Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 10. januar 2001 15 14 Nr. 6 - 10. januar 2001 Endurlýsing eftir LEIÐARA til Dagstovnin í Kvívík Vegna ov fáar umsóknir søkir Kvívíkar Kommuna av nýggjum eftir leiðara til Dagstovnin í Kvívík til setan 1.apríl 2001 ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv. Undir Dagstovninum í Kvívík eru vøggustova til 10 børn, barnagarður til 20 børn, skúlaskipan til 10 børn og frá 1. januar 2001 eisini dagrøkt, har tað í løtuni eru 3 børn. Leiðarin Vit sóknast eftir leiðara,sum: • hevur útbúgving sum pedagogur • hevur royndir á økinum • á námsfrøðiligan hátt kann virka fyri at útinna lógarásettu uppgávuna hjá dagstovninum at menna,menta og hava umsorgan fyri børnun- um í tryggum umhvørvi • hevur hug og vilja at seta sín dám á endamáls- orðingina fyri stovnin • er opin fyri nýhugsan • í samstarvi við bygdarráð og foreldur kann vera viðvirkandi til at fylla út karmarnar um ansingarskipanina í kommununi • hevur góð samstarvsevnir Kommunan kann bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv.Leiðarin verð- ur við til at skapa karmarnar á ansingarøkinum, sum hevur stóran týdning fyri kommununa. Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Føroya Pedagogfelag. Møguleiki er fyri,at starvsøkið kann verða víðkað /broytt innan fyri ásettu karmarnar í lógini. Umsóknir saman við avriti av prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: Kvívíkar Kommunu FO-340 Kvívík og vera kommunuskrivstovuni í hendi seinast mánadagin 15.februar 2001. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til bygdarráðsformannin, Heina Holm, tlf. 421294 ella 210294. Sjúklingavegleiðari til Sjúklingahotellið Tórshavn Søkt verður eftir einari sjúkrasystir til nýtt starv sum sjúklingavegleiðari á Sjúklingahotellinum til setan 1.mars 2001. Arbeiðistíðin er 30 tímar um vikuna , frí vikuskifti og halgidagar. Sjúklingahotellið Tórshavn er ein stovnur undir Almanna- og heilsumálastýrinum. Hotellið hýsir sjúklingum, ið eru til kanningar og viðgerðar í Keypmannahavn, og avvarðandi teirra. Uppgávan hjá Sjúklingavegleiðaranum verður í høvuðsheitum at hækka góðskustøðið og menna tænastustøðið hjá sjúklingunum.Vegleiðarin skal eisini menna samstarvið millum sjúklingahotellið og viðgerðarstøðini. Størsti parturin av arbeiðinum verður úti á við- gerðarstøðum í Keypmannahavn, vegleiðarin hevur tó tilhaldsstað á Sjúklingahotellinum. Starvs- og arbeiðslýsing fæst við at venda til Sjúk- lingahotellið Tórshavn. Vit søkja ein sjúklingavegleiðara sum: • hevur sjúkrasystraútbúgving við góðkenning frá danska Heilsustýrinum • skrivar og tosar føroysk • hevur kunnleika til føroyska og danska sjúkrahúsverkið • hevur breiðan og hollan kunnleika innan sjúkrarøkt • er før fyri at arbeiða sjálvstøðugt og før fyri sjálv at leita sær arbeiðsuppgávur • hevur góð evnir at samstarva • hevur kunnleika til góðskumenning,skjalfest- ing og standardir • kann nýta EDV sum arbeiðsamboð Við at venda sær til leiðaran Ina Frisdahl tlf.nr. +45 77 33 64 64,fæst nærri kunning um starvið. Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum DSR og Keypmannahavnar Kommunu. Umsókn við avritum av relevantum prógvum verða at senda til: Sjúklingahotellið Tórshavn Tåsingegade 29 4.sal 2100 København Ø Mrk.Sjúklingavegleiðari Umsóknarfreist:24/1 2001 kl.11.00. DAGSTOVNURIN Á ARGJUM Pedagogur til føroysk-teknmálsstovuna á Dagstovninum á Argjum Søkt verður eftir einum 35 tímars pedagogi til serøki á Dagstovninum á Argjum. Starvið verður sett 1. februar 2001 ella eftir nærri avtalu. Starvið er fyribils játtað til 31.12.01. Dagstovnurin á Argjum er ein sjálvsognarstovnur. Á stovninum ganga 70 børn og samanlagt eru vit 18 starvsfólk. Á stovninum eru 2 vøggustovur og 4 barnagarðsstovur, har tann eina er føroysk- teknmálastova, har vit samskipa deyv og tunghoyrd og hoyrandi børn. Á hvørjari stovu ganga 12 børn,á serstovuni 10 børn. Tey, ið hava kunnleika til teknmál og vitan um deyv og tunghoyrd hava fyrimun. Vit ynskja,at tú saman við okkum skapar eitt um- hvørvi fyri børnunum, har tey kunnu trívast og mennast. Somuleiðis, at tú ert nýhugsandi og hevur ábyrgdarkenslu. Harumframt ynskja vit, at tú ert virkin á stovninum við atliti at víðarimenn- ing av hesum. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt- málanum millum Føroya Pedagogfelag og Før- oya Landsstýri. Ynskir tú at vita meira um starvið,kann tú seta teg í samband við Gudrun W.Rasmussen,leiðara á tlf. 319019. Umsóknin skal sendast til Dagstovnin á Argjum í seinasta lagi 22.januar 2001. Gomul sethús í Mikladali til sølu Ognin er ávikavist eitt neyst ca.26 m2 og eini set- hús 44 m2,í kjallara,stovu- og loftshædd,gjørd av timbri og beton og takt við zink. Í kjallaranum er kamar, stórt rúm og eitt lítið brúsurúm við wc. Í miðhæddini er gongd, trappa upp á loft, køkur, stova og eitt lítið kamar. Úr køkinum er niður- gongd í kjallaran. Á loftinum er hjúnarúm, tvey smærri kømur og eitt lítið baðiverilsi við wc,vaski og baðikari.Húsini hava eisini ein útbygning. Áhugað kunnu venda sær til Húsalánsgrunnin, tlf.314583 Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum mánadagin 15.jan.kl.13.00. Havið dóps- ella navnaseðil við. Stranda skúli Tlf.447955 Handilsinnbúgv til sølu Kølara,frystara,kassadiskur,hillar,ljósarmatur.o.a. Tlf.214005 Takk Øllum tykkum, sum á ein ella annan hátt hava stuðlað arbeið okkara í farna ári, senda vit eina hjartans tøkk við ynskjum um eitt av Harranum signað nýggjár. Herberg Frelsunarhersins FRAGD & FIMI Tað besta tú kanst bjóða tær sjálvum FRAGD & FIMI Endurlýsing Av tí at ov fáir umsøkjarar vóru, lýsa vit av nýggj- um eftir Netumsitara Netumsitarin hjá okkum fór í annað starv 1. januar 2001. Vit søkja tí eftir nýggjum netumsitara til NETumsitingina á Debesartrøð, sum hevur ábyrgd av eini fjølbroyttari netskipan, sum bindur saman 7 stovnar í 14 bygningum við tilsamans umleið 150 brúkarum. Netumsitarin skal : • hava umsjón við ryggnetinum (backbone) við tilhoyrandi netsamskiftisútgerð • samskifta og samstarva við netábyrgd- ararnar á teimum 7 stovnunum • umsita web-,ftp-,navna- og post- ambætararnar • samskifta við veitarar av KT-útgerð sum heild • svara fyrispurningum og leggja skeið- virksemi til rættis • samskipa dagføringar,umleggingar og útbyggingar í netskipanini • verða skrivari hjá netráðnum Vit ynskja: Umsøkjarar við hollari tekniskari útbúgving og kunnleika í teldutøkni, stýrisskipanum, teldunetum og teldusamskifti,hava fyrimun.Góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt eru ein treyt. Vit bjóða: Eitt avbjóðandi og sjálvstøðugt starv hjá NETumsitingini. Góðar eftirbúgvingarmøgu- leikar. Setan skjótast til ber. Løn sambært avtalu millum Føroya Landsstýri og avvarandi yrkisfelag. Meira fæst at vita við at venda sær til Anniku Sølvará,tlf.315302,teldupostur annikas@setur.fo Umsóknarfreistin er 29.1.2001. Umsóknir við ævilýsing (CV), avriti av próvskjølum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til Netráðið Att.John Kjær,formaður Setursskrivstovan J.C.Svabos gøta 14 100 Tórshavn –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– NETumsitingin er tænastustovnur,ið vegna netsamstarvið: • hevur umsjón við,heldur við líka og samskipar útbygg- ingar av ryggnetinum (backbone) á Debesartrøð og tilknýtið til internetið,sum granskingar-,mentanar- og útbúgvingarstovnarnir nýta • savnar vitan og fylgir við menningini innan netsamskifti, teld og teldnýtslu yvirhøvur • veitir samstarvsstovnunum ráðgeving og hjálp í netsam- skiftis- og telduspurningum • skipar fyri møguligum felagskeypi av rit- og tólbúnaði, skipar fyri skeiðum,kunningarfundum og tílíkum. Netumsitarin arbeiðir í tøttum samstarvi við netábyrgd- ararnar á hesum stovnunum, sum tilsamans mynda netsamstarvið: Fiskirannsóknarstovan, Fornminnissavnið, Fróðskaparsetrið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Landsbókasavnið,Landsskjalasavnið og Náttúrugripasavnið. Lastbilur til s¿lu Lastbilur til s¿lu Merki: Nissan Eco-T v/krana çrgangur 1997 Km. 70.000 6 tons totalvekt Pr’suppskot kr. 170.000,- v/MVG Merki: Nissan Eco-T v/krana çrgangur 1997 Km. 70.000 6 tons totalvekt Pr’suppskot kr. 170.000,- v/MVG Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! • Atlas Copco borivognar Atlas Copco borivognar • Alt innan boring & bori Alt innan boring & boriútger tgerð • Atlas Copco luft-kompr Atlas Copco luft-kompressarar essarar, st , størri & sm rri & smærri rri -til allar uppg -til allar uppgávur! vur! • Eykalutir til flest allar entr Eykalutir til flest allar entrepr epren enørmaskinur rmaskinur • V Vit it útvega allar entr tvega allar entrepr epren enørmaskinur! rmaskinur! • Atlas Copco borivognar • Alt innan boring & boriútgerð • Atlas Copco luft-kompressarar, størri & smærri -til allar uppgávur! • Eykalutir til flest allar entreprenørmaskinur • Vit útvega allar entreprenørmaskinur! Leverandørurin til entreprenørar í 28 ár... TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 8.februar 2001 kl.09.15 verður á dómaraskrivstov- uni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsils- søla yvir matr. nr. 561, Tvøroyri. Ognin er eini sethús til støddar 120 m2 í kjallara- og stovuhædd, gjørd av timbri og betong og takt við pappi. Í kjallarahædd- ini er gongd, verkstaður, handil, wc, kontór, kjallara- rúm og fýrrúm. Í stovu- hæddini er gongd, køkur, bryggers, stova, 2 kømur, baðirúm og hjúnarrúm við baðirúmi. Grundøkið er 1579 m2 til støddar, harav vegur er 74 m2. Sølan er umbiðin av Ólavur Jákup Kristoffer- sen, advokati, Fr. Peters- ensgøtu 9, Tórshavn, tlf. 311145 (j.nr. 20000527), sum kann geva nærri upp- lýsingar, og sum nærri av- tala kann gerast við, um ynskt verður at síggja ognina. Føroya Fútarættur, tann 8.jan.2001 TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 8.februar 2001 kl.09.00 verður á dómaraskrivstov- uni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsils- søla yvir matr. nr. 440 f, Toftir. Ognin er eini sethús til støddar 60,88 m2 í stovu- og loftshædd, gjørd av timbri og betong og takt við pappi. Í stovuhæddini er durur,trappa upp á loft, vásakøkur, køkur, stova, kamar og wc. Á loftinum eru tvey kømur og baði- verilsi. Grundøkið er 604 m2 til støddar. Sølan er umbiðin av Ólavur Jákup Kristoffer- sen, advokati, Fr. Peters- ensgøtu 9, Tórshavn, tlf. 311145 (j.nr. 20000540), sum kann geva nærri upp- lýsingar, og sum nærri av- tala kann gerast við, um ynskt verður at síggja ognina. Føroya Fútarættur, tann 8.jan.2001 TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 8.februar 2001 kl.09.30 verður á dómaraskrivstov- uni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsils- søla yvir matr. nr. 618 b, Toftir. Ognin er eini sethús til støddar 105,83 m2 í kjall- ara- og stovuhædd, gjørd av timbri og betong og takt við aluminium. Kjall- arahæddin er ikki innrætt- að. Í stovuhæddini er dur- ur, gongd, wc, baðirúm, 3 kømur,stova,køkur,hjallur og trappurúm. Grundøkið er 915 m2 til støddar. Sølan er umbiðin av Ólavur Jákup Kristoffer- sen, advokati, Fr. Peters- ensgøtu 9, Tórshavn, tlf. 311145 (j.nr. 20000539), sum kann geva nærri upp- lýsingar, og sum nærri av- tala kann gerast við, um ynskt verður at síggja ognina. Føroya Fútarættur, tann 8.jan.2001 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in