Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroysk lesandi uttan fyri Danmark fáa góðar sømdir, og millum annað av teirri orsøk fara alsamt fleiri føroyingar út um ríkismarkið at nema sær útbúgving. Ein teirra, havnamaðurin Heini Hátún, hevur júst lokið prógv eftir fimm ára lesnað í Bretlandi ÚTBÚGVING Rúnar Reistrup »Nær ætlar tú tær niður at lesa?« plagar spurningurin at ljóða til nýklæktu pisuna, sum enn gongur runt við húgvuni á høvdinum. Men spurningurin er nú so smátt farin at broytast til »Hvar ætlar tú tær at lesa«, tí alsamt fleiri føroyingar fara út um ríkismarkið at nema sær útbúgving. Ein teirra er Heini Hátún, sum herfyri tók prógv á London School of Economics and Political Science eftir fýra ára lestur í Skotlandi og eitt ára lestur í Englandi. Og hóast tað at nema sær útbúgving í Bretlandi hvørki er tann lættasta ella bíligasta loysnin, so er hetta vorðið alsamt betur umtókt millum føroyingar farnu árini. Heini Hátún, sum nú kann kalla seg Master í Analysis Design and Man- agement of Information Systems, metir, at orsøkin til at alt fleiri føroyingar fara til Bretlands at lesa, millum annað er ynskið um at gerast stinnir í enska málinum og harvið seinni hava møguleika at arbeiða um allan heim uttan máls- ligar avmarkingar. Skotland, Frakland og England Sjálvur fór hann tó í 1994 til Skotlands at nema sær útbúgving, tí hann var áhugaður í fiskaaling, og tær bestu útbúgvingarnar innan hesa grein lógu í Skotlandi. – Mær vitandi var eingin útbúgving innan fiskaaling í Danmark, so meðan tey, sum eg kendi frá skúlatíðini í Føroyum, fóru til Dan- markar at lesa, fór eg til býin Stirling í Skotlandi. Eftir eina tíð broyttist áhugin tó og Heini fór und- ir at lesa Business Studies, eisini í Stirling. Eftir fýra ár á hesi útbúgvingini tók hann prógv sum Bachelor of honuor og tók síðan eitt semestur í Fraklandi. Hetta var á Erasmus í Sophia Antipolis, og útbúgvingin var innan leiðslu. Farna árið hevur Heini Hátún so lisið á London School of Economics and Political Science, haðani hann fyri kortum tók Master prógv, sum best kan samanberast við kandidat gradin á lærdu háskúlunum í Danmark. Kostnaðarmikil lesnaður At nema sær útbúgving á lærdum háskúla í Føroyum og í Danmark kostar ikki eina krónu í skúlagjaldi. Í Bretlandi er søgan ein onnur, og nú Heini Hátún hevur lisið í samfull fimm ár í Bretlandi, eru rættiliga nógvir pengar farnir til skúlagjald tilsamans. Útbúgvingin í Stirling í Skotlandi kostaði sjeytús- und pund um árið. Hetta svarar til smáar 100.000 danskar krónur sum kurs- urin er á enska pundinum í dag. Útbúgvingin í London kostaði 9.300 pund. So samanlagt er umleið ein hálv millión krónur farnar til skúlagjald. – Men stuðulsmøguleik- arnir hjá føroyingum, ið fara út um Norðurlond at nema sær útbúgving, eru góðir, og tað hevur hjálpt sera væl, sigur Heini Há- tún. Stuðulsstovnurin letur ígjøgnum sonevndu ÚSUN -skipanina stuðul til skúla- gjald upp til 60.000 krónur um árið. Hesin stuðul verð- ur latin øllum, ið taka út- búgvingar uttan fyri Norð- urlond. Tað er tó ein treyt, at danska SU-styrelsen skal góðkenna viðkomandi útbúgving. Harafturat fáa føroyingar, ið nema sær útbúgving utt- an fyri Danmark, eisini stuðul frá SU-styrelsen eftir somu treytum, sum lesandi í Danmark fáa. Tað vil siga, at ein føroyingur, ið lesur til dømis í Bretlandi, fær netto einar 3.600 krónur um mánaðin í SU stuðli. Aftur til Norðurlond Men skúlagjald er ikki ein- asti munurin millum lesnað í Danmark og aðrastaðni. Fyri Heina Hátún var tað ein stór avbjóðing teir fyrstu mánaðirnar at skilja, hvat undirvísararnir søgdu, tí vísindaligt enskt mál er krevjandi at seta seg inn í. – Men eftir nakrar mán- aðir gekk tað fínt, og nú hugsi eg bara á enskum, tá eg hugsi um fakøkið hjá mær. Og nú havi eg ein enskan málførleika, sum kann gerast ein styrki í framtíðini. Nú eftir at hava lisið í fimm ár í Bretlandi, heldur Heini Hátún tíðina vera komna at flyta aftur í heim- ligari umhvørvi – hann fer aftur til Norðurlond. – Eg havi søkt størv í Oslo og Keypmannahavn, tí tað er í tí norðurlendska at ein kennir seg heima og følir seg best. Samfeløgini í Norðurlondum eru sera ymisk í mun til Bretland, og fyri mær kennast Norður- lond nógv meira heimlig, sigur Heini Hátún, sum eis- ini ætlar sær aftur til Føroya seinni. Ætlanin er sambært Heina Hátún at arbeiða við øðrum beininum í Norður- londum og hinum í enskt- talandi heiminum, og so- leiðis væntar hann eisini at fáa ágóða av tí málkunn- leika, ið árini í Englandi hava givið honum. Útbúgving uttan fyri ríkismarkið Heini Hátún her avmyndaður eftir at hann var blivin Master í Analysis Design and Management of Information Systems við London School of Economics and Political Science Nr. 6 - 10. januar 2001 11 10 Nr. 6 - 10. januar 2001 Farodane er 50 ára gamalt handils- og tænastuvirkið, sum í dag er ein av fremstu heildarveitarum til skrivstovuna. Virksemið fevnir um sølu og tænastu av framkomnum KT-loysnum, kopi-, fax- og AV-tólum, skrivstovuinnbúgvi og øðrum skrivstovubúnaði. Brekkutún 4 Postboks 109 FO-110 Tórshavn Tlf. 311414 Fax 317534 e-postur: farodane@farodane.fo www.farodane.fo Teknikari farodane 01-01 Til verkstað okkara søkja vit eftir einum teknikara at byrja skjótast til ber. Sum partur av tænastudeild okkara kemur tú fyrst og fremst at takast við tænastuveiting og umvælingar av kopimaskinum, printarum og telefaksum. Á hesum øki gongur menningin frá analogum eindum til størri digitalar loysnir, har Farodane, sum Canon umboð í Føroyum, hevur eitt breitt og framkomið útboð. Við hesum starvi gerst tú sostatt partur av eini deild í støðugari og spennandi menning. - ert álítandi og fyrikomandi - ert til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum - hevur viðkomandi royndir innan økið - hevur viðkomandi útbúgving - hetta er tó ikki krav - eitt spennandi og avbjóðandi starv - støðuga útbúgving á økinum - eitt gott arbeiðsumhvørvi í eini sunnari fyritøku í menning - 40 góðar arbeiðsfelagar Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. januar 2001. Lønarviðuskifti verða avtalað í samráð við leiðsluna. Vit vænta at tú: Vit kunnu bjóða tær: Ólavur í Mittúni Um nú drúgv tíð er liðin síðan tað hendi, verið eg ofta spurdur um hvat tað var, sum veruliga hendi í Klaksvík í samband við at biskoppurin Hans J. Joen- sen hevði boðið norður- lendsku biskoppunum higar at vitja í samband við 1000 ára haldið. Og líka ofta verður spurt: »Hvat er tað, sum verður hátíðarhildið?« Tað sum hendi í Klaksvík var at ein stórur meiriluti av meinigheitsráðnum 6 av 8 heittu á prestarnar, um at siga biskoppinum, at vit ikki mettu tað rætt at vera, at Karsten Nissen præ- dikaði í Klaksvík, tí hann hevði tikið støðu saman við hinum donskum bispunum í spurninginum um signan av homuseksuellum para- lag. MeinigheitsráðIð hevði jú alment takkað biskopp- inum Hans J. Joensen fyri støðutakan hansara á bis- koppafundinumm, sum viðgjørdi spurningin um signan av homoseksuellum paralag, har hann sum tann einasti ikki vildi vera við. Í fyrstu atløgu segðI bis- koppurin Hans J. Joensen tað at vera í lagi, tí sum hann sjálvur málbar seg: »Hetta var bert eitt tilboð. Sakin átti nú at verið av- gjørd.« Men so var ikki. 15 prest- ar skriva nú eina umbering fyri okkara prestar til donsku bisparnar. Tílík niðurgerðan av medmenn- iskjanum átti at verið ein- um og hvørjum menniskja, tíðansheldur presti, fjart í huga. Nú er laga manni hjá pressuni, og bæðI útvarp, sjónvarp og bløðini fingu teirra søgur. Tí meirilutin ræður o.s.fr. Eisini hin myrka dagin tá Ið kirkjunn- ar harri doyðI einsamallur fyri hinar mongu. Hendan prestaútmeld- anin gjørdist seinri til eina nýggja prestaútmelding. Nú eru tað 10 eftir sum royna at siga fólkinum: »Vit meina ikki tað, sum vit meina«. Ivaleyst hevur onkur tala at presti teirra. Tó er eingin almenn um- bering komin til prestar okkara. Eftir fyrru prestaútsøgn- ina fara fólk í Klaksvík við Ásbirni Lómaklett skúla- stjóra og fyrrvcrandi dekni á odda at savna inn und- irskriftir mótmælandi av- gerð kirkjuráðsins og prest- anna um at siga nei takk til at bispurin Karsten Nissen prædikaði í Klaksvík. Ás- bjørn átti um ikki sum skúlastjóri so sum fyrr- verandi deknur at vita hvat bíblian (kirkjan) segðI um samlív millum mann og konu. Var hetta honum ein ivaspurningur og hann eitt mannfólk, átti hann sjálv- andi at tosa við prestarnar og fingið eina avkláring hesum viðvíkjandi. Men so var ikki, heldur var tikið til øsingar háttin, hendan ið hevur ikki bert einaferð, heldur ótaldar ferðir í søgu mannaættar- innar havt so nógva fólka- forføring við sær. At eydn- an var við Ásbirni og bis- koppinum í so máta fekk eg vátta fyri nú um dagarnar av ungum manni sum segðI seg at hava skrivað undir Ásbirnarskrivi, og grund- gav hann við hesum: »At Niels Pauli skuldi ikki nokta hesum danska bispi at tosa í Klaksvík. Tá Ið eg so segðI honum hví við I meinigheitsráðnum høvdu handla so sum vit gjørdu, og at tað vóru vit, Ið høvdu heitt á prestar okkara um at siga bispi, at vit ikki mettu tað rætt at vera, at Karsten Nissen tosaðI í kirkju okkara 2 hvítusunnudag, tí hesin saman við hinum donsku bispunum hevðI sagt gott fyri uppskotinum um at kirkjan átti at signa homuseksuelt paralag. Tá tók hesin ungi maður heldur grovan til orðanna, og gav til kennar at hann so dyggiliga var tikin við nøsini. Ásbjørn Lómaklett fekk sín vilja og vilja bispsins saman við teimum 15–10 prestunum førdan út í lívið, Karsten Nissen tosaði. Eitt av fólkinum lógligt valt meinigheitsráð, var avsett. Tveir prestar lógligt kallaðir og innsettir til trú- skap mótvegis Guðs orði. Hetta, so løgi tað í dag ljóð- ar, leggur bispur teimum eina við í innsetanarorð- unum, eisini avsettir. Or- ganistur, hjálparorganistur, klokkari og hjálparklokkari hesir við drúgvari og trúgvari tænastu valdu eisini hendan sorgardag at siga nei til urgu og klokku, hetta eiga teir stóra tøkk uppiborna fyri, her kom sannur trúskapur og trúfesti til sjóndar. Eisini eigur kirkjunar forlongdi armur Emmaus, KFUM&K, og Soli Deo Goloria takk fyri støðutak- an teirra. Annars kundi eg hugsa mær at Asbjørn Lómaklett ikki vildi verið fegin um nú klaksvíkingar fóru at nýta hansara fyrimynd – Gadens Parlament– til tess at fáa teirra vilja framdan í skúl- unum. Vit søgdu nei, fyri at markera at vit ikki mettu tað rætt at vera, tað sum nú ein av teimum donsku bisp- unum hann sum skuldi tosa í Vesturkirkjuni men sum vegna frásøgn prestsins endaði í Vági–Jan Lindhart – alment hevur lagt navn til. Vit lesa í danska blað- num »Ude og Hjemme« nr. 41.11. oktober 2000, undir yvirskriftini »Lesbisk lykke í præstegården«, um danskt par, sum Jan Lindhart hev- ur vælsignað. Er tað hendan kirkjan Asbjørn Lómaklett skúla- stjóri, Hans J. Joensen bisp- ur saman við teimum 15-10 prestunum vilja gera til tjóðarkirkju okkara, er bert at siga sannleikan fyri fólkinum, og siga fólkinum at hetta er í trá við bíbli- unnar sonnu læru um sam- lív millum kynini og at vit tí hava skyldu til at taka ímóti teimum, Ið føra hesa læru. Eg eri sannførdur um at hesi kirkju er sannleikin útihýstur. VIÐMERKINGAR Viberg Sørensen Í útvarpinum í gjárkvøldið fingu vit tey tíðindi servera afturvið nátturanum at norska Statoil ikki metir at Norserv á Tvøroyri er vert at taka við tá tað snýr seg um at veita tænastur til oljuvinnuna. Tað mundi koma mong- um suðringi dátt við, at vit ikki so frætt sum sleppa at bjóða uppá hesar tænastur. Vit hava havt ein mistanka um at vit kanska blivu sáldaðir frá uppá onkran snildan hátt, men at tað skuldi verða so karrátt vardi okkum ikki. Statoil ómakaði sær suð- ur her, nú fyri kortum, og brúkti heilar 4 tímar her suðri, sig so at teir ikki hava kannað Suðuroynna. Vit vita væl at hetta er avtala spæl fyri langari tíð síðan, tað skuldi bara verið sagt av okkara landsmonn- um, tað er ómansligt at lata útlendingar gera tað skitna abeiðið. Samstarvs partnari okk- ara í Danmark, felagið A.P. Møller verður í altjóða høpi mett sum eitt tað mest seriøsa felagið sum fæst við oljuvinnu. Hetta felag kenna vit allir føroyingar, øll kenna vit fleiri sum eru í vinnu hjá hesum felag. Tað felags eyðkenni sum allir hesir føroyingar geva felagnum er at betri ar- beiðspláss er ikki til. Her verður dugnaskapur virdur og úrslitini eru eisini har- eftir. Hetta felag hevðI ikki kunna verið eitt av heimsini størstu reiðaríðum uttan eina sera dugnaliga leiðslu. Tá hetta felag sum hevur »rettidig omhu« í skjaldra- merkinum hevur kannað Drelnes og mett at hetta plássið er sera væl egnað sum veitingarstøð til olju- vinnuna er tað skelkandi at ikki so frætt at verða boðIð við. Nú hendir so tað, at eitt norskt felag ikki vil sleppa okkum suðringum saman við okkara danska sam- starvspartnara at bjóða uppá nakað sum helst í oljuvinnuni. Norðmenn eiga ein stór- an part av okkara nýggju skipum, alivinnan er so gott sum øll norsk og nú sær út til at einasta fiska-mjøls- virkið eisini verður norskt. Hesar umstøður eiga at geva mongum manni gása- hold, tí so frætt kenna vit grannan. Danskarar eru góðir nokk tá ið tað ræður um at senda okkum blokkin, heilsuverið hja teimum er óført, og so øll útbúgvingartilboðini og mangt annað, men tá tað nú kanska eru pengar í luftini tá lata vit norðmenn avgera saman við teirra føroysku leigusveinum. Løgting Føroya hevur samtykt, at oljuvinnan skal sjálv avgera hvar virksemi skal verða. Tá hetta var samtykt vóru vit ikki so fáir sum klárt ávaraðu ímóti hesum at tað blivu útlend- ingar sum avgera hvussu og hvar vit vilja hava tingini plaseraði. Tað er júst tað sum nú ferð at henda. Vit stríðast í løtuni við at fáa fullveldi, hetta her væl saktans í sær at vit ætla sjálvir at taka avgerðirnar og gera av hvussu land okkara skal síggja út. Hetta er at fegnast um, men skal hetta verða andin, at partar av landinum skulu offrast á einum mammons altari, kundi tað hent at mangur maður setist aftur. Í hvussu er her suðuri, føla vit ófrætta vindar blása norð- aneftir. Uppgávan hjá Løgtingin- um er at stýra hesum land- inum soleiðis at øllum føroyingum verða so eins kor sum møguligt at liva undir. Hetta er sera sera álvarsligt og vónandi eru teir uppgávuna vaksnir sum nú skulu seta tingini uppá pláss. Tað er lætt at tosað um útjaðarapolitikk, vísi okk- um nú, at tað ikki bara eru orð. Eitt skal so sláast fast: suðringar fara ikki at sita og hyggja at, meðan hesin oyðingar politikkur ferð fram. Nú er nóg mikið Stríð um samkynt paralag Skommin Marjun Nielsen Brimil má fáa navna- broyting til Føroya skomm. Endiliga vóru vit komin so langt, at vit fáa eitt skip, sum vit sjálvi hava latið byggja og so endaði tað í lønarstríð. Eg veit so ikki hvat hesir yvirmenn hava í løn, um teir so eru fjúrtan dagar umborð hvønn mán- að, so hava teir eitt stórt ansvar. Tað krevur sín mann. Tað undarliga er, at tað mangla ikki pengar, tá fólk skal setast í starv á landi. Akkurát nú kunngerð løg- maður hvat lønin skal vera hjá borg-meistarum og kommunustýrislimum. Vit sóu eisini, hvussu Finnbogi setti lønirnar hjá teimum sjálvum upp í topp, kunna summi siga, so skuldi eing- in hava eyka arbeiði. Tað bleiv eitt rama skríggj, tí hesir góðu menn kundu saktans klára tvey størv. Umsitingin í okkara landi er so stór, at vit øtast. Rætt skal vera rætt, tað er komið nakað av skafti hesa ting- setu, vit fáa tvey onnur spildurnýggj strandaskip og tað er at gleðast um. Farið nú til samráðingar- borðið, Brimil hevur til uppgávu at verja okkara dýrastu ogn og at hjálpa neyðstøddum sjómonnum. Latið yvirmenninar fáa ta løn, sum er hóskandi fyri eitt so týdningarmikið starv.