Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 9. januar 2001 15 14 Nr. 5 - 9. januar 2001 Torleif Sigurðsson heldur tað vera rætt, um peningurin frá UEFA kemur før- oyskum fótbólti sum heild til góðar, heldur enn at bert feløgini í fremstu deildini fáa ágóðan av hesum UEFA-PENGAR Jákup Mørk Hóast tað nú er úti við hálvt ár síðani, at UEFA kunn- gjørdi, at eisini tey feløg, sum ikki luttóku í europe- isku kappingunum, skuldu fáa pening, so er enn ikki gjørt av, hvussu hesin pen- ingurin skal býtast millum føroysku feløgini. UEFA ásetti annars, at lið í bestu deildini, sum ikki høvdu leikt seg europeiska luttøku, skuldu fáa tillutað eina ávísa upphædd. Ein upphædd, sum feløgini so skuldu nýta til ungdóms- arbeiði. Partvíst útgoldið Tað var eisini skjótt eftir hetta, at FSF fekk útgoldið pening frá UEFA, men enn er ikki allur peningurin latin feløgunum. Higartil eru bert útgoldin 60% av upphæddini, meðan FSF fyri fyrst hevur afturhildið restini. Orsøkirnar til hetta eru fleiri. Ein er helst, at FSF vil tryggja sær, at feløgini veruliga nýta peningin til ætlaða endamálið, nevnliga ungdómin. Tað skal ikki so stórt hugflog til at ímynda sær, at feløgini verða freist- að til at nýta hetta til ung- dómin, men so afturfyri at flyta ta upphædd, sum áður varð sett til ungdómin í vaksnamannadeildini. Verður hetta so, er jú lítið vunnið, tí óbeinleiðis verð- ur peningurin tá kortini nýttur til fremsta lið felag- sins. Hetta er tó ikki tað, sum Torleif Sigurðsson, for- maður í FSF, sigur vera orsøkina til, at Fótbólts- sambandið hevur afturhild- ið teimum 40%. Koma øllum til góðar Torleif sigur, at hetta er fyrst og fremst gjørt, tí teir fegnir vilja hava, at pening- urin frá UEFA skal koma øllum føroyskum feløgum til góðar. – FSF hevur eina ávísa ábyrgd yvir fyri føroyskum fótbólti. Tí hava vit her roynt at víst á, hvussu pen- ingurin kann gagnnýtast, so hann kemur øllum til góðar, heldur enn at hann verður nýttur til stuttskygdar loys- nir hjá feløgunum, sum kanska hava spent seg hart fíggjarliga. – Eisini eru vit av teirri fatan, at verður allur pen- ingurin útgoldin feløgunum í fyrstu deild, so fer hetta at skapa ein enn størri mun millum tey og hini feløgini í landinum. – Støðan í Føroyum í dag er soleiðis, at vit hava 20 fótbóltsfeløg. Trý teirra vinna væl av peningi, tí eru við í europeiskum høpi, og hevur hetta verið galdandi, síðani vit byrjaðu at luttaka í hesum kappingum. Verður tað soleiðis, at øll feløgini í bestu deildini verða styrkt við hesum pengum, uttan at tey næstbestu feløgini fáa nakran líknandi styrk, so fer heta at viðføra, at eitt felag, sum kemur úr næst- bestu deildini, snøgt sagt ongan møguleika hevur at yvirliva, heldur Torleif Sigurðsson. Tí heldur fotbóltsbossur- in tað vera rætt, at feløgini eru solidarisk í hesum spurninginum. Hann ásannar tó, at heta júst í hesum føri kann verða ein trupulleiki. – Øll vilja helst fegin vera solidarisk, men tá hetta merkir, at tú mást avskriva einar 50.000 kr., so eru brádliga fleiri, sum ikki vilja vera við longur. Ikki avgjørt Sum Sosialurin hevur skilt, so eru tað eisini fleiri feløg, sum eru ónøgd um hesa avgerð, frá FSF. Tey vilja hava peningin, sum tey meta seg hava rætt til sambært teimum treytum, sum UEFA hevur latið peningin undir. Torleif ásannar eisini at so er, og hann leggur eisini afturat, at talan sum so ikki er um nakra avgerð frá FSF. – Hetta er so tann hátt- urin, sum vit kundu hugsa okkum varð nýttur. Vit fáa sum so ikki kroyst nakað oman yvir feløgini, men eg meti ta vera stórt spell, um peningurin bert kemur fremstu feløgunum til góð- ar. – Vit eiga eisini at minn- ast til, at UEFA í stóran mun arbeiðir undir solidar- iskum reglum. Hetta er millum annað fortreytin fyri, at føroysku feløgini yvirhøvur fáa somikið nógvar pengar. Tí haldi eg tað vera stórt spell, um hugburðurin er tann, at vit skulu vera solidariskir, tá tað kemur okkum til góðar, og so gloyma alt hetta, tá vit sjálvi skulu lata. Sum sagt, so er hetta tó ikki nakað, sum FSF kann gera av einsamalt. Hetta verður nakað, sum feløgini koma at taka støðu til á fundinum, sum verður 20. januar. Bergur Magnussen verður framvegis við stýrisvølin, nú EB/Streymur fer at takast í bestu deild- ini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Sjálvur segði Bergur annars eftir kapping- arárið í fjør, at hann ikki helt seg til at átaka sær hetta arbeiðið. Mein- ingar kunnu tó skifta, og aftur í ár verður tað Bergur, sum fer at hava ábyrgdina av felagslið- num. Afturat sær fer hann eins og í fjør at hava Magnus á Stongunum, og eisini fer leikara- hópurin at verða á leið hin sami. – Í løtuni er so einki aktuelt í umbúna, tá tað ræður um at fáa nýggjar spælarar. Sjálvandi kundu vit satsa við at fingið fleiri útlendingar til liðið, men hinvegin er tá eisini vandi fyri, at felagið spennir seg ov hart fíggjarliga, og tað vilja vit sleppa undan. – Tað er tað fólkið, sum vit vit framman- undan hava, og er so onkur, sum hevur hug at koma afturat, so skulu teir sjávsagt verða væl- komnir, sigur Bergur Magnussen at enda. Marek Wierzbicki fer aftur hetta árið at verja føroya- meistaraheitið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Um stutta tíð fara før- oyameistarnir úr VB aftur undir veruligu venjingarnar til kapp- ingarárið, og tá verður í øllum førum ein nýggjur leikari í hópinum. Krzystof Popcynzki, sum aftur í ár venur vág- bingarnar, váttar fyri Sosialinum, at pólverjin, Marek Wierzbicki, kom- andi árið fer at spæla við VB. Orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at VB ikki fer at hava gleði av evnunum hjá Milan Kulic komandi árið. Hópurin hjá VB fer annars at vera á leið hin sami, sum í FM-árinum í fjør. Krzystof sigur, at umframt Milan, er Jón Pauli Olsen í løtuni utt- anlands, men hann verð- ur møguliga afturkomin til kappingarársbyrjan. Marek Wierzbicki hevur tey bæði seinastu árini spælt í KÍ, men hevur harumframt spælt við fleiri øðrum føroysk- um feløgum, síðani hann í 1993 kom til Føroya. At hann hevur verið her somikið leingi merkir annars, at hann ikki verður roknaður sum út- lendingur í fótbóltshøpi. Vil hava samhaldsfesti Formaðurin í FSF heldur, at tað er av stórum týdningi, at feløgini sýna solidaritet í spurninginum um UEFA-pengarnar Bergur heldur fram Bergur Magnussen verður aftur komandi ár venjari hjá EB/Streymi Marek til VB Í fjør royndi hann við KÍ at verja FM- heitið, men komandi árið verður tað á Vági, at Marek skal verja gullkrónurnar Avrikið hjá Bjarna Wardum í dystinum fríggjadagin tryggjaði honum pláss longri frammi í røðini til dystin sunnudagin LANDSDYSTIR Jákup Mørk Undan teimum báðum landsdystunum móti Ru- menia høvdu vit í blaðnum prát við Bjarrna Wardum, sum ikki var millum teir 12, sum landsliðsvenjarin ætlaði skuldu manna hópin í fyrra landsdystinum. Tók av Ístaðin varð Bjarni settur á bíðilista, har skaðastøðan hjá Áka Olsen varð avger- andi fyri, um kyndils- maðurin slapp at spæla ella ikki. Tá tað kom til stykkis, sá Áki seg noyddan at geva avboð, og tí slapp Bjarni hóast alt við í hópin fríggja- dagin. Ikki kann sigast annað enn, at Bjarni tók av møgu- leikanum, tí sunnudagin taldist hann aftur millum teir 12 í hópinum. Eisini hóast Áki Olsen nú hevði sagt seg vera til reiðar at spæla. Lagið á Bjarna var sjálv- andi betri, nú hann tykist nærri einum føstum plássi, og hann tóktist eisini nøgd- ur um tað, sum hann hevði víst í fyrra dystinum. – Tað gekk gott hjá mær beinan vegin, og tað hevur sjálvandi nógv at siga. Eg fekk eitt mál beinan vegin, tá eg kom inn, og so er sjálvsálitið beinan vegin nógv betri. At sjálvsálitið var gott, sóu áskoðararnir í fyrra dystinum eisini, tá Bjarni framdi dagsins detalju við at skrúva eitt brotskast í kassan, soleiðis at mál- verjin fór heilt skeivur av bóltinum. – Jú, tað er rætt, men tað er jú bara ein spurningur um sjálvsálit. Er hetta gott, torir tú betri. Ov fittir Eftir dystin sunnudagin tóktist Bjarni tó ikki at vera heilt nøgdur um avrikið. Hvørki persónliga ella hjá liðnum. – Hasin málverjin, sum teir settu inn, pilkaði okk- um fullkomuliga niður. Vit eru heldur ikki vanir við, at ein 2,12 metra langur mað- ur stendur millum steng- urnar. – Annars eri eg so hampuliga væl nøgdir um avrik okkara, tá tikið verður samanum. Serliga í fyrra dystinum gongst væl hjá okkum at skora, men hin- vegin kunnu vit ikki vera nøgdir um, at teir skora 63 mál í tveimum dystum. Har haldi eg, at vit hava verið ov fittir. Júst hetta at vera ov fittir, tóktist kanska eisini at vera ein trupulleiki hjá føroyska liðnum. Tað tóktist í øllum førum løgið, at rumenska liðið hevði fleiri útvísingar, og Bjarni var als ikki ósamdur í hesum. – Vit tosaðu um tað áðrenn, at vit skuldi vera nakað harðari mótvegis teimum, men tað vóru vit so ikki kortini. Kanska er virðingin ov stór, men tað er so nakað, sum kemur við fleiri royndum. Sjálvandi eru teir eisini betri fyri kropsliga, men soleiðis vil tað altíð vera, tá talan er um yrkisleikarar. Meira enn ein betra heilsustøða var tað kansak treiskni, sum gjørdi at Áki Olsen segði seg vera føran fyri at spæla í dystinum sunnudagin LANDSDYSTIR Jákup Mørk Meðan Áki Olsen royndi at køla eyma fótliðið við einum ísposa eftir dystin, spurdu vit hann, hvørt tað var treiskni, sum viðførdi, at hann segði seg vera kláran til dystin, ella um fótliðið veruliga var batnað somikið nógv teir báðar dagarnar. – Partvíst var tað treiskni, men eg haldi nú ikki, at pínan var so ring kortini, svarar yngri Olsen beiggin. Spurdur um tað eisini var avrátt frammanundan, at hann ikki skuldi spæla so nógv, segði Áki, at tað var tað ikki. – Vit høvdu einki avtalað í so máta undan dystinum, men hinvegin hevði eg ikki luttikið so nógv í venjing- ini, so eg kendi kanska heldur ikki taktikkin hjá okkum nóg væl. Tí hevði eg kanska heldur ikki roknað við, at eg fór at verða nýttur serliga nógv. Ikki verri Um litið verður frameftir, so er einki at ivast í, at Áki fegin vil vera við til kom- andi dystirnar, og útlitini fyri hesum tykjast eisini at vera hampuliga góð. – Tá tað ræður um fótin, so haldi eg ikki, at eg eri verri fyri nú, enn eg var undan dystinum. Komandi dagarnar fái eg ætlandi viðgerð hvønn dag, og so er bara at vóna, at hendan fer at hjálpa til í so máta. Royndirnar koma Um dystin sunnudagin helt Áki, at stóri trupulleikin hjá føroyingum var, at okk- ara menn skutu ov fá mál. – Hasin málverjin tók í øllum førum meira hesa- ferð, enn tá hann var í Vest- manna seinast, sigur áki, og sipar til dystirnar, sum VÍF spældi móti Dynamo Bucharest fyri hálvum fjórða ári síðani. – Hinvegin riggaði verjan væl. 27 mál er ikki nakað stórt tal, so tað kunnu vit bara vera nøgdir um. Eisini at málverjin stendur væl. – Møguleikarnir til fleiri mál høvdu vit so, tí vit vóru fleiri ferð leysir, men tað restar so tað seinasta. Hetta er heilt sikkurt nakað, sum fer at koma við vaksandi royndum. – Eitt nú síggja vit, at vit ikki megna at skora av vengrunum, og tað brúka teir eisini at lokka okkum við, tá vit hava yvirtal. Tað er so nakað, sum má koma við royndunum, og spurn- ingurin er helst eisini, hvat mann kann krevja av fyrstu dystunum. Jóhann Danielsen helt eftir dystirnar, at virðingin fyri mótstøðuni kanska hevði verið ov stór LANDSDYSTIR Jákup Mørk Eitt, sum eyðkendi av- rikini hjá føroysku málverjunum í teimum báðum landsdystunum, var, at teir skuldu nýta nógva tíð fyri at koma inn í dystin. Eins og teir ikki vóru vanir við skot- styrkina hjá mótstøðuni, men Jóhan Danielsen helt tó ikki, at tað var hetta sum bilti so nógv. – Eg haldi, at vit høvdu alt ov nógva virðing fyri mótstøðuni. Samanbera vit við eitt nú Áka og Sámal, so hava hesir eins hørð skot, so í so máta var ikki stóra at vera bangin um. Hinvegin var ein trupulleiki hjá okkum í málinum eisini, at vit alt ov ofta vóru seldir av verjuni. Við tað meini eg, at rumensku leikar- arnir ov ofta fingu loyvi at spæla seg ígjøgnum verjuna, áðrenn skotið varð. – Tá tað er sagt, at skotini ikki eru so nógv harðari enn tey, sum fleiri av okkara kunnu skjóta, so skal eg tó eis- ini siga, at tey kanska eisini vóru betri plaser- að, enn vit vanliga síggja. Teir duga betri at trekkja skotini, og har við gera tað torførari hjá okkum. Hóast hetta, so stóð Jóhan seg í løtum væl í málinum. Serliga seinna hálvleik í Vestmanna fekk hann fatur á nógv- um, og hesum var hann heldur ikki ósamdur í. – Eg má siga, at eg var væl nøgdur um persón- liga avirkið í seinna hálvleiki í dag (sunnu- dagin), men eisini í fyrra hálvleiki gekk tað hampuligt. Í øllum før- um betri enn í dystunum fríggjadagin. Flestu áskoðaranir mundu eftir dystin vera á einum máli um, at Jóhan við avrikinum hevði staðfest støðu sína sum fremsti málverji okkara. Hetta var tó ikki nakað, sum hann legði í at svara, tá vit spurdu hann, um hann nú kendi seg tryggari á mál- verjasessinum. – Tíbetur er tað ikki eg, sum skal seta liðið til dystirnar, var einasta viðmerkingin, sum hann hevði til hendan seinasta spurningin. Tók av møguleikanum Treiskni Virðingin ov stór Soleiðis! Jóhan Danielsen væl nøgdur eftir enn eina bjarging Mynd: Álvur Haraldsen Bjarni Wardum heldur, at føroyska spælið kundi verið eitt sindur harðligari Mynd: Álvur Haraldsen Vit eru ikki nóg kaldir, men hetta er nakað, sum kemur við royndunum, sigur Áki Olsen Mynd: Álvur Haraldsen