týsdagur 9. januar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 9. januar 2001
9
8
Nr. 5 - 9. januar 2001
Skúlabørnini í Gøtu
Skúla sýndu fyri jól
fram úrslitið av
evnisviku, tey høvdu
havt í samband við
1.000 ára haldið
Skúlagongdin í Gøtu Skúla
var øðrvísi seinastu vikuna
fyri jól, enn hon vanliga
plagar at vera. Hesa vikuna
høvdu børnini ikki undir-
vísing í skúlastovuni, men
høvdu eina evnisviku í
samband við 1.000 ára
haldið, sum var við at enda.
Børnini arbeiddu í bólk-
um við at gera ymiskt, sum
sýnast skuldi fram, áðrenn
farið varð í jólafrí. Fram-
sýningin var partur av jóla-
haldi skúlans, sum hesaferð
varð skipað eitt sindur
øðrvísi, enn gjørt hevur
verið hini árini.
Yngru flokkarnir, frá
fyrsta til fjórða flokk, ar-
beiddu saman í einum
bólki. Tey høvdu sum evni
at royna at ímynda sær,
hvussu ein landsnámsbygd
hevur sæð út í Føroyum um
ár 1.000. Og rímiligt varð
Gøta vald. Gøta er jú kend
úr Føroyingasøguheilt aftur
í víkingaøldina.
Ymiskt var, sum gerast
kundi burtur úr. Eitt nú at
royna at mynda ein bónda-
garð í víkingatíð. Og í sam-
band við kristnanina varð
eisini gjørt eitt sindur burt-
ur úr teirri hendingini í
Føroyingasøgu, tá Tróndur
í Gøtu varð kristnaður. Ikki
var tað eftir egnum vilja
ella við nakrari beinleiðis
persónligari frelsu, at tað
hendi, sum Føroyingasøga
sigur frá.
Í hesum sambandi varð
eisini komið inn á kreddu -
ella trúarjáttan - Tróndar.
Hon er til enn, og stendur í
Sálmabókini nr. 315 í
týðing til okkara mál, sum
Mikkjal á Ryggi hevur
gjørt.
Hesin bólkurin gjørdi
eisini nakað burtur úr søg-
uni
gjøgnum
kvæðini.
Myndir vórðu gjørdar til
Sigmundakvæði
yngra.
Umframt at tey eisini
gjørdu burtur úr at lýsa
guðshúsini í Gøtu. Tað vil
siga kirkjur og samkomu-
hús, eins og gamla býlingin
í Norðragøtu.
Eldru
flokkarnir
ar-
beiddu hvør sær. Fimti
flokkur skrivaði leikrit og
gjørdi búnar og leiktjøld til
sjónleik úr Føroyingasøgu,
sum tey settu upp.
Sætti flokkur hevði ætt-
argransking. Og tað var
ikki hvør sum helst, sum
granskaður varð. Tað var
ættina hjá Gøtuskeggjum,
tey fóru at kanna, eins og
tey høvdu eina bíbliufram-
sýning.
Sjeyndi
flokkur
var
kanska eitt sindur nærri
okkara tíð. Tey arbeiddu
við staðarnøvnum í Gøtu.
Eisini gjørdu tey samrøður
við eldri gøtufólk um siðir
og skikkir. Hesar samrøður
vórðu tiknar á film.
ej
Í Gøtu ein dag
Børnini í Gøtu skúla hava gjørt eitt modell av bygdini sum hon sá út í víkingatíðini
Til framsýningina høvdu børnini gjørt nøkur víkingahús
Tað er longu nú
greitt, at bussfør-
ararnir í Suðuroynni
góðtaka ikki sátt-
málan, sum Strand-
ferðslan og Buss-
felagið blivu samd
um fríggjakvøldið.
BYGDALEIðIR
Áki Bertholdsen
Bussførarnir í Suðuroynni
fara ikki at góðtaka sátt-
málan um koyring hjá
Bygdaleiðum, sum Buss-
felagið og Strandferðslan
samdust um fríggjakvøldið.
Fríggjakvøldið samdust
partarnir um at sáttmálin,
sum nú er í gildið, skal vera
í gildið í eitt ár afturat.
Spurningurin skal tó leggj-
ast fyri limirnar í Buss-
felagnum at taka endaliga
støðu til.
Men tað er longu nú
greitt, at sama, hvørja
støðu Bussfelagið kemur
til, verður koyringin hjá
Bygdaleiðum í Suðuroynni
ikki tikin uppaftur.
Uni Mortensen, talsmað-
ur hjá teimum sjey buss-
førarunum í Suðuroy, sum
eru í verkfalli, sigur, at teir
taka í hvussu so er ikki
undir, at sáttmálin sum er,
bara verður longdur eitt ár
afturat, hóast onkrar smá-
vegis ábøtir eru gjørdar.
So koyringin hjá bygda-
leiðum í Suðuroy verður
ikki tikin uppaftur, hóast
endaliga niðurstøðan hjá
bussførarunum norðanfjørð
verður at góðtaka, at sátt-
málin, sum felag teirra og
Strandferðslan samdust um
fríggjakvøldið, skal galda
eitt ár afturat.
Hann sigur, at bussførar-
arnir í Suðuroynni hava
lagt nøkur uppskot til
broytingar í sáttmálanum
fyri Strandferðsluna og teir
fara at bíða, til Strand-
ferðslan hevur svarað. So
verður støða tikin útfrá tí.
Hvílitíð og høgri løn
Hann sigur, at nøkur av
krøvunum, sum bussførar-
arnir í Suðuroynni hava sett
fram, er, at reglur um hvílí-
tíð verða settar í gildið og
at lønin kemur upp á sama
støðið, sum lønin hja buss-
førarunum í Havn.
Uni Mortensen sigur, at
bussførarar hjá Strand-
ferðsluni
munnu
vera
einasti starvsbólkur, sum
hevur við flutning at gera,
sum ikki hevur reglar um
hvílitíð.
Ogtað heldur hann er ein
vandi fyri trygdina. Hann
vísir m.a. á, at summar
dagar fáa bussførarar í
Suðuroy bara fýra-fimm
tíma svøvn, áðrenn teir aft-
ur skulu til arbeiðis.
– Eitt nú hóskvøld eru
summir av okkum ikki
lidnir fyrrenn klokkan tvey
um náttina, men skulu
tørna til aftur klokkan 4.30
um morgunin. Og tað halda
vit er ein vansi fyri trygd-
ina.
Hann vísir eisini á, at
bussførarar í Havnini fáa
munandi hægri løn, enn teir
fáa, sum koyra aðrastaðni í
landinum.
– Teir fáa í hvussu so er
12% meiri um tíman, tá ið
teir koyra, enn vit fáa.
Harafturat fáa teir eisini løn
ímeðan teir bíða ímillum
túrarnar. Vit fáa bara løn
ímeðan hjólini rulla, men ta
tíðina, vit bíða ímillum
túrarnar, fáa vit onki fyri,
men mugu betala sjálvir.
Suðuroyingar
vilja hava meir
Bussførarnir í Suðuroynni fara ikki at taka koyringina upp
aftur, hóast bussførararnir norðanfjørðs góðtaka sáttmálan,
sum felag teirra, Bussfelagið, og Strandferðslan, gjørdu
fríggjakvøldið.
– Eg vóni og vænti, at
málið verður loyst
rímuliga skjótt, so-
leiðis at farast kann
undir varðveitingar-
arbeiðið av Múrinum
í summar, sigur
Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður í
mentamálum
KIRKJUBØMÚRURIN
Turið Kjølbro
Hann
spøkir
javnan,
Kirkjubømúrurin, og í gjár
kom hann aftur á lands-
stýrisborð.
Landsstýris-
maðurin í mentamálum,
Tórbjørn Jacobsen, ætlar
sum so nógvir aðrir und-
anfarnir í hansara sessi at
loysa málið eina ferð med
alla.
– Málið er ógvuliga trup-
ult, men eg havi sett mær
fyri at loysa tað. Nógv ym-
isk áhugamál gera málið
sera fløkt, men tann størsti
trupulleikin er, at einki er
gjørt í málinum, serliga frá
myndugleikanna síðu. Av
teirri orsøk, at fornmynd-
ugleikarnir
einki
hava
gjørt, tóku nøkur fólk seg
saman at gera eina ætlan
um, hvat skal henda við
Múrinum, sum eg rokni við
líka nógv var ein provoka-
sjón, tí einki hendi. Eg
rokni ikki við, at hesi fólk
hava hildið, at tann ætlanin
var tann endaligi sann-
leikin. Heldur var tað fyri at
seta málið á landakortið
aftur, sigur Tórbjørn Jacob-
sen.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum vil ikki siga
nakað nærri um, hvat hann
heldur um uppskotið, sum á
sinni kom frá J. P. Gregor-
iussen og kirkjubøarfólki
um innilokan av Múrinum.
– Øll hugskot kunnu
brúkast í eini samlaðari
meting, sigur hann.
Samtyktin galdandi
Uttan mun til, hvørji hug-
skot koma á borðið, nú
Múrurin í Kirkjubø enn
eina ferð er komin á borðið,
er samtyktin, sum Ivan Jo-
hannesen, ið var landsstýr-
ismaður í mentamálum
undanfarna valskeið, fram-
vegis galdandi. Og hon sig-
ur, at Múrurin er eitt forn-
minni, og ikki ein brúks-
lutur. Samtykt varð, at
farast skuldi undir varðveit-
ingararbeiði av Múrinum,
ið inniber, at partar av
Múrinum verða innilokaðir
í nøkur ár, soleiðis at
Múrurin verður turkaður og
harvið
niðurbraðingin
steðgar.
– Tann samtyktin er
framvegis galdandi. Nú
málið er fyri aftur, fara vit
at kanna, hvar vit standa,
hvussu langt vit kunnu
koma og ikki minst hoyra
ymsu sjónarmiðini í málin-
um, soleiðis at vit finna
eina loysn.
Skera ígjøgnum
Skal málið um Múrin
loysast, skal myndugleikin
á staðnum, tað vil siga
Kirkjubøarsóknar bygda-
ráð, vera inni í myndini.
Síðani Tórbjørn Jacobsen
tók við sum landsstýris-
maður fyri sløkum hálvum
ári síðani, hevur hann tosað
við lokala myndugleikan.
– Eg vóni og vænti, at
málið verður loyst rímuliga
skjótt, soleiðis at farast
kann undir varðveitingarar-
beiðið í summar. Pengar
eru jú settir av til enda-
málið. Men einki verður
gjørt uttan, at bygdaráðið í
Kirkjubøar sókn verður
eftirspurt. Hvussu stóran
løgfrøðiligan myndugleika
tey hava í málinum, veit eg
ikki, men tey hava í øllum
førum
ein
moralskan
myndugleika í og við, at tey
hava livað so tætt upp at
Múrinum í so nógv hundr-
að ár. Tað kann eingin uttan
víðari síggja burtur frá.
Sum støðan er í løtuni eiga
tey Múrin í og við, at hann
er partur av festinum hjá
bóndanum í Kirkjubø, men
hinvegin hava tey ikki rætt
at gera tað sum tey vilja við
hann. Vísir tað seg, at tey
fólkini, ið eru partar av
málinum, ikki hava loyst
tað innan eina rímuliga tíð,
skeri eg ígjøgnum, soleiðis
at endi fæst á tí. Tað skal í
øllum førum verða loyst í
míni tíð sum landsstýris-
maður.
Kirkjubømúrurin á borðið aftur
Verður tað sum landsstýrismaðurin í mentamálum vil, verður farið undir varðveitingararbeiðið
av Múrinum í summar
- Verður málið um Múrin í Kirkjubø ikki loyst skjótt, er vandi
fyri, at hann fer at rapa. Tað skal í øllum førum verða loyst í
míni tíð sum landsstýrismaður, sigur Tórbjørn Jacobsen,
lansstýrismaður í mentamálum
TÍÐINDAKSRIV
Maskinmeistarafelagið
Finnleif Guttesen, sum
hevur tikið við starvinum
sum borgarstjóri á Tvør-
oyri, er nú farin frá sum
formaður og nevndarlimur
í
Maskinmeistarafelag-
num.
Á nevndarfundi leygar-
dagin skipaði nevndin seg
av nýggjum við Niels Th.
Pedersen sum formanni og
Zacharias
Zachariasen
sum næstformanni. Tumas
Eli Høj Joensen, sum
hevur verið tiltakslimur, er
nú nevndarlimur.
Maskinmeistarafelagið
hevur aðalfund í mars
mánaða og tá verður m. a.
formansval á skránni.
Á fundinum leygardagin
viðgjørdi
nevndin
í
Maskinmeistarafelagnum
eisini tey úttalilsir, sum
formaðurin í felagnum
rækjuskip hevði í útvarp-
inum seinasta fríggja-
kvøld. Hann segði m. a. at
Maskinmeistarafelagið
hevði verið serliga víð-
gongt í sínum krøvum.
Av øllum manningarfe-
løgunum var tað einans
Maskinmeistarafelagið,
sum segði sáttmálan upp
hesu ferð. Hetta var av
teirri einfaldu orsøk, at tað
hevur víst seg at vera
ógjørligt at fáa nakrar
broytingar og dagføringar
í sáttmálaskeiðnum.
Maskinmeistarafelagið
er einasta manningarfelag,
sum hevur ynskt eina fast-
lønarskipan við einari
skipaðari fríðtíð og hetta
hevur við tíðini eisini
vunnið frama hjá fleiri
reiðaríum.
Tá ið Maskinmeistara-
felagið og Føroya Reiðara-
felag nú settust við sam-
ráðingarborðið vísti tað
seg, at krøvini frá Maskin-
meistarafelagnum vóru so
mikið rímulig, at tað
skuldu bert tveir stuttir
fundir til so vóru partarnir
so gott sum samdir.
Okkum kunnugt er Ják-
up Egholm Hansen eisini
limur í Føroya Reiðara-
felag, so vit kunnu mæla
honum til, at seta seg í
samband við sítt felag fyri
at frætta um samráðing-
arnar við Maskinmeistara-
felagið.
Tað er hugstoytt, at ein-
stakir reiðarar ikki enn
hava skilt, at tíðin við 4-6
mánaða útmynstring er
farin, men hesir skulu so
ikki rokna við, at nakar í
longdini fer at góðtaka
slíkt.
Maskinmeistarafelagið fingið nýggjan formann