Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 10. januar 2001 13 gult cyan magenta svart 12 Nr. 6 - 10. januar 2001 gult cyan magenta svart Bergur Hansen, djóralækni Heri Joensen, prestur Heri Krage- steen, sálar- frøðingur Ingi Højgaard, løgfrøðingur Jens Andre- assen, lækni Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslu/húsar- haldsfrøðingur Jón Klein Olsen, politistur Jón Krage- steen. Ferðslu- trygd Julianna Næs, pedagogur Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi Turid Thom- sen, lestrarveg- leiðari Marius Staksberg, málfrøðingur TIT SPYRJA VIT SVARA LØGREGLAN Eg eri ein sera ónøgd og ótrygg mamma sum búgvi á Gundadalsvegnum. Hvønn dag skulu vit fleiri ferðir tvørtur um tann breiða vegin, fyri at koma til og frá okkara bili. Eg havi 3 børn og sjálvandi havi eg eisini fullar hendur av taskum, vøruposum og ymiskum øðrum, at sleipa uppá, tá vit skulu yvir um tann breiða vegin. Av tí sama havi eg ikki líka góð- ar møguleikar at verja míni børn móti bilunum, sum koma súsandi framvið. Tað, sum eg eri sera ónøgd við, er at fyri eini tíð síðani, vórðu parkeringsforboðs- skelti sett upp á báðum síð- um á tí breiða Gundadals- vegnum. Mær er sagt, at tað er fyri parkeringsóskilið, sum er tá fótbóltsdystir eru um summarið og fyri bý- bussunum. Eg eri í teirri støðu, at hava keypt hús í Gundadali og havi ikki mítt egna parkeringspláss. So eru mínir spurningar. 1. Er tað ikki so, at tað skal vera parkeringspláss til hvørt hús? Eigi eg at gera tað sjálv, bróta mín garð niður? 2. Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot, at parkerings- forboð var eina tíð um vik- una/árið, kanska í fótbólts- tíðini um vikuskiftið/- summarið? 3. Hvat við bert at seta parkeringsforboð í niðaru síðu á Gundadals- vegnum, tí hann er jú iva- leysa breiður? 4. Tað verður so nógv tosað um ferðslu- trygd og nú má eg spyrja, hvar tryggleikin er, tá eg skal við børnunum yvir um tann breiða vegin hvønn dag, fleiri ferðir um dagin, oman á ta stóra almenna parkeringsplássið, klatra upp og niður gjøgnum bakkan/grasið, sum eg nokk heldur ikki havi loyvi til? 5. Hví ikki seta parker- ingsforboðskelti upp, t.d. frá P.E. Kolonial og yvir til Eysturskúlan, hvar vegurin er so smalur og bilar standa alla staðni framvið vegn- um. Tað er eitt virvar av tí aðru verð um morgunin, tá ein skal koyra børnini í skúla? Um tað skal vera parker- ingspláss til hvørt hús er ein spurningur, sum komm- unan kann geva spyrjaran- um svar uppá. Tað er helst spurningur um, hvat stend- ur í skeytinum til grund- stykkið. Viðvíkjandi parkerings- forboðnum á Gundadals- vegi, var í juni 1999 avgjørt í ferðslunevndini í Havn, at parkeringsforboð skuldi setast upp á Gundadals- vegnum. M. a. var hugsað um ferðsluna kring fót- bóltsvirksemið/barnavirkse mið. At bilar standa parker- aðir og børn og onnur skulu út á og tvørtur um vegin millum parkeraðar bilar er ikki ferðslutrygt. Tá eingir bilar standa parker- aðir, er útsýnið betri, tá far- ast skal tvørtur um vegin. Annars eru fleri gongu- teigar á Gundadalsvegn- um. Vit hava ikki fingið áheit- anir um parkeringsruðu- leika frá Fútalág til Eystur- skúlan. Men greitt er, at bý- urin er í vøkstri og ferðslan økist alsamt. Tá tey flestu, sum koyra børn síni í skúla, koma beint áðrenn skúlatíðin byrjar kl. 0800, ja so má ruðuleiki standast av hes- um. Um farið var frá hús- um 5-10 min. fyrr, var trup- ulleikin kanska ikki so stórur. Annars er mál viðvíkj- andi ferðsluni eftir Skúla- gøtu og við Eysturskúlan reist, og verður viðgjørt í ferðslunevndini. FØÐSLU- OG HÚSAR- HALDSFRØÐINGURIN Nú krím og sjúkur herja land og ríki, kundi eg hugs- að mær at fingið nøkur góð ráð um góðan kost, soleiðis at betur kann standast ímóti alskyns smittum. Eg hugsi um serliga vitaminríkt grønmeti, frukt og annan kost, sum vit kunnu eta hvønn dag. Hvat er best at geva børnunum, tey eru ring at fáa at eta grønmeti, men er eitt ella annað grøn- meti, sum er serliga gott og sum gagnar – flest – børn- um væl? Skal maturin verða sunnur og góður er tað sera um- ráðandi, at maturin er fjøl- broyttur, ikki ov feitur, at epli og breyð serliga rug- breyð verður etið hvønn dag, at mjólk og mjólkaúr- dráttir hava eitt lágt feitt- innihald, at viðskerðin er soltin og at frukt og grøn- meti verða etið hvønn dag. Felags fyri frukt og grøn- meti er, at hesi hava eitt sera lágt kaloriu/Kj-inni- hald, men eitt høgt innihald av vitaminum og mineral- um, sum jú er gott fyri okk- ara verjuskipan. Fyri vaks- in verður tilrátt at eta 600 gr. av frukt og grønmeti um dagin, fyri børn millum 4 og 10 ár 400 gr. Kanningar vísa, at um fylgt verður til- ráðingunum, so minkar vandin fyri at fáa krabba- mein og hjarta- og karsjúk- ur. Øll frukt og alt grønmeti er gott, men best er at lata árstíðirnar avgera, hvat fyri slag vit skulu eta. Tí jú nýggjari fruktin ella grøn- metið er, jú størri er vita- mininnihaldið. Vitaminir tola ofta lítið av, og ein stórur partur oyðilegst, um maturin verður stoktur ella kókaður ov leingi. Best er at dampkóka grønmeti. Tað kann ofta verða tor- ført at venja børn við nýggjar matvanar. Best er at gera hetta í smáum stig- um. Ein góður háttur er eisini at hava børnini meira við í matgerðini. Og á tann hátt vekja teira áhuga í nýggjum rávørum. Tað vísir seg ofta, at um børnini hava verið við í matgerðini, so eru tey meir áhugað í at royna matin. LØGFRØÐINGURIN Eigi eitt grundøki, sum eg søkti um byggiloyvi til í 1988, tí sonurin skuldi byggja á økið. Byggiloyvi varð játtað galdandi í eitt ár. Grundøkið er 1262 fer- metrar til støddar, so eg skuldi gjalda fyri veg og kloakk, sum tá var í mesta lagi 22.500,- kr. umframt 636,- kr. fyri málsviðgerð ella 23.135 kr. tilsamans. Nú hendir tað, at sonurin finnur sær gentu, sum eigur hús, so byggingin verður av ongum. Í dag er veg- og kloakkgjaldið hjá komm- ununi uml. 50.000,- kr. Eg ynski at selja grundøkið, og havi spurt meg fyri hjá kommununi, um eg kann lýsa grundøkið til sølu, og siga, at goldið er fyri veg og kloakk, men eg fái ikki nakað beinleiðis svar, men tekniska umsitingin sigur bert, at gjaldið nú er 50.000 kr. Spurningurin ljóðar. Havi eina ferð goldið fyri veg og kloakk, kann kommunan nú krevja meg, ella tí eg selji til, eftir meir- gjaldinum (veg- og kloakk- gjald í dag uml. 50.000- 22.000=28.000 kr.) Tað eru 12 og eitt hálvt ár síðani eg rindaði pengarnar kr. 22.000 til kommununa, og hevur kommunan fingið nyttu av hesum peningi, tí kr. 22.000 í dag er ikki tað sama, sum 22.000 kr. í 1988. Mín áskoðan út frá einum logiskum sjónarmiði er, at tá ein hevur goldið fyri nakað og hevur kvittan fyri tað, skal kann ein ikki krevjast eftir einum meirgjaldi 12 og eitt hálvt ár aftaná. Í svarinum gangi eg út frá, at kommunan hevur loyvi at krevja veg- og kloakkgjald frá tygum. Hvussu støðan er millum tygum og komm- ununa er fyrst og fremst treytað av, hvat avtalað er tykkara millum. Hesa av- talu havi eg ikki kunnleika til, og fái eg tí ikki svarað, hvussu mál tygara skal av- gerast. Tó vil eg viðmerkja, at tað kann hava týdning, hvørt kommunan hevur havt skyldu til at gjørt ella longu hevur gjørt umrødda veg- og kloakkarbeiði. Um hetta ikki er so, vil eg meta, hetta vísandi til at byggi- loyvið er útgingið, og tyg- um tí eru noyddur at søkja um nýtt byggiloyvi, og vísandi til at kostnaðurin til veg- og kloakk helst er størri í dag, at kommunan kann krevja tað veg- og klo- akkgjald sum nú er gald- andi, tað vil siga kr. 50.000,00. MÁLFRØÐINGURIN Kann málfrøðingurin geva mær eina frágreiðing um, hví tað verður sagt »gøtu- danskt«? Danskt var sum kunnugt almenna málið í Føroyum í fleiri øldir. Tað var kirkju- mál, rættarmál, skúlamál o.s.fr., men vanliga talu- málið í Føroyum hevur al- tíð verið føroyskt. Føroy- ingar flestir høvdu tí rætti- liga lítið samband við danskt talumál. Áðrenn skúlagongd gjørdist vanlig, mundi mesta sambandið við danskt talumál vera í kirkjuni, og tá var tað ofta lisið upp av føroyingi, sum neyvan hevði nógv størri kunnleika til danska talu enn føroyingar flestir. Tá ið føroyingar tosaðu danskt, vóru bæði orðatilfeingið, setningsbygnaðurin og framburðurin tí, sum vera man, rættiliga nógv ávirkað av føroyskum. Hetta serliga frábrigdi av donskum nevna vit gøtudanskt. Onkur hevur hildið, at orðið gøtudanskt kann sipa til, at hetta er danskt mál, sum føroyingar tosaðu »úti á gøtunum«. Tá verður kanska eisini hugsað um danska orðið gadesprog »óvandamál«. Men tað er lítið hugsandi, tí vanliga talumálið hjá føroyingum var føroyskt, og danskt varð fyrst og fremst brúkt í sam- bandi við átrúnað og í sam- skifti við myndugleikarnar. Ein annar møguleiki er, at orðið hevur samband við bygdarnavnið Gøta. Og sagt verður frá manni, ið var ættaður úr Gøtu, sum plagdi at tosa danskt, nógv blandað við føroyskum, eis- ini í vanligum samskifti. Eftir honum varð hetta blandingsmálið so nevnt gøtudanst. Og tað er kanska ikki heilt óhugs- andi, tí tað man hava tókst føroyingum flestum løgið, at føroyingur tosaði danskt við teir um vanlig gerandis- mál, ikki minst um førleikin í donskum ikki var tann besti. Spurnarkassin – tit spyrja vit svara Hvønn mikudag í Sosialinum Spyrjið serfrøðingarnar Hava tit spurningar til serfrøðingarnar, kunnu tit senda teir til: Sosialin postsmogu 76 110 Tórshavn ella á fax: 314720 ella teldupost: spyr@sosialurin.fo Minnist til at merkja, hvørjum tit seta spurningin Tlf. 312727 Uppskriftin hesa vikuna Gjestal Nagano - Siljla Superwash Barna troyggja