Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 178 - 15. september 2006 Grundøki - Norðurrás 19, Tórshavn Ognin er eitt frálíkt grundøki mitt í Havnini við en- dan av blindum vegi við síðuna av fríøki og viðar- lund. Støddin á grundøkinum er 427 fermetrar. Grundøkið liggur tætt við skúla í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi. Grundøkið verður selt, um hóskandi boð fæst. Sethús - Skálavegur 158, Skála Húsini eru í 3 hæddum, samlað búvídd 150 fer- metrar. Hjallur / seyðahús á 35 fermetrar hoyrir til. Grundøkið: 710 fermetrar. Byggiár: 1947. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm, 3 kømur og eitt stórt kamar. Í miðhæddini er durur, hjallur, gongd, baði- verilsi, køkur og 2 stovur. Í niðastu hædd er kjallar- arúm / fýrrúm / goymslurúm, køkur / vaskirúm og uppihaldsrúm og wc. Stórur urtagarður er niðanfyri húsini. Húsini standa í sera hugnaligum umhvørvi. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Raðhús - Viðargøta 20, Argir Húsini eru í 3 hæddum. Mið- og niðasta hædd eru uml. 55 fermetrar og ovasta hædd er uml 50 fer- metrar - í alt uml. 160 fermetrar. Grundøkið er 203 fermetrar. Byggiár 2000. Húsini eru væl bygd við góðum tilfari og eru í góðum standi. Í niðastu hædd er inngongd, stór gongd / garderoba / trappurúm, bryggers / vaskirúm / fýrrúm og garaga. Í miðhæd- dini er køkur / stova við útbygningi, hjúnarrúm við skápsveggi, baðirúm og gongd við útgongd til terassu / garð. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm og 3 kømur. Húsini, ið hava breiðband, fel- ags Televarp og parabolskipan, krevja sera lítið viðlí- kahald. Húsini, sum standa á Hamarinum á Argjum í veðurgóðum, hugnaligum og barnavinaligum umhvørvi, hava gott útsýni. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Sethús - Norðoyri, Klaksvík Húsini eru í 2 hæddum á uml. 85+55 - í alt 140 ferme- trar. Grundøkið er 574 fermetrar. Húsini eru uppruna- liga bygd í 1987, men eru høvuðsumvæld í 2005. Har er nógv nýtt: Tak, lektir, 4 vindeygu, úthurðar, baðirúm, flestu innveggir, trægólv (ask plank) og allar hvítvørður. Í miðhæddini er inngongd, gongd, wc, køkur / stova, bryggers. Í ovaru hædd er stova, 3 kømur og baðirúm. Til húsini er bilskúrur og skúrur á 8 fermetrar. Húsini standa vakurt í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og hava gott útsýni og sera góðan sólargang. Stutt er oman í fjøruna og skúlabussur er inn til Klaksvíkar. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Sethús - Undir Grashjalla 15, Klaksvík Húsini eru í 2 hæddum, ovara hæddin 124 ferme- trar og niðara hæddin uml 120 fermetrar - í alt uml. 224 fermetrar. Grundøkið er 519 fermetrar. Byggiár: 2004. Í ovaru hædd er inngongd, durur, gongd, kamar, hjúnarrúm, stórur køkur, stova, grovkøkur / vaskirúm og garaga. Í niðaru hædd, sum er partvís innrættað er hjallur, fýrrúm og restin er avskildra. Húsini standa væl fyri og hava sera gott útsýni. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús / summarhús - Nes, Vágur Húsini eru í 3 hæddum á uml. 60+68+55 - í alt 183 fermetrar. Grundøkið er 328 fermetrar. Húsini eru upprunaliga bygd í 1902, men eru høvuðsumvæld í 1997/2005. Har er alt nýtt: tak, tætt tróður, bjálving, takrennur, klædningur, bjálving, vindeygu, hurðar, vatninnlegging og frárensl, miðstaðarhiti, oljufýr og el. Húsini eru sera bílig í drift. Í miðhæddini er inn- gongd, gongd, køkur, stova, baðirúm og trappa. Í ovastu hædd er trappurúm / stova, hjúnarkamar og 2 kømur. Í niðastu hædd er vaski- / fýr- / goymslurúm. Húsini standa sera vakurt í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og hava frálíkt útsýni. Húsini kunnu nýtast til bæði heilárs- og summarhús. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Sethús í Heinagøta 1, 100 Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum á 98 fermetrar - í alt 196 fer- metrar. Grundøkið er 531 fermetrar. Byggiár 1975. Húsini hava nýtt tak, nýggjan klædning og nýggj vindeygu í ovaru hædd. Í niðaru hædd er inngongd, durur, gongd / trappurúm, 2 kømur, 1 goymslurúm og 2 kjallarúmrúm. Í ovaru hædd er trappuupp- gongd, gongd, baðirúm, gestawc, hjúnarrúm, kamar, kamar / klædnarúm, millumgongd, hjallur, køkur og stór stova við útgongd til altan. Garaga er til húsini og garður / urtagarður er uttanum. Húsini standa, ið standa í sera veðurgóðum øki nær miðbýnum við stadionøkið og svimjihøll, hava hampuliga gott útsýni. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Sethús - Dalavegur 1, Glyvrar Húsini eru í 3 hæddum í alt 140 fermetrar. Ein hjal- lur hoyrir til. Byggiár 1939. Í miðhæddini er durur, baðirúm, køkur, spísistova, gongd, stova, karnappur og 2 kømur. Í ovastu hædd er kamar. Í niðastu hædd er kjallararúm / fýrrum. Stórur urtagarður er runt húsini. Húsini standa í sera hugnaligum umhvørvi. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Hotel Norð til sølu Nú er stáðsiliga hotellið á Viðareiði til sølu. Bygnin- gurin er í 2 hæddum – í alt 1100 fermetrar. Grundø- kið er uml. 6.500 fermetrar. Byggiár 1975 / 1990. Í niðaru hædd er inngongd, stórt móttøkuhøli, mann- fólka- og konufólkawc, fundarhøli til 30 fólk, barr, skrivstova, matstova til 190+90 fólk, líti veitsluhøli / uppihaldsstova til 25 fólk, køkur, grovkøkur, starvs- fólkawc, goymslurúm og hjallur. Í ovaru hædd er stór trappuuppgongd, 15 dupultkømur við baðirú- mi, minibar og sjónvarpi og lítil privatur køkur og vaskirúm. Hotellið stendur í avbera náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi og hevur sera gott útsýni. Fleiri upplýsingar fáast á www.hotelnord.fo og hjá INNI. Hotellið verður selt, um hóskandi boð fæst. Sethús – Heiðaskáki 10, TórshavnHúsini eru í 2 hæddum á 112 fermetrum - í alt 224 fermetrar. Grundøkið er 537 fermetrar. Byggiár: 1962. Í erva er inngongd, durur, trappugongd til niðaru hædd, hjallur, gongd, køkur, borðsstova, stova, baðirúm, hjúnarrúm og 2 kømur. Í neðra er sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd, fýrrúm, vaskirúm / baðirúm, stova / alrúm, stova / kamar, køkur og kamar. Garður / urtagarður er uttan um húsini. Húsini standa nær miðbýnum í veðurgóðium og friðarligum umhvørvi og hava gott útsýni. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Sethús – J. Nolsøesgøta 22, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum á 120 fermetrar - í alt 240 fermetrar og hjallur á uml. 10 fermetrar. Grundøkið er alt 609 fermetrar harav 109 er vegur. Byggiárið er 1992. Í ovaru hædd er trappuuppgongd við yvirdek- kaðum svala, turkisnórum og hjalli, inngongd, du- rur við skifur og gólvhita, gestawc, gongd, garde- roba, grovkøkur / vaskirúm við egnari inngongd, køkur / borðsstova / stova við útgongd til svala / altan, hjúnarrúm við útgognd til svala / altan, stórt baðirúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er inngongd, gongd / trappugongd, fýrrúm, garaga við el-portri og sjálvstøðug íbúð. Har er køkur / stova, baðirúm og 2 kømur. Húsini standa nær miðbýnum í veður- góðum, barnavinaligum og friðarligum umhvørvi við blindan veg. Alt er gjørt uttanum. Góður sólar- gangur til kl. 21.00. Húsini eru sera væl hildin - sum nýggj og í sera góðum standi. Húsini eru í serflokki til aldur og dygd, tá hugsað verður um, at ley standa innan fyri gomlu bøgarðarnar í Havn. Tey verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús - Mainifløta 6, 470 Eiði Húsini eru í 3 hæddum í alt 298 fermetrar. Grundø- kið er 578 fermetrar. Byggiár: 1987. Niðasta hædd er innrættað í 2003/04. Í miðhæddini er inngongd, durur, gongd, wc, køkur, stova, gongd, hjúnarrúm, 2 kømur, og baðirúm. Í niðastu hædd er gongd, 2 kømur, durur, hjallararúm / fýrrúm / vaskirúm og goymslurúm. Loftið, ið er 70 fermetrar, er óinnræt- tað. Húsini standa ovarliga í bygdini og hava sera gott útsýni. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Grundstykki – við arkitektteknaðari tekning – Suðuroyarv. (7/9), Tórshavn Grundstykki - við arkitekt teknaðari tegning til sølu. Støddin á grundøkinum er 592 fermetrar. Húsini eru ætlað at verða í 3 hæddum. Miðhæddin eru ætlað at verða 136 fermetrar, kjallarin umleið 103 fermetrar og ovasta hædd á uml. 41 fermetrar - í alt uml. 280 fermetrar. Byggiárið verður 2007. Í miðhæddini er - sambært tekningini - gongd við trappu, stór stova og køkur í einum, 3 kømur, 2 wc, hjúnarrúm, vas- kirúm, kovi og hjallur. Í ovastu hædd er stór stova, wc, skrivstova og goymslurúm. Í niðastu hædd er goymslurúm og kjallararúm. Í niðastu hædd kan lættliga innrættast sjálvstøðug íbúð. Húsini koma at liggja sera væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi. Har er barnavinaligt, eldravinaligt og gott útsýni við góðum sólargangi. Skjótt er til gongu oman í miðbýin. Summarhúsgrundstykki – Múlheigar 29, Leynar Ognin er eitt summarhúsgrundstykki á 300 ferme- trar á Múlheigum 29 í Leynum. Grundstykki liggur væl fyri og hevur gott útsýni yvir sandin, víkina og fjørðin. Grundstykkið verður selt, um hóskandi boð fæst. lýsingar