Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 5 - 9. januar 2001 Hóast hann sum heild var væl nøgdur um føroysku avrikini, so heldur landsliðsvenj- arin, at nógv kann betrast, fyri at før- oyska liðið skal mennast enn meira LANDSDYSTIR Jákup Mørk Tá litið verður aftur á teir báðar dystirnar móti rum- enum, so mundu flestu áskoðararnir vera væl nøgdir um føroysku avrik- ini, og hesa áskoðan hevði landsliðsvenjarin, Palli Jo- ensen, eisini, tá vit hittu hann á máli. – Tað mest positiva haldi eg var, at vit tykjast at vera komnir fram við tí, sum ofta verður mett sum tað strævnasta í slíkum dyst- um. Nevnliga at koma til skoringsmøguleikar. Taka vit fyrra dystin, so koma vit til eina rúgvu av møguleik- um. Vit skora 23 mál, men vit hava kanska einar 35 upplagdar møguleikar. 100% koma vit so ongantíð uppá, men fáa vit bara ein triðing av misnýttu møgu- leikunum inn, so hava vit kanska eini 28 mál, og tað hevði verið rættiliga gott móti einum slíkum mót- støðuliði. – Í fyrra dystinum var trupulleikin hjá okkum tó tann, at verjan ikki arbeiddi nóg væl. Í dag gekk nógv betri, tá vit royndu eina flatari verju. At verjan rigg- ar væl, ger tað eisini lættari hjá málverjanum, og vit síggja serliga í seinna hálv- leiki, at Jóhan fær fatur á nógvum. – Vit síggja tó aftur í dag, at vit brenna alt ov nógv. Vit lesa ikki málverjan nóg væl, hóast vit royna at undirstrika, hvat tað er, sum hendir. Vit taka time-out bert til fyri at fáa leikarar- nar at hugsa, tí hasin seinni málverjin tekru alt, sum verður skotið niður móti beinunum. – Hatta er so í øllum før- um nakað, sum vit mugu taka upp – spyrja okkum sjálvar, hví vit brenna so nógv. Ein partur av frá- greiðingini er sjálvsagt, at støðið er hægri, og tí skal neyvleikin vera størri. Hin- vegin er tað kanska tað, at vit brúka meira orku í gjøgnumbrotunum, og tí restar kanska tað seinasta, tá vit so skulu skjóta. Krevur sterka mótstøðu Júst hetta við at tað kostar kreftir at spæla ein slíkan dyst, er eisini nakað, sum landsliðsvenjarin heldur, hevur stóra ávirkan. – Tú sært jú á leikar- unum, at teir eru nógv betri fyri kropsliga. Vøddarnir í beinunum boða frá, at nógv styrkisvenjing er farin fram, og hetta er so nakað, sum skal betrast hjá okk- um, sjálvt um eg eri full- greiður um, at hetta er nakað, sum tekur langa tíð. Hongur hetta ikki eisini saman við, at her heima hava vit ikki havt tørv á tí. Landsliðsarbeiðið hevur jú ligið lamið, og tí hava avbjóðingarnar ikki verið størri enn eitt vist? – Tað er eingin ivi, um hata er rætt, og sum so er eisini tað sama galdandi í verjupartinum hjá okkum. Har hava vit í nógv ár verið vanir við, at tú kanst tola at verja defensivt her heima, tí so sterkir skjúttarnir ikki. Í øllum førum á einstøku liðunum. – Hetta er eisini ein partur av frágreiðingini um, hví tað er neyðugt, at vit sleppa at royna okkum móti útlendskari mótstøðu. Nú er so bara ein vika, áðrenn næsti landsdysturin er á skránni, og landsliðs- venjarin er samdur í, at hetta væl kann gerast ein fyrimunur. Tað at dystirnir liggja so tættir. – Tað er sjálvandi bæði fyri og ímóti. Tá so stutt er ímillum dystirnar, fáa vit sjálvandi ikki arbeitt so nógv við ávísum lutum, sum tað kundi verið ynski- ligt, men hinvegin sleppa spælararnir ikki at taka sær av løttum. Nógv kann betrast Annars vísir landsliðsvenj- arin á, at tað í sambandi við landsliðsarbeiði eru nógvir lutir, sum skulu betrast, um so er, at menningin hjá hondbóltslandsliðnum skal verða nóg stór. – Tað er so at siga í øllum liðum, at lutir kunnu betr- ast, soleiðis at tað ber til at gera eitt meira miðvíst ar- beiði. Verður samanborið við fótbóltslandsliðið, so er tað sjónligt, at har er ein rúgva av lærdómi fingin til vega, nú tíggju ár eru liðin, og Palli ásannar eisini, at tað sjálvandi er ein lærupro- sess, sum vit skulu ígjøgn- um, nú hondbólturin byrjar aftur. – Tað er eingin ivi um tað, men skalt tú samanbera við eitt nú fótbóltin, so hava vit verið nógv meira saman hetta árið, enn fótbóltslandsliðið er. Hetta sæst eisini aftur í teimum video-upptøkunum, sum vit hava. Har er tað sjónligt, at hópurin er nógv betri sam- anspældur nú, enn fyri ein- um ári síðani. – Stóri trupulleikin er tó eftir mínum tykki, at vit koma ikki longur enn eitt vist, um vit ikki regluliga sleppa at møta sterkum liðum. Tað hjálpir einki, um vit spæla tríggja dystir nú, og so kanska tríggjar dystir um eitt ár ella so. Tað nýtist ikki bert at vera í lands- dystum, at vit hitta slíka mótstøðu, tí vit kunnu eis- ini vera í kappingum av ymsum slag uttanlands, sum eitt nú kappingini í Danmark, har vit møttu sterkaru mótstøðu. – Hetta at møta sterkari mótstøðu regluliga er eftir mínum tykki tann einstaki luturin, sum hevur mest at siga, tí uttan hetta koma vit ikki longri í menningi av landsliðnum, sigur altso Palli Joensen at enda. Áhaldandi menning krevur broytingar Nr. 5 • týsdagur • 9. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Tað er av alstórum týdningi, at vit møta sterkari mótstøðu regluliga, fyri at føroyska liðið skal mennast sum mest, heldur landsliðsvenjarin Mynd: Álvur Haraldsen Meira um landsdystirnar á síðunum 15-18 VIÐMERKINGAR Høgni Hoydal landsstýrismaður Ein føroysk løgregla er ein avbjóðing hjá bæði starvs- fólki og politisku skipanini. Starvsviðurskiftini verða sjálvsagt tryggjað og vón- andi vilja okkara løgreglu- fólk taka lut í fyrireiking- unum. Nógvar løgnar søgur tykjast ganga um ætlanir- nar at skipa løgregluna undir føroyska lóggávu og myndugleika. Tað er væl skiljandi, men ongin orsøk er at gera nakran mystikk burturúr málinum. Í eini viðmerking í bløð- unum nevnir Schandorff Vang, politistur, at undir- ritaði skal hava nøkur duld motiv og at ongar kanning- ar eru gjørdar av málinum. Hetta er tíbetur ikki so. Eg skal tí í stuttum lýsa málið. Fullveldisætlanin Endamál landsstýrisins, sum er samtykt á løgtingi, er at Føroyar skulu skipast sum eitt land við fullveldi – har vit sjálvsagt fyrisita og gjalda øll málsøkir sjálv eftir eini skipaðari ætlan. Í tí sambandi varð Hvíta- bók gjørd, har fylgibind 2 nágreiniliga lýsir tey máls- øki, sum í dag verða fyri- sitin av donskum myndug- leikum, og lýsir hvørji krøvini eru til sjálvstøðuga føroyska fyrisiting. Ein trupulleiki við lýs- ingini av løgregluni hevur verið, at danska forsetis- málaráðið hevur sýtt fyri, at landsstýrið kann samstarva beinleiðis við teir avvarð- andi donsku myndugleik- arnar um at fáa til vega upplýsingar og metingar. Tí eru upplýsingarnar bygdar á egnar kanningar hjá teimum, ið gjørdu Hvítubók, og tað er hetta eg havi hildið meg til í ar- beiðinum. Upplýsingar í Hvítubók Alt sum hevur við løgregl- una at gera verður viðgjørt á bls. 44-100 í fylgibindi 2 til Hvítubók – og starvs- viðurskifti, fígging og skip- an verða serliga lýst á bls. 83-94. Annars er ein saman- dráttur í Hvítubók á bls. 118-119. Verandi yvirlit vísa, at útreiðslurnar til rakstur av løgregluni í Føroyum er 45 mió. kr. árliga. Niðurstøðan í Hvítubok er, at til tess at røkja allar uppgávur, ver- andi sáttmálar, útbúgving og starvsviðurskifti, verður roknað við at kostnaðurin er 63 mió. kr. árliga. Sjálvt arbeiðið Lóggávan og rættarliga grundarlagið hjá løgregluni er ásett í Rættargangs- lógini. Rættarskipanar- nevndin, sum arbeiði undir grundlógarnevndini, viðger hesar spurningar og ger uppskot til lóggávu. Ætlanin er, at tey prakt- isku viðurskiftini verða viðgjørd í eini aðrari nevnd, har Politistafelagið fær bjóðað umboð. Endamálið er greitt: Starvsviðurskifti og sátt- málar hjá verða ikki verri og løgreglan skal fram- haldandi virka optimalt undir føroyskari ábyrgd. Vónandi fáa vit eitt gott samstarv um at taka við hesi avbjóðing. John S. Myllhamar Meina politikarar nakað við hugtakið: menning av útjaðaranum, og við at hava sett niður útjaðaranevnd, er so innlýsandi, at oljuút- gerðarhavnin verður løgd í Suðri. Alt annað er burtur- við. Har eru firðir, sum frá skaparans hond eru skornir til slík endamál. Og tað vildi glett fleiri av okkum, sum búgva aðrastaðni í landinum, at aftur kundi verði sagt um eitt nú Tvør- oyri, sum Poul F. tekur til, at har komu fólk úr flestu landsins bygdum, at har er vinna og bestu livikor. Sum búsitandi í Vágum var eg fegin um, at í hvussu so er ávísir suðuroyartingmenn arbeiddu sum landspolitik- arar, tá ið talan var um at fáa undirsjóvartunnil um Vestmannasund. Hetta fer at hava við sær, at flog- vøllurin verður liggjandi í Vágum, og hetta verður mennandi fyri oynna. Sama verður galdandi fyri Norð- oyggjar, tá ið fast samband kemur tann vegin. Tað verður mennandi, ikki bara fyri Norðoyggjar, men Eysturoynna eisini, ið frammanundan er betri fyri, hvat eitt nú samferðslu viðvíkur. Vit eru glað fyri og góð við okkara høvuðstað, tí vilja vit ikki, at fólkið skal stúgast saman í hvørjum kjallara og úti undir vað- ingini í hvørjari kroysu í Havn, og at tey skulu gjalda ovurhonds stóra leigu fyri hetta, meðan restin av bygdum og býum í landin- um, sum eru so væl útbygt við húsum, havnum, vega- netið, sjúkrahúsum o.s.f. skulu liggja manntóm. Havnin hevur ikki pláss til síni egnu, siga tey sjálv, hví tá troka fleiri fólk inn á tey? - sera ólogiskt. Háttvirðu tinglimir: verði nú realistiskir, verði lands- polittikarar. Praktiseri tað, tit sjálvir hava viðtikið: Menning av útjagaran- um. Leggi oljuútgerðar- havnina í Suðri. Oljuútgerðarhavnin í Suðri Føroysk løgregla – ein avbjóðing Sámal Matras Kristiansen Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, nevnir í síni nýggj- ársrøðu tríggjar avbjóð- ingar í hesum komandi ári. Tann kanska mest áhuga- verda er kanska tann ikki at sleppa búskapinum leysum. Samstundis hoyrast órógv- andi orð frá formanninum í fíggjarnevndini, Finnboga Arge, um at ein skattalætti helst hevði verið eitt gott hugskot. Eitt av sitandi samgongu bestu avrikum man helst vera stovnanin av sonevnda búskapargrunninum. Hesin er settur á stovn út frá keynesiansku tankagongd- ini um at spara upp í góðu tíðunum fyri at hava nakað at taka av í kreppuárunum. Nakað, ið fær enn størri týdning um Føroyar verða sjálvstøðugar. Ein búskap- argrunnur lýsist best í sambandi við skattapoli- tikkinum. Í góðu tíðunum krevur ein heldur hægri skatt, sum fer í henda góða grunn, og í ringu tíðini verður skatturin settur nið- ur fyri í staðin at nøkta tørv tess almenna ígjøgnum uppsparda kapitalin. Har- við fáa bæði tað privata og tað almenna ágóðan av bú- skapargrunninum í kreppu- árum. Tað privata vegna ein lægri skatt (og harvið størri ræsarúm til íløgur og ábøtur), og tað almenna vegna teir í grunninum uppspardu pengarnar. Men allíka væl eru røddir frammi um, at skatturin eigur at lækkast – eisini, og ikki minst hjá háinntøkun- um. Hetta fyri at skapa størri virksemi í landinum. Argumentið er soleiðis sæð í lagi, burtur sæð frá, at virksemið her í landinum neyvan fær verið nógv størri enn tað longu er, um búskaparligi stabiliteturin skal varðveitast. Í staðin fer økta peningarenslið at sláa bakk og skapa prísvøkstur. Hetta vísa royndir frá so gott sum øllum londum her á leiðum. Í Føroyum er hes- in vandin serstakliga stórur, tí at ikki er gjørligt at føra egnan peningapolitikk. Roknistykkið fer tá at síggja soleiðis út: Vegna skattalættan eigur tú tíggju prosent meiri ímillum hendurnar, men hvat hjálpir tað tá ið prísirnir, eftir øllum royndum at døma, eisini fara tíggju prosent, um ikki meiri, upp? Tá er lítið vunnið, og tey einastu, ið fáa ágóðan av skattalætt- anum, verða tí tey, ið eru før fyri at handla í altjóða gjaldoyra ella realkapitali. Við øðrum orðum stóru útflutningsfyritøkurnar. Tær fáa stóru inntjeningina, og vegna vandan fyri akkumuleraðum prís- vøkstri, verður vanligi borgarin kanska verri fyri enn hann var áðrenn skattalættan. Ikki í krónum og oyrum sum so, men sæð í mun til hvat vørurnar kosta: Pengarnir verða minni verdir. Hetta umframt tann vandan, at skattalættin heilt ítøkiliga gevur tí almenna minni at arbeiða við, og harvið skýtur lívsneyðugar verkætlanir fram í tíðina, og harvið setur langskygdu búskaparmenningina upp á spæl. Ella kanska ta løttu loysnina, at man velur at fjerna ta brynjuna sum bú- skapargrunnurin er, og nýtir hann sum kompensa- tión fyri vantandi peningin. Tá verður einki at gera gott við tá ið tær ringu tíðirnar koma – og tað vita vit, at tær fyrr ella seinni gera í einum monobúskapi sum tí føroyska, har fiskivinnan er eitt og alt. Tá hava vit spælt av við bæði amboðini at seta gongd á aftur búskap- in: Møguleikan fyri víðk- aðum skattalætta (ígongd- seting av privatum virk- semi) og fígging úr búskap- argrunninum (ígongseting av almennum virksemi). Henda grein er ein roynd at verja framúr skilagóða hugskotið við búskapar- grunninum, og vísa á, at ein skattalætti kann vísa seg at vera ein hóttan ímóti hes- um, fyri ikki at tosa um, at hann kann fara at virka sum ein beinleiðis útflutningur av kapitali – úr lummum føroyinga – via útflutnings- fyritøkurnar – sum íløgur í útlendskar fyritøkur, tí at føroyski marknaðurin fyri íløgur í hesum hákonjunk- turtíðum ikki er serliga kappingarførur; hann er longu um at vera mettaður. Ein skattalætti merkir tí í besta føri tað, at vit blaka árarnar fyri borð uttan møguleika fyri at sigla utt- anum íðurnar, og í ringasta føri, at vit harumframt opna eina ventil fyri alheims- kapitalismuni, so at virði stillisliga og óvarnað kunnu leka út úr føroyska búskap- inum. Við øðrum orðum, at vit blaka nøgluna fyri borð og seta okkum spent at vita hvat ið fer at henda. Nøkur orð um skattalætta og búskapargrunn BÓKAÚTGÁVA Føroya Skúlabóka- grunnur hevur givið út bókina Rættskriv- ing - Triði partur. Bókin byggir, eins og áður útgivnu partar- nir, á bókina “Før- oysk rættskriving, 4. skúlaár” eftir Jeffrei Henriksen. Bókin er ætlað miðdeild fólkaskúl- ans. Dentur er lagdur á at geva miðvísa undirvísing í mállæru og føroyskari rætt- skriving við denti á tey staviorð og á tær rættskrivingarreglur, ið mesti tørvur tykir vera á hjá børnunum at læra í miðdeild fólkaskúlans. Í bókini eru 31 tímar. Innihaldsliga er hon býtt í trý evni: fyrisagnir, ljóðlæru og rættskriving. Fyrisagnirnar eru 11 í tali. Í ljóðlæru verður arbeitt við umljóði. Rætt- skrivingarvenjingar eru t.d.: útfyllingar- stykki og uppgávur, tá ið arbeitt verður við navnorðum, sagnorðum, lýsing- arorðum, kynunum og føllunum. Eisini eru orðvenjingar, har ið sligið verður upp í leitorðalistanum, sum er skipaður í bókstavarað og stendur aftast í bókini. Harumframt eru stílaevni. Í triðja parti hevur Gunnvør Joensen gjørt uppskot til fjøl- broyttar eykauppgáv- ur, sum geva næm- ingunum møguleika at arbeiða sjálvstøð- ugt. Aðrar uppgávur krevja stuðul frá lær- ara og kunnu nýtast bæði sum samrøður og í skrivligum ar- beiði. Aftast í bókini eru rættskrivingarreglur og leitorðalisti. Í bókini eru nógvar myndir, sum Herálv- ur Jacobsen, lærari, hevur teknað. Olivur við Neyst teknaði permumyndina. Umbróting, repro- arbeiði og prenti hevur Hestprent stað- ið fyri. Rættskriving - Triði partur er 77 blaðsíður og kostar 95,- kr. Rætt- skriving – Triði partur