Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 9. januar 2001 13 12 Nr. 5 - 9. januar 2001 ÍF vann seg fram í steypafinaluna, tá teir um vikuskiftið vunnu Mjølnir-kappingina FLOGBÓLTUR, MENN Mjølnir, sum higartil bert hevur tapt ein dyst í lands- kappingini í ár, megnaði um vikuskiftið ikki at leika seg í finaluna í Mjølnir- kappingini. Men hetta hevði ikki so stóran týdn- ing, um hugsað verður um steypakappingina hjá Flog- bóltssambandinum, sum verður 17. februar, tí Mjølnir vann FK-kapping- ina í Havn og hevði sostatt longu kvalifiserað til steypafinaluna. Men liðið hevði hóast alt viljað vunnið sína egnu kapping, men hetta gekk ikki hesa- ferð. Ein av orsøkunum var kanska, at Trygvi H. Poul- sen var skaddur, og hevði valt at halda frí um viku- skiftið, og at liberoin Arn- finn Guðjónsson var uttan- lands. Fleyr og ÍF Men tað vóru í staðin Fleyr og ÍF, sum leygardagin kláraðu at leika seg í finaluna. Tí varð lagtu upp til ein spennandi dyst, tí higartil í landskappingini høvdu liðini vunnið hvør sín dyst ímóti hvørjum øðrum. Innleiðandi dystin leyg- ardagin vann ÍF 2-0 á Fleyr, og fyrsta settið leiktu liðini nøkulunda javnt upp ímóti hvørjum øðrum til støðuna A-16, men so tók ÍF dik á seg og vann settið 25-20. Eisini tey næstu settini vísti ÍF, at teir vóru sterkari og vunnu klárt 25-17 og 25-15 og harvið dystin 3-0 og bæði beinini í steypa- finaluni 17. februar í Havn. Javnt góðir Jugoslaviski leikarin hjá ÍF leikti ikki upp til sítt besta í finaluni, men ein hevur lagt til merkis, at Jákup Helgi er komin við á miðjuni í mun til byrjanina av árinum, tí liðið vinnur fleiri bóltar her nú enn fyrr. Annars skal eingin verða tikin fram um á ÍF-liðnum, tí allir leiktu javnt væl. Hjá Fleyr var Klæmint Isaksen besti leikarin, men ein sá ov litið til Johannes Ejdesgaard, og eisini var hevað ov litið til miðjuna. Men samanumtikið ein uppibroðin sigur til ÍF, sum nú kann gleða seg til ein spennandi dyst ímóti Mjølni tann 17. februar. Fram aftast Annars var hetta úrslitið í innleiðandi kappingini leygardagin: 1. ÍF 2. Fleyr 3. Mjølnir 4. Fram Tað verða ikki bara menninir úr Klaksvík, sum skulu spæla steypafinalu. Kvinn- urnar úr Mjølni tryggjaðu sær sín fin- alusess, tá vunnu egnu kapping sína FLOGBÓLTUR, KVINNUR Sum ofta nevnt fyrr, hevur TB-liðið havt javna fram- gongd seinastu tíðina, og enn einaferð prógvaðu tær, at tær ikki skulu avskrivast. Liðið kláraði um viku- skiftið at leika seg í finaluna í NS-cup 2001 í Klaksvík, og megnaðu tær m.a. í innleiðandi umfarin- um leygardagin at vinna á oddaliðnum Drátti. Í finaluni møtti TB tí altíð vælleikandi Mjølnir- liðnum, sum enn einaferð hevði klárað at leikt seg í finaluna. TB best frá byrjan TB kom best frá byrjan og vann 1. settið, men so fór Mjølnir-maskinaríið í gongd, og tær hálaðu tvey tey næstu settini heim. Eisini í fjórða setti var Mjølnir klárt á odda; heili 24-20, men við góðum spæli vann TB seg upp á A- 24, men so fór luftin úr ballónini, og Mjølnir vann settið 26-24 og hvarvið dystin 3-1. Og samstundis høvdu tær tryggjað sær pláss í steypafinaluni í Havn 17. februar, har tær skulu møta Drátti, sum vann FK-kappingina í Havn. Liðini liggja á odda í landskappingini og leiktu eisini í finaluni seinasta ár, og tá vann Mjølnir, so roknast kann við einum sera spennandi dysti. Fleyr-ÍF, 0-3; (20-25, 17-25 og 15-25) ÍF í steypafinaluni Mjølnir-TB, 3-1 Mjølnir eisini í finaluna FLOGBÓLTUR Flogbóltsfelagið Mjølnir hevur um vikuskiftið skipað fyri stórari Flog- bóltskapping, og aftur í ár var tað Norðoya Sparikassi, sum var høvuðs- stuðul og lat steyp og heiðursmerki. Sparikassin hevur í fleiri ár stuðlað flog- bóltinum í hesari kapping, og Mjølnir takkar fyri hetta. Leikt var í øllum deildum, og serliga spennandi var tað kanska at fáa at vita, hvørt av meistara- deildarliðunum fór at vinna, og harvið leika seg í finaluna í almennu steypakapp- ingini hjá FBF, sum verður leikt á Hálsi í Havn tann 17. febru- ar. Finalunar vóru hesar: Meistardeild kvinnur Mjølnir-TB, 3-0 1. deild kvinnur: Fleyr-KÍF, 2-0 2. deild kvinnur: Mjølnir-KÍF, 2-1 Meistardeild menn: Fleyr-ÍF, 0-3 1. deild menn: SÍ-Mjølnir, 2-0 2. deild menn: Fram-Mjølnir, 2-1 Kappingin var sum heild væleydnað. NS-cup um viku- skiftið FSF hevur boðað frá, at árligi fundurin, sum FSF hevur við feløgini undan árs- aðalfundinum, verður í B36 húsinum leyg- ardagin 20. januar FÓTBÓLTSFUNDUR Jákup Mørk Sum sagt er talan um ein afturvendandi fund, og verður hesin í mestan mun nýttur til at tosa um ymisk evni, sum verða tikin upp á aðalfundinum. Eitt slag av óformligum práti, har part- arnir fáa høvi at koma fram við sjónarmiðjum sínum. Fundarskráin Skráin til fundin er sett saman av sjey lutum, og eru hesir: 1. Endurskoðaðar kapping- arreglur fyri fótbólt 2. Disciplinerreglur 3. Leikdagar 2001 4. Dómaraspurningurin 5. Peningur fra Champi- ons-League 1999/2000 6. Minstu krøv frá UEFA til feløgini 7. Lutakast um løgmans- steypið og steypakapp- ingina hjá kvinnum. Var VB fremst Uttan at týdningin av nøkr- um evni fram um onnur, so er einki at ivast í, at fleiri teirra tykjast sera áhuga- verd. Ikki minst tykist fyrsta pettið um kappingarreglur- nar at kunna gerast áhuga- vert. Ein lutur í viðgerðini av hesum verður uttan iva reglan, um hvussu støðan skal gerast upp, um so er, at tvey ella fleiri lið eru ájøvn í stigum. Í fjør kom hetta týðuliga til sjóndar, tá VB og HB fram móti endanum av kappingarárinum lógu lið um lið í bestu mansdeildini. Meðan VB metti, at mál á útivølli í innanhýsis upp- gerðum áttu at telja við í slíkum føri, mettu teir í Havn, at hetta ikki skuldi teljast við. Endaliga úrslitið gjørdist at FSF mátti leita sær løgfrøðisliga hjálp, og var úrskurðurin tá, at mál í innanhýsis dystum als einki høvdu at siga í so máta. Tað er væl møguligt, at hesin úrskurðurin løgfrøð- isliga var rættur, men neyv- an man hann hava verið í tráð við ætlanina við regl- uni um innanhýsis dystir. Hendan varð nevnliga gjørd við tí fyri eyga, at tað (serliga í yngru deildum) ikki skuldi vera avgerandi fyri meistaraheitið, at eitt lið kanska hevur vunnið 20-0 á onkrum veikum liðið, meðan eitt annað lið, sum hevur eins nógv stig hevur vunnið móti sama veika liðið uttan dyst. T.v.s. við málmuninum 0-0. Hetta er onkuntíð komið fyri, har tvey lið kanska hava vunnið allar dystir móti øðrum liðum, fyri so at hava vunn- ið hvør sína innanhýsis uppgerð. Sum reglan hjá FSF nú verður tulkað, hjálpir hon lítið í slíkum føri, tí hava liðini vunnið hvør sín innanhýsis dyst, hava mál, sum eru skotin í hesum, einki at siga, og verður tað tí aftur málmunurin, sum er avgerandi. Nakað annað er so tað, at aðalfundurin helst bert ætlaði regluna at verða galdandi fyri yngru deildirnar, men hetta var so ikki staðfest nakra staðni í lóggávuni. Skulu skikka sær betri Petti tvey tykist somuleiðis at kunna gerast áhugavert, við tað at hetta kundi bent á, at feløg eins væl og leik- arar framyvir kunnu revs- ast, um so er, at tey ikki handla í tráð við góðum ítróttasið. Júst hvat og hvussu hetta petti fer at merkja, skulu vit ikki fara at gera nakrar gitingar um, men ikki er óhugsandi, at FSF ynskir at fáa hetta í fastari legu, so- leiðis at sleppast kann undan óhpnum støðum. Eitt nú sum tá dómararnir hóttu við verkfalli í fjør. Nakað sum kanska eisini kemur at verða fevnt av fjórða pett- inum í fundarskránni. Nær verður løgmanssteypið Viðvíkjandi triðja pettinum á skránni, so er størsta ivamálið helst, nær finalan um løgmanssteypið skal spælast. Allir leikdagar eru annars longu ásettir fyribils av FSF, og kunnu hesir síggj- ast á www.football.fo, og neyvan verður nakað trætu- mál av hesum. Seinnu árini hevur final- an verið leikt fyrst í juli, og er hetta eisini so smb. fyri- bils ásettu leikdøgunum, men ynski hevur eisini verið frammi um, at summi vilja hava finaludystin fluttan til ólavsøku. Hett er so ein spurningur, sum má greiðast í felag við havnar- feløgini, men júst hvussu hetta kann gerast, er enn ikki endaliga greitt. Onkur fundur hevur verið um mál- ið, men eingin verulig loysn er enn løgd á borðið, og verður tað neyvan fyrr enn á aðalfundinum hjá FSF. Enda við lutakasti Av trimum teimum seinastu pettunum, er tað avgjørt tað fimta, sum tykist hava størstan áhuga. Meira nevnt um evnið aðra staðni á hes- um blaðsíðum, so tað skal ikki verða skrivað meira um her og nú. Hvørji krøv UEFA setir feløgunum, kann eisini hugsast at hava samband við áðurnevnda spurning, meðan seinasta petti sjálv- sagt eisini hevur áhuga. Tá verður nevnliga drig- ið, hvussu innleiðandi um- førini í steypakappingini skulu spælast, eins og tey liðini, sum eru styrkismett beinleiðis til bólkaspælið helst verða bólkaði her. Aðalfundurin hjá FSF verður í Norðurlandahúsin- um hin 3. mars. Komandi tvey árini verður Pauli Jarnskor venjari hjá ÍF, har hann skal royna at toga liðið upp aftur í fremstu mansdeildina FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Um vikuskiftið varð av- gjørt, at Pauli Jarnskor komandi tvey árini skal verða venjari hjá ÍF. Fyri Sosialinum váttar Pauli tíðindini, og sigur harumframt, at nýggja av- bjóðingin so sanniliga er nakað, sum hann gleðir seg til at royna. – Hetta er so at siga eitt nýtt kapittul fyri mítt við- komandi. Eg havi verið við leingi sum spælari, men hetta verður so fyrstu ferð, at eg sleppi at royna meg sum venjara, og tað gleði eg meg til. – Eg havi onkuntíð hugsa um hetta, og eg helt eisini, at tað var rætt av mær at royna hetta, nú eg hevði møguleikan, svarar Pauli, tá vit spyrja hann um ors- økina til hetta. Málið er gull Tá vit spyrja hann, hvørjar ætlanir hansara við ÍF eru, er Pauli skjótur at svara: – Tað er at vinna deild- ina. Eg royni í hvussu so er altíð at seta høg mál, og hetta verður einki undantak í so máta. So er bara at vóna, at tað eisini ber til at røkka hesum. Hvørt hann sjálvur fer at spæla við, hevur Pauli enn ikki gjørt av, men hann vónar tó, at hetta fer at bera til. – Tað veldst alt um, hvørt eg fái nakran hjálparvenj- ara afturat mær. Fái eg tað, er hetta so als ikki óhugs- andi. So hevði eg eisini kunna vunnið gull við aðru deild, sigur Pauli at enda. Við hesum seinasta sipar Pauli til, at hann higartil hevur vunnið gull í 1. og 3. deild. Á besta GÍ liðnum hevur talan verið um 11 heiðursmerki, tey 19 árini hann hevur verið á liðnum. Harumframt varð talan eisini um gullmerki í 3. deild í 1988, tá Pauli spældi nakrar dystir á liðnum sein- asta partin av árinum, eftir at hann hevði verið uttan- fyri vøllin við beinbrotið í hálvt ár. Fótbólturin fer at fundast Aðalfundurin hjá FSF verður 3. mars í Norðurlandahúsi- num, men áðrenn hetta fara feløgini at hava ein óform- ligan fund við FSF Pauli Jarnskor skal venja ÍF Pauli Jarnskor verður nú venjari hjá ÍF, og málið er einki at ivast í. Fleiri heiðursmerki og allar helst úr gulli