Thomsen sigur, at hetta er so mikið nýtt, og hann hevur heldur ikki fingið at vita, hví, Drelnes er vrakað. Tí fær hann ikki gjørt tær stóru viðmerking- arnar enn Men hann viðgongur, at hetta er eitt stórt vónbrot. Tað er onki galið við tí forarbeiði, vit hava gjørt. Vit hava eisini tær neyðugu fortreytirnar fyri at bjóða okkum fram. Og vit eru harafturat saman við einum vælkendum felag á økin- um, Danbor Service, sum hevur verið í oljuvinnuni í yvir 20 ár. – So hví, vit ikki so frægt, sum sleppa uppí part at bjóða uppá oljuvinnuna er eitt vónbrot. Hann sigur, at enn hava tey ikki fingið at vita, hvat tað er, sum hevur gjørt, at Drelnes varð vrakað. – Tað eri eg ógvuliga spentur uppá at fáa at vita, sigur Henrik Thomsen. Men hann heldur, at talan má verða um okkurt heilt ávíst, tí fortreytirnar eru annars til staðar. Hann sigur á teimum fundum, teir hava havt við oljufeløgini, hava teir ong- antíð fingið varhugan av, at nakað var galið við tærra ætlan um oljuhavn á Drel- nesi. Hann vísir eisini á, at landsstýrismaðurin í olju- málum hevur heilt greitt gjørt vart við, at hann vil hava oljuvirksemið úti um landið. – Men hesum hava olju- feløgini ikki tikið til eftir- tektar, tí nú er tað tvørtur- ímóti greitt, at oljuhavnin endar í miðstaðarøkinum, sigur Henrik Thomsen. Á Tvøroyri hava tey nú í fleiri ár lagt sera stóra orku í at Drelnes skuldi verða oljuhavn. Eitt nú tóku tey seg saman við ein risa á økinum, Danbor Service, sum er eitt dóttirfelag hjá AP Møller og sum hevur yvir 20 ára royndir í oljuvinnuni. Men alt hetta tykist nú at vera til fánýtis Henrik Thomsen: Hetta koma ógvuliga dátt við Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, heldur, at oljufeløgini bróta samtykt hjá løgtinginum við at útihýsa Suðuroynni frá eini útgerðarhavn ÚTGERÐARHAVN Eyðun Klakstein – Oljuvinnan kann ikki byrja sítt virksemi í Før- oyum við at taka valdið í landinum. Hetta sigur løgtingsmað- urin, Hergeir Nielsen, nú oljufeløgini hava gjørt av, at ein komandi útgerðar- havn verður ikki løgd á Drelnesi, men í Havn ella á Skálafjørðinum. – Oljufeløgini ganga beint ímóti tí, sum løg- tingið hevur samtykt, held- ur tingmaðurin fyri Tjóð- veldisflokkin. – Politiski viljin er, at oljuvirksemið skal verða í útjaðaranum, men tað fyrsta oljufeløgini nú gera, er at útihýsa júst útjaðaran- um og leggja útgerðar- havnina í miðstaðarøkin- um, sigur Hergeir Nielsen. Hann heldur, at skulu oljufeløgini byrja við at kollrenna løgtingsins vilja, so er best, at tey halda seg burtur úr Føroyum. Av- gerðina um útgerðarhavn- ina heldur tingmaðurin verða alt annað enn álits- vekjandi. Elttør skal halda lógina – Sum tingmenn kunnu vit bara fylgja við og ansa eftir, at løgtingslógir verða hildnar, og eg taki tað sum givið, at landsstýrismaður- in í oljumálum fer at halda landsins lógir, sigur Hergeir Nielsen. Hann sipar við hesum til, at Eyðun Elttør, lands- stýrismaður, skal syrgja fyri, at oljuvirksemið verð- ur lagt í útjaðaranum, og tá talan er um útjaðara í hes- um høpi, er tað Suður- oyggin. Hergeir Nielsen hevur tí als ikki mist mótið um, at Suðuroyggin fær útgerð- arhavnina, hóast oljufeløg- ini í fyrstu syftu hava úti- hýst Drelnesi. Løgtingið hevur samtykt, at oljuvirksemið skal verða í útjaðaranum, og tað merk- ir, at Suðuroyggin skal verða við, heldur Hergeir Nielsen. Oljuvinnan tekur valdið Hergeir Nielsen hevur als ikki mist mótið um, at Suðuroyggin fær útgerðarhavnina, hóast oljufeløgini í fyrstu syftu hava útihýst Drelnesi Oljufeløgini, sum fara at leita eftir olju við Føroyar, hava gjørt av at geva trimum sam- tøkum loyvi at bjóða uppá útgerðarvirk- semið. Hesi samtøk koma at arbeiða út frá Havnini og Rúnavík. Drelnes er útilokað. ÚTGERÐARHAVN Jan Müller Tað verður eingin útgerðar- havn í Suðuroynni, um tað verður upp til oljuvinnuna at avgera hetta. Serfrøðing- ar í útgerðarvirksemi hjá Statoil hava gjørt av, saman við umboðum fyri øll fe- løgini, sum hava leitingar- loyvi, at trý av teimum seks samtøkunum, sum vóru við í prekvalifiseringini undan sjálvari útbjóðingini sleppa at bjóða. Tey eru Asco Føroyar saman við Strand- faraskipum Landsins, Skip- afelagið saman við Atlantic Supply Base í Runavík og Eimskip saman við SBS, sum er ein skotsk fyritøka, ið m.a. rekur eina útgerð- arstøð í Hetlandi. Eimskip kann arbeiða bæði frá Runavík og Havnini. Sum tað sær út til, so eru bæði Drelnes og Sund nú slept. Tað ljóðar, at Asco Føroyar herfyri gjørdi av at sleppa ætlanum sínum á Sundi og heldur leggja seg eftir at fáa virksemi í Havn. Hetta merkir, at Norserv, sum hevur ætlað sær at fáa oljuútgerðarhavn á Drel- nesi, als ikki sleppur at bjóða. Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil sigur, at Norserv og Smyril Line, sum var saman við einum útlendskum felag, hava ikki fingið nóg nógv stig til at kvalifisera seg víðari til sjálva útbjóðingina. Rúni Hansen sigur, at avgerðin, sum er tikin er, eina og aleina er út frá professio- nellum fakligum meting- um. Teir hava valt ikki at leggja aðrar metingar við. Við hesum sipar hann til ynski hjá tinginum at síggja til, at partur av útgerðar- virkseminum verður í út- jaðaranum. Oljufeløgini hava annars gjørt av, at alt, sum hevur verið oljuverju at gera, skal vera í Suðuroynni, tvs. goymsla av oljuverju ol. Hetta mugu feløgini, sum nú sleppa at bjóða, taka hædd fyri. Útbjóðingingartilfarið skal latast inn 26. januar. Avgerðin, hvør fær útgerð- arvirksemið, verður tikin áðrenn 1. mars. Ljóðar løgið Tá oljulógin varð til við- gerðar á tingi varð samtykt ein lógargrein, sum sigur, at útjaðarin skal eisini tak- ast við í myndina, tá talan verður um útgerðarvirk- semi. Eyðun Elttør, landsstýris- maður sigur, at hann og landsstýrið hava einki við prekvalifiseringina at gera. Tað varð latið upp til vinn- una at taka sær av hesum. Hann kennir enn ikki allar smálutir í málinum, men heldur tað ljóðar løgið, at eitt felag sum Norserv, sum m.a. hevur donsku útgerð- arhavnina í Esbjerg við sín- um drúgvu royndum aftan- fyri seg, als ikki skal hava klárað at kvalifiserað seg. Eingin oljuútgerðarhavn í Suðuroynni Tíðindaskriv frá Tjóðveldis- flokkinum: Suður- oyggin ikki sleppast upp á fjall Høgni Hoydal floksformaður Vegna tjóðveldisflokkin Tað er nú almanna- kunngjørt, at oljufe- løgini av sínum ein- tingum hava avskriv- að Suðuroynna sum oljuútgerðarhavn – ella rættari tað felag, sum hevur ætlað at havt sítt virksemi á Drelnesi. Hetta gongur beint ímóti teimum polit- isku samtyktum, sum eru gjørdar um olju- virksemið og beint ímóti tí, sum løgting- ið hevur álagt lands- stýrismanninum í oljumálum at gera í útbjóðingarlógini. Ongin ivi er um, at nógv virksemi verður undir øllum umstøð- um í miðstaðarøkin- um. Tí var neyðugt politiskt at áseta, at virksemi skal vera í útjaðaranum, og tað samtykti løgtingið. Oljufeløgini skulu leggja ein ætlan fyri landsstýrismannin og ein frágreiðing latast tinginum. Landsstýr- ismaðurin má tí geva oljufeløgunum greið boð um, at uttan mun til, hvat útgerðarfe- lag, tey professionelt halda vera tað besta, so skal virksemi av hesum vera í Suður- oynni. Hetta málið verður tikið upp á sam- gongufundi. - Stóri brølarin var, at løgtingið ikki gjørdi av, at útgerðarhavnin skuldi verða í Suð- uroy, heldur Henrik Old. Flemming Mikk- elsen vónar, at Suður- oyggin kann fáa ein leiklut í oljuvinnuni sum frálíðir ÚTGERÐARHAVN Eyðun Klakstein Suðuroyartingmenn harm- ast avgerðina hjá oljufeløg- unum um, at ein komandi útgerðarhavn skal vera í Havn ella á Skálafjørðinum og ikki í Suðuroy. – Tað undrar meg stór- liga, at Suðuroyggin ikki so frætt sum sleppur at bjóða upp á útgerðarhavnina, sig- ur Henrik Old, sum er ting- maður fyri Javnaðar- flokkin. – Hetta er ein keðilig støða, men soleiðis kann tað enda, tá tú telvar við teimum stóru, heldur Flemming Mikkelsen, ting- maður fyri Sambandsflokk- in. Brølarin Fyri einum lítlum ári síðani legði Javnaðarflokkurin uppskot fyri ting um, at tingið skuldi avgera, at ein komandi útgerðarhavn skuldi verða í Suðuroynni, men hetta uppskot var felt av einum meiriluta í tingin- um. – Stóri brølarin var, at løgtingið ikki gjørdi av, at útgerðarhavnin skuldi verða í Suðuroy. Men meirilutin í tinginum vildi ikki taka hesa avgerðina, og so var tað væntandi, hvat fór at henda, tá avgerðin var latin upp í hendurnar á oljufeløgunum, heldur Henrik Old. – Tá løgtingið feldi upp- skotið var tað fagnaður millum umboðini fyri út- gerðarhavnir og oljufeløg á áskoðaraplássunum, og tað gav ábendingar um, hvat ætlanin var. Koma við seinni Flemming Mikkelsen, ting- maður fyri Sambandsflokk- in, vónar, at Suðuroyggin sum frálíðir kann sleppa rættiliga upp í oljuvinnuna. – Hetta er vónandi bara fyrsta stigið í eini komandi oljuvinnu, og tí mugu vit vóna, at Suðuroyggin kann fáa ein leiklut í oljuvinnuni seinni, heldur hann. – Eg havi bitið merki í, at Suðuroyggin als ikki slepp- ur at bjóða upp á útgerðar- havnina, og tað meti eg verða undarligt, tí tað er gott og virt felag, sum er hugað at verða við í útgerð- arhavnini á Drelnesi. Flemming Mikkelsen heldur, at um ein politisk avgerð skuldi verið tikin um, hvar útgerðarhavnin skuldi liggja, hevði løgting- ið verið rætta høpi at gjørt tað í. – Men tað var lagt upp til, at oljuvinnan sjálv skuldi avgera hetta, og so kann tað ganga soleiðis, heldur hann. Havnin fær trupulleikar Henrik Old heldur, at líka so nógv sum avgerðin er ein vanlukka fyri Suður- oyggina, kann tað gerast ein vanlukka fyri miðstað- arøkið. – Vit vita sum er, at tað er trupult at finna innivist til fólk, virki og feløg í Havn, og um útgerðarhavnin skal leggjast í høvuðsstaðnum fer hetta bara at økja trýstið á býin, og tað kann fáa óhepnar avleiðingar, heldur Henrik Old. – Seinastu mánaðirnar eru fleiri nýggjar oljuskriv- stovur lætnar upp í Havn, so tað liggur kanska í kort- unum, at tað er her, at út- gerðarhavnin skal vera. Feløgini, sum eru sinnað at gera útgerðarhavn í Havn ella á Skálafjørðinum, sleppa nú at geva tilboð til oljufeløgini, og síðani verð- ur endaliga avgerðin tikin um, hvar útgerðarhavnin verður. Eitt er tó longu avgjørt, hon verður ikki í Suðuroy. Suðuroyartingmenn harmast avgerðina um útgerðarhavn: Løgtingið gjørdi brølaran Suðuroyartingmenn harmast avgerðina um, at Suðuroyggin ikki sleppur at bjóða upp á komandi útgerðarhavnina Modellmynd av útgerðarhavnini á Drelnesi, sum kanska ikki verður til nakað álíkavæl