fríggjadagur 15. september 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 178 - 15. september 2006 ]
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
– Einasta tapið, síðani vit fyrr í summar taptu stórt fyri B36, var nú
mikukvøldið. So eg ivist ikki í, at vit fara at reisa okkum sunnudagin.
Jákup á Borg, HB
FSF gevast á
Oyggjaleikum
FSF hevur nú
meldað føroyska
kvinnulandsliðið
í fótbólti til EM-
undankappingina,
og samstundis
er tað greitt, at
landsliðið fer ikki
til Oyggjaleikirnar á
Rhodos næsta ár
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Á seinastu trimum Oyggja
leikunum hevur føroyska
kvinnulandsliðið í fótbólti
verið við á Oyggjaleikum,
og har hevur liðið vunnið
gull hvørjaferð. Nógvar
av dystunum hevur lands
liðið vunnið við sera stór
um muni, og vanligt hevur
tað bert verið ein ella tveir
javnir dystir.
Hetta hevur fingið
FSF at leita eftir einari
nýggjari avbjóðing til
kvinnulandsliðið í fót
bólti, og nú er gjørt av,
at kvinnulandsliðið skal
verða við í undankapping
til EM, sum verður hildin
seinni í ár.
UEFA hevur broytt
undankappingina soleið
is, at nú spæla nógv av
londunum
ein
mini-
kapping – vanliga við
fýra londum – fyri at
sleppa víðari til veruligu
undankappingina, og tað
er í einari av hesum mini
kappingum, at Føroyar
skulu taka lut.
Í form í november
Endaliga
tilmeldingin
er gjørd fyri kortum, og
longu tann 9. oktober
veður lutakast um, hvussu
bólkarnir í minikapp
ingunum skulu mannast.
Kappingin verður hildin
frá 16. til 24. november
í ár, so føroysku fótbólts
kvinnurnar skulu aftur í
toppform tveir mánaðir
eftir, at heimliga lands
kappingin endar tann 23.
september.
Ikki fyrr enn tilmeld
ingarfreistin er farin aft
urum, verður gjørt av
hvussu londini koma
víðari til sjálva undan
kappingina, sum verður
í 2007 og 2008. Vinnarin
av hvørjari minikapping
sleppur víðari, og næst
fremstu londini skulu
spæla um at koma víð
ari.
Venjarar hjá kvinnu
landsliðnum eru Álvur
Hansen og Jakob Thom
sen.
Í HB kvíga teir ikki
fyri, at sorlið á Eiði
fer at síggjast aftur
móti KÍ, og í Klaksvík
ætla teir at halda seg
til góðu gongdina í
Gundadali
HB-KÍ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Endiliga fer HB at fáa
vitjan av 102 ára gamla
javnaldranum og arvafígg
indanum KÍ.
Tvær ferðir fyrr í ár
hevur HB vitjað í Klaksvík.
Báðu ferðirnar hevur tað
verið tætt og intenst. Fyrru
ferðina javnaði KÍ til 2-
2 í yvirtíðini, og seinnu
ferðina megnaði HB at
koma afturíaftur og at javna
til 3-3, eftir at klaksvíkingar
høvdu verið frammanfyri
3-1, inntil tað restaði eitt
korter.
Einasta venjingin hjá
HB millum eyðmýkingina
í steypakappingini á Eiði
mikukvøldið og uppgerðina
móti
arvafíggindanum
sunnudagin verður í kvøld.
– Vit kvíga ikki fyri at
spæla móti KÍ. Einasta
tapið, síðani vit fyrr í
summar taptu stórt fyri
B36, var nú mikukvøldið.
So eg ivist ikki í, at vit fara
at reisa okkum, er metingin
hjá Jákupi á Borg.
Mikukvøldið var HB í
1. hálvleiki í 4-4-2 útgávu,
meðan teir í 2. hálvleiki
vóru í 4-3-3 útgávu við
Jákupi á Borg í fremstu
røð.
– Tað tykist liggja best
fyri hjá okkum, tá ið vit
leypa á frammarlaga á vøll
inum. Tað gangi eg bara
út frá, at vit fara at gera á
heimavølli móti KÍ, sigur
Jákup á Borg.
Allir HB spælararnir
eru tøkir. Vagnur Mohr
Mortensen hevði verið
leikbannaður tvær ferðir,
og eftir góða úrslitið í Gøtu
byrjaði hann á beinkinum
á Eiði. Eingin ivi er um, at
Vagnur verður millum teir
fyrstu ellivu sunnudagin.
Tað kann væl hugsast, at
hann verður í miðverjuni.
Mikukvøldið vísti, at tað
vóru nógv hol, sum skulu
tettast í HB verjuni.
Tveir ivasamir
Í Klaksvík er fótbóltslagið
hampuligt, eftir at tað
sunnudagin eydnaðist at
vinna triðja heimadystin í
ár. Men avrikið var ikki
meiri enn passaligt, inntil
ÍF hevði mist ein mann,
men liðavrikið var á ongan
hátt sannførandi.
Í
Gundadali
trívast
klaksvíkingar ofta væl.
Síðsta dømið um hetta
var 5-1 sigurin í lands
kappingardystinum móti
B36.
– Motivatiónin er altíð
í toppi móti HB, og teir
báðir dystirnir í Klaksvík
fyrr í summar vóru báðir
rættuliga
undirhaldandi,
staðfestir miðvallarin Sím
un Joensen.
Símun hevur ikki vant
í hesi vikuni orsaka av
skaða í baklærinum. Hann
skuldi royna at venja í
kvøld. Harley Bertholdsen
fór út í 1. hálvleiki móti
ÍF orsaka av vøddaskaða.
Harley royndi at renna
hóskvøldið. Fyrr í dag
var ikki greitt, um hann
verður tøkur sunnudagin.
Marek Wierzbicki var leik
bannaður móti ÍF. Hann er
tøkur aftur.
ÍF manglar ein av
sínum útlendsku
stuðulsspælarum,
meðan tey í B36 ikki
rokna við, at Bergur
Midjord spælir aftur
í ár
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Botnliðið ÍF fær sunnudagin
vitjan av B36, sum liggur
á øðrum plássi. Á pappír
inum er B36 greiður favo
rittur, men hetta leggja
fuglfirðingar líka í.
– Nú eru vit seks stig
aftanfyri VB/Sumba, so vit
mugu savna so nógv stig
sum møguligt saman, um
vit skulu gera okkum nakrar
vónir um framhaldandi at
hava sæti í Formuladeildini
komandi kappingarár.
Hetta sigur venjarin hjá ÍF,
Jón Simonsen. Hann leggur
afturat, at tað sjálvandi er
ringt at fáa stig ímóti einum
av oddaliðunum, men í tí
støðu, sum ÍF er í, so er
neyðugt at vinna hvønn
dyst.
B36-venjarin, Sigfríður
Clementsen, sigur, at B36
skal vinna allar sínar dystir,
um teir skulu gera sær vónir
um at fanga oddaliðið, EB/
Streym.
– Ja, vit fara inn fyri
at vinna hvørja ferð, og
um vit skulu gera okkum
nakrar vónir um at fanga
EB/Streym aftur, so mugu
vit eisini vinna í Fuglafirði
sunnudagin.
So áskoðararnir í Fugla
firði kunnu vænta ein
góðan og spennandi dyst
sunnudagin, har bæði liðini
ætla sær øll trý stigini, og
har bæði liðini eisini hava
brúk fyri øllum trimum
stigunum. ÍF fyri at sleppa
úr botninum, og B36 fyri at
fanga EB/Streym.
Bergur neyvar
við aftur í ár
Hjá ÍF er tað stórur missur, at
offensivi miðvallarleikarin,
Nenad Saric ikki er við.
Hann fekk reyða kortið í
dystinum síðsta sunnudag
í Klaksvík, og tí má hann
sita uttanfyri. Venjarin hjá
ÍF sigur eisini, at hetta er
stórur smeitur fyri liðið.
– Nenad hevur verið góður
styrkur, síðani vit fingu
hann í summarsteðginum,
og tí er tað ein keðilig
støða, at hann ikki er tøkur
til dystin sunnudagin.
Hjá B36 er allir mans
tøkir. Bergur Midjord er tó
eitt undantak. Hann hevur
ikki spælt í nakrar vikur, og
Sigfríður Clementsen sigur,
at í B36 vænta tey ikki, at
Bergur verður tøkur aftur
hetta kappingarárið.
06
05
05
04
03
02
01
00
99
98
97
96
HB-KÍ
-
2-1
-
1-1
3-2
4-1
1-2
1-0
1-2
4-0
3-0
3-3
6-2-2
23-12
EB/S-Skála
2-0
0-1
0-0
0-1
1-0
1-0
-
-
-
-
-
-
3-1-1
4-2
NSÍ-GÍ
-
1-1
-
2-1
1-0
3-2
1-2
1-1
1-1
3-1
2-2
-
4-4-1
15-11
B68-VB/S
-
-
-
1-3
2-0
4-0
1-4
1-2
0-0
2-1
0-1
3-1
4-1-4
14-12
ÍF-B36
1-3
0-2
0-2
2-2
-
-
-
-
1-4
0-0
1-2
1-1
0-3-5
6-16
Í alt
Arvafíggindin skal fáa toyggið
Bergur liðugur fyri í ár
Mest vinnandi liðini í
føroyskum fótbólti hittast
til dysti í Gundadali
sunnudagin. HB skal reisa
seg eftir eyðmýkjandi tap,
meðan KÍ ætlar at halda
fast um góðu avrikini á
útivølli