týsdagur 9. januar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eftir at eingin veru-
ligur hevur verið
leiktur síðani seint í
80’unum, varð mans-
landsliðið i hondbólti
endurføtt um viku-
skiftið. Hóast ávís
lýti, so má niðurstøð-
an verða, at burðurin
varð væleydnaður
LANDSDYSTIR
Jákup Mørk
Spenningurin var stórur, nú
føroyska A-landsliðið í
manshondbólti skuldi undir
fyrstu veruligu styrkis-
royndina. Væl eydnaðu
venjingardystirnir
móti
Grønlandi fyri knøppum ári
síðani taldu líka sum ikki
longu. Heldur var tað tosið
um góðu avrikini í sjeyti-
og áttatiárunum, eins og
harmuligi missurin av ein-
um evnaríkum liðið móti
endanum av fyrsta lands-
liðstíðarskeiðinum,
sum
eyðmerkti prátið. – Fór før-
oyska landsliðið at standa
seg, ella høvdu vit mist ov
nógv í mun til hini, nú einki
landslið hevði verið í so
nógv ár.
Svarið skal helst finnast
mitt ímillum hesar báðar
svarmøguleikarnar,
ella
kanska heldur nærri tí
fyrra, tí hóast talan gjørdist
um tvey greið tap, so er
neyvan nakar, sum ivast í,
at talan so sanniliga eisini
var um glottar í føroysku
avrikunum, stórar glottar.
Verjan tók sína tíð
Tað var annars við buldur
og brak, at føroyska liðið
byrjaði fyrra dystin. Føroy-
ar áttu fyrsta álopið, og
innan leingi hevði Ingi við
einum lúmskum skoti sett
bóltin í netið, men eftir
hetta tóku rumenar yvir.
Við
einum
drepandi,
tempofyltum press-spælið
royndu teir hesa fyrstu løt-
una at skúgva alla mótstøðu
frá føroyingum til viks, og
eina løtu sá hetta eisini út
til at eydnast.
Serliga tóktist verjan at
hava ilt við at fóta sær, og tá
Jóhan í málinum so ikki
megnaði at fremja nøkur
undur, fóru bóltarnir ferð
eftir ferð sendandi inn í
meskarnar. Av fyrstu átta
rumensku álopunum end-
aðu sjey í føroyska málin-
um, men spakuliga fór før-
oyska liðið kortini at fóta.
Rumenar megnaðu ikki
at halda høgu leikferðina,
og tá okkara hildu á fram at
royna at spæla sítt spæl,
komu vit aftur betri við í
dystin. Halgir og Janus Ein-
ar skræddu seg leysar til
eitt mál í part, og tá so før-
oyingar eisini fingu fleiri
skjótálop í lag, minkaði
munurin millum liðini aftur
Ingi mansvardur
Nú skal tað ikki gerast nøk-
ur niðurstøða um, at rum-
enska leiðslan var í vanda,
men einki er at ivast í, at
føroysku dygdirnar mundu
koma óvart á rumenska
landsliðsvenjaran. Í øllum
førum valdi hann seinasta
triðingin av fyrra hálvleiki
at seta Inga Olsen út av
spælinum, og tað var ikki
fyrr enn eftir hetta, at Rum-
ena aftur vann sær eina
tryggja leiðslu.
Virðingin fyri føroyska
spælinum kom eisini til
sjóndar í seinna dystinum,
sum varð leiktur í Vest-
manna
sunnudagin. Tá
royndu rumenska liðið ong-
antíð at skrúva ferðina eins
høgt upp, og teir gjørdu
fyrstu løtuna av fyrra dyst-
inum. Allarhelst, tí før-
oyska liðið fekk fleiri skjót-
álop burtur úr, tá høga leik-
ferðin viðførdi fleiri tekn-
iskar feilir frá mótstøðuni.
Verjan varð broytt
Omanfyri er nevnt, at før-
oyingar í byrjanini av fyrra
dystinum
høvdu
stórar
trupulleikar av at fáa verju-
spælið at koyra.
Hesir trupulleikar vóru
serliga sjónskir í byrjanini,
tá leikferðin var høg, men
tað var ikki bert leikferðin,
sum var orsøk til opnu verj-
una. Í eini roynd at halda
rumenum frá at sleppa inn
til skot, royndi okkara seg
við eini 5-1 verju, har
ávíkavist Joensen og Hans
Áki Dal Christiansen vóru
mest vanligu eittararnir,
men tað av ymsum orsøk-
um riggaði hetta ikki nóg
væl. Bæði tí hetta kann við-
føra, at eittarin verður yvir-
spældur við yvirgongdum
(tað hendi ofta), og eisini tí
at restin av verjunialt ov
ofta kemur upp á millum-
hond, tí økið hjá hvørjum
einstøkum leikara at verja
gerst størri.
Í seinna dystinum varð
ístaðin roynt við flatari
verju, har dentur so varð
lagdur á skjótingar – bæði í
breidd og dýpd – og var
hetta nakað, sum hóvaði
føroysku leikarunum nógv
betri.
Ingi ov einsamallur
At rumenski venjarin í
fyrra dystinum valdi at
pilka Inga út eina løtu,
mundi neyvan vera av
tilvild. Serliga í fyrra dyst-
inum tóktist tað soleiðis, at
ein lutfalsliga stórur partur
av ábyrgdini fyri føroyska
spælið varð lagdur á herð-
arnar hjá liðskiparanum,
men honum vant, so tóktist
hetta ikki at nerva spæl
hansara.
Tað, sum tóktist vera før-
oyingum til størri ampa,
var, at vit í ov lítlan mun
hava nakran avloysara til
Inga. Um ikki annað fyri at
geva honum eina har til-
trongda hvíld av og á. Í
fyrra
dystinum
royndi
Bjarni í løtum at átaka sær
leiklutin, og hetta gekk til
tíðir væl, men ikki altíð
megnaði hann at halda
høvdið nóg kalt, tá avgerðir
skuldu takast innan brot-
partar av sekundum.
Serliga varð hetta sjónligt
seinna hálvleik í fyrra dyst-
inum, tá Ingi fyrst royndi
seg eina løtu á
vinstra
bakki,
har
ætlanin
mundi vera at
fáa hann meira
við í spæli, og
síðani tá hann
sat á beinkinum
og hvíldi seg.
Rumenia fekk tá
níggju mál á rað,
og hesa løtuna
lúrdi vandin fyri
einum rættilig-
um banki. Tí-
betur fingu før-
oyingar
skjótt
fatur á, tá rum-
enar
gearaðu
niður, og tí fingu
vit hóast alt pyntað
nakað um úrslitið í
hesum dysti.
Royndirnar koma
Hvussu nógv royndirnar
hava at siga, kom greitt
til sjóndar í seinna dystin-
um. Hóast ein veruligur
landsdystur ikki broytir
nakran leikara til at verða
rutineraðan, so var avrikið
ikki eins strongt, sum í
fyrra dystinum.
Ikki minst kom hetta til
sjóndar, tá Ingi vegna
skaða ikki fekk spælt við
seinna dystin. Nú vórðu
aðrir leikarar noyddir at
átaka sær ábyrgd, og hetta
spældi sum heild eisini væl
av. Eisini her upplivdu vit
eina ringa periodu, men
hendan komst eins nógv av,
at føroysku leikararnir ikki
megnaðu at fáa bóltin í
meskarnar,
tá
rumenar
høvdu skift málverjan út.
Hetta er tó aftur nakað,
sum helst stavar frá teimum
royndum, sum okkara ikki
hava, men sum nevnt, var
stórur munur ímillum
dystirnar báðar í so
máta, so einki er at ivast
í, at framgongdin kann
ganga skjótt á økinum.
Júst
misnýttu
møguleikarnir vóru
annars nakað, sum
eyðkendi
báðar
dystirnar.
Tað
framgongur eisini av sam-
røðunum við leikarar aðra-
staðni í blaðnum, at hetta
eisini var nakað, sum flest
allir iðraðu seg um.
Tað skerst ikki burtur, at
hetta veruliga var ein
trupulleiki, og helst er ein
partur av frágreiðingini sál-
arlig. Uttan at niðurgera
nakran føroyskan málverja,
so eru okkara menn neyvan
vanir við at spæla
móti
somikið
sterkum málverj-
um, og millum
annað fingu okk-
ara menn ikki eitt
mál av veinginum
í seinna dystinum.
Meðan vit eru
við málverjarnar, so
skal at enda nevn-
ast, at rumensku
málverjarnir so av-
gjørt ikki vóru einsa-
mallir um at sýna stór-
spæl. Tá føroyska verjan
í seinna dystinum var
komin á rætta lagið, fór
eisini at gangast betri hjá
málverjanum.
Somikið væl stóð Jóhan í
seinna hálvleiki, at hann
mundi fáa áskoðararnar at
gloyma alt um fyrsta kort-
erið í fyrra dystinum, og
brádliga fekk hann sálar-
liga yvirtakið á rumenum.
Bjargingr frá monnum í frí-
ari skotstøðu og brotskasts-
bjargirnar vórðu lagdar aft-
urat teimum meira vanligu,
og helst mundi Jóhan vera
tann føroyingurin, sum stóð
sterkastur í myndini, tá
seinni dysturin var av.
Nakað at tosa um
Tá hetta er sagt, skal tó
leggjast afturat, at sum
heild vóru tað fleiri leikar-
ar, sum stóðu seg avbera
væl, og sum avgjørt verða
millum teir, sum fara at
takast við Sveis um viku-
skiftið.
Ingi er sjálvskrivaður til
eina og hvørja tíð, og verð-
ur yngri beiggin klárur, er
hann eisini vísur í einum
plássi. Sámal varð topp-
skjútti í báðum dystunum,
og er við stødd sínari ein
sera týðandi partur av
verjuspælinum. Hans Áki
var helst tann av vengrun-
um, sum stóð seg best sam-
anlagt, og á strikuni sýndi
Janus Einar, at hann uttan
iva er besta kortið í landin-
um til hetta plássið. Legg
so afturat, at vit uttan fyri
landoddarnar eiga spælarar
sum toppskjúttan frá í fjør,
Heina Joensen, umfframt
teir báðar Tróndarnar, Jo-
ensen og Bogason.
Jú, einki er at ivast í, at
vit aftur eiga eitt landslið,
sum er vert at tosa um, og
sum eisini tolir samanber-
ing við tað, sum høvdu fyri
fimtan árum síðani.
Nr. 5 - 9. januar 2001
17
gult cyan magenta svart
16
Nr. 5 - 9. januar 2001
gult cyan magenta svart
Fríggjadagin 5. januar
Ítróttahøllin á Hálsi
Rumenia-Føroyar 36-23 (17-11)
Støður í dystinum
10. min 7-6
20. min 11-8
40. min 25-16
50. min 31-17
Málskjúttar
Rumenia: Cabrean Ioan 11(2), Muraru Mircea 7(2), Luca Florin 6(1), Fortuneau
Rares 6, Purcaera Dorin 5, Rosca Ion 1, Cojocea Mihai 1
Føroyar: Sámal Joensen 5, Ingi Olsen 4, Bjarni Wardum 4(2), Martin
Hummeland 3, Halgir Dahl Olesen 2, Janus Einar Sørensen 2, Marius Joensen
2, Johnny Joensen 1
Brotskøst: Rumenia 5, Føroyar 3
Útvísingar: Rumenia 4, Føroyar 4
Dómarar úr Danmark: Per Olesen og Lars A. Pedersen
Dysturin í stuttum:
Rumenia byrjaði dystin við sera høgari ferð, har teir royndu at seta føroyska lið-
ið undir ovurstórt trýst. So við og við fánaði hetta tó burtur, og okkara komu al-
samt betri við í spælið, og fingu vit eisini mál upp á fleiri skjótálop.
Dagsins detalja:
Tá Bjarni ísakaldur skrúvaði brotskast í netið, og í fagnaði gjørdi lop við heilari
skrúvu á veg á beinkin
Sunnudagin 7. januar
Ítróttahøllin í Vestmanna
Føroyar-Rumenia 16-27 (8-15)
Støður í dystinum
10. min 4-4
20. min 7-11
40. min 12-18
50. min 12-22
Málskjúttar
Føroyar: Sámal Joensen 4(1), Halgir Dahl Olesen 3, Ingi Olsen 3, Bjarni Ward-
um 2(1), Hans Áki Dal Christiansen 2, Áki Olsen 1, Janus Einar Sørensen 1
Rumenia: Florin Luca 6, Mircea Muraru 5(1)m Rares Fortuneanu 5, Mihai
Cojocea 4, Ioan Gabrean 3(1), Ion Rosca 2, Marian Filip 1(1), Dorin Purcarea
Brotskøst: Føroyar 4, Rumenia 5
Útvísingar: Føroyar 5, Rumenia 8
Reyð kort: Rumenia 2 (eitt beinleiðis og eitt fyri 3X2 minuttir)
Dómarar úr Danmark: Per Olesen og Lars A. Pedersen
Dysturin í stuttum
Í mun til fyrra dystin var ferðin útgangsstøði nógv lægri, og viðførdi hetta, at
føroyingar skjótt fingu fatur á verjupartinum. Føroyska liðið varð skert, tá Ingi
Olsen noyddist skaddur av vøllinum, og tá vit samstundis ikki megnaðu at skora
móti nýggja málverjanum, gjørdist munurin óneyðuga stórur. Tó kundi tað verið
verri, um Jóhan Danielsen ikki stóð somikið væl í føroyska málinum
Dagsins detalja:
Tá Mircea Muraru við einari genialari fríspæling skrúvaði bóltin niður í gólvið,
so hann støkk til ein leysan strikuspælara
Dystirnir hjá
Føroyum í EM-
undankappingini
5. januar 2001
Ítróttahøllin á Hálsi
Rumenia-Føroyar 36-23
(17-11)
7. januar 2001
Ítróttahøllin í Vestmanna
Føroyar-Rumenia 16-27
(8-15)
12. januar 2001 kl. 20.00
Ítróttahøllin á Hálsi
Sveis-Føroyar
13. januar 2001 kl. 16.00
Ítróttahøllin á Skála
Føroyar-Sveis
19. januar 2001 kl. 20.00
Ítróttahøllin í Vestmanna
Litava-Føroyar
21. januar 2001 kl. 16.00
Ítróttahøllin á Hálsi
Føroyar-Litava
Stóra takið
eydnaðist væl
Nýggja føroyska landsliðið,
sum í stóran mun var sett
saman av ungum leikarum,
stóð seg væl í elddópinum
ímóti rumenum.
Myndir frá landsdystunum:
Álvur Haraldsen
Bjarni Wardum fór ósmæðin undir uppgávuna, tá hann fekk møguleikan
eftir avboð frá Áka Olsen
Eftir eina heldur
trupla byrjan
mundi Jóhan
Danielsen vera
leikarin, sum stóð
seg best ímóti endanum