týsdagur 9. januar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 10. januar 2001
9
8
Nr. 6 - 10. januar 2001
35 ferðir er leikurin
spældur og nú verða
10 eykasýningar, sum
allar longu eru út-
seldar
SJÓNLEIKUR
Turið Kjølbro
Seinnapartin
mánadagin
varð greitt, at allar 10 eyka-
sýningarnar av sjónleikin-
um Pippi hjá Havnar Sjón-
leikarfelag eru útseldar.
Fyrsta eykasýningin verður
í kvøld.
– Tríggjar sýningar vórðu
skjótt útseldar, men vit
høvdu ikki roknað við, at
allar fóru at verða útseldar,
í øllum førum ikki so
skjótt, sigur Birita Kross-
teig, dagligur leiðari hjá
Havnar Sjónleikarfelag.
Um nakar helt, at tað var
í so djarvt av Havnar Sjón-
leikarfelag at fara undir ein
so stóran leik og serliga ein
leik um heimskendu Pippi,
er viðkomandi farin púra
skeivur.
– Vit eiga heimsins bestu
Pippi. Hon gevur seg meiri
enn 100 prosent í hvørjari
sýning. Hon dansar, syng-
ur, stendur á hondunum,
hoppar, rennur, og leikar í,
akkurát sum Pippi ger.
Leikstjórin hevur gjørt eitt
framúr gott arbeiði, og allir
leikararnir og hjálparfólk-
ini tað sama. Har er ein
ótrúligur eldhugi. Bæði
leikarar og hjálparfólk hava
arbeiði við síðuna av, men
hóast tey møta hvønn dag
troytt og svang, eru tey eftir
stuttari løtu til dystin fús,
sigur Birita Krossteig.
Venjingarnar av Pippi
byrjaðu í august, og ætlanin
var, at seinasta sýning av
leikinum skuldi vera í no-
vember. Nú eru vit farin um
ársskiftið og Pippi er fram-
vegis á skránni. Dagligi
leiðarin í Sjónleikarfelag-
num viðgongur, at leikurin
hevur tikið nógva orku. Tað
hevur kostað 600.000 kr. at
sett hann upp, og hóast 45
útseldar sýningar, er felagið
ikki vorðið ríkt av leikin-
um.
– Í løtuni hava vit ikki
nakað ítøkiligt á skránni.
Allir teir virknu leikararnir
í felagnum hava átt ein
leiklut í Pippi so ella so,
sigur Birita Krossteig.
Í alt hava 62 fólk verið
knýtt at leikinum. Onkur
leikari er farin, annar eru
komin afturat, og tá ið
leikurin verður á palli í
kvøld, er ein leikari við fyri
fyrstu ferð.
Fleiri eykasýningar av
Pippi
eru
ikki
lýstar.
Spurningurin er so, um tað
ber til hjá Havnar Sjónleik-
arfelag at gevast at spæla
ein so væl umtóktan leik
við fullum húsum.
Um ársskiftið koma
Kirkjubøarstólarnir
heim eftir 125 ára
útlegd
KIRKJUBØAR-
STÓLARNIR
Turið Kjølbro
Teir hava bíðað leingi eftir
heimferðarløtuni, men um
eitt lítið ár koma Kirkju-
bøarstólarnir heim aftur.
Heimkoman av Kirkjubøar-
stólunum byggir á eina
tilsøgn frá danska menta-
málaráðnum í 1977, um, at
føroyingar skulu fáa savns-
og fornlutir aftur, sum
vórðu fingnir til vega við
innsavningum í Føroyum
alla 19. øld og sum vórðu
sendir av landinum á søvn.
Savnslutirnir hava allir sína
serstøku søgu, men Kirkju-
bøarstólarnir, ið eru frá
fyrru helvt av 1400-talin-
um, eru nakað heilt serstakt
í hesum høpi. Og líka síð-
ani
postskipið
Diana
stevndi úr Føroyum til
Keypmannahavnar við hes-
um serliga kirkjuinnbúgvi
um jóltíðir í 1875, hava
føroyingar, ikki minst Jó-
annes bóndi Patursson í
Kirkjubø, arbeitt fyri at fáa
føroyingum stólarnar aftur.
Ætlanin var annars, at
Kirkjubøarstólarnir
og
aðrir fornlutir skuldu koma
til Føroya aftur á hvítu-
sunnu í fjør í sambandi við
1000 ára kristnihátíð føroy-
inga. Á sumri fyri tveimum
árum
síðani
skrivaðu
danski mentamálaráðarrin
Elsebeth Gerner Nielsen og
Signar á Brúnni, sum tá var
landsstýrismaður í menta-
málum, undir avtalu um, at
fornlutirnir koma heim
aftur árið eftir.
Í fyrsta umfari fara
Kirkjubøarstólarnir og aðr-
ir fornlutir eftir øllum at
døma á Føroya Fornminnis-
savn í Hoyvík, men ætlanin
er, at teir eina ferð skulu
aftur til Kirkjubøar.
– Tað mest natúrliga er, at
teir koma aftur á staðið,
haðani teir vórðu fluttir. Í
løtuni ber ikki til at goyma
teir har, men eg vil virka
fyri, at eini høli verða
gjørd, trygg og góðkend,
har allir lutirnir sum stava
úr Kirkjubø, kunnu verða.
Eingir pengar eru settir av
til endamálið sum er, men
tankin hevur verið nógv
frammi um at seta pengar
av til eini høli, sigur Tór-
bjørn Jacobsen, landsstýr-
ismaður í mentamálum.
Áðrenn Kirkjubøarstól-
arnir koma heim upp undir
komandi ársskiftið, skulu
teir saman við øðrum
savnslutum úr Føroyum
vera við á framsýning í
Danmark.
– Hækkingarnar
á fíggjarlógini í
ár til mentunar-
økið, skulu síggj-
ast sum ein
byrjan upp á
mentunarvirkis
ætlanina, sigur
Tórbjørn Jacob-
sen, landsstýris-
maður í
mentamálum
MENTAN
Turið Kjølbro
Mentunarvirkisætlan
in hjá landsstýrisnum
er komin undir land.
Í samgonguskjalin-
um stendur, at ein
greiður
mentunar-
politikkur skal orðast
við støði í millum
øðrum mentunarálit-
inum “Avmarkaður
marknaður”,
sum
varð gjørt miðskeiðis
í nítiárunum. Sein-
astu tvey árini hevur
verið arbeitt miðvíst
við virkisætlanini og
løtuni situr deildar-
stjórin í mentamála-
stýrinum burturav og
leggur síðstu hond á
virkisætl-anina. Hon
skal verða liðug síðst
í hesum mánaðinum
og kemur fyri tingið í
vár til orðaskifti.
Landsstýrismaður-
in í mentamálum,
Tórbjørn Jacobsen,
vil ikki siga nakað
ítøkiligt um innihald-
ið í virkisætlanini: Ei
heldur nakað um, um
virkisætlanin fer hava
við sær, at meiri pen-
ingur verður settur av
á fíggjarlógini til
mentan.
– Hækkingarnar á
fíggjarlógini
til
mentunarøkið í ár í
mun til í fjør skulu
síggjast sum ein byrj-
an upp á mentunar-
virkisætlanina. Játt-
anin til mentunarøkið
er økt við 10 prosent-
um og í teimum tøl-
um ber til at síggja
nakrar
ábendingar
um, hvat vit kunnu
vænta. Eg eri væl
nøgdur við virkisætl-
anina, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Mentunar-
virkis-
ætlanin
undir land
Kirkjubøarstólarnir heim
Tað var ein søguligur dagur 10. juni í 1999, tá ið táverandi
landsstýrismaður í mentamálum, Signar á Brúnni, og Elsebeth
Gerner Nielsen, undirskrivaðu avtalu um, at savnslutir úr
Føroyum kunnu koma heim aftur eftir 125 ára útlegd.
Mynd: Jens Kristian Vang
Danska mentamálaráðið tryggjaði sær í tilsøgnini frá 1977, at Kirkjubøarstólarnir kundu koma
heim, tá ið nýtilig og tíðarhóskandi framsýningarhøli vóru fingin til vega. Á danska tjóðar-
savninum hava Kirkjubøarstólarnir staðið í eini trappuuppgongd, sum vit síggja á myndini
Pippi útseld
– Vit eiga heimsins bestu Pippi, sigur Birita Krossteig, dagligur leiðari hjá Havnar
Sjónleikarfelag
Omanlop i Hvalba
leygardagin
Steinurin, sum liggur
í urðini, man vera
størsti steinur í
Føroyum
OMANLOP
Áki Bertholdsen
Leygardagin var eitt stórt
omanlop vesturi á Drátti í
Hvalba.
Omanlop eru ikki so
óvanlig. Men tað, sum ger
hetta omanlopið óvanligt,
er, at tann eini steinurin,
sum er lopin oman, er so
stórur, at tað nú man vera
størsti steinur í Føroyum.
Ein partur av honum liggur
omaná og nakað liggur
niðri í urðini.
Ilt er sjálvandi at meta
um vekt, men øll eru samd
um, at hann vigar fleiri tús-
und tons.
Hetta
er
samstundis
størsta omanlop á Drátti í
Hvalba í nýggjari tíð.
Eitt minni lop var í fjør
og tá kom ein riva í bergið,
líka úr sjónum upp í vøllin.
Síðani eru steinar alla tíð-
ina dotnir niður úr, so at tað
bleiv loft í berginum.
Hesar seinastu dagarnar
er hendan rivan bara blivin
størri og størri, so tað hevur
altíð verið væntandi, at tað
fór at loypa.
Serliga seinasta døgnið,
áðrenn tað leyp, hava
hvalbingar sæð, hvussu riv-
an er blivin størri og størri.
Hvalbingar, sum vóru vest-
uri á Drátti leygarmorgunin
siga, at tað var merkiligt at
síggja, hvussu rivan opnaði
seg, og bergið skrædnaði
spakuliga, men so týðiliga,
frá, at munur sást á. Og
stutt eftir døgverða leyp.
Lopið er stórt, tað man
vera einar 100 metrar breitt
og tað hevur tikið einar
seks metrar inn í vøllin.
Leygadagin leyp bergið vesturi á Drátti í Hvalba. Lopið er stórt, men leggi serliga til merkis tann stóra steinin, sum liggur í
urðini. Hann er sum fleiri hús og semja er um, at hann mann viga fleiri túsund tons. Hetta er uttan iva ein av størstu steinum í
Føroyum, kanska tann allarstørsti
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.